Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Í 1920-unum høvdu nøkur føroysk skip roynt undir Grønlandi við misjøvnum úrsliti. Í 1927 var Justines ein slíkan túr við Silver Lining. Teir komu heim við fullum skipi seinast í oktober. Túrurin hevði tá vart í fimm mánaðir, av hesum var heimferðin ein mánaða. Tá vóru fólk farin at vera bangin fyri Silver Line. Tað var tungur hugur heima, og børnini vóru eisini tyngd av at hoyra tey vaksnu práta um saknaða skipið. Umsíður kom hon, og hetta var ein stórur dagur fyri oynd- firðingar. Børnini runnu um í bygdini og róptu, tá ið tey sóu skipið: ”Silver Lining kemur, Silver Lining kemur.” Hesa ferð høvdu orðini ”væl afturkomin” eina heilt serliga merking. Fólk grótu av gleði. Spennandi at koma til Grønlands Frá hesum degnum av hevði eg so stóran hug at koma til Grønlands. Víst høvdu tað eisini verið verið vánalig tíðindi um túrin, men veiðan hevði verið góð, og hetta skapti spenning. Av teimum fimm mánaðunum burtur, høvdu teir fiskað í 70-80 dagar og høvdu fylt lastina. Hetta var eisini stórur toskur, so ikki sørt var reypað av teimum, sum høvdu verið við. Hetta skapti eisini áhuga fyri at royna ein slíkan túr. Manningin á Silver Lining, serliga tann 20 ára gamli Mourits Petersen, yngsti maður á túrinum, stóð fyri okkum sum ímyndin av dirvi og styrki. Mourits dugdi eisini væl at greiða frá. Í Grønlandi var alt stórt uttan menniskjuni. Tey vóru smá. Men teir høvdu bert havt samband við nakrar fáar grønlendingar í kajakkum inni undir landi. Tað mest spennandi var at hoyra um sjálvt fiskaríið. Tað var einastandandi, at teir fiskaðu uttan nakað slag av agni. Teir nýttu bert blankan pilk, meðan neyðugt var bæði við sild og fugli sum agn undir Íslandi. Tá ið Mourits fortaldi um størstu fiskarnar, um tað var toskur, kalvi, steinbýtur ella kongafiskur, vóru vit ovfarnir. Toskarnir vóru upp til tveir metur langir. Longu mánaðarskiftið maj-juni fóru vit til Grønlands. Vit fóru úr Havnini, har vit vóru kannaðir fyri tuberklar og kynssjúkur, sum reglurnar tá vóru. Tað vóru nógv føroysk skip, sum fóru til Grønlands hetta árið. Orsøkin var, at nógvur toskur var sæddur undir Grønlandi. Umframt hetta slapst av við fiskin til ein saltdampara, sum kom inn í Føroyingahavnini, og sum eisini tók fiskin. Ferðin yvir tók 17 samdøgur. Eftir at vit triðjadagin á ferðini høvdu sæð Ísland, sóu vit ikki land aftur fyrr enn beint sunnan fyri Føroyinghavnina. Vit høvdu hildið okkum langt frá Kappanum, sum vit tí ikki sóu. Teir fyrstu skipararnir høvdu ikki papír uppá at sigla so langt, men kortini komu teir allir fram bert við kumpass, loggi, sekstant og kronometur. Tað gingu ofta dagar ímillum, at sekstantur kundi brúkast, tí eingin sól var. Ofta fylgdust fleiri skip, serliga fyrst á ferðini. Seinni drógu tey frá hvørjum øðrum. Vit sóu eingi skip, men havið var fult av lívi, fugli, grind og springarum. Ferðin til Grønlands var long, men menninir keddu seg ikki. Nógvir høvdu tikið við sær reiðskap tilfar, sum teir kundu evna til okkurt at hava heim aftur við. Vanliga var at smíða bátar og modellskip til synirnar at spæla Tað var tíðliga í 20. øld, at føroyingar fóru at gera fiskiroyndir í Grønlandi. Men tað er ikki fyrr enn í 1925, at okkara grønlandsfiskiskapur verður roknaður at byrja. Tá eru tey tvey skip. Veiðan er 71 tons av saltfiski pr. skip ella 3,7 tons av saltfiski pr. mann. Árini eftir í 1926 og 1927 kemur skipatalið upp á 14 og 15, og veiðan er nakað tann sama. Í 1928 er skipatalið farið niður í fimm, men nú er veiðan pr. skip 105 tons og pr. mann 4,9 og er fitt betri enn fyrstu árini. Tískil fara 35 skip til Grønlands í 1929, og veiðan er tann sama sum í 1928. Tá fer veiðan undir Grønlandi at vinda uppá seg, og í 1930 eru tey 66 skip. Í 1934 er skipatalið komið heilt upp á 110. Heilt fram í 1970-ini hevði Grønland sera stóran týdning fyri okkara fiskiskap. Myndirnar í hesi grein eru úr bókini ”Teir tóku land” hjá Niels J. Arge. Tær flestu myndirnar í 1. parti eru úr Oyndfjarða søgu hjá Freydis Poulsen. Í 1929 er Harald í Grønlandi. Teir rógva út við bátum, og Harald greiðir soleiðis frá: Harald Anthoniussen: Grønlandstúrur í 1929 Harald og Henning saman við Henning Poulsen, sum var nógv um hann seinastu tíðina. Henning er ættaður úr Syðrugøtu, sonur Petur í Beiti Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Grønlendingar í sínum kajakkum fullfermndir av toski 2. partur