hósdagur 10. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2008
11
tíðindi
- Uha, so má eg skunda
mær, tí hann plagar ikki at
varða serliga leingi, sigur
Jenny C. Petersen speisk-
liga, tá hon verður biðin um
at siga sína hugsan um før-
oyskan mentanarpolitikk.
- Mentanarpolitikkurin í
Føroyum plagar at varða í
nakrar dagar 4. hvørt ár upp
undir val. So er hann
gloymdur aftur, sigur Jenny,
meðan hon roynir at bøta
enn ein leka inni á Tjóðpalli
Føroya, sum er orsøk til, at
ein frumframførsla má útset-
ast enn einaferð.
Himmalrópandi
inkompetansa
- Eg eri farin at halda, at
vantandi mentanarpolitikk-
urin er úrslit av, at føroyskir
politikarar ikki megna at
hugsa um menniskja sum
eina heild. Ofta tykist tað
sum politisku loysninar eru
eitt slag av eykalutum, sum
skulu bøta um okkum petti
fyri petti, sigur Jenny.
Hon minnir á, at eitt fjøl-
broytt mentanarlív hevur
eina grundleggjandi ávirkan
á, um menniskju trívast í
einum landi ella ikki.
- Tí má tað vera útrykk
fyri eina himmalrópandi
politiska inkompetansu, tá
mentanarliga
virksemið
javnt og samt verður skert,
heldur Jenny
Tað ringasta við stutt-
skygda mentanarpolitikkin-
um er, at listafólk mestsum
verða spæld út móti hvørj-
um øðrum, heldur hon.
- Eg veit ikki, um tað er
ein tilvitaður máti at halda
listafólkum niðri uppá. Men
tað ger tað í øllum førum
ikki lættari hjá okkum, at
standa saman, tá við ár um
ár skulu berjast um somu
fáu krónur, sigur Jenny.
Bláoygt bjartskygni
- Ikki tí, politikararnir vilja
fegnir hava føroysk listafólk
at framføra fyri eitt nú
útlendskum
gestum.
Tá
verða okkara listafólk tikin
úr skápinum og støvað av
fyri síðani at verða pakkað
niður aftur, tá gestirnir eru
farnir, sigur Jenny, sum ofta
kennir seg hugstoytta av
vantandi politisku virðingi
fyri føroyskum listafólkum.
- Eg vil helst ikki enda
sum ein beisk gomul kona,
sum møtir sær sjálvar í hurð-
ini á veg út. Hinvegin eri eg
bangin fyri, at mítt bjart-
skygni viðvíkjandi umstøð-
unum hjá Tjóðpallinum hev-
ur verið í so bláoygt, sigur
Jenny, sum kortini skjýtur
upp, at nakað av grótinum
frá mongu tunlunum verður
brúkt at byggja ein Tjóð-
pall.
- So ímeðan vit bíða eftir
onkrum at húsast i, eru allir
politikararnir annars væl-
komnir oman á Gamla
Meiaríið at síggja umstøð-
urnar her, sigur Jenny C.
Petersen við einum brosi.
ave
son Dalsgarð, metir, at før-
oyskir politikarar als ikki
hava áhuga í eini frælsari
list í Føroyum.
- Tað besta kontrollið er
at lata vera við at játta tann
neyðuga peningin. Vit hava
áður sæð, t.d. í sambandi
við sjónleikin Ginusøgur,
hvør hugburður valdar mill-
um føroyskar politikarar.
Og eftirhondini er trupult at
koma til aðra niðurstøðu
enn hana, at føroyskir
politikarar eru ræddir fyri tí
fríu listini, sum í síni
náttúru er avbjóðandi og
flytur mørk. Teir ynskja
ikki eitt virkið mentunarlív,
sigur formaðurin í Rithøv-
undafelagnum.
Jenny á Tjóðpallinum sig-
ur, at við avmarkaðu upp-
hæddunum megnar politiski
myndugleikin at spæla lista-
fólkini upp ímóti hvørjum
øðrum.
- Tá peningurin er so lítil,
roynir hvør at sæta sær sum
frægast, og so kemur skjótt
split í. Á hendan hátt halda
politikararnir øllum niðri.
Heldur hetta fram, fer tað
listarliga umhvørvið at líkj-
ast eini oyðimørk, sigur
Jenny Petersen.
Eingin politikkur
Carl Johan Jensen, rithøv-
undur og virkin í LISA,
peikar á himmalrópandi
líkasælu.
- Politikkurin er, at tað
ikki skal vera nakar poli-
tikkur. Vit hava jú ongan
orðaðan mentunarpolitikk í
Føroyum, og tí liggur øll
ábyrgdin og alt virksemi
hjá teimum einstaklingum,
sum
hóast
umstøðurnar
royna at virka sum listafólk,
meðan politiski myndug-
leikin liggur í fasta svøvni,
sigur Carl Johan.
Og Rói Patursson saknar
eitt grundleggjandi kjak
um, hvat vit í roynd og veru
vilja við føroyskari list og
mentan.
