Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2008 19 Valfundurin hjá Kringvarpinum leygarkvøldið var startskotið. Nakað brak var tað ikki. Hartil vóru flokkarnir ov varnir og penir. Eingin fór fram við buldur og brak at gera vart við seg. Allir sum ein royndu teir at tryggja sær sess í eini komandi samgongu. Í eini og hvørjari mest sum. Hitt pena Kringvarpið og tamir floksformenn. Til seinasta løgtingsval hevði Sjónvarpið valt ein leist, har val­ evnini vórðu tráspurd, sum um talan var um avhoyring av krimi­ nellum. Tað fall mongum fyri bróstið. Serliga var tað ein væl­ upplagdur, men heldur inkvisitor­ iskur Øssur Winthereig, sum kom at standa fyri skotum aftaná. Um tað er kritikkurin av hesum leistinum, sum hevur fingið Kringvarpið at leggja á annan bógv, er ikki gott at vita. Hvussu er og ikki, so var talan um heilt annað lag hesuferð. Øssur Winthereig sat saman við Óluvu Zachariasen og lat tað upp til spyrjarar úr salinum at seta nask­ ar spurningar. Hetta er leistur, vit eisini kenna frá útlendskum sjón­ varpi. At vanligi veljarin er boðin inn í sjónvarpsstovuna at hitta fremstu valevnini. Men í okkara føri eydnaðist tað ikki til fulnar. Flestu teirra, ið upptraðkaðu sum spurnir veljarar, vóru valevni hjá flokkunum, ið brúktu hetta høvi at gera vart við seg. Spurningurin er so, um tað gjørdi nakran mun. Neyvan. Hóast spurningarnir mangan vórðu pakkaðir inn í beinleiðis politiskum boðskapum fyri ikki at siga sjálvrós, so biltu teimum ikki nakað sum so. Heldur var tað svarini og viðmerkingarnar millum floksformenninar, ið vóru so syndarliga vatndeyv. Sjónvarpið fær mangan skyld­ ina fyri at hava dripið veljara­ fundirnar, sum vit kenna teir frá gomlum døgum. Men at tað miseydnaðist leygarkvøldið at fáa ein lívligan fund, kann neyvan lastast Kringvarpinum. Løgmaður legði fyri við at tosa um tryggleika. Júst hetta orðið, tryggleiki, kom at vera tað, sum eyðkendi politiska spælið hetta leygarkvøld í Læraraskúlahøllini. Allir formenninir spældu upp á tað trygga. Ikki at siga ov nógv fyri ikki at sita uttanfyri í myrkr­ inum, tá ið valið er av. Úrslitið varð hareftir: Lítið og einki skilti, munirnir vóru kámir. Valstríð og politiskur taktikkur Vit kunnu stutt siga, at ein politiskur flokkur vanliga hevur til uppgávu, at 1) føra valstríð, 2) síðani royna at koma sær í eina líkinda samgongu til tess at 3) fremja sín politikk. Í einum valstríði kunnu flokk­ arnir velja ímillum at royna at hevja seg sjálvar ella leypa á aðrar flokkar og niðurgera teir. Samstundis er tað umráðandi at duga at gera ein ognarrætt galdandi til mál, sum veljarar hava tokka til. At hevja seg sjálvan og gera krav galdandi upp á serlig mál er ikki so trupult. Verri er at leypa á og niðurgera aðrar flokkar, tí tað krevur eitt ávíst skynsemi. At leggja eftir flokkum, ið eru longst frá einum, er sjálvandi tað mest einfalda. Harvið fært tú eisini lýst teg sjálvan best við at kunna lýsa ein mun, sum sæst. Men har er sjáldan tað stóra at vinna av atkvøðum. Tær finnur tú heldur hjá teimum flokkum, ið standa tær nærri. Trupulleikin er bert tann, at verða álopini á hesar ov ógvuslig , so kann tað skapa gjáir, ið gera tað torført at