mikudagur 9. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Løgtingsvalið 19. januar 2008
10
Nr. 6 - 9. januar 2008
Í eitt ár hevur Tórshavnar
kommuna havt eitt royndar
ár við ókeypis busskoyring,
og tað er eydnast so sera
væl, at hildið verður fram
hetta árið við. Okkara
royndir vísa, at ókeypis
busskoyringin er sera væl
móttikin, so fleiri og fleiri
brúka bussin, heldur enn
bilin.
So mikið væl hevur
hilnast, at áhugi er fyri hesi
royndini uttanlands við, og
í Norra eru ætlanir um at
fara undir ókeypis buss
koyring við Tórshavnar
kommunu sum fyrimynd.
Hetta vísir, at vit í Føroy
um saktans kunnu ganga
undan og vera fyrimynd
fyri onnur, tá ræður um
umhvørvisvernd.
Nú haldi eg tó, at tíðin er
komin, at vit fara eitt stig
víðari. Hví ikki gera buss
koyringina kring alt landið
ókeypis? Tá tað ber væl til
í Tórshavnar kommunu,
skuldi einki verið til
hindurs fyri, at tað sama
varð roynt við Bygda
leiðum kring alt Føroya
land.
Royndir okkara hava
víst, at alt stríðið og allur
kostnaðurin av umsiting,
skipanum, ferðaseðlum og
øllum, sum hoyrir til, hvílir
næstan í sær sjálvum við
ókeypis koyringini. Har
aftrat kemur so, at buss
arnir verða brúktir, heldur
enn bilarnir, so tí verður
slitið á vegunum minni,
umframt at eitt nú verður
óneyðugt við píkakoyring.
Havnin hevur sum fyrsti
høvuðsstaður í heiminum
tikið hetta stigið og havt
góðar royndir av tí. Tí er
tíðin komin, at Føroyar
sum fyrsta land fara undir
ókeypis busskoyring. Í eini
tíð, har Føroyar fáa ákoyr
ingar fyri drál á
umhvørvisøkinum, er hetta
eitt upplagt høvi at ganga
undan og fremja góðan
umhvørvispolitikk í verki!
Vit hava møguleikan at
fáa heimsins bestu kollek
tivu ferðslu, og kunnu á
hesum øki í heimshøpi vísa
okkum sum eitt framkomið
fólk, ið torir at skera
ígjøgnum og gera nakað
við tað, ið veruliga kann
muna á umhvørvisøkinum.
Hesum vil eg virka fyri!
Tað er eitt málsøki sum er
vanrøkt og er tað fiski
vinnumál har er einki hent.
Spekulatiónin skuldi
steðgast. Tað er neyvan
nakrantíð so nógvur
kapitalur sogin úr fiski
vinnuni fyrr og hvat er
gjørt einki sambands
bóndin læt standa til og
mundi lati fólksins ogn
fara í allar ævir.
Men vit fingu tað broytt
til at loyvini ganga út í
2018 og tá kunnu blíva
fólksins ogn.
Samtíðis blokerar
fiskimálaráðið teimum
sum hava fingið loyvi at
fiska til 2018. at skifta
skipini út eg veit konkret
dømi har eigarar av skipi
hava tilsøgn um at teir
kunnu skifta motorin út
til størri motor. Hava so
søkt um at skifta skipi
við eitt minni skip við
størri motori men av eini
ella aðrari merkiligari
grund so letur tað seg
ikki geara ótrúligt men
satt.
Skifta viðkomandi
menn motor fyrst fyri 15
til 20mill.Kr fyrst fyri
síðan at skrottað skipi ja
so góðtekur fiskimála
ráðið tað og teir kunnu tá
skifta skipi út.
Við í javnaðar flokki
num taka fult undur við
stovnsrøkt men ikki vina
og kenninga politikki
Sambandsfloksins
X við C
Alla mína tíð hava
politikkarar tosað um at
leggja pening til síðis, tí
sum vit øll vita eru tað
ikki bara góðar tíðir.
Við tað at nógvar
skattakrónur v. m. koma í
landskassan, so er hetta ein
upplagdur møguleiki til at
gjøgnumføra hetta, tí tað er
ov seint tá kassin er tómur.
Lat okkum gera tey arbeiði
sum er neyðugt, og ikki
brúka hvørja krónu sum er
í landskassanum.
Í privatu vinnuni veit
mann hvussu skiftandi
virksemi kann vera.Tá tað
privata virksemi minkar,
er neyðugt at at hitt
almenna setir arbeiðir í
gongd, so støðugt
virksemi er alla tíðina.
Tað er tað sum okkara
politikkarir hava tosa
um, men sum vit øll vita
er tað tíðan verri ikki
gjørt.
Tí er tað skeivt, at tað
almenna setir eina rúgvu
av arbeiði í gongd nú,
samstundis sum tað
privata hevur meir enn
ríkiligt at geralat okkum
bíða við hesum
almennum íløgunum til
tíðin er búgvin til tað!
Í 90unum vóru vit
nógv sum fóru av
landinum at arbeiða, tí
onki arbeiði var her, og
onki var í kistubotninum
í landskassanum, tað má
ikki endurtakast aftur.
Við einum góðum
fíggjarpolitikki er
møguleiki fyri at 90árini
ikki endurtaka seg aftur.
Tað stendur á
hjá flakavinnuni at fáa
nokk av arbeiðsfólki, og
hjá fleiri skipabólkum er
støðan tann sama.
Nótaskipini og flaka
trolararnir hava tíbetur ikki
henda trupuleika at dragast
við.
