Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Heilsuverkið Sjúkrahúsverk Føroya, tvs. Nærverkið, Røktarheimini og sjúkrahúsini skulu hava neyðugu játtanina til dag­ liga raksturin. Virksemið innan alt Sjúkrahúsverk Føroya er økt munandi seinastu 10 árini. Starvsfólkatalið eru ikki økt í sama mun og hetta viðførir, at arbeiðsbyrðan nú er ov tung fyri tey starvsfólk, sum virka innan Sjúkrahúsverk Føroya. Alt fleiri og fleiri verða lang­ tíðarsjúkrameldað. Tí er alneyðugt, at vit miðvíst virka fyri rekrutter­ ing av starvsfólkum til Heilsuverkið. Samstundis er neyðugt at góðskumenna og góðsku­ tryggja tænasturnar. Heilsuverkið er fyri sjúk­ lingin og tí er neyðugt at fjálgað verður um starvs­ fólkini soleiðis, at sjúkling­ urin fær so góða viðgerð, røkt og eftirviðgerð sum yvirhøvur gjørligt. Samstundis má arbeiðast fyri, at sosiala lóggáva okkara verður soleiðis skipað, at tey sjúku, fólk við serligum tørvi og tey eldru fáa viðgerð og stuðul á sama støði sum í grannalondum okkara. Útbúgving Útbúgvingarskipan okkara skal altíð verða á hædd við tey krøv, sum eitt fram­ komið samfelag setur. Útbúgvingarskipanin eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at øllum føroy­ ingum stendur í boði at fáa best møguliga útbúgving á so mongum økjum sum til ber og at vinnulív okkara eisini á hendan hátt fær best møguligar umstøður at arbeiða undir. Útbúgvingarnar skulu altíð verða soleiðis, at tær kunnu verða góðkendar á altjóða stigi. Tey lesandi eiga at fáa útbúgvingarstuðul, sum tryggjar øllum fíggjarligar møguleikar at fáa ta útbúgving, sum tey sjálvi ynskja. Allir lærarar og útbúgv­ ingarleiðarar skulu hava møguleika fyri regluligari førleikamenning. Tað skal verða møguligt at taka fleiri hægri útbúgv­ ingar á Fróðskaparsetri­ num, t.d. løgfrøði. Umhvørvið Eg vil virka fyri einum tilvitaðum og miðvísum umhvørvispolitikki og harvið verða við til at varð­ veita fríu og vøkru náttúru okkara til komandi ættar­ lið. Somuleiðis virka fyri alternativum orkumøgu­ leikum. Fíggjarpolitikkur Ein treyt fyri omanfyri­ nevndu tænastum er ein skynsamur fíggjarpoli­ tikkur. Ti er neyðugt við einum sterkum og fjøl­ broyttum vinnulívi, sum gevur bestu møguleikar fyri tryggum fíggjarviður­ skiftum og trygg fíggjar­ viðurskifti eru fyritreytin fyri vælferðini hjá tí einstaka føroyinginum. Les meira á: saunn.com Hóast útgjaldið frá sam­ haldsfasta er hækkað rætti­ liga fitt skjótt farna val­ skeiðið, hava fólka­pen­ sjónistar í Føroyum enn ikki fingið nøktandi fíggjar­ lig livikor – teir hava ikki fingið eins góð livikor sum fólkapensjónistar hava í Danmark. Flest allir fólkapensjón­ istar í Føroyum, ið bert hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at dúva á, mugu framvegis venda hvørjari krónu fyri at fáa pensjónina at røkka til. Hetta serstakliga tí at teir mugu gjalda fleiri sosial gjøld v.m. sjálvir burturav pensjónini, t.d. sjúkrakassa og viðgerð hjá fysio­ella ergoterapeuti sum danskir fólkapensjónistar sleppa frá at gjalda sjálvir. Har­ umframt gjalda danskir fólkapensjónistar, ið bert hava lága inntøku afturat pensjónini, bert ½ útvarps­ og sjónvarpsgjald. Eisini eru gerandisvørur dýrari í Føroyum enn í Danmark og oljunýtsla til upphiting av egnum bústaði er hægri í Føroyum enn í Danmark. Tískil mugu fleiri ábøtur gerast á fólka­pensjóns­ økinum, ið kunnu tryggja, at allir fólkapensjónistar í Føroyum – serstakliga tey mongu, ið nærum bert hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at dúva á ­ kunnu fáa sømulig og nøktandi fíggjarlig livikor. Grundarupphæddin ikki regulerað í 9 ár Føroyska fólkapensjóns­ grundarupphæddin er hvørki prís­ ella lønar­ regulerað seinastu 9 árini og eigur tí at verða regulerað við afturvirkandi kraft samstundis sum syrgt verður fyri, at grundarupp­ hæddin verður prís­ og lønarregulerað á hvørjum ári í framtíðini. At bøta um fíggjarligu støðuna hjá støkum fólkapensjónistum er harumframt neyðugt, at viðbótin verður hækkað. At tryggja føroyskum fólkapensjónistum eina góða og rímuliga fólka­ pensjón eigur grundar­ upphæddin at verða regu­ lerað upp til danskt støði (danska grundarupphæddin verður 5.096 kr. um mán­ aðin í 2008 til ávikavist giftar og stakar pensjón­ istar) – t.v.s at giftir og stakir fólkapensjónistar í Føroyum eiga at fáa 5.096 kr. í grundarupphædd um mánaðin í 2008, og ikki sum nú, har