hósdagur 10. januar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 7 - 10. januar 2008
- Tað besta kontrollið er at
lata vera við at játta pening
til føroyska list og mentan.
Og alt bendir á, at føroyskir
politikarar als ikki ynskja
at skapa karmar fyri frælsari
list.
Tað sigur Arnbjørn Ólavs-
son Dalsgarð, formaður í
Rithøvundafelag
Føroya.
Spurdur, hvussu hann vil
lýsa føroyskan mentanar-
politikk anno 2007, sigur
hann seg ikki kunna lýsa
ein politikk, sum ikki er til.
- Vit hava jú ongan orð-
aðan føroyskan mentanar-
politikk í Føroyum, og við
støði í teimum láturligu upp-
hæddum, sum verða settar
av til føroysk listafólk, er
tað eftirhondini trupult at
koma til aðra niðurstøðu
enn hana, at politiski mynd-
ugleikin í Føroyum ikki
ynskir eitt virkið mentanar-
lív, sigur formaðurin í Rit-
høvundafelagnum.
Arnbjørn Ólavsson Dals-
garð heldur, at føroyskir
politikarar eftir øllum at
døma eru ræddir fyri tí fríu
listini, sum í síni náttúru er
avbjóðandi og flytur mørk.
Og besti hátturin at hava
tamarhald á listini er at lata
vera við at játta neyðuga
peningin.
- Tær útsagnir, sum áður
eru komnar frá føroyskum
politikarum um t.d. sjón-
leikin Ginusøgur, avdúka,
hvør hugburður ræður mill-
um fleiri føroyskar politik-
arar. Eitt nú hjá táverandi
tingliminum Jógvani á Lakj-
uni, sum í dag er menta-
málaráðharri.
At
hann
skuldi gerast mentamálaráð-
harri eftir slíkar útsagnir, er
heilt ótrúligt, sigur formað-
urin í Rithøvundafelagnum.
List sum vinna
Arnbjørn metir, at umstøð-
urnar fyri føroysk listafólk
framvegis eru út av lagi
vánaligar. Játtanirnar hækka
ikki. Og tey álit um før-
oyskan
mentunarpolitikk,
sum eru skrivað, verða ikki
førd út í lívið. Samanumtikið
er mentan sambært Arnbirni
framvegis eitt forfjónað
leysingabarn
í
politisku
skipanini og er eisini rætti-
liga ósjónlig í valskráunum
hjá flokkunum nú upp undir
valið.
Arnbjørn peikar á Ísland
sum dømi um, hvussu íløg-
ur í list og mentan kunnu
gerast stórar útflutnings-
vinnur og geva stórt fíggjar-
ligt avkast. Vegurin fram er
sambært Arnbirni ein mið-
vísur
og
langsiktaður
ekspansivur mentunarpoli-
tikkur, har vit tora at satsa
fíggjarliga.
- Men tað hevur eingin
politikari í Føroyum hug-
flog til at hugsa, metir Arn-
bjørn.
Fremsta ynskið hjá for-
manninum í Rithøvunda-
felagnum fyri eina nýggja
samgongu er, at játtanin til
Mentunargrunn
Landsins
verður hækkað. Ein játtan,
sum í dag er á 5,6 milliónir
krónur.
- Álitið frá 2002 mælir til
at veita Mentunargrunninum
tíggju milliónir, og hetta
eigur ein komandi sam-
gongu at seta sær sum mál.
Tað eru altso ikki nógvir
pengar samanborið við allar
tær íløgur, sum annars
verða gjørdar, sigur formað-
urin í Rithøvundafelagnum
at enda.
HíS
- Vit síggja alskyns góð
initiativ frá okkara listafólki,
men ongan respons frá
politiska myndugleikanum.
Vit mangla framvegis at
taka
eitt
grundleggjandi
kjak um, hvat vit vilja við
føroyskari mentan, hvønn
leiklut hon yvirhøvur skal
hava, og hvørt hon skal stuðl-
ast frá almennari síðu ella
ikki.
Sum formaður í Mentunar-
grunni Landsins hevur Rói
Patursson hvørt ár ábyrgdina
av at umbýta tær 5,6 milli-
ónir krónurnar til føroysk
listafólk, sum Mentunar-
grunnurin fær játtað á
fíggjarlógini árliga. Grunn-
urin er sambært Róa eitt
fantastiskt framstig, men
hann er skjótur at undir-
strika, at við núverandi játt-
an megnar grunnurin als
ikki at nøkta “tann kvali-
fiseraða
eftirspurningin”,
sum hann málber seg.
- Játtanin skal í øllum før-
um tvífaldast, áðrenn vit
kunnu nøkta tørvin hjá teim-
um kvalifiseraðu listafólk-
unum, sum søkja um pen-
ingaligan stuðul. Um vit so
taka allar aðrar umsøkjarar
eisini, sum enn ikki hava
etablerað seg, gerst játtanin
alt ov lítil, sigur Rói Paturs-
son.
