Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 6 - 9. januar 2008 tíðindi Hermaður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Signabøur/Afghanistan: Tú ert púra svakur. Tú ert ordiliga cool! Tað er skoðsmálið sum vinmenn hansara hava givið honum, nú hann sunnudagin fer til Danmarkar at fyri­ reika seg til nakrar mánaðir sum hermaður í ófriðarliga landinum Afghanistan. Teir verða stasjoneraðir í sunnara parti av landinum, í Helmand­landslutinum, har tað búgva omanfyri 1 mió menniskju. Endamálið er at niðurberja uppreistrar­ liðini hjá Taliban­rørsluni og varðveita friðin í økin­ um. ­ Eg veit, at hetta er vanda­ mikið arbeiði. Men hetta er tað sum eg vil, sigur 27 ára gamli Valdemar róliga og við sannføring. Hann er í løtuni heima í jólafrí. Sunnudagin gongur leiðin til seinastu venjingar­ nar í Danmark, áðrenn leið­ in verður løgd móti teirri spennandi uppgávuni í Afghanistan. Góð útbúgving At síggja til er Valdimar als ikki typan, sum ein kann ímynda sær ganga í herklæð­ um á einum hermóti sunnar­ laga í Afghanistan. Stóri áhugi hansara fyri tí hernaðarliga gjørdi kortini sítt til, at hann byrjaði sum herskyldugur í danska her­ inum í februar mánaði í fjør. Eftir at hesin fyrsti partur­ in var lokin, ynskti Valdimar at halda fram, og byrjaði í juni eina útbúgving innan Hærens Reaktionsstyrke Uddannelse – stytt HRU. Henda útbúgvingin fevnir í fyrsta umfari um eitt skúlaskeið í átta mánaðir og síðani seks mánaðir í tí veruliga lívinum. Tað er júst gjøgnum hesa útsendingina, at Valdimar nú fær møguleikan at sleppa allan vegin til tað ófriðarliga landið Afghanistan. ­ Eg eri tendraður at fara avstað, sigur hann róliga. Nógvir gevast Fyri ein pilt kann tað kanska tykjast spennandi og mans­ ligt at fara inn í “a real army” og gera skyldu sína heima ella úti. Men tá teir veruliga fara undir útbúgvingina, og seinni skulu standa andlit til andlits við fíggindan, kann vera at mangir teirra venda bakið til hetta lívið. Tað vísir seg nevniliga, at nógvir teirra gevast stutt eftir at herskyldan er lokin. Teir klára ikki sálarliga trýstið, tí teir hugsa kanska ov nógv um vandan við at fara avstað, ella tí at teir ikki fáa fullan stuðul heimanífrá. ­ Men eg havi so ikki ligið í andvekri, orsakað av at eg skal til Afghanistan, sigur Valdimar púra rólig­ ur. Støðan gerst ikki betri av, at hann er vitandi um at fleiri hermenn longu eru falnir í bardøgum við tali­ banar. Millum hesar teljast eisini fleiri danskir soldát­ ar. Hóast hann um fáar vikur skal á ófriðarliga hermótið har suðuri í Afghanistan, sæst hetta ikki á honum. Hann tykist meiri spentur at sleppa avstað og vera við at fullføra ta uppgávuna, sum danska herleiðslan hev­ ur tikið á seg í Helmand­ landslutinum. Troytt av talibanum Skal nakað sigast um Afgh­ anistan slepst ikki undan at nevna herviliga borgara­ kríggið sum tey seinastu mongu árini hevur lagt land­ ið lamið – um ikki í oyði. Stríð og ósemja, bardagar, løstir, sorgartár, morð, terr­ or og alt annað sum hoyrir einum kríggi til, er gerandis­ kostur og ein partur av gerandisdegnum hjá einum stórum parti av fólkinum í Afghanistan. ­ Tað sum vit hava fingið at vita er, at fólkið snøgt sagt er vorðið troytt av tali­ banunum og atsóknum teirra. Tey ynskja frið, og tí eru tær friðarvarðveitandi herdeildirnar vælkomnar, sigur Valdimar. Í nógvum bygdum í økin­ um er lítið eftir av ungum monnum og monnum, tí teir eru falnir í kríggi ella álopum frá talibanunum. Ella teir kanska júst eru tali­ banar sjálvir! Samstundis sum arbeitt verður við at byggja landið uppaftur, millum annað við vegagerð, bygging av skúl­ um og veitingum av ymisk­ um slagi, verður somuleiðis roynt at fáa bæði góð viður­ skifti og skapa álit við tey lokalu. Umvegis hetta samstarvið ber til at fáa fatur á taliban­ hermonnum og avvápna teir. Tann yngsti talibanurin, sum teir vita um, var ikki meiri enn stórt 16 ára gamal. Sovi róliga hóast eg Tryggja friðin Her í Helmand hevur NATO hermenn úr íalt 37 londum, harav Dan­ mark er eitt teirra. Deild­ in í Afghanistan kallast ISAF ­ International Security Assisstance Force. Uppgávan er at hjálpa afghansku stjórnini at fáa og hava eftirlit við landinum, soleiðis at møguleikar verða fyri tryggleika og endurbygg­ ing. Arbeiðið verður gjørd í tøttum samstarvi við afghanskar trygdardeild­ ir, eins og stuðul og ráð­ geving verður givin til at byggja upp ein afgh­ anskan her. Tá Valdimar og hans­ ara herdeild koma til Afghanistan um miðjan februar verða teir ikki á nakran hátt sleptir leysir í oyðimørkini. Her verð­ ur skipað fyri eini venjing, har teir millum annað skulu læra at leita eftir minum, brúk hand­ granatir og aðrar týðandi uppgávur. Hetta er alneyðugt at vita, tá ein er staddur í einum øki, har ein tali­ bani kann standa undir næsta horni og bíða eftir at drepa tann fyrsta her­ mannin, sum vísir seg. ­ Hóast vit ikki vita um øll viðurskiftini enn, so verða vit væl fyri til uppgávuna. Men hin­ vegin, vit mugu allatíðina hava í huga, at vit ikki eru eitt hersetingarvald, men at vit eru friðar­ stuðlar. ­ Fremsta uppgávan hjá okkum er at skipa soleiðis fyri, at friðurin kann verða varðveittur her. Vit skulu eisini vísa teim lokalu, at vit eru har fyri teirra skuld, slær Valdimar fast. - Eg bleiv sera kløkkur og illa við, tá eg hoyrdi at tveir danskir hermenn vóru deyðir í Afghanistan. Men hetta hevur ikki avskrekt meg eitt einasta petti, sigur Valdimar Tjørnudal av Signabø. Hann er í løtuni undir útbúgving í danska herinum, og fer í næsta mánaði til Afghanistan ” Men eg havi so ikki ligið í andvekri, orsakað av at eg skal til Afghanistan ” Eg meini, - eg eri so ungur og skal longu skriva eitt testamenti og kanska eisini eitt afskedsbræv til míni kæru