mikudagur 9. januar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2008
Gilli Trónd,
býarfrøðingur og
geografur, heldur, at
nógvir fyrimunir eru,
um eitt privat felag
sleppur at fremja
verkætlanina við
Skálafjarðartunlinum.
Tá liggur váðin á
privatum hondum,
og slíkar verkætlanir
ovurhita ikki
almenna búskapin á
sama hátt. Hinvegin
sær hann eisini stórar
møguleikar í, at
tað almenna byggir
tunnilin yvir 5 ár
við 200 miljónum
krónum um árið, tí
tá fær landskassin í
staðin eitt nýtslugjald
í 25 ár, sum er 2,65
miljardir krónur eftir
avskrivingar. Ein slík
peningaupphædd
røkkur til hópin av
verkæltanum sum
liggja á láni
Skálafjarðar
tunnil
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á valfundi í Runavík mána
kvøldið helt Gilli Trónd
áhugaverdan fyrilestur um
fyrimunir og vansar við
Skálafjarðartunlinum, sum
styttir farleiðina úr Havn
inn á Skálafjørðin og til
Gøtu, Fuglafjarðar, Leirvík
ar og Norðoyggjar.
Núverandi teinur mill
um Hvítanes og Runavík er
60 km. og teinurin millum
Hvítanes og Gøtugjógv er
56 km. Við Skálafjarðartunl
inum verða hesar farleiðir
14 og 25 km. ella ávikavist
46 og 31 km. stytri.
Nyttuvinningur
Gilli vísti á tøl hjá P/F
Skálafjarðartunlinum, sum
siga, at í fyrstani fara í mið
al 4.500 ferðandi at brúka
tunnilin dagliga.
Við tunlinum verður
teinurin hjá hesum ferðandi
dagliga millum 31 og 46
km. stytri, enn hann er í
dag. Sparda tíðin hjá hvørj
um einstøkum verður í mið
al umleið 30 minuttir hvønn
vegin. Hetta merkir, at før
oyska samfelagið verður
effektiviserað við 820.000
tímum árliga. Við eini
tímaløn upp á 125 krónur,
er talan um einar 100
miljónir krónur um árið –
bert í spardari tíð.
Býarfrøðingurin segði, at
tær 100 miljónir krónurnar,
sum
samfelagið
verður
effektiviserað við tunlinum,
ikki er hin einasti vinning
urin.
Teinurin hjá teimum
4.500 ferðandi verður eisini
umleið 55 miljónir kilo
metrar stytri um árið. Hetta
merkir, at samlaða koyringin
á
landsvegunum
verður
20% minni – og soleiðis
verður sparingin umleið 50
miljónir krónur aftrat teim
um áðurnevndu umleið 100
miljónunum.
Gilli segði, at Skálafjarð
artunnilin soleiðis gevur
føroyska samfelagnum ein
nyttuvinning, sum er einar
150 miljónir krónur um
árið.
Øktur tryggleiki
Ferðslan í Føroyum er nógv
økt seinastu árini, og hon
veksur alsamt. Tí hevur ein
effektivisering
av
sam
ferðslukervinum
stóran
gagnligan týdning.
Skálafjarðartunnilin
hevur eginleikarnar til at
gerast lívæðrin í eini sam
ferðsluætlan við nútímans
høvuðsvegi millum Tórs
havn og Klaksvík. Ein slík
ur høvuðsvegur eigur av
gjørt ikki at liggja í bygdum
øki, og tað merkir, at ein
loysn skal finnast á ferðslu
viðurskiftunum í Skálafirði,
Gøtu og Leirvík.
Gilli vísti á kanningar
sum siga, at motorvegir eis
ini gagna sonevndu 0hug
sjónini, sum hevur verið
nógv frammi seinnu árini.
Skulu vit sleppa undan
bygdum øki, verður eisini
neyðugt at taka atlit til
ferðsluviðurskiftini í Skála
firði.
Í hesum sambandi vísti
hann á, at eystari armur á
Skálafjørðinum í løtuni er
minni væl egnaður enn
vestari armur at hýsa einum
stórum 4sporaðum høvuðs
vegi.
Men vestari armur gerst
bert aktuellur, um ein tunnil
eisini verður bygdur úr
Skálafirði til Kambsdalar.
Tá slepst undan at koyra
gjøgnum bygt øki í Gøtu,
Skipanesi og at skula um
Gøtueið.
Gilli segði, at við Skála
fjarðartunlinum og tunli
millum
Skálafjørð
og
Kambsdal, verður teinurin
styttur úr 61 km., sum hesin
teinur er í dag og niður í 29
km.
Linjuføringar
P/F
Skálafjarðartunnilin
hevur tríggjar loysnir í
hyggju, ið allar ganga av
Sundi og inn á Skálafjørðin.
Valið byggir á fleiri atlit,
eitt nú tey jarðfrøðisligu
viðurskiftini.
Um »miðloysnin«, sum
er ein rundkoyring í fjarðar
munnanum, ikki verður
vald, talar nógv fyri at gera
tunnilin fyrst inn á Strendur
og haðani til Runavíkar.
