hósdagur 10. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 7 - 10. januar 2008
Men samstundis
eru vit vorðin meiri
mentað í okkara
drykkjuvanum skilt
á tann hátt, at meðan
inntøkan av víni og
øli veksur, so minkar
sølan av brennivíni.
Tað vísa hagtøl
hjá Rúsdrekasølu
Landsins
RÚSDREKKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað skerst ikki burtur. Før
oyingum dáma sær alsamt
betur at fáa sær ein upp í
nevið. Sølan hjá Rúsdrekka
sølu Landsins talar sítt
týðiliga mál í so máta.
Men tað eru kortini tend
ensir í rúsdrekkavanunum
hjá føroyingum, sum eru at
fegnast um. Tað metir í
hvussu er stjórin á Rús
drekkasøluni, Elsa Maria
Holm Olsen.
– Tað hevur verið ein
klokkuklárur
tendensur
seinastu árini, at føroyingar
drekka meiri og meiri av øli
og víni, meðan sølan av
sterkaru sløgunum spaku
liga minkar, sigur Elsa
Maria Olsen
Verður hugt eftir hagtøl
unum sæst, at samlaða nýtsl
an er alsamt vaksandi, eisini
tá tað snýr seg um sterkaru
sløgini. Men í mun til vøkst
urin av víni og øli minkar
nýtslan av sterkari rús
drekka kortini.
Eitt annað, sum er vert at
leggja til merkis, er, at við í
vøkstrinum av sterkari løgi
er eitt nú RTD (Ready To
Drink), sum umfatar Bac
ardi Breezer og Smirnoff
Ice sum bæði eru blandað
framman undan. Eisini er
talan um eina beinleiðis
minking í tí sum nevnist
Vodka Shot, meðan tað er
ein vøkstur í Hedvin Shot,
sum hevur munandi minni
alkoholinnihald.
Í hesum sama bólki finst
eisini bitter og likør, sum
traditionelt
hava
heldur
lægri alkoholinnihald enn
vanligt brennivín, og sum
eisini umboðað ein vøkstur
í søluni.
Annars er tað nógv best
umtókta slagið av brennivíni
Vodka.
Sambært
Elsu
Mariu plagdi Akvavit at
vera hitt best umtókta, men
nú er tað altso Vodka.
– Og tað er eisini eitt stig
rætta vegin at fáa fólk at
drekka veikari sløg, tí Akva
vit verður traditionelt drukk
ið óblandað, meðan vodka
aloftast verður blandað, vísir
Elsa Maria Holm Olsen á.
Veikari øl
Alt hetta merkir, at hóast tal
an altso er um ein vøkstur í
søluni í bólkinum, sum
verður nevndur Spiritus,
upp á góð 6%, so stavar ein
partur av hesum vøkstri frá
størri sølu av drykkjuvørum
undir 2025alc%.
Verður síðani hugt at Víni
er støða hon, at har er talan
um vøkstur innan øll vín
sløg.Bæði tá talan er um
reyðvín, hvítvín, rosévín og
mousserandi vín er ein
vøkstur. Samlað er talan
um ein vøkstur beint oman
fyri 9%.
Reyðvín er nógv best
umtókt. Í fjør seldi Rúsan
fleiri enn 230.000 litrar av
reyðvíni, og tað er ein vøkst
ur í mun til 2006 upp á
16.000 litrar ella 7,37%
Hvítvín er somuleiðis
vaksandi og í fjør seldi
Rúsan 102.000 litrar móti
93.000 litrum í 2006, ein
vøkstur upp á 9.000 litrar,
svarandi til smá 10%.
Verður so hugt nærri at
ølinum sæst, at her er eisini
talan um ein vøkstur, og
eins og í førnum brennivín
verður drukkið meiri av tí
veikara ølinum og minni av
tí sterkara.
Vøkstur er í báðum styrk
isflokkum, men veikara
ølið veksur meiri enn tað
sterkara. Veikara ølið er
vaksið úr smáum 650.000
litrum í 2006 til 695.000
litrar í fjør, ein vøkstur upp
á 7%. Sterkara ølið er vaks
ið úr 430.000 litrum upp í
460.000 litrar.
Tað finnast tvær høvuðs
orsøkir til økta ølsalgið.
Annað er, at loyvt bleiv at
selja øl í dósum frá 1. juli í
ár, og hitt er, at vit byrjaðu
at selja specialøl í heyst.
Bæði góvu eina munandi
øking í ølsøluni, sigur Elsa
Maria Holm Olsen.
Liggja væl
Stjórin á Rúsdrekkasølu
Landsins sigur, at tey hava
sett trý tiltøk í verk til tess
at royna at »læra« føroyingar
at drekka sunnari.
– Vit hava víðkað úrvalið
av betra víninum og minka
úrvalið av tí heilt bíliga, vit
hava sett tað betra vínið á
hillarnar í eygnahædd og
síðst, men ikki minst hava
vit lagt stóran dent á at
útbúgva okkara starvsfólk,
so tey kunnu geva eina
munadygga vegleiðing inn
an vínøkið, sigur Elsa
Maria Holm Olsen.