gift bert fáa 3.313 kr., meðan støk bert fáa 4.169 kr. í grundarupp­ hædd um mánaðin. Gift verða diskriminerað í fólkapensjónshøpi Sum er verða gift fólk diskriminerað í fólka­ pensjónshøpi. Hetta er óskiljandi og órímuligt, tí serstakliga í føroyska sam­ felagnum verður hildið, at hjúnabandið er góð institutión og samfelags­ skipan, sum ikki eigur at vera ein vansi – heldur ikki í pensjónshøpi. Fólkapensjónin til gift og støk má javnstillast, og mugu gift og støk fáa somu grundarupphædd – júst sum gjørt verður í Danmark. Neyðugt er somuleiðis at broyta pen­ sjónsreglurnar, soleiðis at einans verður tikið atlit til inntøkuna hjá pensjón­ istinum sjálvum og ikki sum nú, har inntøkurnar hjá báðum hjúnafeløgunum verða lagdar saman, áðrenn fólkapensjónin verður ásett. Um so er at tað er satt – og tað fái eg meg illa til at trúgva – at Javnaðarflokk­ urin er forðingin fyri at vit fáa bygt ein nýggjan studentaskúlan í Havn, so “má vend koma í”. Javnaðarflokkurin hevur ikki umsitið skúla­ og mentamál í farna valskeiði, og kann tí ikki standa til svars fyri, at eingin loysn er funnin. Tað skal politiskt hegni til at fáa semjur í lag um stór mál, og tað fara vit at prógva í næsta valskeiði. Tá SKAL ein nýggjur studentaskúli byggjast í Havn.Tað er eitt av teimum heilt ítøkiligu vallyftum, sum bæði eg og Javnaðar­ flokkurin geva.Tað stendur rimmarfast – og hesum fari eg at berjast fyri, fái eg nakra politiska ávirkan eftir valið. Alt bendir á, at tann skila­ besta avgerðin er at byggja ein nýggjan skúla, og at tað er ómøguligt, at byggja ein nýggjan skúla í Hoy­ dølum, samstundis sum útbúgvingin skal halda fram í somu hølum. Eg haldi, at tað er eitt óneyðugt misálit á egnan politiskan mátt, at halda, at ein nýggjur studentaskúli, t.d. í Marknagili, er tað sama sum at oyðileggja verandi studentaskúla­ skipan. Tað er upp til politisku skipanina og til leiðslu skúlans, at tryggja, at tann góða útbúgvingarmentanin, sum ræður kring studenta­ skúlaútbúgvingina, verður varðveitt og ment í nýggj­ um hølum – hvar tey so enn verða. Sjálvandi megna vit tað. Ein nýggjur studenta­ skúli skal borga fyri betri dygd, størri fjølbroytni og trivnaði í allari útbúgvingar­ skipanini. Sjálv haldi eg, at tað bert kann vera ein fyri­ munur, at byggja upp eitt sterkt og fjølbroytt útbúgv­ ingarumhvørvi, har smærri og kreativar lærugreinir eins og lærugreinir á høgum fakligum stigi kunnu trívast og mennast. Javnaðarflokkurin IngrId S. HenrIkSen Val Valevni fyri Sambandsflokkin Sæunn ÓlavSdÓttIr HanSen Val Sjálvandi vil Javnaðarflokkurin byggja nýggjan studentaskúla í Havn - ongantíð ov skjótt Javnaðarflokkurin Helena dam á neyStabø Val Skattur Tað er gott samfelagssinni at gjalda skatt við gleði, men ein neilig skattaskipan er tyngjandi fyri borgaran í einum landi. Verandi skattaskipan fremur ikki á nakran hátt virkisfýsni borgarans. Tí mangla vit arbeiðs­ megi í landinum. Samfelagsskylda At rinda skatt er ein sam­ felagsskylda, men hvussu langt strekkir henda skyldan? Tá vit hava goldið skatt av 8 tímars arbeiðsdegi, hava vit so ikki gjørt skyldu okkara? Tá ein borgari av eini ella aðrari grund velur at arbeiða útyvir 8 tímar dagliga, eigur samfelagið tá at krevja hann eftir hægri skatti, av hesi mangan súrt tjentu upp­ hædd? Arbeiðsmegi Um vit høvdu eina skatt­ askipan sum innibar, at vit rindaðu skatt av 8 tímars arbeiðsdegi og at alt ar­ beiði útyvir tað kom arbeið­ aranum sjálvum tilgóðar, so manglaðu ikki virkis­ fýsnar hendur í landinum! Vinnuframi Ein tílík skattaskipan kann vera ein munagóð vinnu­ framaskipan, við tað at so nýtast virkini ikki at gjalda ivirtíðarsats. Arbeiðarin sum í 8 tímar rindar skatt av síni inntøku, fær alla tímalønina harútyvir óskerda! Kappingarføri hjá før­ oysku vinnuni vil við hesi skipan gera eitt risalop rætta vegin. Hevur hetta tín áhuga Um so er, at hetta hevur tín áhuga, so gev mær stuðul tín til at arbeiða víðari við málinum og fremja tað í verki. Eg eri eitt av valevnum sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið 19.januar. Tín atkvøða – mín styrki. valevni sjálvstýrisfloksins Sámal Petur í grund Val Mítt hjartamál: Eingin skattur av yvirtíð Løgtingsvalið 19. januar 2008 10 Nr. 6 - 9. januar 2008 Nøkur av mínum hjartamálum: Heilsuverkið - Útbúgving - Umhvørvið Góð fólkapensjón – ein hornasteinur í vælferðarsamfelagnum