mikudagur 9. januar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2008
21
Løgtingsvalið 19. januar 2008
10
Hondbólturin hevur eftir
øllum at døma fingið eina
renæssancu. Eftir eitt
óstøðugt tíðarskeið, er
landsliðið komið innaftur á
kyrrari sjógv. Dysturin
leygardagin ímóti serbum
bar týðilig prógv um tað.
Eitt sjaldsama væl
samansjóvað lið. Kemiin
perfekt. Ein fyri allar og
allir fyri ein. Orkan gekk
kanska undan seinastu 5
minuttirnar, men tað var
ein fragd at síggja, hvussu
væl allar fasettirnar
riggaðu. Einsæris og
saman. Verjan sum betong
og støðuga skothóttanin
uttaneftir frá Sveini, Heina
og Róki gav smærru
monnunum møguleikan at
varta upp við superbum
delikatessum, ið sum oftast
góvu úrslit. Og málmenn
inir vóru sannir brandar.
Júst hendan dagin hevði
sjálvt Marian Cirloganesco
ikki staðið teimum báðum
kurl, Skipagøtu og Black.
Hetta fekk okkum
áskoðarar at minnast aftur
á m.a. CHeimsmeistara
skapið í 1980, sum spælt
varð um í Føroyum. Fleiri
av londunum ið vóru við ta
ferðina, hava nú ment seg
upp í heimselituni. Ímeðan
hava vit ligið í andaleypi, í
stóran mun orsakað av
fíggjarligu umstøðunum
hjá Hondbóltssambandi
num. Landsliðshond
bólturin er alneyðugur,
skulu vit hugsa um at
menna hesa ítrótt. At savna
kremið til sparring við
aðrar heimsins tjóðir,
dregur við vissu alt støðið
upp í føroyskum hondbólti.
Hartil hava leikararnir eitt
annað mál enn bara at
vinna á grannabygdini í
vikuskiftinum. Paralellurin
er fótbólturin, ið meira enn
nakað annað einstakt
fyribrigdi hevur sett tjóðina
á heimskortið, og føroyskir
fótbóltsleikarar eru vorðnir
dugnaligari hesi árini, vit
hava verið partur av
heimsmeldrinum. Ein
orsøkin til hesa framgongd
er, at politiska skipanin
raðfesti Fótbóltssambandið
á løgtingsfíggjarlógunum
júst í sambandi við
landsliðini.
Nú mín gamli liðfelagi
frá Neistatíðini, í fyrru
helvt av sjeytiárunum,
Kristian Johansen, tykist
hava fingið botnin aftur, og
lagt hetta sersambandið á
kós við framskrúvu, saman
við sínum nevndarteknum
og øðrum góðum fólki, er
alneyðugt, at kontinuitet
urin verður hildin. Umboð
ini hjá Tjóðveldinum í
løgtingsins mentanarnevnd,
Heidi Petersen og undir
ritaði, mæltu í heyst fíggjar
nevndini til at játta Hond
bóltssambandi Føroya kr.
300.000 til at reka lands
liðsarbeiðið fyri. Táið løg
maður skrivaðu út nýval,
hvarv hetta tilmælið saman
við øllum øðrum málum,
sum lógu í tinginum og
tess nevndum. Man skal
ansa sær, at lova nakað
sum helst í einum valstríði,
men hetta tilmælið er
skjalafast, og flokkurin
fer at halda fast um hesa
støðuna, táið tingið kemur
saman aftur, og ein nýggj
fíggjarlóg skal smíðast.
Nú mega vit ikki missa
landsliðið og menning
tess á gólvið einaferð enn.
Tað skylda vit ungdóm
unum, ið nýta so nógva
orku í landsins hallum
kvøld eftir kvøld,
vikuskifti eftir vikuskifti.
Eykavinningurin er
positiv promovering av
eini heilari tjóð.
Í kvøld verður leikt
ímóti Ísrael. Tað er við
spenningi, at bíða verður
eftir byrjunarbríkslinum.
Megna tit at halda
stílinum frá leygardeg
num, har tit so fyrimynd
arliga spældu fyri hvørj
um øðrum, liðnum og
móðurlandi tykkara, so
átti møguleikin fyri einum
góðum úrsliti at verið til
staðar. Heldur hendan
gongdin fram, so kundi
tað eisini hent seg, at
Sjónvarp Føroya
varnaðist, at tað fanst eitt
manslandslið í hesum
landinum. Seinast sóust
næstan bara fólk úr
klassisku hondbólts
bygdunum og úr Havn á
lektarunum, og tað hevði
kanska ikki gjørt nakað,
um fólk kring landið
fingu undirhald í hasum
klassanum inn í sínar
stovur. Tað hava lisens
gjaldararnir undir øllum
umstøðum uppiborið.
Góða eydnu i kvøld og
frameftir.
www.dimma.fo/Bloggan/
torbjorn.jacobsen
300.000
Tjóðveldi
Tórbjørn
jacobsen
Val
Til hetta valið tosa allir
flokkar um vælferð.
Vælferð er eitt Sociald
emokratiskt orð, sum
merkir: at felagskapurin
skal taka sær av øllum
limum sínum.
Tá aðrir flokkar tosa
um vælferð, og samstund
ist ikki leggja sama týdn
ingin í orðið, so siga
politikarar ósatt fyri
okkum, tí tað er skeiv at
billa fólki inn, at allir
føroyskir politiskir
flokkar byggja sín
politikk á eitt sosial
demokratistk fyribrygdi.
Vælferðin kemur ikki
av sær sjálvari.
Sum valevni javnaðar
floksins haldi eg: at
vælferð er bara verulig
vælferð, um hon røkkir
heilt út til tey, sum hava
brúk fyri henni.
