Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult15 cyan15 magenta15 svart15 Ein av mest spenn- andi nýggjheitunum á bilaframsýningini í Geneve í vár, var Peugeot 307. Bilurin, sum avloysir Peugeot 306, setur heilt nýggjan standard fyri klassan BILAR Magnus Gunnarsson Peugeot 307 er ein bilur í sonevnda Golf klassanum. Bilurin er sera vælgjørdur, rúmligur og sigst at vera størstur í sínum klassa. Innan er eisini gjørt nógv burturúr, við góðum tilfari, stórum og góðum setrum, sum annars bert eru at finna í dýrari bilum. Sera gott pláss er innan, høgt til loftið, eins og í einum MPV. Koyrieginleikarnir eru á høgum støði. Undirvognurin er ein heilt nýggj konstruk- tión, har alt er tilpassað hvørt eftir øðrum. Hjólini eru 15", og bilurin er stúttur og liggur sera væl á vegnum. Trygdin í hásætið Nógv er gjørt burturúr trygdini á Peugeot 307. Hann hevur til dømis 4 airbag, og gardinairbag í síðunum til at verja høvdið við ein síðusamanstoyt. Fýra skivubremsur við elektroniskum bremsudeil- ara og nýggju Emergency Brake Assistant skipanini, sum tryggjar at bilurin altíð bremsar skjótast møguligt. Eisini hevur hann aktivt førarasetur við aktivum nakkastúttum, sum minka um vandan fyri koyrils- bresti, »piskesmæld«. Ka- rossarí konstruktiónin á 307 er styrkt á øllum útsett- um støðum. Fýra útgávur Fýra útgávur eru at velja ímillum, XR, XS, SE og HDI. XR útgávan hevur 1.6 litur motor við 110 hk. XS og SE hava 2.0 litur motor við 138 hk, har XS er tann sportliga útgávan, meðan SE er luksusbilurin sum fæst við leðursetrum og aðrari útgerð. Seinast er 2.0 HDI við 90 hk, sum er nýggjasti turbodiesel mo- torurin hjá Peugeot, ið kraftar væl og dálkar sera lítið. Opið hús leygardagin Í sambandi við at Peugeot 307 er komin til landið, verður opið hús leygar- dagin 2. juni hjá P/F Mein- hardt Arge við Oyggjar- vegin, frá kl.10.00 til 14.00, har høvi verður at síggja og royna bilarnar, bæði við bensin- og dieselmotorum. Nr. 102 • hósdagur • 31. mai 2001 • 75. árgangur Peugeot 307 HDi 5/h Motorurin 4 syl. 2.0 litur 90 hk turbodiesel v.common-rail 0-100 km/t 13.0 sek Oljunýtsla 19.2 km/l Dekkstødd 195/65 - 15 Stødd og vekt Longd 420,2 cm Breidd 174,6 cm Hædd 151,0 cm Eginvekt 1250 kg Totalvekt 1750 kg Viðførisrúm 420 litrar Prísur kr. 189.000,- v/aircondition XR 1.6 prísir frá kr.163.000,- Søluumboð P/F Meinhardt Arge v.Oggjarvegin FO-110 Tórshavn Tel. 316161 Peugeot 307 – størstur í sínum klassa Nógv er gjørt burturúr trygdini á Peugeot 307. Hann hevur til dømis 4 airbag, og gardinairbag í síðunum til at verja høvdið við ein síðusamanstoyt Myndir: Jens K. Vang 15 14 Nr. 102 - 31. mai 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Lemmatrolarin, Føniks á Tvøroyri, hevur fiskað fyri næstan 10 milliónir higartil FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Hóast tølini, sum eru til taks, vísa, at virðið av tí, sum lemmatrolararnir hava fiskað, er væl minni fyrsta ársfjórðing í ár, enn tað var í fjør, hevur tað gingið rættiliga væl hjá fleiri av bátunum. Eitt nú hevur árið í ár higartil verið tað besta nakrantíð hjá Føniks av Tvøroyri. Hetta er afturat tí, at hann ikki fór til fiskiskap fyrrenn 12. januar, tí motorurin skuldi umvælast, so at hann misti ein túr. Higartil í ár hevur hann fiskað fyri 9,8 milliónir. Tað er ikki minst hesar báðar seinastu mánaðirnar, at tað hevur gingið sera væl hjá Føniks, tí hesa tíðina hevur hann avreitt fyri gott og væl 6,5 milliónir. Sostatt er