mikudagur 9. januar 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 6 - 9. januar 2008
S e r n á m S d e p i l i n
Í Sernámsdeplinum er eitt avloysara
starv fyri fysioterapeut í farloyvi restina
av hesum skúlaári (til 30. juni 2008)
leyst at søkja til setan skjótast til ber.
Fysioterapeuturin í farloyvi hevur verið
í ½ tíðarstarvi, men eftir umstøðunum
verður avloysarin í fulltíðarstarvi nevnda
tíðarskeið. Talan kann eisini vera um 2
hálvtíðar avloysarastørv.
Arbeiðsstað
Setanin er í Sernámsdeplinum í Tórs
havn, men er arbeiðsøkið kanning og
ráðgeving viðv. børnum og ungum (0
18 ár) kring alt landið. Eftir umstøðun
um kann arbeiðið skipast høgligast
møguligt í mun til bústaðin hjá tí, ið
sett/ settur verður. Tó má viðkomandi
eftir tørvi vera tøkur at luttaka í
greiningararbeiðinum í Sernámsdepli
num og at ráðleggja saman við verandi
ráðgevandi fysio/ ergoterapeuti og
øðrum fakfólki í Sernámsdeplinum.
Uppgávur
Høvuðsuppgávan er í greiningararbeiði
at skipa fyri rørsluligum kanningum av
børnum og at luttaka í eygleiðing av
børnum, ið eru undir kanning. At veita
ráðgeving til stovnar, foreldur og tey,
ið annars eru um børnini, ið hava
rørsluligar trupulleikar. Ein minni partur
kann vera viðgerandi venjing. Arbeitt
verður í samstarvi við HTM og Barna
deildina á LSH.
Førleikakrav
Útbúgvin fysio ella ergoterapeutur.
Fyrimun hevur umsøkjari við eftirút
búgving og/ ella royndum at kanna
smábørn við serligum atliti til sansa
menning. Tó eru fysio ella ergotera
peutar, ið ikki heilt halda seg hava
henda førleika, vælkomnir at søkja, um
teir við skeiðluttøku og á annan hátt
eru sinnaðir at taka við førleikamenning,
ið Sernámsdepilin kann stuðla til.
Løn og arbeiðstíð
Eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi fakfelag. Arbeiðstíð,
frítíð o.a. verður løgd til rættis í samráð
við stjóran í Sernámsdeplinum.
Meira fæst at vita við at venda sær til
Hans Eli Dahl, stjóra, ella Maluna
Justinussen, ráðgevandi eygleiðara,
Sernámsdepilin tlf. 314522.
Umsókn við avriti av próvskjølum og
møg. m. skal vera Sernámsdeplinum í
hendi í seinasta lagi tann 25. januar
2008.
Ráðgevandi fysioterapeutar
Sernámsdepilin
Frælsið 32 · Postrúm 2036
FO 165 Argir · Tlf. 314522 · Fax 310196
epostur: sernamsdepilin@snd.fo
lýsingar
S e r n á m S d e p i l i n
Dagliga tænastustaðið er í NSR tæn
astuni í Eysturoy, Glyvravegur 10 B,
Glyvrar.
Vit leggja dent á kollegiala supervisión,
og fær sálarfrøðingurin tí góð líkindi til
neyvt samstarv við hinar sálarfrøð
ingarnar í skipanini og til førleika
menning eftir umstøðum og tørvi.
NSR tænastan er eitt samtak ímillum
Sernámsdepilin og Runavíkar, Nes,
Sjóvar, Leirvíkar, Gøtu og Fuglafjarðar
kommunur. NSR tænastan virkar sum
sjálvstøðugur stovnur undir Sernáms
deplinum og veitir skúlum, stovnum,
foreldrum og myndugleikum náms
frøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving.
Høvuðsuppgávan hjá NSR tænastuni
er at kanna førleikastøðu og læruum
støður hjá børnum við serligum tørvi
og at ráðgeva í skipan av undir
vísingarligum og mennandi tiltøkum
fyri hesi. Manningin í NSR tænastuni
er ein samskipari, ein sálarfrøðingur og
3 serlærarar/ ráðgevar
Sálarfrøðingurin, ið vit sóknast eftir,
hevur ein týðandi lut í hesum toymi, ið
í samstarvi við Sernámsdepilin støðugt
skal menna sernámsfrøðiliga virksem
ið.
Útbúgvingarkrøv og eginleikar
• Cand. ped. psyk./ cand. psyk. – ella
samsvarandi.
Fyrimun hevur umsøkjari, ið hevur
arbeitt við børnum.
• Fakligan førleika og hug at arbeiða
bæði við kliniskt – psykologiskum
og pedagogiskt – psykologiskum
uppgávum.
• Duga at nýta kanningarúrslit í
ítøkiligum undirvísingar – og
viðgerðartilmælum.
• Hava hug og evni til neyvt samstarv
við aðrar fakbólkar.
• Vitan um nervasálarlig greiningar
amboð er eisini ein fyrimunur.
Løn eftir sáttmála við avvarðandi fak
felag.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Hans Eli Dahl, stjóra, tlf. 314522/
225803, (email hanseli@snd.fo) ella
Hans Jón Thomsen, samskipara, tlf.
239190, (e mail hjt@nsreystur.fo)
Umsókn við avriti av próvskjølum v. m.
skal vera Sernámsdeplinum í hendi í
senasta lagi mikudagin tann 30. januar
2008 og skal sendast til:
Sálarfrøðingur í NSR tænastuni
í Eysturoy
Sernámsdepilin
Frælsið 32 · Postrúm 2036
FO 165 Argir · Tlf. 314522 · Fax 310196
epostur: sernamsdepilin@snd.fo
Í Sernámsdeplinum er eitt sálarfrøðistarv leyst
til setan skjótast til ber.
Okkara stóra vetrar ÚTSØLA byrjar fríggjadagin 11/1-08.
Fríggjadagin er opið frá kl. 10 til 20 og Leygardagin frá kl. 10 til 17.
Hósdagin er stongt
Øll útsøluvøran fyri ½ prís.
Lesið
-so eru tit við!