hósdagur 10. januar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 7 - 10. januar 2008
Í Sosialinum týs
dagin ávaraði Jan
Sørensen, leiðari á
Biofar, um gongdina
á koralløkjunum
kring Føroyar, sum
er minkað niður í
eina helvt seinastu
árini. Bjarti Thom
sen, valevni hjá Sam
bandsflokkinum,
sáddi á valfundinum
í Miðlahúsinum
mikukvøldið iva um
týdningin av hesum
koralløkjum. Hann
heldur, at metingin av
støðuni er yvirdrivin
Umhvørvi
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Ein spurningur, sum kjakast
varð um á politiska fundi
num í Miðlahúsinum miku
kvøldið, var støðan hjá
koralløkjunum undir Føroy
um, sum eru minkað niður í
eina helvt seinastu árini
sambært leiðaranum á Hav
lívfrøðiligu Royndarstøðini
(Biofar), Jan Sørensen, sum
gjørdi vart við gongdina í
eini grein í Sosialinum í vik
uni.
Eg haldi, at handan
greinin í Sosialinum hevur
villleitt bæði orðstýraran og
meginpartin av panelinum
her.
So bergsøgin var Bjartin
Thomsen, valevni hjá Sam
bandsflokkinum, í spurning
inum um friðing av korall
rivum undir Føroyum. Bjar
ti Thomsen starvast til dag
ligt á Fiskirannsóknarstov
uni, har hann granskar í
fiskireiðskapi.
Greinin, sum Bjarti sipar
til, stóð í Sosialinum týsdag
in 8. januar. Í henni ávarar
Jan Sørensen um gongdina
seinastu árini. Hann skýrir
oyðingina av korallrivunum
fyri størstu náttúruoyðing í
føroyskari søgu.
Hetta er spískamarið
hjá fiskinum. Hvørvur spís
kamarið, so er eisini vandi
fyri, at fiskurin hvørvur,
segði Jan Sørensen m.a. í
Sosialinum fyrr í vikuni.
Boðskapurin í greinini
var, at spísikamarið hjá
fiskinum hvørvur, so hvørt
sum korallrivini hvørva
orsakað av botntroling, men
hesum er Bjarti Thomsen
als ikki samdur við.
Um vit taka yvirskriftina
fyrst um at spískamarið hjá
fiskinum hvørvur, so passar
tað ikki. Meginparturin var
fiskinum undir Føroyum,
toskur, hýsa og upsi, ferðast
ikki í hesum økjum at fáa
sær føði. Tann vigtigasta
føðin har er hjá hvítings
bróðri, svartkjafti og nebba
sild, segði Bjarti Thomsen.
Koralløkini avmark
aðan týdning
Síðani bleiv Bjarti Thomsen
spurdur, um korallirnar ong
an týdning hava fyri øko
skipanina sum heild.
Jú tær hava týdning,
men man kann ikki eingong
siga, at yngul hjá fiski livur
upp har, tí tað veit man held
ur ikki. So hatta er nógv for
nógv yvirdrivið, var niður
støðan hjá Bjarta Thomsen
um greinina í Sosialinum,
har Jan Sørensen ávaraði
um gongdina á korallrivun
um. Bjarti Thomsen sáddi
eisini iva um serfrøðina hjá
leiðaranum av Biofar.
Vit hava serfrøði aðra
staðni, sum hevur havt játt
an til at kanna korallir tey
seinastu fimmseks árini,
so okkurt verður gjørt á hes
um økinum, segði Bjarti
Thomsen, sum ákærdi Bio
far fyri at hava slættað stór
øki fyri at fáa uppí eina
spann av korallum til kann
ingar, og at her haltaði við
hugburðinum.
Man blæsur nakað upp,
sum man heldur vera vigt
igt, men eg haldi ikki, at
hetta er serliga vigtigt.
Meginparturin av fiski
skapinum fyrigongur grynri
enn har sum korallirnar eru
teknaðar, og har er botnurin
slættuður, so at hann er sum
ein stór fløta. Hevði eg havt
ein lívfrøðing, so hevði eg
ikki sett hann at kanna
korallir, men heldur sett
hann til at kanna, hvussu
vit kunnu leggja út kunstig
riv fyri at fáa eitt sindur av
ójavna í botnin soleiðis at
produktiónin
í
sjónum
økist, har trolingin gongur
fyri seg. Talan er ikki um
kunstigar korallir, men um
strukturar í sjónum, har
fiskurin kann svimja út og
inn, segði Bjarti Thomsen.
Jan Sørensen
svarar aftur
Tað er eftir øllum at døma
ósemja millum fólk, ið
arbeiða á hesum økinum í
Føroyum. Í dagsins blað
svarar Jan Sørensen aftur í
lesarabrævi.
Umframt at spyrja Bjarta
Thomsen fleiri beinleiðis
spurningar
viðvíkjandi
koralløkjum sigur Jan Sør
ensen, at koralløkini eru
fjølbroyttastu búøki (habi
tat), sum hann veit um í før
oyskum øki bæði á landi á
sjógvi. Av hesi orsøk metir
Jan Sørensen, at korallleið
irnar áttu at staðið ovast á
listanum yvir varðveitingar
verd øki, tá vit tosa um at
varðveita einar fjølbroyttar
Føroyar. Lesarabrævið hjá
Jan Sørensen stendur at
lesa á síðu 47 í dagsins So
siali.
Umhvørvið ovast
á breddan
Tað er lítil ivi um, at
umhvørvisspurningurin fer
at fylla munandi meira í
komandi samgonguskjali,
enn hann hevur gjørt seinas
tu árini.
Tað skal eingin ivi vera
um, at vit fara at raðfesta
umhvørvið høgt. Hetta vóru
tey flestu valevnini á fund
inum, sum varð sendur bein
leiðis á Rás, samd um.
Bjørt Samuelsen úr Tjóð
veldi hevði tað mest koll
veltandi uppskotið, tá hugs
að verður um umsitingarliga
økið. Hon skeyt upp, at Før
oyar seta á stovn eitt
umhvørvisráð burturav. Het
ta bæði fyri at signalera, at
Føroyar taka umhvørvið
seriøst og fyri at stuðla polit
isku skipanini í hava eitt
haldgott grundarlag at bygg
ja sínar avgerðir á.
Hesum var Heðin Zach
ariasen tó ikki samdur í.
Hann vísti á, at stovnsetanin
av einum nýggjum ráði ikki
var ein trygd fyri, at
umhvørvisspurningurin fór
at vera raðfestur hægri.
Bjarti Thomsen, valevni Sambandsfloksins, sáddi iva um týdningin av korallrivunum sum tað stóra spískamarið í føroyskum sjógvi
Mynd: Álvur Haraldsen
Fitt av fólki varð komið saman í Miðlahúsinum til fundin
Mynd: Álvur Haraldsen
9
Ivi sáddur um týdningin av korallum