Ein høvuðsorsøk fyri hesi
loysnini er júst at slúsa
ferðsluna á smidligan hátt
víðari til Gøtu, Fuglafjørð,
Leirvíkar og Norðoyggjar.
Gilli endurtók, at við
umrødda tunli millum Skála
fjørð og Kambsdal slepst at
kalla heilt undan, at høvuðs
ferðslan fer gjøgnum bygt
øki.
Hann nevndi eisini møgu
leikan við brúgv um Tanga
fjørð – av Kjalnesi í Kolla
firði til Morskranesar í
Eysturoy.
Men her hevði nyttan
ikki verið eins góð. Far
leiðin úr Tórshavn til Runa
víkar hevði verið 18 km.
longri við eini brúgv enn
við tunlinum. Aftrat hesum
hevði kortini verið neyðugt
við einum tunli millum
Strendur og Toftir.
Ein slík loysn hevði eisini
sett krøv til ferðsluviður
skiftini í Kollafirði, har
neyðugt hevði verið at gjørt
munandi ábøtur á vega
kervið.
Nytta og kostnaður
Skálafjarðartunnilin
er
mettur at kosta einar 900
miljónir krónur og felagið,
sum stendur aftanfyri verk
ætlanina, væntar sær 118
miljónir krónur í inntøku
um árið, samstundis sum
útreiðslurnar verða einar 15
miljónir krónur.
Framskrivingar siga, at
inntøkurnar fara at veksa
við 50% yvir tey 25 árini,
sum
tunnilin
verður
á
privatum hondum. Hetta
gevur felagnum eina inn
tøku eftir avskrivingar hesi
25 árini upp á 2,65 miljardir
krónur við eini internari
rentu upp á 13%.
Í sínum fyrilestri vísti
Gilli eisini á ymiskar fyri
munir, sum hann helt vera
við eini privatari verk
ætlan.
Fyrimunirnir eru fleiri.
Váðin liggur á privatum
hondum, og slíkar ætlanir
ovurhita ikki almenna bú
skapin á sama hátt. Privatar
verkætlanir hava eitt størri
insitament til at gera verk
ætlanina lidna til tíðina.
Hann segði, at privatar
verkætlanir hava lættari við
at fáa hóskandi fígging, tí
tær eru ikki tengdar at
politisku skipanini.
Fíggingarfyritøkurnar
aftanfyri verkætlanina fáa
eitt stabilt inntøkugrundar
lag í 25 ár, sum kann koma
teimum væl við, um Føroyar
eitt nú enda í eini kreppu,
sum líkist henni fyrst í
nítiárunum.
Gilli vísti á norskar kann
ingar sum siga, at almennar
verkætlanir í miðal eru
7,9% dýrari enn kostnaðar
metingin.
Høvuðsorsøkin er, at
tær privatu verkætlaninar
eru gjørdar á kontrakt
basis, sum hann tók til, og
tá hugsaði hann um, at
broytingar í politisku skipan
ini ikki broyta verkætlan
ina.
Nýtslugjald
og ávirkan
Búskaparfrøðingar
hava
kannað, hvussu broytingar í
nýtslugaldi ávirka nýtsluna
av infrakervi.
Niðurstøðan er, at í mið
al fellir nýtslan við 0,5%
fyri hvørt prosentstig, sum
gjaldið hækkar.
Hann segði, at eitt, sum
er av stórum týdningi í hes
um sambandi er, um alterna
tivir ferðamøguleikar eru.
Um so er, fellir nýtslan í
miðal við 2% fyri hvørt
prosentstig,
ið
gjaldið
hækkar.
Gilli vísti á, at alternativið,
sum er at koyra gomlu far
leiðina millum Streymoy
og Eysturoy, ger, at felagið
aftanfyri Skálafjarðartunn
ilin hevur størri váða enn
eitt nú Vágatunnilin og
Norðoyartunnilin.
Tað er avmarkað, hvussu
nógv prísurin fyri at koyra
gjøgnum Skálafjarðartunn
ilin kann setast upp, um illa
gongst, segði hann.
Fíggjarligu útrokningarn
ar byggja á munandi vøkst
urin í ferðsluni, men fáa vit
eina
nýggja
samfelags
kreppu, verður vøksturin
ikki líka so sannlíkur.
Aðrir møguleikar
Í sínum fyrilestri vísti býar
frøðingurin og geografurin
eisini á aðrar møguleikar,
sum kunnu spyrjast burtur
úr, um tað almenna fíggjar
verkætlanina.
Verður tunnilin bygdur
fyri játtan á fíggjarløgtings
lógini við umleið 200 milj
ónum krónum um árið í 5
ár, so kunnu tær 2,65 milj
ardirnar krónurnar fyri 25
ára nýtslugjald í staðin brúk
ast til onnur endamál.
Hann vísti á, at peningur
in fyri nýtslugjald tá kundi
Skálafjarðartunnilin:
150 miljónir krónur um á