koma í samgongu síðani. Og so fær flokkurin einki framt av tí, hann er farin til val uppá. Í føroyskum politikki í dag, har tað mest sum líkist klumpspæl á miðjuni, eru allir flokkar í dag møguligir samgongupartar hjá hvørjum øðrum. Tað, sum fyrr var sum eldur og vatn, sameinist væl í praktiskum politikki. Fólka­ flokkurin og Javnaðarflokkurin eru javnan í samgongu, og Tjóð­ veldið og Sambandsflokkurin tykjast eins væl at kunna ganga saman og hinir báðir stóru. Tá so er, er verri at leggja eftir øðrum flokkum fyri at lýsa seg sjálvan. Allir flokkar eru møgu­ ligir samgongupartar. Ikki bert hjá einum sjálvum, men eisini hjá hvørjum øðrum. So heldur enn at seta kílar millum seg og aðrar flokkar, ræður í dag meira um at seta kílar ímillum hinar. Tað gevur ikki eitt lívligt og stuttligt valstríð, men heldur eitt keðiligt og beroknandi taktikkarí. Ognarmál Floksformenninir løgdu fyri, so tað gav teimum høvi at kanna sær ávís politisk mál sum síni. Jóannes Eidesgaard legði fyri – og endaði fundin – við at tosa um tryggleika. Óbeinleiðis var boðskapurin dupultur. Javnaðar­ flokkurin var og er garanturin fyri vælferð borgarans. Sam­ stundis so vildi eitt framhald við verandi samgongu og løgmanni tryggja politiskan stabilitet. Flokkurin átti vælferðina – og samstundis løgmanstrumfin til at fáa hetta stikkið inn. Trupulleikin bleiv, sum fundurin leið, at allir flokkar vóru eins hugaðir fyri vælferðarsamfelagið, og eingin av samgonguflokkunum róðu framundir at halda fram undir sama løgmanni. Hartil kom, at nakrir av teimum naskastu spurn­ ingunum úr salinum sáddu iva um avrikini hjá flokkinum á vælferðarøkinum. So Javnaðar­ flokkurin kom mest sum at standa eftir við ongum. Kaj Leo Johannesen hevði hug at taka sær ov nógv fyri, so tað var ikki greitt, hvat ið Sambands­ flokkurin legði dentin á. Hann fekk nevnt vælferð, búskap, bleyt virði og samstarv innan fyri ríkisfelagsskapin, og fløkti seg inn í eina frágreiðing um sambandið millum hesi, heldur enn innihaldið. Bleytu virðini, sum hava verið eitt aðalmerki hjá flokkinum seinasta hálva árið, vórðu definerað sum fokus á tey, sum ikki klára at rópa upp í samfelagnum. Hvørji hesi so vóru, og hvat ið tað innibar, fekk veljarin ongantíð rættuliga at vita. Her hevði hann veruliga møguleikan fyri at gera flokkin til nakað serstakt. Í staðin so eydnaðist tað honum at útvatna tað, sum kundi verið teirra einkarmál. Betur bleiv tað ikki av, at aðrir flokkar ótarnaðir kundu tosa um bleytu virðini, sum um tað var nakað, teir høvdu funnið uppá. Annars so varð tikið uppaftur, at Sambandsflokkurin var einasti flokkur, ið gekk inn fyri ríkisfelagsskapinum. Og so fekk hann skoytt uppí, at flokk­ urin ynskti ES­limaskap – við Álandi sum fyrimynd. Sam­ bandsflokkurin fekk onkrar spurningar úr salinum, ið kundu hjálpt honum at givið honum ein sjálvstøðugan profil, m.a. um sjómannafrádráttin, men har bakkaði hann. Sama tá ið orða­ skiftið kom at snúgva seg um raðfestingina millum Sandoyar­ tunnil og skúlan ­ eitt mál sum fíggjarmálaráðharrin hjá teimum meira enn nakar annar fekk sett á breddan – her sat Kaj Leo Johannesen kúrrur. Flokkurin fekk sagt mangt og hvat, sum hinir ikki