Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 6 - 9. januar 2008 rið í øktum effektiviteti verið brúktur til høvuðsveg millum Tórshavn og Klaks­ vík – við tunli millum Skála­ fjørð og Kambsdal, undir­ sjóvartunnil í Sandoynna, altjóða flogvøll, stovning­ arfæ til eitt burðardygt uni­ versitet á altjóða støði – og til aðrar útbyggingar av før­ oyska samfelagnum. ­ Ein slík peninganøgd røkkur langt, legði hann aftrat. Árin og ávirkan Gilli nam eisini við spurn­ ingin um umhvørvisárin av Skálafjarðartunlinum. ­ Tunnilin tekur ikki nógv lendi, og tí eru árinini ikki tey heilt stóru. Hinvegin er nyttan stór við tað, at bilaferðslan annars minkar við 50 miljónum kilometr­ um um árið – um sami vøkstur annars hevði verið í ferðsluni uttan tunnil. Hann helt tað vera sann­ líkt, at samlaða ferðslan fer at økjast enn meira við bøttu atkomuligheitini, og soleiðis verður eisini bú­ skaparliga nyttan av verk­ ætlanini enn størri. ­ Tað er altíð torført at spáa um framtíðina, men kortini fari eg at gera nakrar metingar. Gilli segði, at handilsvinn­ an – í fyrsta lagi í Tórshavn – fær ágóðan og ávøksturin, tá ið undirsjóvartunnilin verður veruleiki. Innan ídn­ aðarvinnuna verður tað í fyrsta umfari Skálafjørður­ in, sum fær ágóðan. ­ Hetta er útgangsstøðið í staðsetingarhøpinum, men hesi viðurskifti kunnu broyt­ ast, eitt nú við kommunalum átøkum og vinnufúsum borgarum, legði hann aftrat. Sethúsaprísir Ein onnur broyting verður, at sethúsaprísirnir við Skála­ fjørðin fara at veksa við umleið 25% í miðal, og sannlíkt er, at prísirnir um hesar leiðir koma á umleið sama støði sum prísirnir í Kollafirði og á Velbastað. ­ Størsti vøksturin í prísunum verður á vestara armi á Skálafjørðinum, sum í dag eru í eini lægri príslegu enn prísirnir á eystara armi, segði Gilli Trónd í sínum fyrilestri. Gilli Trónd, býarfrøðingur og geografur, helt áhugaverdan fyrilestur á valfundi í Runavík mánakvøldið Mynd: Benjamin Rasmussen