Vit kunnu gott hava
ríkidømi og vælstand, uttan
at hava veruliga vælferð.
Hóast vit í dag brúka ¾
av fíggjarlógini til tað, vit
vanliga deila upp í bleyt
virði og vælferð. So upp
liva vit alt ov ofta, at
menniskju sum hava brúk
fyri hjálp, brúk fyri væl
ferðini, at tey enda sum ein
sak í bløðunum ella hjá
landsstýrismanninum,
áðrenn tey kenna, at tey
eru ein natúrligur partur av
vælferðini.
Og tá tey so fáa hjálp,
skulu tey ikki bert vísast á
møguleikar tey skulu
hava tryggjaði lógarfest
rættindi.
Tað eru menniskju og
bólkar í Føroyum, sum ikki
megna at rópa nóg hart
upp um, at tey hava brúk
fyri vælferðartænastum.
Fyri eitt barn við skerd
um førleika kann vælferð
merkja nakað so einfalt
sum, at barnið fær tryggja
rættindi at koma í ein heitan
svimjihyl hvønn dag.
Beinavegin ein nýggj
samgonga er skipað, skulu
vit arbeiða fyri, at inn
lendismálaráðið fær gjørt
tey lógarrættindini, sum
ávísir samfelagsbólkar
mangla í dag.
Lógin fyri
menningartarnða
At endurgjaldsábyrgdar
lógin verður sett í verk, so
at sjúklingatryggingin
kemur at virka
At arbeiðsskerdatrygg
ingin kemur at virka
At psykiatrilógin aftur
verður løgd fram fyri tingi
Vit mugu ásanna, at so
leingi vit ikki hava hesar
lógir, so standa hesir
samfelagsbólkar sera
veikir, og menniskju vilja
koma í óvirðiligar støður í
okkara annars peningaliga
sterka samfelagi.
Javnaðarflokkurin hevur
altíð havt vælferðina sum
fremsta mál floksins, og
vælferðin hjá flokkinum
eigur altíð at byggja á
samhaldsfasta grund
sjónarmið floksins.
Tað sum eg ikki fekk
sagt í beinleiðis svf
Javnaðarflokkurin
niTa
næs
Vit skulu og mugu hava fleiri vinnulig bein at standa á.
Hetta er ofta at hoyra millum manna, serliga á politiska
pallinum, har menn og kvinnur sleingja um seg við
gyltum lyftum.
Hetta er tó alt ov ofta ókeypis og ikki bindandi at
sleingja út.
Vit mugu ásanna, at vit eru enn sum fyrr ein
veiðumannatjóð, ja enntá ein útflytari av rávøru, eins og
lond, vit ikki brýggja okkum um at samanbera okkum
við.
Skulu vit menna okkum sum tjóð og halda fram við og
menna okkara vælferðarsamfelag, má hendan binding
gerast leysari.
Lat okkum byggja landið út, so tað gerst spennandi hjá ferðafólki at koma hendan
vegin.
Lat okkum sláa fast, at nútíðar ferðamaðurin og kvinnan neyvan koma til Føroya bert
til tess at anda okkara frísku luft niður í teirra lungu.
Tey krevja eina aktiva frítíð, har tey koma í samband við landið, tey vitja, á ein
serligan og náttúrligan hátt.
Vit elska at samanbera okkum við okkara grannar. Serliga, tá tað passar inn í okkara
egna kramm. Men her eru manglar, ja økir, har vit eru øldir aftan fyri okkara
grannatjóðir.
Tí hyggja vit at, hvussu nógvir golfvallir til dømis eru í londunum uttan um okkum,
ja, so mugu vit ásanna, at vit eru eftirbátur við lít.
Golfvinnan, tí tað er sanniliga ein stór vinna i heimshøpi, má fáa klárar ábendingar
frá mynduleikum okkara. Teir mugu staðfesta, at hendan ítróttar og ferðamannavinna
fær somu sømdir sum aðrar ítróttargreinar.
Kross við Fólkaflokkin. Her virka vit!
Les meira á www.folkaflokkurin.fo
Ferðavinna (1)
Fólkaflokkurin
óskar
eiriksson
Val
Fólkaflokkurin vil vinna
Føroyum veruliga uttan
ríkispolitiska ávirkan.
Stovnast skal uttanríkis
málaráð við landsstýris
manni og sendistovum. Vit
skulu reka okkara egna
uttanríkispolitikk við
fullari ábyrgd, tá føroyingar
í framtíðini velja at gerast
sjálvstøðug tjóð.
Føroyar fara við uttan
ríkismálaráðnum á odda at
skapa sær neyðugu fyri
treytirnar fyri at føroyskt
vinnulív og føroyingar
annars kunnu luttaka í
teimum avbjóðingum og
ikki minst inntøku og
menningarmøguleikum, ið
alheimsgerðin hevur við
sær. Tí tað er úti í heimi
stóru vakstrarmøguleik
arnir eru.
Vit skulu útbúgva okkara
egna diplomatlið, sum skal
manna sendistovur kring
um í heiminum.
Vit eiga skjótast gjørligt
at opna sendistovur í USA,
Russlandi og Kina.
Føroyar eiga at sam
ráðast við ES um tey fýra
frælsini. Tey eru frælsur
flutningur av vørum,
tænastum, kapitali og
persónum millum lond.
Í búningarrtíðini skulu
vit brúka royndirnar av
Íslandssáttmálanum,
trároyna EFTA limaskap
og byrja samráðingar við
ES um tey 4 frælsini.
Tað vil Fólkaflokkurin.
Fokus uppá uttanríkismál
Fólkaflokkurin
Poul
Michelsen
Val