Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 102 - 31. mai 2001 Nr. 102 - 31. mai 2001 13 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 OLJULEITING Jan Müller Tey trý oljusamtøkini, sum hava sagt seg vilja bora á føroyska landgrunninum í ár, hava nú øll latið sínar boriumsóknir inn til Oljumálastýrið. Ein teirra, tann frá Statoilbólkinum, kom fyri eini tíð síðani og er um at verða liðugt viðgjørd av fakfólkum í umsitingini og ráðgevum teirra. Hinar báðar komu í farnu viku og eru tær frá Amerada Hess bólkinum og BP. Umsitingin er longu farin í gongd við at gjøg- numganga hesar nýggju umsóknirnar. Talan er um eitt rættiliga krevjandi arbeiði at skulu viðgera slíkar umsóknir, tí tær skulu liva upp til krøv, sum føroyskir myndugleikar seta til trygd, umhvørvi o.a. Statoilbólkurin við Stat- oil, Phillips, Veba og Enter- prise hevur vónir um at seta borin í um 20. juni ella stutt eftir tað. Boripallurin Sovereign Explorer, sum í løtuni borar ein brunn vestan fyri Írland, skal eftir ætlanini vera í føroyskum sjógvi um einar tríggjar vikur. Hann skal so leggjast uppá pláss við akkersskipi og síðani fáa ta neyðugu út- gerðina frá útgerðarhavnini í Runavík. Enn liggja tang- arnir til ymiskt tilfar at bora við í Havn, men teir verða settir upp í Runavík í næst- um. Tá Statoil er liðugt við pallin umleið 1. september ella stutt eftir tað skal Amerada Hess yvirtaka hann. Ben Arabo frá Ame- rda Hess sigur, at teir hava góðar vónir um at fáa pallin í tíðliga í september og ongantíð betur seint í august. Tað er sera umráð- andi fyri teir, at tað ikki verður komið langt út í september, áðrenn teir kunnu seta hol á. Tí tá kann vetrarveðrið koma dátt við. BP eisini til tíðina Hjá BP, sum eisini hevur latið umsókn inn, verður miðjað móti at seta borin í seint í juli ella tíðliga í august. Gongst væl hjá boriskipinum West Navion, sum eisini er á leiðini vestan fyri Írland, verður meira tíð hjá BP undir Føroyum. Sosialurin skilur, at BP hevur møguleika bæði at bora ovarliga í Svínoyarprospektinum, har teir meta góðar møguleikar verða at finna olju og at fara nakað væl djúpri, men hetta velst um, hvussu leingi teir hava boriskipið tøkt. Fyri eitt oljufelag sum BP hevur tað sjálvandi størst týdning at finna olju, men tað er greitt, at fyri føroyskar myndugleikar, sum vilja hava so nógva vitan tilber eisini um tey djúpri løgini, har hevur tað týdning, at oljufeløg bora djúpt. Hetta seinna er uttan iva nakað, sum føroyskir myndugleikar síggja fram til, men eftir øllum at døma velst tað nógv um tíðina BP hevur West Navion tøkt í føroyskum øki. Ætlanin hjá BP er nevniliga eisini at brúka West Navion til enn eina boring á Atlantsmótin- um í heyst, og tað er í teig- inum 204/18 í bretskum øki skamt frá markinum. Í tí ætlanini er Shell við. Einaferð tíðliga í næsta mánað verður helst greitt, um Shell eisini verður við í boringini hjá BP føroysku megin markið. Tá tosað verður um oljuleiting, hevur tað sjálv- andi mest at siga, at feløgini finna olju. Men partar av avtaluni millum myndugleikarnar og oljufeløg snúgva seg eisini um, at feløg, sum bora, skulu kunna útvega før- oyskum myndugleikum vit- an og upplýsingar um undirgrundina sum heild. Henda vitan skal m.a. kunna geva okkum eitt betri forstáilsi av løgunum undir basaltinum, og tað skal so aftur kunna gera tað lættari at peika út nýggj leitiøki í eini komandi útbjóðing. Tað er tí einki dulsmál, at tað fyri føroyskar olju- myndugleikar hevur stóran týdning, at oljufeløgini fara djúpt, tá tey seta borin í. Fyri oljufeløg merkir hetta tíð og tað vil siga pening. Hvussu og ikki, so er tað nógv, sum bendir á, at tríggir av teimum áttu brunnunum, sum oljufeløg hava bundið seg til at bora á føroyskum øki, verða bor- aðir í hesum árinum. Oljumálastýrið fingið tríggjar boriumsóknir Sovereign Explorer, sum hevur borað vestan fyri Írland í góðan mánað, og sum kemur í føroyskan sjógv í seinnu helvt av juni, gongst alt sum ætlað. Hann skal bora tveir av trimum brunnum í heyst Boriskipið West Navion, sum eisini borar vestan fyri Írland, og sum – gongst sum ætlað – helst kemur í føroyskt øki í seinnu helvt av juli ella tíðliga í august at bora ein brunn. Mynd Smedvig C M Y K 13 12