mikudagur 9. januar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 09. januar 2008
MIÐvIkaN
31
Aftaná var rættuliga prátað
saman, og hetta góða lagið helt
fram, eftir at vit vóru komnir
umborð aftur. Vit tørnaðu ikki inn
fyrr enn á midnátt, hóast skiparin
boðaði frá útpurring longu kl.
fimm.
Landingin
Morgunin eftir fóru vit so at landa
fiskin yvir í saltdamparan. Vit
landaðu til kl. 10 um kvøldið, og
byrjaðu so aftur næsta morgun
kl. fýra.
Kl. 6 seinnapartin var lastin
landað, og salt var komið umborð.
So var eftir at fylla vatntangan og
taka nakað av útgerð umborð av
okkara goymslu.
Vatnið fingu vit úr einum vatni
við bránaðum ísi. Tað skuldi fyll
ast í tunnur. Vit fraktaðu vatnið
við báðum bátum, har tað var
pláss fyri tveimum tunnum í senn.
Hetta var tungt arbeiði, men á
midnátt var klárt at fara avstað
aftur.
Tíverri mátti fráferðin útsetast
vegna mjørka. Tað kundi nevni
liga vera vandamikið at fara
framvið Svartasker, sum liggur
í innsiglingini. Hetta gav tó
eyka frívakt. Men fyrrapartin
kláraði í, og so var tað farvæl til
Føroyingahavnina á hesum sinni.
Aftur á veiðu
Vit sigldu 100 fjórðingar norður
eftir til Lítla Hellufiskabanka, har
Justines fekk nógvan fisk í 1927.
Vit vóru spentir uppá, um vit
fóru at fáa flotfisk, sum er uppi
í vatnskorpuni. Flotfiskur hevði
givið teimum góða veiðu í 1927.
Tað gekk okkum á sama hátt. Vit
flutu bókstaviliga í toski, og vit
sóu eisini fjarðarnar á fiskinum í
vatnskorpuni. Her var eisini fult
av fugli, sum havhestur, rita og
havskrápur, sum alt smakkar væl
og kom væl við sum avveksling
fyri fisk.
Hvørja ferð vit høvdu fylt bátin
tóku vit fugl við glúpinum.
Fyrsta triðingin av august
fylgdu vit flotfiskinum, til hann
hvarv med alla. Hesa tíðina fimgu
vit 130 skippund, umleið ein
fjórðing av lastini.
Tað vóru serliga tey skip, sum
róðu við bátum, ið fingu gleði av
hesi spennandi veiðu. Men hetta
var eisini strævið, tá vit kundu
fylla bátin tvær ferðir innan fimm
tímar, og fiskurin skuldi blakast
upp á skipið.
Nærmasti grunnurin var Stóra
Hellufiskabanki, har vit fiskaðu á
200 metra dýpi. Veiðan sunnari
í Grønlandi var annars tarnað av
ísi.
Vit høvdu bert fáar dagar við
rættiligum summarveðri, og ofta
gjørdi tokan, at vit ikki kundu
fara nakran veg. Vandi var jú fyri,
at vit ikki funnu aftur til skipið.
Ofta var tó av besta veðri inni í
skergarðinum inni við land.
Tað vóru tó eisini stak góðir
dagar inn í millum. Vit sóu nú
aftur onnur skip, og nú vóru
fjøllini eisini kavaklødd. Veðrið
kundi skifta frá kavarok til sól
innan sama samdøgur. Tað var tó
væl av fiski.
Inn aftur til lands at
heinta ber
Vit fara aðru ferð inn til lands.
Vit sigldu framvið eini koppaðari
doryu. Tað vóru tíðindi um, at
tær portugisisku skonnartirnar
høvdu mist nógvar mans í ringa
veðrinum.
Okkara kort var frá 1921 og
kundi sum so væl brúkast. Tað var
tó ófullfíggjað innanskers, sum vit
sóu ein dagin við Cook oyggjarnar
nærindis Godthaab.
Tað var sunnudagur 16. sep
tember, og vit fóru í land at heinta
ber, sum tað var nógv til av. Tey
vóru stór og vælsmakkandi. Vit
fingu okkum, til vit ikki orkaðu
at eta meira, og síðan fyltu vit
eisini uppí øll íløt at hava við
aftur umborð.