Um
vit
framhaldandi
ynskja føroyska leiklist,
føroysk tónlist og føroyskar
bókmentir, so krevur tað
sambært Róa, at vit her og
nú taka eitt grundleggjandi
kjak um, hvat vit í roynd og
veru vilja við føroyskari
mentan. Eitt kjak, sum sam-
bært formanninum í Ment-
unargrunninum
ongantíð
hevur fingið gjøgnumbrot í
politiska rúminum.
- Summi halda, at mentan
als ikki skal stuðlast, og at
vit als ikki skulu hava ein
virknan almennan mentunar-
politikk. Fair nokk. Men lat
okkum so fáa staðfest, at
hetta er politiski viljin. Lat
okkum um ikki annað fáa
eitt breitt politiskt kjak um,
hvat vit vilja við føroyskari
mentan, um hon skal stuðl-
ast alment, og um mentan
yvirhøvur er ein politisk
ábyrgd. Tí tað tykist eftir-
hondini ikki so sjálvsagt, at
politikarar halda seg hava
ábyrgdina av einum góðum
listarligum
umhvørvi.
Í
stóran mun rúmar føroyskur
politikkur framvegis ikki
hugtakinum “mentan”, sig-
ur Rói Patursson.
Veiðusamfelagið
Rói heldur, at føroyskur polit-
ikkur søguliga hevur snúð
seg um fisk og samferðslu.
Og at okkara politikarar fram-
vegis ikki hava umstillað seg
til eitt nýtt samfelag og eina
nýggja samtíð, sum krevur,
at vit eisini fara at raðfesta
onnur øki.
- Føroyskir politikarar
tykjast partvís liva við ein-
um farnum samfelagi í
mønini, sum ikki setir prís
á tey mentanarligu, listar-
ligu og estetisku virðini,
sigur formaðurin í Ment-
unargrunninum. Hann fegn-
ast um tey álit, sum eru
gjørd, men harmast um, at
tað veruliga kjakið og
avgerðirnar ikki koma.
- Vit síggja nøkur upplop
av og á, men so doyr kjakið
aftur, og føroyskt mentunar-
lív má framhaldandi finna
seg í at virka undir alt ov
vánaligum umstøðum. Vón-
andi fer komandi samgonga
at leggja á annan bógv, end-
ar Rói Patursson.
HíS
Mentan
Heini í Skorini og
Anna V. Ellingsgaard
heini@sosialurin.fo
anna@sosialurin.fo
Tey eru ónøgd. Og tey eru
vónbrotin. Rói Patursson,
formaður í Mentunargrunni
Landsins, Arnbjørn Ólavs-
son Dalsgarð, formaður í
Rithøvundafelagnum,
Jenny Petersen, forkvinna á
Tjóðpalli Føroya, og Carl
Johan Jensen, rithøvundur
og limur í umboðsráðnum í
Listafólkasambandi Føroya
(LISA).
Og kanónin verður vend
ímóti føroyskum politikar-
um, sum sambært teimum
fýra hava slept føroyskum
listafólki upp á fjall. Fyri
summi er talan um líkasælu.
Fyri onnur um ein tilvitaðan
politikk.
Tilvitað kúgan
Fyrst og fremst eru tey fýra
samd um, at alt ov lítið av
peningi
verður
játtaður.
Mentunargrunnurin fær 5,6
milliónir á fíggjarlógini
árliga, og Tjóðpallurin fær
3,2 milliónir. Rói Patursson
sigur, at játtanin til Mentun-
argrunnin minst skal tví-
faldast, um hann bert skal
megna at nøkta eftirspurn-
ingin hjá “teimum kvali-
fiseraðu umsøkjarunum”,
sum hann málber seg. Tað
eru tey listafólkini, sum eru
etablerað og hava staðfest
sítt virði. Jenny Petersen á
Tjóðpallinum sigur, at hon
brýtur lógina fyri Tjóðpallin
hvønn tann einasta dag, tí
hon við síni játtan als ikki
megnar at liva upp til krøv-
ini í lógini.
Formaðurin í Rithøvunda-
felagnum, Arnbjørn Ólavs-
Fýra fólk, sum vara av føroyskari mentan, hava fingið
nóg mikið. Og hvør í sínum lagi eru tey samd um, at
føroyskir politikarar tilvitað ella ótilvitað týna tað
listarliga umhvørvið í Føroyum. Fyri onkran er orsøkin
politisk líkasæla. Fyri onkran annan er talan um ein
tilvitaðan politikk, hvørs endamál er at halda listarliga
umhvørvinum í Føroyum niðri. Nú rópa tey varskó
NEYÐA
Listafólkini
stríðast – men
politikararnir sova
Ræðslan fyri
frælsari list