mikudagur 9. januar 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 6 • 09. januar 2008
Váti føðingardagurin
hjá Sivar
Tá kundi verða prátað um okkurt,
sum var hent á túrinum sum til
dømis 61 ára føðingardagin hjá
Sivar, sum var 21. juli.
Eingin visti nakað. Sivar fór
sum vanligt til útróðrar saman við
Mortan og Lundsbjerg. Teir báðir
ánaðu heldur einki, fyrr enn teir
sigldu framvið einum portugisara.
Nú vildi Sivar hava eina fløsku
av reyðvíni í samband við dagin.
Hana fingu teir fyri einar vøttur.
Teir fingu skjótt uppí bátin, og
tá lagt varð at borði aftur, var
fløskan tóm. Hetta var ov mikið
fyri Sivar. Hann var hálvfullur og
mátti hjálpast upp á dekkið. Hinir
báðir tømdu skjótt bátin í góðum
lag.
Hesa søgu varð nógv flent
at, og tað varð eisini lagt væl
omaná søguna. Tann eina fløskan
gjørdist til tvær fløskur. Tað var
eisini orsakað av sterka sólar
hitanum tann dagin, at teir vóru
komnir at kenna so nógv til.
Hetta dámdi Justinesi púra
einki, og hann hevði eisini givið
greið boð um at halda okkum
langt frá portugisarunum, so slíkt
ikki skuldi endurtaka seg.
Justines kundi eisini stuttleika
sær saman við okkum. Mouren
tius varð eisini glósaður fyri sína
miseydnaðu roynd at velta eplir í
Grønlandi.
Hann glósaði aftur, og hjá
monnum sum høvdu livað so tætt
saman í so langa tíð, var láturin
bestu háttur at fáa alt at rigga.
Eisini var nógv tosað um
útimøtið, sum greitt er frá. Tað,
sum menn mintust best, var tær
ákoyringar, sum drekkiskapurin
fekk av talarunum.
Sunnudagsmøtini umborð
vardu vanliga eina tíma. Tað vóru
vanliga 23 talarar hvørja ferð
umframt skiparan. Tveir teirra
hoyrdu til brøðrasamkomuna.
Fjórði maður var Jacob Gaard.
Í samband við hesi sunnudags
møti komu menn ofta at trætast
um læruna hjá baptistunum,
serliga í samband við dópin.
Skiparanum dámdi illa, at slík
møti skuldi enda við ”slíkum
svassi”, sum hann tók til.
Fyri ungdómin var hetta mest
undirhald. Hann tók ikki hesar
spurningar so tungt.
Síðan var eisini tosað um tað,
sum var hent undir fiskarínum
á Stóra Hellufiskabanka. Tað
var ein sportur at lyfta 50
pundstoskar leysar í luftini.
Tummil og lítlifingur varð stungin
inn í eyguni, og so skuldi lyftast
við einari hond. Tað vóru bert
tveir mans, sum kláraðu at lyfta
60pundstoskar á hendan hátt.
Hetta vóru Mortan og Lundsbjerg.
Tað var eisini spennandi at
fáa teir stóru lirarnar, eitt slag av
steinbíti, og kongafisk á húkarnar.
Hesir fiskar smakkaðu væl, hóast
teir ikki vóru vakrir.
Orsøkin, at vit vóru so grammir
eftir hesum fiskasløgum, var
teirra serligi eginleiki sum
saltmatur til heimanýtslu.
Men kalvi og svartkalvi var ikki
saltaður. Vit ótu kalva dag og
nátt, men svartkalvan løgdu vit
einki í.
Toskarhøvdaveitsla
Her skal komast aftur til kostin
teir fyrstu sjey dagarnar á heim
reisuni. Kosturin var toskarhøvd
og hørð skipskeks. Teir seinastu
dagarnar vit fiskaðu varð stóri
fiskakassin miðskips fyltur við
toskahøvdum. Her varð ikki spart,
tá ið etið varð. Tað vóru tvey stór
toskarhøvd til hvønn mann til
døgurða, og tað sama til náttar
matin. Hetta var matur, sum varð
lættur at gera til. Kjálkarnir vóru
skornir, og skrokkurin fór til havs.
Hetta kundi tykjast at vera spill
av mati, men grýturnar kundu ikki
taka so nógv heil toskarhøvd, sum
skuldu til ein døgurða.
Hetta var so etið við nógvum
feitti og sinoppi, og ikki fór nakar
svangur frá borðinum. Og so var
tosað og reypað!
Soleiðis gingu tey fýra fyrstu
samdøgrini. Veðrið var 67 vind
stig av landsynningi, men fimta
dagin vísti barometrið storm. Tað
gjørdist eisinu meira ófriðarligt í
sjónum.