Á veg út aftur rendu vit á eitt
riv og blivu sleipaðir út aftur
av øðrum skipum. Eingin skaði
hendi sum so, men tá ið skipið
seinni kom uppá beding sást, at
strákjølurin var farin. Strákjølur
var eitt slag av eykakjøli sum
skuldi verja sjálvan kjølin.
Vit fóru út aftur og fiskaðu
væl beint við 3 fjórðingamarkið.
Men hetta endaði knappliga, tá
verjuskipið Maagen kom og rak
okkum burtur, tí vit skuldu havt
verið innanfyri mark.
Vit fóru tískil út á Fylla Banka.
Við at mangla
proviant
Á vegnum fóru vit inn til Godt
haab at keypa eitt sindur av
provianti, men hetta lat seg
ikki gera. Kongaligi Grønlendski
Handilin hevði ikki meira vøru
enn tað skuldi nýtast yvir veturin
á staðnum, til skip kom aftur úr
Danmark. Øll søla til fremmand
var tí bannað.
Hetta kom illa við. Vit høvdu
longu í tríggjar vikur ikki havt
eplir, og nú var skjótt liðugt við
amerikanska kjøtinum. Vit høvdu
nóg mikið av fiski, keks og ymisk
um feitti.
September var við at halla
og saltið var liðugt. Hugurin
umborð minkaði so hvørt, sum
minni og minni var at heinta í
proviantrúminum. Tá ið breyðið
gekk undan, og tað heldur ikki var
nøkur blikkamjólk at koyra í te og
kaffi, gjørdist lagið enn verri.
Vit fóru so at sigla heim, og
Møller kom umborð at siga far
væl. Hann sendi eisini telegram
heim, um at vit siglu heim. Tá
vóru bert fimm skip eftir undir
Grønlandi.
Klárt til heimferð
Tá vit vóru móti endanum á túri
num, kom fjáltur á menninar. Teir
stúrdi fyri, hvat ið kundi henda
seinast á túrinum, og arbeiðs
hugurin gjørdist verri. Summir
fóru at drekka kókað vatn við
sukur í heldur enn te og kaffi.
Tað var eisini illa dámt, at
skiparin hevði tikið barometrið
úr lugarinum og hongt tað í
kahúttina. Tað var jú vanligt ítriv
hjá manningini í lugarinum at
fylgja við barometurstandinum.
Men skiparanum dámdi ikki, at
menn bankaðu á baromtrið fyri at
síggja hvønn veg vísarin fór.
Tá menninir, sum vóru við í
1927, greiddu frá hungursneyðini,
bøtti hetta heldur ikki um lagið, tí
hetta var kanska eisini tað, sum
var okkum í vænti.
Nú kom eisini rættuliga fram
munurin millum teir royndu gomlu
og teir óroyndu ungu, har teir
fyrru hevjaðu seg yvir teir ungu
við teirra vitan um sjómansskap.
Tann elsti umborð var annars 61
ár og tann yngsti 18.
Stúrt varð eisini fyri at fara
framvið Kappanum, sum ikki altíð
var nakar gamansleikur, sum
eftirtíðin eisini hevur víst.
Men sum frá leið gjørdist lagið
betri umborð, og góðu viðurskift
ini vóru endurskapað.
Hóast ferðin á skipinum var
hampilig, gekk tíðin sera seint. Á
yvirreisini høvdu verið ymisk ítriv,
men hetta var longu avgreitt á
túrinum.
Okkurt máttu vit hava at práta
um útyvir at spyrja eftir barometr
inum, og hvussu nógvir fjórðingar
vóru komnir á loggið hvørja vakt.
Johan K. K. Møller var kontrollørur
í Føroyingahavnini. Hann var
beinasamur, men fylgdi boðunum
um at forða fyri sambandi millum
føroyingar og grønlendingar
Báturin hjá kontrollørinum
Føroysk skip í Føroyingahavnini, har tey løgdu útgerð og veiðu upp, meðan tey fiskaðu í Grønlandi