mikudagur 9. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 6 • 09. januar 2008
við. Nógvir av monnunum høvdu
sera gott handalag.
Komu í
Føroyinghavnina
Loksins komu vit inn í Føroyinga
havnina, sum í 1927 var flutt til
sítt táverandi pláss. Her var gott
akkerspláss. Tað var ikki fyrr enn
seinni, at tað kom havn og aðrir
hentleikar í Føroyingahavnini.
Áðrenn vit komu inn, kastaðu
vit snørini, so vit kundu fáa fisk til
døgurða. Hetta koma sera væl við
at fáa feskt undir tonnina.
Á vegnum inn komu vit fram
á Haabet úr Havn, sum var ein
tveymastrað skonnart uttan
motor. Vit høvdu tá fingið motor
og tóku teir uppá sleip.
Móti kvøldi løgdu vit til akkers
nærindis húsunum hjá Møller
kolonistýrara. Hann syrgdi fyri, at
vit kundu senda fjarrit heim um,
at vit vóru væl framkomnir.
Vit skuldu nú rigga skipið til
fiskiskap, men fingu kortini tíð
at síggja okkum um í økinum,
har tað var nógv av síggja. Her
vóru nógvar smáoyggjar. Skipini
kannaðu sær hvør sína oyggj at
goyma sína útgerð, sum so kundi
taka umborð aftur eftir tørvi.
Vitjan av kajakkum
Vit fingu síðan vitjan av einum
heilum flota av kajakkrógvarum.
Teir hildu seg burtur at byrja við,
men teir vóru veitraðir at koma
nærri. Vit hugdu forvitnir eftir
teimum, eins teir munnu hava
hugt eins forvitnir at okkum.
Hetta vóru tvey heilt ymisk
fólkasløg, har smílið var fyrsta
sambandið.
Men tað var skjótt, at Møller
kom við sínum maskinbáti og rak
kajakkirnar burtur. Men áðrenn
hetta hendi, fingu tær høvi til
at vísa okkum nøkur av teirra
kynstur so sum at kasta við
harpun, at skjóta við byrsu og at
koppa runt við kajakkini. Afturfyri
fingu teir keks og tubakk.
Vit skiltu ikki, at nakar kundu
hava fortreð av hesum, og vit
vóru argir inn á Møller. Hetta
var danski politikkurin tá í tíðini
at ”verja” grønlendingar móti
útlendskari ávirkan.
Seinni sníktu báðir partar seg
tó til at hava samband tíðliga á
morgni, meðan Møller svav!
Út á Fylla Banka at
rógva við bátum
Vit fóru so úr Føroyinghavninini
út á Fylla Banka, har Justines
hevði fingið nógvan fisk í 1927.
Tað vóru bert fáir tímar at sigla.
Á leiðini sigldu vit framvið
3040 trý og fýramastraðum
portugisiskum skonnartum, sum
lógu fyri akker. Tær veiddu við
smáum bátum við einum manni
umborð. Bátatnir vóru kallaðir
doryir. Hvør skonnart hevði 5070
doryir. Tað tyktist ógvusligt, tá
móðurskipini sendu allar hesar
doryir frá borði. Tær tóku nógv
pláss á Fyllabanka.
Vit undraðu okkum yvir, hvar
teir goymdu hesar doryir. Men
tær vóru settar upp í hvørja aðra
og fyltu tí ikki so nógv.
Nú var samveiða og
ikki sjálvdráttur
Tað var tað nýggja, at tá skip
veiddu undir Grønlandi, var tað
ikki sjálvdráttur hjá nógvum
av skipunum. Tá var býtt javnt
millum manningina. Hetta var væl
undirtikið av manningini, og nú
fekk eg so møguleika fyri at vera
líkamaður við allar hinar umborð.
Hetta kom eisini at merkja eitt
munandi betri samstarv millum
menninar.
Vit skuldu nevniliga rógva
út við róðrarbátum heldur enn
at standa við lúnnininga. Men
arbeiðsdagurin var framvegis
langur. Vit gingu vakt á tann hátt,
at vit arbeiddu 12 tímar skiftisvís
á bátunum við fiskarí og á skip
inum við reinsan av fiskinum.
Síðan var frívakt í seks tímar.
Harvið gjørdist arbeiðsdagurin
munandi meira fjølbroyttur. Men
hetta gav tó sjáldan meira enn 5
tímar svøvn, og serliga teir eldru
menninir høvdu ringt við at sovna
eftir eina so harða vakt.
Hetta lív at rógva út við bátum
var nógv meira fjøllbroytt enn
tað, vit vóru vanir við.
Vit byrjaðu ein mánamorgun at
fiska. Vit høvdu tveir bátar. Tað
kundu verið fimm mans við, men
hjá okkum vóru bert tríggir mans
við hvørjum báti. Vit nýttu lættari
reiðskap enn vanligt umborð á
sluppunum. Í staðin fyri 7 punds
lodd brúktu vit 5 pund, og sjálvt
snørið var eisini klænri og lættari.