Við hesum tiltøkum hev
ur tað eydnast at hækka
meðalprísin pr. fløsku á 75
cl úr 68,96 í 2005 upp í
75,53 í fjør á reyðvíni, og
úr 65,88 í 2005 á hvítvíni
upp í 68,77 í fjør. Tá er
møguligur
prísvøkstur
íroknaður, men talan er
kortini um eina øking.
Alt hetta merkir, at hóast
føroyingar hava økt um inn
tøkuna av rúsandi drykkjum,
so vísir tendensurin greitt,
at vit leggja okkum alsamt
meiri eftir teimum veikaru
sløgunum.
Tað merkir so eisini, at
vit hóast økta sølu av rús
drykkjum, støðugt megna
at halda okkum undir sjey
litrar av reinum alkoholi pr.
persón yvir 15 ár um árið.
Og tað ger, at vit liggja
lægstir í øllum norðan
londum.
Verður roknað við øllum
íbúgvum liggja vit í skrá
settum alkoholi niðri á 5,2
litrum um árið. Her hevur
verið upplýst, at føroyingar
drekka 13% av óskrásettum
alkoholi um árið, men hetta
er eitt tal, sum Elsa Maria
Holm Olsen loyvir sær at
ivast í, tí heimabrygging og
smugling koma neyvan í
nánd av 13%.
Samlað ger hetta, at vit
liggja beint yvir Íslandi á
6%, meðan grannarnir fyri
norðan liggja á 5,9%. Við
merkjast skal, at hetta eru
tøl fyri 2005.
– So sæð í einum norður
lendskum ljósi stendur als
ikki so illa til við drekkaríi
í Føroyum, heldur Elsa
Maria Holm Olsen, stjóri á
Rúsdrekkasølu Landsins.
Best umtóktu sløgini
Reyðvín:
Chill Out Cabernet 3 l
Grain d’Oc Merlot 3 l
Vito Primitivo 3 l
Tabiso Shiraz 3 l
Santa Cabas Cabernet
Sauv. 0,75 l
Hvítvín:
Montalto Catar/
Chardonney 3 l
Don Garcia Blanc 1 l
Chill Out Chardonnay 3 l
Fray Leon Chardonnay 1 l
Sittmann Silvaner
Spatlase 0,75l
Brennivín:
Smirnoff Vodka 0,7 l
Aalborg Taffel Akvavit
0,7 l
Commander Vodka 0,7 l
Fishman Vodka Shot 0,7 l
Smirnoff Vodka 0,35 l
Øl, veikt:
Føroya Bjór veðr
Føroya Bjór Classic
Tuborg grøn
Carlsberg pilsner
Tuborg dósir
Øl, sterkt
Føroya Bjór gull
Tuborg guld
Føroya Bjór jólabryggj
Føroya Bjór Slupp
Carlsberg sort guld dósir
Viðmerkjast skal, at søla
frá depotum hjá Førya
Bjór og Restorff eru ikki
við í hagtølunum
Alkohol inntøka pr. persón pr. ár (2005)
Skrásett
ikki skrásett tilsamans
Finland
8,2
2,3
10,5
Svøríki
5,4
3,0
8,4
Noregi
5,0
1,7
6,7
Danmark
9,3
1,8
11,1
Ísland
5,5
0,4
5,9
Føroyar
5,2
0,8
6,0
Føroyingar drekka meira
Smirnoff vodka er ovast, men
vodka í heila tikið eigur fýra
av teimum fimm fremstu
plássunum hittlistanum
Mynd: Leo Poulsen
Nú verður hann liggjandi
Skiparin á sjórænaratrolaranum Nemanskiy fekk í gjár 50.000
norskar krónur í bót fyri fleiri brot á altjóða siglingarreglur og
fyri at vera rýmdur úr norksari havn, eftir at skip hansara var
tikið. Norsku fjølmiðlarnir siga, at reiðaríið og skiparin skylda
nú norskum myndugleikum og umboðsmonnum umleið 120.000
krónur. Tað verður ikki hildið serliga sannlíkt, at pengarnir verða
goldnir, og tí verður helst Nemanskiy liggjandi í Noregi
hesaferð.
Nógvir tráðumenn
Á hvørjum ári fara fleiri túsund fólk at veiða laks í
teimum nógvu íslendsku áunum, og okkurt bendir á,
at áhugin fyri hesum veiðihátti er veksandi. Í hvussu
er hevur felagið hjá tráðumonnunum í Reykjavík
ongantíð fingið so nógvar umsóknir um veiðiloyvi
sum í ár. Freistin at søkja um at sleppa at veiða laks
í áunum í høvuðsstaðarøkinum í summar var úti í
gjár, og tá høvdu næstan 2.300 søkt. Tað er umleið
300 fleiri enn í fjør.