Longu á kvøldi var hann norðan
við stormi og kavaheglingi. Á
midnátt vóru báðar vaktirnar uppi
fyri at repa seglini.
Hetta gjørdist ein ófriðarlig
nátt, men út á fyrrapartin fór baro
metrið at kvinka upp eftir. Báðar
vaktirnar vóru uppi alla náttina
fult ílætnar, klárar at tørna til, um
nakað hendi. Hesa náttina máttu
vit sleppa kjálkunum.
Farvæl til Grønland
Hesa buldrutu náttina fóru vit
framvið Kappanum. Út á seinna
partin linkaði vindurin, so vit
kundu ganga á dekkinum. Nú fekk
kokkurin aftur mót til at seta grýt
una við kjálkum á komfýrin. Tá
vóru tað 24 tímar síðan, vit fingu
okkara høvuðsrætt, ella ”hoved
ret”, sum Lundsbjerg segði tað.
At toskarhøvdnini ikki vóru
farin í havið hevði sína serligu
frágreiðing. Tá ið vit repaðu
seglini, blakaðu vit seinastu
høvdini upp í bjargingarbátin.
Hetta sigur eisini nakað um
hugburðin til trygd umborð á
skipunum. Tann ikki tildekkaði
bjargingarbáturin var javnan
nýttur sum eitt lossipláss fyri
øllum møguligum óruddi.
Tann sætta dagin fingu vit
ein sjógv, sum gjørdi, at skipið
fekk slagsíðu. Kortini varð siglt
7 míl bert við seglum. At sigla
við slagsíðu var sera strævið, og
tað var eisini strævið at liggja í
koyggjuni.
Men vit vóru so á veg heim.
Hetta var ein góður uggi.
Nú vóru so heldur ikki nakrir
kjálkar eftir, men vit høvdu tá
eisini etið 588 toskarhøvd. Men
nú skuldi sparast og skamtast.
Nú fingu vit ein ávísa skamtan
av skipskeks eina ferð um sam
døgrið. Te og sukur varð innilæst
í proviantrúminum. Kaffi og
margarin var longu uppi 10. dagin
á heimreisuni.
Gravplássið
Eina ferð vit vóru inni undir landi
í ringum veðri, fóru vit eina útferð
við báðum bátunum. Vit høvdu
kumpass við, um tað skuldi blivið
toka. Vit fóru ikki so langt, tí
skiparin hevði givið boð um, at
vit skuldu ikki vera meira enn 34
tímar burtur. Hetta var eitt framúr
upplivilsi at rógva frá oyggj til
oyggj. Her var nógvur fuglur, men
ikki eitt menniskja.
Eina ferð síggja vit nakað, sum
minnir um ein varða, og hetta
skuldi sjálvsagt kannast. Tá vísti
tað seg, at hetta var eitt gamalt
gravpláss. Her vóru beinagrindir
og skøltar í hópatali. Vit løgdu
sjálvsagt alt aftur, og fóru so
umborð aftur. Vit høvdu ikki hug
at síggja meira hendan dagin.
Hetta var eisini nakað, sum
vit hugsaðu nógv um. Tá ið vit
hesi myrku oktoberkvøld royndu
at ímynda okkum liviháttin
hjá hesum heidnu eskimoum,
rann tað okkum kalt niður eftir
bakinum.
Ferðin heim vardi 14 dagar.
Fyri meg sjálvan var tað ein
stórhending at fara til Grønlands
og at fylla 18 ár.
Avrokningin fyri árið var kr.
1.200 krónur. Hetta vóru nógvir
pengar fyri ein stakan, men
ikki nógv fyri ein familjumann.
Fiskaprísirnir vóru lágir.
4.mars 1930 fór eg aftur
við Silver Lining. Hesa ferð á
Suðurlandið.
Gott íkanst
Tað var heppið, at vit fingu
hetta íkast til søguna um okkara
grønlandsfiskiskap. Her kann
verða skoytt uppí, at meðan
nógvar føroyskar manningar eru
farnar undir Íslandi, so er neyvan
nakað dømi um, at nøkur manning
er farin undir Grønlandi, hóast
tað farvatnið var roknað sum
munandi meira vandamikið.
Útróðrarbátur kemur at borði
Føroya løgting bygdi hetta sjúkrahús í Føroyingahavnini í 1936
Sama ár varð sjómansheim bygt
Komandi partur
Í komandi pørtum fer Harald
at greiða frá, tá hann í
1932 fór við Arizonu, og teir
sigldu á land í Íslandi í sama
illveðrinum, sum beindi fyri
Lauru og Immanuel. Teir
komu væl burtur úr tí, men
hart var tað.