eyðsæð, at hann hevur gjørt nakrar sera góðar túrar. Besta túrin avreiddi hann fyri 1,7 millión. Tað var ein túr, har hann avreiddi 140 tons av kongafiski og upsa í Cuxhaven. Hann hevði eisini ein annan góðan tú, tá ið hann avreiddi blálongu í Vági fyri 1,6 millión. Tað eru tey trý fakfeløg- ini, Fiskepigernes Fag- forening, Arbeiðsmanna- felagið Fylking og Tvør- oyrar Handverkarafelag, sum eiga Føniks. – At lønirnar á landi eru hækkaðar, fer at vísa seg aftur ígjøgnum alla skipanina og tað er onki at ivast í, at tað fer at síggjast aftur í lækkandi fiskaprísum FISKAPRÍSIR Áki Bertholdsen Tað, at arbeiðsfólkið á landi nú fer at fáa meiri í løn, fer uttan iva at føra við sær, at avreiðingarprísurin á fiski, verður trýstur niðureftir. Tað halda bæði teir, sum selja fisk og teir, sum keypa fisk. Teir siga, at hækka løn- irnar á landi, kann rokn- ingin bara fara tveir vegir. Antin má prísurin á mark- naðinum upp, ella má prísurin á ráfiski niður. – Prísin á marknaðinum hava vit lítla og onga ávirkan á, sigur Abraham Løkin, formaður í ráfiska- seljarafelagnum. – So har fáa vit onki gjørt, leggur hann afturat. Hann sigur, so er onga- staðni at fara við rokninini fyri lønarhækkingina enn í hin endan á skipanini, tvs, til teir, sum fiska. – Tað er onki at ivast í, at rokningin fyri lønarhækk- ingina fer at planta seg ígjøgnum alla skipanina og at enda hjá okkum, sum selja fiskin. Hann sigur, at virkini verða rikin so væl sum yvirhøvur gjørligt. Tað hevur tann harða kappingin um rávøruna tvingað virkisleiðslurnar til, so tað ber neyvan til at vinna pen- ingin innaftur við effek- tiviseringin. Tí ivast hann ikki í, at lønarhækkingin fer at trýsta avreiðingarprísin niður. Hann sigur, at hann hevur longu fingið at vita frá ráfiskakeyparum, at skulu virkini á landi betala meiri í løn, má avreiðingarprísurin niður. – Tað var fyrsta reak- tiónin frá ráfiskakeyparun- um til okkum, sum selja. Hann sigur, at lønar- hækkingin fer eisini at føra við sær, at tað verður dýrari at virka fisk í Føroyum og tískil fer kappingarførið hjá føroyskum virkjum at bjóða uppá fiskin, at versna. – Hetta fer so aftur at føra við sær, at føra við sær, at útlendskir keypari fara at standa sterkari í kappingini um føroyska fiskin og hava størri møguleika at bjóða hægri prís, enn føroyskir keyparar fáa bjóða. Hann sigur, at eins og tað er marknaðurin sum avgerð útflutningsvirðið, er tað tíbetur eisini marknaðurin, sum avgerð avreiðingar- virði og fæst ikki tann rætti prísurin í Føroyum, ber til at fara uttanlands. Í løtuni eru reglarnar, at minst ein triðingur av fisk- inum, sum eitt skip av- reiðir, skal seljast um góð- kenda uppboðssølu í Før- oyum. Allur fiskur, sum skal sendast av landinum, skal eisini seljast á uppboðs- sølu. Men tað er ikki ókent, at teir, sum senda fisk av landinum, bjóða hann út á uppboðssølu, men keypa hann sjálvur. Og tað hevur fingið summar at kalla uppboðs- søluna fyri. Leggur allar undir trýst Formaðurin í ráfiskakeyp- arafelagnum, Páll Greger- sen er ikki heilt so av- gjørdur. Hann sigur, at tað er eitt satt undur, so nógv, sum føroysk fiskavirki hava ment seg seinastu sjey, átta árini. – Nú eru vit komin hartil, at, hvat effektiviteti við- víkur, eru føroysk virki á sera høgum støði og vit standa okkum sera væl í kappingini um ráfiskin. Fiskaprísirnir í Føroyum er teir hægstu í heiminum. – Nú lønin fær upp, verður neyðugt at vit spíla okkum enn meiri út á øllum økjum. Páll Gregersen sigur, at