Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2008 27 tíðindi - Hetta er ikki heilt vanda- leyst arbeiði, tí tú stendur yvirfyri einum fígginda sum ynskir teg av hundanum til. Men vit eru komnir hig- ar við friði, og skulu tí bert skjóta aftur, um tað altso verður skotið eftir okkum. - Og sum eg skilji, eru fólk sera positiv fyri okkara arbeiði. Tey bæði merkja og síggja, at vit gera mun, slær hann fast. Við vápni í hond Vandin við at vera hermaður er til eina og hvørja tíð, at ein kann missa lívið í hesi tænastuni. Hetta er Valdimar eisini fult greiður um, og júst hetta at forða fyri hesum verður ein av hansara upp- gávum í Helmand-landslut- inum. Her verða teir skipaðir í bólkar við seks hermonnum í hvørjum. Ein uppgávan verður at vitja í teimum ymisku bygd- unum og vita, um bygdar- fólkið veit um nakar talibani er til staðar her. Í hesum sambandi hava teir eisini møguleika at hjálpa fólk- inum á ymiskan hátt. Teir læra eisini, hvussu ein ber seg at, um ein skuldi verið so óheppin at verða tikin fangi og hvussu ein kann senda út loynilig boð uttan at fíggindin fær tað at vita. - Við royndum mínum sum skjútti, komi eg at ganga aftast ella uttast fyri at verja hinar ímóti snigskjúttum. Her er neyðugt at halda eygu og oyru opin, tí teir kunnu koma allastaðni frá, greiðir Valdimar frá. skal til Afghanistan Hevur skrivað testamenti Hóast Valdimar Tjørnu­dal bert er 27 ára gamal hevu­r hann longu­ skrivað eitt testamenti. Hetta sku­lu­ allir teir gera, su­m fara avstað soleiðis su­m hermenn. Her skal hann millu­m annað skriva, hvu­ssu­ hann vil at ein møgu­lig jarðarferð skal skipast ella u­m hann ynskir at lík hansara skal brennast. - Eg sku­ldi eisini skriva, hvar eg møgu­liga sku­ldi jarðast. Hetta sku­ldi sjálvandi vera heima í Føroyu­m. - Men hetta var sera u­ndarligt at skriva, tað má eg siga. Eg meini, - eg eri so u­ngu­r og skal longu­ skriva eitt testamenti og kanska eisini eitt afskedsbræv til míni kæru­, sigu­r Valdimar. Sjálvu­r gongu­r hann saman við eini føroyskari gentu­, su­m í løtu­ni er u­ndir útbúgving í Danmark. Henni dámar einki at hann fer allan vegin til Afghanistan í kríggj. - Hon er ein antikríggj-dama, so tað er skilligt at hon ikki er glað u­m at eg fari avstað! ” Fólkið snøgt sagt er vorðið troytt av talibanunum og atsóknum teirra. Tey ynskja frið, og tí eru tær friðar­ varðveitandi herdeildirnar vælkomnar Endamálið hjá NATO­herliðinum í Afghanistan er at tryggja friðin í landinum og at endurbyggja landið. Soleingi sum mótstøðan móti hesum er til staðar, er neyðugt at teir donsku hermenninir eru í góðari venjing ­ Eg eri til reiðar at gera mítt til at uppgávan í Afghanistan verður loyst, sigur 27 ára gamli Valdimar Tjørnudal úr Afghanistan Valdimar er við í eini skotroynd, men her verður bert skotið við leysakrúti. Men tá teir koma til Afghanistan kann tað verða ein spurningur um lív ella deyð. Tá verður annað krút brúkt