hósdagur 31. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 102 - 31. mai 2001
Nr. 102 - 31. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Far so ein túr inn á
Nantong í Miðbý-
num. Har fært tú alt
frá innbakaðum
høgguslokki til
froskalør í chilisós
MATSTOVA
Óluva Ellingsgaard
Hevur tú hug at fara út at
eta, men veitst ikki heilt
hvar tú skalt fara. Tú
kanska heldur at allar mat-
stovurnar minna í so nógv
um hvørja aðra. Far so inn á
Nantong
í
Miðbýnum.
Kinesiska matstovan Nan-
tong hevur verið opin í
nøkur ár nú, og eg má siga,
at tað er nú ikki Nantong,
ein fyrst kemur í tankar um,
tá tosa verður um at fara út
at eta. Tað er spell. Tey hava
eitt spennandi matkort at
bjóða uppá. Har skuldi
verið okkurt fyri ein og
hvønn smag, tí lambakjøt
og oksakjøt er eisini at fáa,
um tú ikki hevur hug at eta
høgguslokk.
Týskvøldið
fóru
ein
vinkona og eg ein túr inn á
Nantong. Tá tú ert komin
upp trappurnar, hoyrir tú
beinanvegin tann kinesiska
tónleikin, og tá tú ert
innkomin, er einki at taka
feil av. Budda stendur á
diskinum og tekur ímóti.
Stólar og borð eru úr kines-
iskum sniði. Tað eru lamp-
urnar uppi undir loftinum
eisini, sjálvt klæðini hjá
tænarunum, og tað er ikki
tað tingið har inni, sum ikki
er kinesiskt. Tá tú kemur
yvir til borið, liggja tveir
pinnar ístaðin fyri knív og
gaffil!
Klokkan var hálvgum
seks, og tað var ógvuliga
friðarligt. Tænarin spurdi
okkum, um vit heldur vildu
hava knív og gaffil, men vit
avgjørdu at taka kampin
upp við pinnunum - ! Vit
vóru samdar um, at høvdu
vit eisini siti á pútum á
gólvinum, so hevði ivi
nokk verið um hvar vit
vóru. Tað er ein heilt serlig
atmosfera inni. Á veggin-
um hanga upphang við
kinesiskum teknum, og ein
ramma við eini rúgvu av
kinesiskum skóm, ella sum
summi heldur vilja kalla
”kinaskógvar”.
Tá
eg
spurdi hví, var svarið:
kinesiskur kunstur. Eigarin
hevði fingið hesa rammu í
gávu frá einum føroyingi.
Til forrætt fingu vit
okkum, av misgávum - inn-
bakaðan høgguslokk! Tað
ljóðar kanska ikki so
appititvekjandi, men var,
fyri at verða heilt ærlig, slet
ikki so galin. Til høvðuðs-
rætt ótu vit innbakaðan
høsnarunga í søtari chilli-
sós. Hetta smakkaði óføra
væl, var kanska eitt sindur
sterkari enn vit hildu, eftir
navninum at døma. Vit
tordu ikki so væl at gera
nakra villa roynd at bí-
leggja nakað annað, so sum
áll, svínalundir, froskalør
ella torsk í søtari chillisós,
eftir okkara, eitt sindur
misseydnaðu roynd - við
høgguslokkinum.
Afturvið at drekka kanst
tú, millum mangt annað
bíleggja eitt vín kallað
sake, sum er eitt japanes-
iskt ella kinesiskt rísvín.
Á seinastu síðu á mat-
kortinum stendur at lesa, at
um tú hevur hug at royna
føroyskan mat, sum til
dømis skerpikjøt ella grind,
viðgjørt á kinesiskan hátt,
so er bara at seta teg í
samband við kokkin. Hann
kann gera hetta klárt til tín
ella eitt selskap, um tað
skal vera.
Næstu ferð tú fert út at
eta, so kundi eitt hugskot
verið Nantong. Har fært tú
mangt og hvat, tú kanska
aldrin hevur roynt áður. Tað
er ikki heilt so bíligt, men
maturin er eisini so mikið
góður, og tænastuna havi eg
einki at fílast á. Nú havi eg
verið á kinesiskum mat-
stovum aðrastaðni í verðini,
millum annað í Hong
Kong, og sigast má, at
Nantong
stendur
einki
aftanfyri.
Hevur tú hug at royna okkurt øðrvísi?
Kokkurin í ferð við at
flambera mat
Mynd: Jens K. Vang
Vitjandi rundan um
sjálvtøkuborðið
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
11
10
Í Býin
Í Býin
Mat-
seðilin
merkingar
alur n
Lýsingar
ilar
Lesið
-tað
loysir
seg
Býin
in
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
hv¿nn hsdag