Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2008 15 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Rætturin hjá Kringvarpi Føroya til at taka pening frá fólki fyri sendingar, tey ikki vilja hoyra ella síggja, skal avtakast. Miðflokkurin mælir tí til at einskilja Kringvarp Føroya. Lurtarin og síggjarin skal hava frælsi til at velja, hvat hann vil gjalda fyri. Kringvarpsgjaldið rakar tey harðast, sum hava lítla ella onga inntøku. T.d. avlamin, pensiónistar, einligar mammur o.s.fr. Vit hava eisini onnur gjøld, so sum sjúkrakassa, sum má roknast at vera einskattur, sum eisini rakar tey veikastu hart. Tað eru flokkar og politikarar, sum vilja minka beinleiðis skattin, og leggja gjøld á tey veiku ístaðin. Hesum eri eg ímóti, og hesum er Miðflokkurin ímóti. Eg haldi, at útvarps- og sjónvarpsgjald, - og eisini sjúkrakassin, skulu takast av, og gjaldast yvir skattin. Veljið tí meg. Eg eri á listanum hjá Miðflokkinum. Nú frættist í Útvarpi Føroya, at Kringvarpið umhugsar at strika teknmálstulkingina av Degi og viku. Neyðugt er við sparingum, og hvat rýkur fyrst? Tað sær út til at verða Dagur og Vika við teknmálstulking. Fyri deyv og tunghoyrd hevur hendan tænasta verið eitt einastand- andi høvi til at fylgja við í tí, sum hendir, bæði innan- og uttanlands. Enn einaferð sær út til, at hesin bólkur skal verða við skerdan lut. Teknmál er at sammeta við móðurmál hjá deyvum og tunghoyrdum. Fyri okkum, ið eru so heppin at hava fulla hoyrn, er tað ein sjálvfylgja, at vit kunnu fylgja við í tíðindasend- ingunum í almennu luft- miðlunum. Tað er jú millum annað tí, at vit gjalda kringvarpsgjald. Teknmálstulkatænastan og Meginfelag teirra brekaðu hava í nógv ár arbeitt við at fáa eina skipan, sum tryggjar deyvum og tunghoyrdum møguleikan fyri og rættin til at kunna samskifta við umheimin. Ein møguleiki er at áseta, at allir almennir myndugleikar hava skyldu til at rinda fyri teknmáls- tulk, tá ið hetta er neyðugt. Útreiðslurnar av slíkari áseting høvdu verið avmarkaðar, tí at talið av fólki, sum tørvar tekn- málstulk til samskiftið við almennar myndugleikar, er ikki stórt. Eina slíka peningaupphædd eiga vit at finna á fíggjarlógini. Vit kunnu ikki loyva okkum annað. Við at tryggja deyvum og tunghoyrdum møgu- leikan fyri og rættin til samskifti, koma vit eitt fet frameftir á leiðini til einar Føroyar fyri øll. Nýggir møguleikar Í samband við útbygging av samfelagnum er tað avgerandi at brúka nýggjar fíggingarmøguleikar. Vit hava sæð, at táið Føroya Banki og Atlantsflog vóru privatiseraði so var undirtøkan millum allar føroyingar sera stór. Hetta vísir, at føroyingar vilja luttaka, at føroyingar vilja byggja land. Hví ikki fíggja undirsjóðartunnlar til Sandoynna og inn á Skálafjørðin við lánsbrøvum ( obligatiónum ) so allir føroyingar sum hava hug og møguleika fyri tí, kunnu keypa lánsbrøv. Og at hesi lánsbrøv eru tryggjaði av Landsstýrinum ella privatum fyritøkum? Hví ikki fíggja t.d. eitt nýtt universitet, ella t.d. ein nýggjan spesial læknamiðdepil eisini fyri útlendingar osfr. við lánsbrøvum sum Føroya Landsstýri garanterar fyri? Táið Ìsland fór undir at byggja universiteti í Reykjavík var tað fíggja av lottaríspælið. Ì dag standa ljóskastarar og lýsa á universiteti um náttina og øll er stolt av at hava verið við til, at skapa henda møguleika og henda framburð fyri Ìsland. Hví ikki ? Hví ikki troyta nýggjar leiðir? Lesið í bløðunum, at Javn- aðarflokkurin er einasti flokkur, ið ikki vil byggja studentaskúla í Marknagili. Vil her gera vart við, at undirritaða als ikki er samd í hesum. Sagt verður, at studenta- skúlaútbúgvingin fer at missa sín unikka karakter, um hon gerst partur av einum skúladepli. Innihald- ið í studentaskúlaútbúgv- ingini hevur onki við at gera, hvar skúlin liggur, hetta er eitt heilt annað mál. Sipað verður til álitið um endurskoðan av mið- námsútbúgvingunum, óneyðugt er at knýta hetta uppí, hvar ið skúlin skal liggja. Allir miðnámsútbúgv- ingar, bæði student, HH og HT og HIF útbúgvingarnar eru unikkar, tí tær hava hvør sítt útgangsstøði. Student er almenndann- andi, HH er handilsrættað, HIF rættað móti fiskivinn- uni og HT er tøknifrøðilig. Eitt annað unikt við yrkisgymnasialu