lønarhækkingin fer at leggja alla skipanina undir trýst. Allir teir, sum vit samskifta við, koma undir trýst. Og har er ráfiska- prísurin ein partur, tí nú fáa virkini ikki heilt so nógvan pening at keypa fisk fyri, sum tey hava havt. Tí er vandi fyri, at avreiðingar- prísurin fer eitt sindur niður. – Men virkini mugu eisini effektivisera meiri, umframt at vit mugu royna at vinda enn meiri burturúr marknaðinum og eitt nú eisini hugsa um prísin á pakkitilfari. Hann sær tó ikki svart uppá tað. Hann heldur, serliga, at hetta fer at merkjast týði- ligast í teimum bíligari fiskasløgunum. – Eg veit ikki, um hetta verður øðrvísi enn ein broyting í gjaldoyranum. Gjaldoyrað fer upp og niður og tað mugu vit arbeiða eftir. Tá ið tað gongur skeiva vegin, plantar tað seg ígjøgnum skipanina, men tá ið ein tíð er fráliðin, javnar alt seg út og so hugsar ongin meiri um tað, heldur Páll Gregersen. Annars vísir hann á, at teir dagarnir, sum eru farnir higartil, hava ikki bent á, at prísirnir fara at lækka. Hann sigur, at í verkfallinum varð toskur 3, avreiddur fyri 15-16 krónur fyri kilo. Men fyrra partin í hesi vikuni, reyk hann tríggjar krónur upp, upp, tí nú hevur hann kostað yvir 19 krónur kilo. Týsdagin læt upp listaframsýning í listaskalanum Oynni á Tvøroyri. Samstundis ber til at fáa eina lítla máltíð og eitt glas afturvið í nýggju matstovuni, sum eisini er latin upp í Oynni LISTAFRAMSýNING Áki Bertholdsen Seinnapartin hósdagin læt ein forvitnislig lista- framsýning upp í Listaskálanum Oynni á Tvøroyri. Tað er danska lista- konan, Hanne Haarding, sum hesar næstu tríggjar vikurnar fer at vísa verk fram í Suðuroyni fyri listaáhugaðum. Hon er úytbúgving bláur málari á kongligu postalínvirkinum, har hon eisini arbeiddi í nøkur ár. Annars hevur hon lært hjá listafólk- unum, Grethe Bagge og Kaj Lange, umframt at hon hevur búð seg út á Blågaards seminarium, og læraraháskúlanum. Hon sigur, at hon heldur seg nógv til grundlitirnar, men hon roynir seg eisini fram við tilfarið og litum. Seinastu árini hevur hon havt nógvar fram- sýnmingar ymsastaðni í Danmark, men hetta er fyrstu ferð, at hon er í Føroyum. Á framsýningini eru útvið 30 fjølbroytt verk. Tey, sum vilja vita meiri um listina hjá Hannu Haarding, kunnu hyggja at heimasíðuni hjá henni á alnetinum á www.gallery-hanne.dk Nýggj Kafé Palle Juslgart, sum eigur listaskálan Oynna, sig- ur, at hann heldur at tað hevur týdning at fáa list út um landið so at tað ikki bara eru havnar- fólk, sum hava møgu- leikan at síggja hendan partin av mentanini. Tí hevur hann gjørt listaskálan og hann er eisini við at fáa eitt samstarv við Norður- landahúsið á føtur. Fyri at gera lista- skálan hugnaligari hev- ur hann eisini gjørt eina lítla kafé í Oynni, har fólk kunnu fáa eitt lítið máltíð og eittt glas av øli ella víni afturvið, ella tey kunnu fáa kakur og kaffi, ella te. Oyggin er opin hvønn dag frá kl. 15-20, uttan mánadag, tá ið tað er stongt. Bláur málari sýnir fram á Tvøroyri Hanne Haarding fer hesar næstu tríggjar vikurnar at vísa list sína fram í listaskálanum Oynni á Tvøroyri. her er hon avmyndað frammanfyri verkið, sum hon nevnir “Hvør” Besta árið hjá higartil Lønarhækkingin fer at trýsta fiskaprísin niður – Tað at lønirnar fara upp, fer at leggja fiskavirkini undir trýst og vandi er tí fyri, at avreiðingarprísirnir fara ikki at vera so høgir, sum teir annars høvdu verið. Samstundis hevur hetta styrkt um støðuna hjá útlendskum keyparum C M Y K 14