- Vit síggja alskyns góð
initiativ frá okkara lista-
fólki, men ongan respons
frá politiska myndugleikan-
um. Okkum vantar eitt polit-
iskt kjak um, hvørt vit yvir-
høvur
skulu
hava
ein
almennan føroyskan ment-
unarpolitikk. Tí eftirhondini
tykist tað ikki so sjálvsagt,
at politikarar halda seg hava
ábyrgdina av einum góðum
listarligum umhvørvi, metir
formaðurin í Mentunar-
grunninum.
Lesið niðanfyri neyðarróp-
ini frá fýra føroyingum,
sum vara av føroyskari
mentan, og sum uppliva, at
teirra starvsøki framvegis
er eitt forfjónað leysinga-
barn í føroyskum politikki.
Uttast frá vinstru síggjast Rói Patursson, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Jenny
Petersen og Carl Johan Jensen, sum øll vara av føroyskari list og mentan. Øll
eru tey samd um, at teirra starvsøki framvegis er eitt forfjónað leysingabarn í
føroyskum politikki. Sambært teimum fýra er høvuðstrupulleikin, at politiski
myndugleikin partvís er líkasælur og partvís førir ein tilvitaðan politikk, sum
hevur til endamáls at forða fyri einum frælsum listarligum umhvørvi í Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
Støvað av til
serlig høvi
ARRÓP!
- Hvønn mentanarpolitikk?
Carl Jóhan Jensen hyggur
spyrjandi, tá hann verður
spurdur, hvat hann heldur
um føroyska mentanarpoli-
tikkin seinnu árini. Sambært
honum hava vit als ongan
mentanarpolitikk havt í hes-
um landinum øgiliga leingi,
og tað er í grundini ikki so
løgi.
Fyri at kunna reka ein
mentanarpolitikk, mást tú
hava eina meining um ment-
an, og tað hava føroyskir
politikarar ikki. At taka
støðu til mentan elvir ofta
til stríð, og tí halda føroyskir
politikarar seg langt burtur
frá tí kjakinum. Sitandi
mentamálaráðharri
hevur
jú eisini útmerkað seg sum
ein, ið skíggjar ósemjur av
øllum slag, minnir Carl
Jóhan Jensen á
G! og Listastevna?
– koyr á bøin
Avleiðingar av mentanarliga
hugsjónarloysinum síggja
og hoyra vit í orðsins sanna
týdningi hvønn dag. Tað er
ein av orsøkunum til, at
Kringvarpið lítið og onki
hevur at bjóða hyggjarum
og lurtarum. Ongin veit
hví, stovnarnir skuldu leggj-
ast saman, og enn minni
hvussu tað skuldi bøta um
innihaldið. Sum so ofta í
føroyskum politikki, bíða
vit her nú bara eftir eini
veruligari gølu, sum møgu-
liga fær onkran politikara at
rakna við, sær Carl Jóhan
fyri sær.
Eitt er, at okkara politik-
arar ikki megna at orða ein
miðvísan mentanarpolitikk.
Verri er tað, at teir heldur
ikki duga at virða listarliga
dygd, tá teir beinleiðis fáa
hana borðreidda, heldur
Carl Jóhan
- Hví spyr ongin, hvar
Listastevnan bleiv av? Har
stóð tað politikararnum í
boði at bjarga einum av
størstu mentanarligu fram-
brotunum í nýggjari tíð,
men teir valdu at yppa øksl.
Sjálvt um hon langt síðani
hevði prógvað sína dygd,
hoyrdu vit bara dunið av
eini larmandi politiskari
líkasælu, tá stevnan fór av
knóranum,
sigur
Carl
Johan, sum stúrir fyri, at G!
nú fær somu lagnu.
Dygdin svíður
Carl Jóhan er eisini farin at
óttast fyri, at vantandi polit-
iski áhugin fyri listafólkum
fer at skaða listarligu dygd-
ina sum frá líður.
- Nógv føroysk listafólk
seta sær høg mál, ongin ivi
um tað. Hinvegin má tað
fáa avleiðingar, at eitt lista-
fólk allatíðina má átaka sær
annað arbeiði fyri yvirhøvur
at kunna liva, sigur Carl
Jóhan, sum undrar seg yvir,
at ongin politikari roynir at
skora sær nakrar atkvøður
uppá at tryggja listafólkum
sømiligar umstøður.
- Vit kundu byrja við at
givið eini 20 listafólkum,
sum longu hava prógvað
eina ávísa dygd, minstuløn
í eitt áramál. Tað hevði
kostað eina tvær til tríggjar
milliónir, so tað átti at
kunna latið seg gjørt, sigur
Carl Jóhan, og vísir á, at
slíkar skipanir longi hava
veri í eini fastari legu í bæði
Íslandi og Norra.
- Tað ger onki, um før-
oyskir politikarar ikki hava
megnað at fingið hugskotið
sjálvir – teir kunu bara lána
tað frá øðrum, sum teir eru
vanir, skjýtur Carl Jóhan
Jensen upp.
ave
Skelkandi
líkasæla
9