Hetta riggaði sera væl, ikki
mist tí dýpið var ikki meira enn
4050 favnar. Tað var ein hópur av
fiski at fáa á Fylla Banka. Heldur
enn at reka av miðinum, sum vildi
merkt, at vit mistu kennið, var ein
maður, sum andøvdi, og tveir sum
drógu, so kennið var tí út í eitt, til
báturin var fullur.
Tað, at arbeiðið var fjølbroytt,
merkti, at menn komu ikki at líða
av pínu, sum ofta var galdandi, tá
standast skuldi við snøri í heilar
dagar. Menn vóru so mikið betri
fyri, at sjálvt eldri menn kundu
fara í og úr bátunum upp á dekkið
uttan trupulleikar. Tað gekk eisini
nógv betri at tørna út.
Bátarnir fóru frá borði í senn,
og skiparin gav boð um, at bátar
nir skuldu liggja tætt saman.
Hann føldi seg ótryggan, um hann
misti bátarnar úr eygsjón.
Á hendan hátt vóru eingir
serarbeiðarar. Við at skifta
dugdu allir alt frá avhøvding
til fiskurin lá saltaður í lastini.
Hetta var so mikið fjølbroytt,
at dagurin ikki føldist langur og
keðiligur. Men ein 108 tímars
arbeiðsvika var tó eisini treytað
av sunnudagshvíldini.
Vit vóru úti við bátunum fýra
samanhangandi vikur uttan tap av
tíð ella veiðu, tó kundi veðrið vera
eitt sindur óforútsigiligt.
Fyrstu vikuna í juli var nógv
regn av norði, og tað var nú
strævið at skula arbeiða út í eitt í
oljuklæðum. Tey gjørdu tað eisini
tungt at koma í og úr bátunum.
Tað vóru eisini dagar, tá vit
hveptu okkum at fara frá borði,
men so sjógóðir sum bátarnir
vóru, skuldi nógv til, áðrenn vit
settust aftur.
Veitsla í
Føroyingahavnini
Tá fjórða vikan var farin, og saltið
var brúkt, fóru vit við fullum skipi
inn í Føroyingahavnina. Longu
sunnumorgunin ankraðu vit við
”okkara” oyggj, har vit høvdu
lagt útgerðina upp. Saltdamparin
var komin náttina til sunnudag
og hevði bert brúkt 10 dagar úr
Havnini í Føroyingahavnina.
Skipini á Dana banka høvdu
frætt um skipið og vóru øll komin
inn, og skjótt vóru 50 skip inni
í havnini. Við damparanum var
eisini postur, og fekk hvørt skip
sín postsekk. Í pakkunum var
alt gott, og tað mest vanliga var
heimabakað kaka og smákøkur.
So tá mennnir vitjaðu hvønn
annan umborð á skipunum, var
eisini kaka á borðinum. Hetta
var sum ein veitsla, sum var ein
gleðilig uppliving hjá øllum. Tey
gomlu bløðini vórðu lisin við
áhuga, soleiðis eisini tey politisku
tíðindini.
Minniligt útimøti
Kvøldið endaði við einum útimøti
á eini lyngklæddari oyggj, og her
vóru ikki færri enn 7800 mans
til staðar. Møtið var fyriskipað av
missiónskum skiparum, sum vóru
við í bróðurkreðsinum á havinum.
Møtið hetta kvøldið 15. juli
vardi í 2 tímar, sum var vanligt
fyri missiónsmøtir. Her vóru talur
og vitnusburðar frá monnum, sum
komu ymsa staðni frá í Føroyum,
eins og tað var dúgliga sungið.
Eg skal nevna okkurt frá
hesum útimøti, sum helst hevur
verið tað fyrsta fyri føroyskar
fiskimenn í einum fremmandum
landi. Vit undraðust yvir, hvussu
kvirt tað var, ikki so frægt sum
eitt fuglaljóð, og tí hoyrdust
talararnir so sera væl. Tað vóru
tó stórur mýggjabitar, sum royndu
at órógva. Men flestu føroyingar
eru so hepnir, at grønlendski
mýggjabitin ikki brýggjar seg um
teirra blóðtypu. Møtið endaði
við, at sungnir vóru tveir sangir:
”Takk, o Gud fyri hetta møti” og
”Gud við tykkum til næstu ferð”,
sum teir flestu kendu.
Tað vóru nakrir rimmar kalvar, sum fingust í Grønlandi um hesa tíðina
Vesthavet var undir Grønlandi í 1925. Danskur blaðmaður var við, og hann tók hesa mynd av dekkinum. Dekkið á Silver
Lining man hava verið líknandi