søgdu. Men kanska ov nógv. Og tað var alt ov óklárt, hvat ið tað innibar politiskt. Kári P. Højgaard fekk greitt frá, at Sjálvstýrisflokkurin hevði verið fyrstur úti við einum fald­ ara. Har vóru seks mál. Tað eina var útbúgving, sum hann gjørdi nógv burturúr. Somikið, at hann fekk bert stundir at nevna fýra av hinum fimm. Og eitt var ónevnt. Í orðaskiftinum fekk hann gjørt vart við, at flokkurin hevði verið hart ímóti skattalættanum, sum samgongan hevði givið, og var sinnaður at strika skattalættan fyri 2008. Eins og hann gjørdi vart við seg í spurninginum um yvirkapitalisering innan fyri fiskivinnuna orsakað av fríu sølunum av fiskiloyvunum. Men har vóru fleiri flokkar um boðið í somu málum. So tað eydnaðist ikki Kára P. Højgaard at gera Sjálvstýrisflokkin til nakað serligt á nøkrum sum helst øki. Tað eydnaðist afturfyri til fulnar hjá Miðflokkinum. Jenis av Rana fekk enn einaferð víst, at hann er í einum flokki fyri seg, tá ið tað snýr seg um politiskan retorikk. Tað var eingin ivi um, at flokkurin var nakað fyri seg, tá ið tað snúði seg um politisku virð­ ini. Frá krossinum í Merkinum og tjóðsanginum fekk hann hjart­ að inn í politikkin við at taka mál um lítla Petur og óvardu størvini á Matrikulstovuni fram. Sam­ stundis dugdi hann betur enn nakar annar at lofta møguleiku­ num í orðaskiftinum við m.a. at heita á leiðaran á Skúlanum á Trønni um at venda sær beinleiðis til løgtingslimir við málum sum stongda svimjihylin og at fáa floksleiðararnar at samtykkja ein nýggjan studentaskúla á sjálvum fundinum. Miðflokkurin fekk fleiri naskar spurningar úr salinum um hansara politikk ikki at stuðla mentan, ið ikki var sameinilig við kristnutrúnna, men hann dugdi væl at brúka teir til at gera seg til talsmann fyri einum slagi av ”tigandi meiriluta” í fólkinum. Samstundis fekk hann markerað eina sjálvstøðu við at vera einasti flokkur, ið mælti til at geva teimum, ið einki høvdu fingið burtur úr skattalættunum hjá samgonguni, skattalætta í komandi valskeiði. Høgni Hoydal var í so upptikin av at niðurgera ABC­samgong­ una, tá ið hann skuldi selja nýggja Tjóðveldið. Sloganið var ”ABC ella fólkaræði”. Tað ljóð­ aði eitt sindur sum tað gamla og kenda ”Stauning eller kaos”, men fall eitt sindur til jarðar, m.a. raðfylgjan í orðaspælinum var øvugd. Fólkaræðið skuldi tryggj­ ast, millum annað við at fáa samtykt grundlóg fyri Føroyar, men alt hetta varð hangandi sum nakað lítið ítøkiligt og heldur akademiskt. Tað var ilt at síggja í framløguni, sum snúði seg um eina altumfatandi menningar­ ætlan, at hann hevði nakað serligt hjartamál fram um aðrar, hóast hann fekk nevnt øll hjartamálini hjá tí endurskapaða flokkinum. Frægari gekk í orðaskiftinum, har flokkurin fekk sett seg í eina serstøðu um at fáa aðrar inntøkur frá fíggjarspekulatión og tilfeingisrentu undir skatting, umframt at seta sær fyri at fáa ein serligan umhvørvisskatt. Jørgen Niclassen royndi hin­ vegin at gera Fólkaflokkin til einasta flokk, ið ikki vildi hækka skattin. Tað mundi ikki geva tað stóra, tí eingin flokkur fekst at siga, at hann hevði ætlanir um slíkt. Annars so málaði hann við breiðum pensli um sjálvbjargni til land, vinnu og familju. Tað