útbúgv- ingunum er, at hesar eru meira rættaðar ímóti vinn- uni og verða tí ofta dagførd- ar, millum annað, við nýmótans arbeiðshættum. Útbúgvingarpolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum er at øll skulu hava møguleika at útbúgva seg, um hugurin er til tess. Øll námsfrøði vísir, at fólk eru ymisk og tí læra á ymiskan hátt og tí er ein undirvísingarháttur ella ein útbúgving, ikki betur enn ein onnur. Hetta er júst orsøkin til, at vit hava 5 ymiskar gymnasial- ar útbúgvingar í Føroyum, við hvør sínum sereyð- kennum. Avbjóðingarnar í altjóða samfelagnum krevur mill- um annað kreativ menn- iskju, ið duga at vera fleksibul , at arbeiða saman við øðrum og at duga at nýta ymiskar arbeiðshættir, at loysa ymiskar uppgávur við. Tí hava vit brúk fyri fjølbroytni í okkara útbúgvingarskipan. Rákið í okkara granna- londum í dag er alt meira, at tær gymnasialu útbúgv- ingarnar samstarva og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum, fyri at gerast enn betur og tí ljóðar tað løgi at hetta ikki skal bera til her heima hjá okkum. Tveir giftir pensiónistar fáa 14.200 kr. í pensión eftir skatt um mánaðin, meðan tveir sambúgvandi pensión- istar fáa 17.400 kr. Harum- framt er tað so, at giftir pensiónistar fáa minni pensión, um hjúnafelagin hevur inntøku, meðan sam- búgvandi ongan slíkan trupulleika hava. Sjálv- stýrisflokkurin vil avtaka mismunin móti giftum pensiónistum. Sjálvstýris- flokkurin fer somuleiðis at arbeiða fyri, at tey eldru, sum ynskja at arbeiða, ikki skulu revsast fyri tað. Giftir pensiónistar skulu ikki revsast Eitt gift pensiónistapar fær 14.200 meðan eitt sam- búgvandi par fær 17.200 um mánaðin. Í okkara tíð velja nøkur at liva saman gift, meðan onnur velja at liva saman sum ógift. Sjálvstýrisflokkurin heldur tað vera púra órímiligt, at ógiftir pensiónistar fáa meir pensión enn giftir. Tað er ikki dýrari at liva sum ógiftur enn sum giftur. Tað, sum er dýrt, er at liva einsamallur í húsi, og pen- siónistar sum búgva einsa- mallir eiga at fáa hægri pensión enn aðrir. Í Dan- mark hava tey langt síðani javnsett giftar og ógiftar pensiónistar. Sjálvstýris- flokkurin fer í komandi valskeiði at arbeiða fyri javnstøðu millum giftar og ógiftar pensiónistar. Giftir pensiónistar skulu ikki trekkjast í pensión fyri inntøku hjá hjúnafelaga Giftir pensiónistar vera í dag trektir í pensiónini, um hjúnarfelagin hevur inn- tøku. Hetta ger, at fleiri gevast at arbeiða, sjálvt um tey bæði hava hug og evni at arbeiða nøkur ár afturat. Hetta er aftur eitt dømi um, at mismunur verður framd- ur móti giftum pensiónist- um. Sambúgvandi hava als ikki henda trupulleika. Sjálvstýrisflokkurin fer í komandi valskeiði at arbeiða fyri, at giftir pensiónistar ikki verða mótroknaðir fyri inntøku hjá hjúnafelaganum. Pensiónistar skulu bert trekkjast 25 % í pensiónini og ikki 60 % sum nú Pensiónistar sum hava inntøku omanfyri 54.000, missa 60 % av hvørjari krónu omanfyri 54.000. Harumframt gjalda tey skatt av restini. Tilsamans missa tey góð 70 % av inntøkuni omanfyri 54.000. Tey arbeiða sostatt nærum bert fyri landskassan. Hetta ger, at nógv missa hugin at arbeiða. Sjálvstýrisflokkurin vil, at øll eldri, sum ynskja at vera arbeiðsvirkin, eisini skulu hava møguleika at vera tað. Sjálvstýris- flokkurin fer tí at arbeiða fyri, at pensiónistar bert skulu missa 25 % av hvøjari forvunnari krónu og ikki 60% sum nú. Sjóbjargingarstøðin til okkara siglandi fólk Tá ið útbúgving til okkara siglandi fólk umræður, eigur dentur at verða lagdur á at útbúgving til okkara sjófolk verður ment soleiðis, at frálandavinnan kann mennast her á landi. Her hugsi eg um at alt eigur at samlast eitt nú í Klaksvík og kann víðkast so at skeið á hægri støði og venjingar verða gjørdar í Føroyum Valevni Fólkaflokksins á Lista A, sjálvandi! Miðflokkurin Álvur KirKe Val Fólkaflokkurin Bjarti Mohr Val Fólkaflokkurin rodMundur nielsen Val valevni hjá Tjóðveldi Bergtóra høgna­ dóttir joensen Val valevni hjá Javnaðarflokkinum eyðgunn saMuelsen Val Sjálvstýrisflokkurin KÁri Petersen Val Teknmál og sparingar Handilsskúlin og Tekniski Skúlin nakað fyri seg Pensiónistar skulu ikki revsast fyri at vera giftir 10 Útvarps- og sjónvarps- gjaldið skal avtakast