hósdagur 10. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 7 - 10. januar 2008
Smugla fisk og krabba
Tað er fyri tað mesta sigarettir og øl, sum tollararnir í
Norðurnoregi leggja hald á, og í so máta var árið í fjør
metár, skrivar Nordlys. Men eitt annað sermerkt við
hagtølunum fyri árið er, at har eru millum annað 15,5
tons av kongakrabba og gott og væl eitt tons av fiski.
Krabban funnu tollararnir umborð á einum útlendskum
skipi í Kirkenes. Fiskin tóku tollararnir frá útlendskum
ferðamonnum, sum ikki hava loyvi til at taka meiri enn
15 kilo við sær.
Finnland upp í NATO
Fyrrverandi finski verjumálaráðharrin Jan-Erik Enestam
skrivar í einari blaðgrein, at Finnland eigur at fara upp í
verjusamgonguna NATO. Hann vísir á, at við at fara upp í
NATO sleppur finska verjan undan stórum og sera
kostnaðarmiklum broytingum. Jan-Erik Enestam er ikki
heilt samdur við teimum, sum siga, at eingin hernaðarlig
hóttan er longur. Í øllum førum er ov seint at biðja um
limaskap í NATO, tá hóttanin kemur, skrivar hann.
- Heldur hendan
gongdin fram, kann
fríur innflutningur
til Føroyar av narkot-
ika gerast tann
beiski veruleiki,
sigur Meinhard
Gaardlykke, formað-
urin felagnum fyri
tænastumenn
Eftirlit
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fríur
innflutningur
av
narkotika til Føroyar!
Fyri tey allarflestu ljóðar
hetta sum ein ræðumynd av
teimum heilt stóru.
Men hetta kann skjótt
gerast tann beiski veruleiki
í Føroyum, staðfestir Mein-
hard Gaardlykke, formaður
í tænastumannafelagnum.
Hann sigur, at tað nýggja
rákið, sum hevur tikið seg
upp í almenna starvspolit-
ikkinum, er ógvuliga vanda-
mikið.
- Endamálið við almenna
starvsfólkapolitikkinum er,
at tað almenna fyri alt í
verðini vil sleppa av við
tann starvsbólkin, sum eitur
tænastumenn.
Mett verður, at tænastu-
mannaskipanin er alt ov
stirvin og tí vil tað almenna
sleppa av við tænastumenn-
inar.
Men ein fyrimunur við
tænastumonnum er, at teir
hava ikki loyvi at fara í verk-
fall.
Men hendan tráðanin eftir
at sleppa av við alt, sum eitur
tænastumenn, hevur nú eisini
rakt tolleftirlitið.
- Tollvaldið hevur akkurát
nú søkt eftir tollarum, men
tað stendur í lýsingini, at
teir skulu ikki vera tænastu-
menn, men starvsmenn, sig-
ur Meinhard Gaardlykke.
- Tað merkir, at stingur
ósemja seg upp við arbeiðs-
gevaran, kunnu teir rætt og
slætt fara í verkfall.
Hann sigur, at fyrr í ár varð
eisini søkt eftir førara til ein
hassjhund, men eisini hann
skuldi vera starvsmaður.
Kortini varð lagt afturat,
at søkti tænastumaður starv-
ið, kundi hann halda fram
sum tænastumaður.
Í tí førinum endaði tað við,
at ein tænastumaður fekk
starvið.
- Men hevði tað enda við,
at ein starvsmaður varð sett-
ur, hevði tað ført við sær, at
førarin hjá hassjhundinum
kundi farið í verkfall og so
var tað eftirlitið við innflutn-
inginum av narkotika, eisini
fokið.
Fríur innflutningur
av narkotika
Formaðurin
í
Tænastu-
mannafelag Føroya sigur,
at heldur hendan gongdin
fram, verður tað um nøkur
ár, at allir tollararnir eru
starvsmenn og so kann toll-
eftirlitið verða lagt lamið
av verkfalli.
- Tað merkir, at so liggur
alt landið púra nakið og víð-
opið fyri innflutningi av nar-
kotika og øllum møguligum
øðrum hugsandi og óhugs-
andi smugglaravørum.
Hann skilir ikki almenna
politikkin á hesum øki.
Hann heldur ikki, at mynd-
ugleikarnir kunnu vera so
illa at sær komnir, at teir
dúva upp á, at onkur annar
starvsbólkur skal átaka sær
arbeiðið hjá tollarunum,
skuldi tað hent at teir fara í
verkfall.
- Tað haldi eg er óhugs-
andi, tí tað hevur altíð verið
eitt prinsipp, at ein starvs-
bólkur
átekur
sær
ikki
arbeiði, sum er rakt av verk-
falli hjá einum øðrum starvs-
bólki, tí at bróta eitt verkfall
er ímóti innastu prinsipp-
unum í fakfelagsrørsluni.