mest ítøkiliga her var, at hann undir orðaskiftinum fekk sagt, at Føroyar skulu hava sjálvstýri ikki seinni enn 2015, og at Føroyar í komandi valskeiði skulu hava serligt uttanríkisráð. Royndin hjá honum at vera filosofiskur ella pedagogiskur – ella bara stutt­ ligur – við at taka klassisku lagkøkuna og gera hana størri heldur at togast um støddina á bitunum gav so dyggiligt bakslag í orðaskiftinum við skuldseting­ um um sjálvur at taka bróður­ partin til sín og síni og heldur at baka revakakur enn lagkakur. Tann flokkurin, sum kom at standa sum tann greiðasti, tá ið tað snúði seg um hjartamál, var tann, sum kanska hevði minst upp á hjarta. Nevniliga Mið­ námsflokkurin, ið bara vildi hava ein nýggjan skúla í staðin fyri tann í Hoydølum. Hvørki meira ella minni. Bergur Johannesen greiddi væl frá hesum eina málinum, og tá ið hann skuldi trýstast úr salinum við spurningum um støðutakan til onnur týdningarmikil mál, helt hann sáttliga fyri, at hann kundi stuðla einum og hvørjum møguligum samgongufelaga í sínum, bert hann fekk stuðul til sín skúla. Banalt kanska, men nakað av vísdómi lá eisini í hesum, tí tað er væl tað, ið gerandispolitikkurin hjá øllum flokkunum snýr seg um. Sínámillum álopin. Álopini hjá andstøðuni á skatta­ politikkin hjá samgonguni komu sum væntað. Serliga var tað Fólkaflokkurin, ið fekk toyggið, tá ið so var. Og Fólkaflokkurin fekk eisini toyggið, tá ið spurningurin kom inn á handilin við fiskiskipum og fiskiloyvum. Ikki bert frá and­ støðuflokkunum, men eisini frá Javnaðarflokkinum. Men annars var tað merkisvert, hvussu varnir flokkarnir vóru sínámillum. Sambandsflokkurin kritiseraði ongan, Javnaðar­ flokkurin læt sjálvt Tjóðveldis­ flokkin fáa frið, og Tjóðveldis­ flokkurin avmarkaði seg sum heild til at tosa um eina ABC­ samgongu, sum koyrdi runt og runt í eini rundkoyring. Dyggastu høggini vóru millum Tjóðveldisflokkin og Fólka­ flokkin. Tjóðveldisflokkurin hartaði Fólkaflokkin fyri at hava tikið undir við, at Føroyar endaðu sum ”Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne”, og fyri at verja serskipanir innan vinnuna fyri serlig fólk. Fólka­ flokkurin sparkaði aftur við at skýra uppskotið um fiskidagabúð fyri at vera skaðiligt og óbrúki­ ligt. Samgongufríggið Eftir tí at døma, sum fór fram í Læraraskúlahøllini, so er ein ørgrynna av samgongumøgu­ leikum opnir. Við tí undantaki, at tann gjógvin, ið hevur verið millum Tjóðveldið og Fólka­ flokkin síðani seinasta løgtings­ val, tykist framvegis at vera ein forðing fyri eini nýggjari full­ veldissamgongu. Og sum leikur annars fór, so hendi tað merkisverda, at Javnaðarflokkurin tóktist at lata einar dyr standa opnar fyri Tjóðveldinum. Kanska í staðin fyri Fólkaflokkin, sum hann ikki aftraði seg fyri at kritisera? Tað noyðist hann ivaleyst, tí einki hendi á fundinum, ið ikki styrkti mistankan um, at Sam­ bandsflokkurin og Tjóðveldið væl kundu finna uppá at leita saman. Evt. saman við einum av teimum smærru flokkunum. Yvirhøvur var tað óttin fyri at sita eftir, tá ið aðrir leitaðu saman, ið merkti politiska spælið hetta leygarkvøld. Startskotið Tíðargreinin tíðargreinin Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur