Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2008 37 www.sosialurin.fo Blái Krossur Føroya skipar fyri politiskum fundi um føroyskan rúspolitik hóskvøldið 10. januar kl. 19.30. Allir politisku flokkarnir verða umboðaðir og fáa høvi til at geva sítt íkast til, hvussu teir kundu hugsa sær at orða ein rúspolitik í Føroyum. Hvørji mál skulu vit seta okkum? Hvørji mál vilja flokkarnir seta, og hvussu vilja teir náa hesum málum komandi valskeið? Ætlanin hjá Bláa Krossi við at skipa fyri hesum fundi, er, at varpa ljós á evnið. Okkara grannalond hava orðaðan rúspolitik, har mál eru sett og hvussu ætlanin er at náa hesum málum. Ein rúspolitikkur kann umfata ymisk viðurskifti, men er ætlan á fundinum hóskvøldi, at seta fokus á 4 økir. Hesi eru: Børn, ungdómur og rúsur Rúsdrekkalógin Ferðsla og rúsdrekka Hjálp og viðgerð Flokkarnir fáa høvi til at seta fram síni sjónarmið, um hvussu teir vilja virkað á hesum øki. Fundurin er almennur og verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini. Politiskur fundur í miðlahúsinum Hóskvøldið 10. januar kl. 19.30 verður politiskur fundur í Miðlahúsinum, har rúspolitikkur í Føroyum verður viðgjørdur. miðlahúsið í Vágsbotni lýsingar Bjarni Djurholm Royndir geva úrslit www.djurholm.fo Januar-kappingin Hvønn dag í januar mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mána­ dagin 4. februar 2008 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í januar er 2 M­semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,­ Drigið verður aðru vikuna í februar. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í januar 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Vinnarin av november­ kappingini er: Kurt Madsen 165 Argir