Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 6 - 9. januar 2008 Móttøkan hjá nýggja SEV stjóranum Fríggjadagin var móttøka í SEV í samband við, at nýggi stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, tók við starvinum 1. januar. Tað var heilt nógv fólk til staðar. Leivur Han­ sen, formaður í SEV stýrin­ um, helt røðu, har hann bjóðaði Hákuni at vera vælkomnan í starvið. Hann greiddi frá teimum avjóð­ ingum, sum stóðu fyri framman hjá SEV, og hann metti Hákun at vera rætta mannin til møta teimum. Hákun hevur longu verið ein mánaða á skrivstovuni, og frá starvsfólkinum fekk hann handaða eina gávur, staka við ljósum! Sjálvur hevði Hákun eis­ ini orðið. Hann nevndi tað hann metti liggja fyri framman hjá SEV og tók fram: Fasthalda ein effektivan og tryggan rakstur. Málsetningurin fram til 2015 er at broyta lutfallið frá 45/55% til 55/45% ímill­ um viðvarandi orku og orku framleidda úr olju. Helst skuldi hetta gerast enn betur. Halda áfram við góðu menningini av starvsfólkum felagsins. Inneftir í felagnum at seta í verk nýggju viðtøkur fel­ agsins og liva upp til krøvini í nýggju el­veitingar lógini. Úteftir at vinna SEV sítt førarapláss í almenna forstá­ ilsinum, sum felagið eftir hansara meting eigur longu í dag. At enda takkaði Hákun síni familju fyri uppbakking í avgerðini at taka við hesi avbjóðing. Hann takkaði sínum fyrr­ verandi starvsfeløgum fyri gott samstarv øll árini. Sum hann tók til: “Uttan tykkum stóð eg neyvna her í dag.” Hákun takkaði eisini stýr­ inum hjá SEV fyri at hava víst sær hetta álit. Hann takkaði øllum starvsfólkunum hjá SEV fyri eina góða og sera hjarta­ liga móttøku. Spírin fyri eitt hugaligt og gott sam­ starv er longu gróðursettur. Tann sum skrivar hesar reglur vil eisini ynskja Hák­ uni góða eydnu. Í fyrrver­ andi størvum hava vit havt nógv samskifti, har Hákun vísti evni og hegni at loysa mál, sum stinga seg upp. Vit vóru við á móttøkuni. ó. Hákun takkar fyri tað álit, honum er víst og nevnir tær avbjóðingar, sum standa fyri framman Brynhild Jensen, ættað úr Sumba, er vermamma Hákun, og Marita er kona hansara Foreldrini hjá Hákuni eru Brynhild og Tormóður Djurhuus Fyrrverandi stjórin Klæmint Weihe var eisini til móttøkuna Jóladagarnar vóru tvær sendingar um Hans Marius Debess, ella Skraddar Debess sum hann eisini var nevndur, í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya Samrøðurnar við Skraddar Debess vóru gjørdar til eina grein í “Myndablaðn­ um Nú” (nr. 8 í 1976). Tað var ikki av leið at hava hesar sendingar á jólum, tí í mong ár var Skraddar Debess ein kend rødd í jólaheilsunum, sum vóru sendar úr Keyp­ mannahavn. Hans Marius Debess var føddur 5. desember 1888 við Gjógv. Sum ungur fór hann til Danmarkar at læra til skraddara. Seinni kom hann heim aftur til Føroya og búði her frá 1924 til 1953, tá hann flutti aftur til Danmarkar, har hann búði til hann andaðist 6. mars 1978, 79 ára gamal. Hans Marius bleiv kendur í Føroyum, tá hann í 1932 gav út bókina “Før­ oysk bindingarmynstur”. Bókin kom í øktari útgávu í 1949 og aftur í 1969 í broyttari útgávu. Tilsamans varð hon prentað í 18.000 eintøkum. Hans Marius var stak søgufróður maður, og frá­ søguháttur hansara var egin og hugfangandi. Kend­ astu søgufrásagnir hansara vórðu í 1977 givnar út und­ ir heitinum “Søgur úr gomlum døgum”. mg Hans Marius Debess, ella Skraddar Debess, sum hann eisini varð nevndur Skraddar Debess nøvn