Vinnan er í stórari kapp
ing við seg sjálva, og
arbeiðsmegin fer hagar,
hon fær mest burturúr, tað
sigur seg sjálvt.
At okkara høvuðsvinna
er komin í trupulleikar av
væntandi arbeiðsmegi, er í
sær sjálvum ein stórur
samfelagstrupuleiki.
Alivinnan er tíbetur
komin á beint aftur og er í
vøkstri, og hon fer at
krevja meiri arbeiðsmegið,
sum tíðin líður.
Væntandi arbeiðsmegið í
landinum í løtuni viðførir
nógv dýrari loysnir fyri
brúkaran av hesi somu
orsøk, so tann trupulleikin
má loysast sum skjótast.
Nú valstríðið er byrjað,
er nógv frammi um berg
hol, flogvøllir, skúlar o.s.v.,
o.s.v. Alt gott um tað, men
mann er noyddur at loysa
trupuleikarnar frá rótini av,
annars spyrst onki gott
burturúr.
Samfelagið hjá okkum er
sera viðbrekið, tá hóttafall
er, og tí er alneyðugt at
hava okkurt í sjáttuni,
áðrenn tær truplu støðurnar
uppstanda. Hetta haldi eg
manglar í stóran mun í tí
politiska kjakinum. Vit vita
altíð aftaná, hvussu vit
skuldu havt gjørt.
Ein góður telvari hugsar
altíð nakara leikir fram.
Herfyri var kunngjørt at
Føroyar enn einaferð
høvdu fingið eitt sera
vánaligt úrslit í PISA kann
ingini – og hesuferð var
tað ikki bara ein undan
kanning.
Tann nú so ófrættakenda
PISA kanningin hevut elvt
til mikið kjak her á landi,
og fólk eru sera ymisk á
málið, um hvussu vit skulu
betra um førleikarnar hjá
næmingunum í føroysku
skúlunum.
Læraraútbúgvingin
Sum flest øllum kunnugt
er, og hevur tað síðani
1870, verið gjørligt at lesa
til lærara í Føroyum.
Læraraútbúgvingin í
Føroyum er at javnmeta
við tí í Danmark.
Eg meti at hugskotið at
broyta verandi skipan, so
at læraraútbúgvingin
verður meira lík einari
Bachelor útbúgving, har
lesandi leggja meira dent á
eitt ávíst fak, t.d enskt,
føroyskt ella støddfrøði.
Umframt hetta, hevði so
sjálvandi komið tann meira
pedagogiski parturin av
lesnaðinum. Hetta hevði
givið tí læraralesandi
møguleika fyri, at ogna sær
nógv størri førleikar í tí
einstaka fakinum, og hevði
tískil ført til, at viðkom
andi, sum lærari, betur var
førur fyri at undirvísa í
hesum sama faki. Hetta
mynstrið síggja vit í m.a
Finnlandi, ið varð tað
landið ið kláraði best í
PISA kanningini.
Undirvísingin
Í dagsins fólkaskúla,
verður fyri ein stóran part
undirvíst heilum flokkum,
har allir næmingar,
óannsæð bókligan førleika,
fáa somu undirvísing. Um
man hugsar um hetta eina
lítla løtu, so sigur tað seg
sjálvt at tað er púra
ógjørligt hjá einum lærara,
at undirvísa uml. 20
næmingum á ymiskum
støði, í senn. Lærarin er
heilt einfalt ikki førur fyri
at geva eina frálæru, har
allir næmingar kunnu
fylgja við. Hetta má
sjálvandi enda við, at sum
oftast verður undirvísingin
tillaga miðal næminginum,
í meðan baði tann næming
urin ið er yvir miðal, og
tann ið er undir miðal í
bókligum førleika, detta
burtur í millum.
Tí kundi tað verið eitt
hugskot, at býtt næming
arnar upp, eftir hvussu væl
fyri teir vóru. Hetta hevði
gjørt at teir, ið vóru oman
fyri miðal, fingu tað eyka
avbjóðingina, ið teimun
tørvaði, samstundis sum
teir ið høvdu torført við tí
bókliga, fingu undirvís
ingina á tí støði ið teir vóru
á. Havi tosa við fleiri
lærarar ið eftirlýsa einari
tílíkari loysn, við tað at
verandi støða als ikki er
nøktandi.
PISA og framtíðin hjá
Fólkaskúlanum
Tó at summi hava hug at
kveistra hesa kanning til
viks, sum verandi ósakliga
og óviðkomandi, so haldi
eg at vit áttu, um ikki
annað, at sæð hesa kanning
sum eitt høvið til eitt
sindur av sjálvsrannsakan.
Hvat vilja vit við fólka
skúlanum? Og vilja vit
gjalda tað, ið tað kostar at
hava ein góðan skúla?
Kanska tað hevði verið eitt
hugskot at brúkt nakrar av
teimun mongu tunnils
milliónunum uppá skúlan í
staðin?
Vánaligt úrslit í PISA
Javnaðarflokkurin
Kristoffur
GaardlyKKe
Val
Form, Ung fyri Miðflokkin
Valevni Miðflokksins
tóri
HøjGaard
Val
valevni Javnaðarfloksins
www.hedinmortensen.com
Heðin
Mortensen
Val
Tjóðveldi
niKlái
Petersen
Val
Valevni Sambandsfloksins
HøGni
MiKKelsen
Val
Høvuðsvinnan í Føroyum á einum vegamóti!
Hví ikki ókeypis kring alt landið?
Sambands flokkurin
forðingin fyri
framburði
Leggja pening til síðis
í góðum tíðum