mikudagur 9. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 6 - 9. januar 2008
Andlát og jarðarferðir
Eyðun Danielsen, ættaður úr Havn, búsitandi í
Keypmannahavn, andaðist fríggjadagin á Bispe
bjerg sjúkrahúsi, 50 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
10. januar. Páll einabúgvi, deyður ár 341. Livdi eini 90
ár í egyptisku oyðimørkini og gjørdist 113 ára gamal.
Sigst at hava verið fyrsti kristni einbúgvi og skírdur halgi
menni. Navnið Páll er komið av latínskum Paulus (tann
lítli)
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
okkum samkenslu og hjálpsemi, tá okkara høgt
elskaða kona, mamma og vermamma
Ingrid Joensen
Miðvágur
so brádliga bleiv tikin burtur frá okkum.
Tøkk til Ingu Dam, prest, fyri góð og troystarík
orð í kirkjuni.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til á ymiskan hátt við
jarðarferðini og ervinum.
Tøkk til berarar, sangarar, kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk til tykkum øll, sum mintust hana við kransum,
blómum, peningagávu og
tøkk til tey, ið hava vitja og ringt.
Ein serlig tøkk til Hotel Vágar fyri tykkara hjálpsemi.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vóru í
kapellinum, í kirkjuni og sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Marius,
Aimi, Ingi og Yvonna
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara
kæri maður, pápi, abbi, langabbi og verðfaðir
Poul Arnold Jacobsen
andaðist og fór til gravar.
Vit takka starvsfólkunum í sambýlinum við Bøgøtu
og á sjúkrahúsinum og annars øllum, sum hjálptu
til við jarðarferðina og sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Vit takka eisini teimum, sum hava givið eina gávu til
Malta í samband við jarðarferðina.
Vit ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár.
Hildibjarta
Heri, Malan og Sólva við familjum
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
mintust meg á 90 ára degi mínum,
við gávum, fjarritum, blómum og
uppringingum av sjógvi og landi,
bæði nær og fjar.
Harrin signi tykkum øll! Gott nýggjár!
Heilsan
Lina Jacobsen í Fuglafirði
Fríggjadagin
11.
januar
2008 hava Daisy og Ásbjørn
Viderø í Hoyvík gullbrúd
leyp, og vilja vit við hesum
fáu reglunum ynskja so
hjartaliga tillukku.
Ásbjørn er sonur Birgitte,
vanliga nevnd Birta, og
Niels Johannes Viderø av
Viðareiði, og Daisy er dóttir
til Petru, fødd Hansen av
Norðoyri, og Hans Mellem
gaard úr Svínoy.
Ásbjørn er føddur og upp
vaksin í Havn, í Gundadali,
har eg sum smádrongur vitj
aði, við tað at mamma og
Birta vóru vinkonur, og
minnist eg væl hesi frynt
ligu fólkini Niels Johannes
og Birtu, sum búðu í hesum
vøkru hvítu húsini, við
handli í kjallaranum og við
bensinsølu
uttanfyri.
Soleiðis skuldi ein trúð, at
Àsbjørn bleiv ein góður
fótbóltsspælari, við einum
stórum fótbóltsvølli uttan
fyri dyrnar, men so bleiv
ikki.
Daisy er fødd í Klaksvík,
her settu foreldrini búgv.
Petra var heimaarbeiðandi
húsmóðir, sum passaði síni
børn
við
kærleika
og
umsorgan, ímeðan Hans
var burtur við skipi, sigldi
nógv upp á Bretland, so tað
var forkunnugt hjá børnun
um og systkinabørnunum,
tá hann kom aftur við hópin
av góðgæti, appelsinum og
bananum, sum ikki var so
vanligt tá í tíðini, eisini
høvdu tey handil eitt tíðar
skeið á Gerðagøtu. Men tá
Daisy var 12 ára gomul
flutti húskið til Havnar at
búgva, og har lærdu tey
bæði, Daisy og Ásbjørn
hvønn annan at kenna, og
skjótt rann saman, tí kær
leikin og kemiurin var
100%.
“Miðstovugarðurin”
á
Viðareiði hoyrdi til familj
una, og í 1961 fluttu Daisy
og Ásbjørn til Viðareiðis og
festu garðin í 1962. Tá vóru
døturnar Petra og Birgitte,
sum vóru 2 og 3 ára gamlar,
føddar, síðani komu Dánial
og Hallgerð, sum blivu fødd
meðan tey búðu á Viðar
eiðið.
Á Viðareiði var gott at
vera, og nóg mikið var at
taka hond í, bæði hjá for
eldrum og hjá børnunum,
so hvørt tey vuksu til, og
kundu taka hond í við
arbeiðinum tí tað vita øll,
at á einum bóndagarði er
altíð arbeiðið til allar hend
ur, og øll hjálp sum t.d. við
hoygging er kærkomin, tí
terrin er ikki altíð av tí
besta. Tá neytini vóru
avtikin, tí tað ikki lønti seg
so væl, fór Ásbjørn at
arbeiða hjá Landsverk í
Hvannasundi, og tað sum
hann har fekk frá hondum
var ikki smávegis, tá fekk
hann onnur og størri jarn
neyt at passa og røkja, tí
smiðjan var ofta full av
gravimaskinum, kavaplóm,
luftkompressarum o.ø. sum
skuldu
umvælast.
Hesi
blivu skjótt og væl umvæld
undir hansara kønu hond
um. Daisy ja hon passaði
heimið, har var altíð heitt
reint og nossligt, so har
kundi ongin seta nakran
fingur á. Og blíðskapurin
var so ovurhonds, tá man
kom á vitjan, tað er so heilt
vist plagdi onkuntíð at
siga við konuna, tá vit
høvdu vitjað, hvussu ómeta
ligur blíðskapur teirra var,
og svarið eg fekk var hetta,
ja soleiðis eru tey bara.
Í 1996 lótu tey festi frá
sær og fluttu til Klaksvíkar
at búgva, á Bumshamarsveg
nr. 9. Har sótu vit eisini
mangan væl við búgvi borð,
og prátið gekk lystiliga um
bæði tímilig og ikki minst
andalig viðurskiftir, jú vit
fóru altíð ríkari heim aftur,
enn tá vit komu, og tað
takka vit hjartaliga fyri.
So gott sum tað var í fyri
myndarliga heiminum á
Bumshamri, har alt var
gjørt tipp topp inni og uttan
um húsini, so var longsulin
og barnaminnini um Havn
ina so sterk, at tey í 2004
keyptu sær nýggj og stásilig
hús í Maritugøtu í Havn,
har vit eisini oftani hava
notið av sama blíðskapi. Og
ivaleyst fara tey at stórtrívast
har, nú tey eru komin aftur
á góðar gamlar barnagøtur,
har tey hava øll síni kæru
børn rundanum seg.
Við hesum fáu orðum
ynskja vit tykkum okkara
kæru vinum enn einaferð
hjartaliga
tillukku
við
hesum stóra degnum, og at
Harrin framvegis má signa
tykkum og øll tykkara
kæru.
Vinarliga
Valborg og Kári
Ein heilsan til
gullbrúðarparið Viderø
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801