Óhugsandi
Meinhard Gaardlykke hev-
ur ikki so nógvar viðmerk-
ingar til, at endamálið at
sleppa av við tann starvs-
bólkin, sum eitur tænastu-
menn.
- Men prísurin er, at so
kunnu starvsbólkarnir fara
í verkfall og leggja samfel-
agið lamið
Og hann heldur kortini, at
tað eru ávísir bólkar í sam-
felagnum, sum eru í eini so
serligari støðu, at teir eiga at
vera tænastumenn.
Ein av hesum bólkum eru
tollararnir, tí hann heldur,
at tað átti at verið óhugsandi,
at tolleftirlitið verður lagt
lamið í ein um verkfalli.
Hann spyr um nakar
kundi hugsa sær, at løgregl-
an fór í verkfall. Hann spyr
eisini um nakar kundi hugsa
sær at lent við flúgvara á
flogvøllinum í Kastrup,
men at ongir tollarar vóru tí
teir vóru í verkfalli.
Meinhard Gaardlykke sig-
ur, at Felag Tænastumanna
Landsins fer nú at gera
myndugleikarnar
varugar
við teirra sjónarmið og at
teir stúra fyri gongdini.
- Tað stendur í Tænastu-
mannalógini, at teir skulu
verja landsins virði og
orsøkin til, at vit hava havt
tænastumenn, er, at hóast
alt annað í landinum liggur
lamið í verkfalli, er tað altíð
eitt minstamát av tænastum
í samfelagnum, sum kortini
skulu virka fyri at alt ikki
skal fara fyri skeyti.
- Og at gera tollarar til
starvsmenn, er ein tanki,
sum er okkum ógvuliga
fjarur, leggur hann afturat.
Vit hava í fleiri dagar roynt
at fáa eina viðmerking frá
leiðsluni á Tolli & Skatti,
men tað hevur ikki borið til
Fríur innflutningur
av narkotika til Føroya
Ein maður, sum
er skuldsettur fyri
at hava verið eftir
einu konu í Timb-
urhandlinum við øks,
er nú leyslatin. Hann
er eisini skuldsettur
fyri fleiri innbrot og
onnur lógarbrot
lógarbrot
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein maður, sum er skuld-
settur fyri at hava verið eft-
ir eini konu við øks uppi í
Timburhandlinum
eina
náttina nakað fyri jól, er nú
latin leysur.
Hann hevur sitið í varð-
haldi í fleiri vikur, men varð
latin leysur í fyrradagin.
Men tað merkir ikki, at
hann er sloppin, tí nú verð-
ur bíðað eftir, at eitt ákæru-
rit kann skrivast og so verð-
ur hann stendur fyri rættin.
Hann er ikki skuldsettur
fyri drápsroynd ella nakað
líknandi, men fyri at hava
hótt konuna við øks eftir at
hon kom fram á hann eina
náttina, hann hevði brotið
inn í timburhandlinum.
Men hetta er verri enn so
einasta lógarbrot, hann er
skuldsettur fyri, tí sambært
løgregluni hevur hann nógv
upp á samvitskuna.
- Tilsamans er hann
skuldsettur fyri 10 innbrot
í Havnini og aðrastaðni,
sigur Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini
hjá løgregluni.
Talan er fyri tað mesta
um innbrot í kioskir sein-
astu mánaðirnar og onkun-
tíð lógu innbrotini dag um
dag.
Tað mesta, hann er skuld-
settur fyri at hava stolið, eru
sigarettir og peningur, men
talan er ikki um tær stóru
upphæddirnar. Í tí eina førin-
um fekk hann 1500 krónur
við sær og tað er ein tann
størsti stuldurin. Sigarettir-
nar hava heldur ikki verið
tær nógvu í tali, nakrar kar-
tengur, ella nakrir pakkar. Í
tí eina førinum fekk hann
eisini 10 talutíðarkort við
sær.
Í summum førum var
hann ikki einsamallur um
innbrotini.
Umframt hesi innbrotini,
er maðurin eisini skuldsett-
ur fyri at hava brotið inn í
eina goymslu við dynamitti
í summar, har hann stjól 25
kilo av dynamitti, sum
hann goymdi uppi í Hoy-
dølum.
Hevur nógv upp á samvitskuna
Nú fer tað eisini at bera til hjá tollarum at fara í verkfall og so fer alt landið at liggja púra opið
fyri ólógligum innflutningi av narkotika og øllum øðrum smugglaravørum, sigur formaðurin
Meinhard Gaardlykke, formaður í Tænastumannafelagnum