Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 7 - 10. januar 2008 Dávur Reinert Hansen, tekniskur stjóri í P/F Skála­ fjarðartunlinum, sig­ur, at meðan felag­ið bíðar eftir landsstýrinum, »kostar« hetta 15.000 krónur um tíman, 2.5 miljónir krónur um vikuna, 10,8 miljónir krónur um mánaðin – og­ 130 miljónir krónur um árið. ­ Ein seinking­ upp á 10 mánaðir, svarar soleiðis til eitt samfelag­stap upp á 108 miljónir krónur, sig­ur hann Skálafjarðar- tunnil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á valfundinum í Runavík mánakvøldið greiddi Dávur Reinert Hansen, tekniskur stjóri í P/F Skálafjarðar­ tunlinum, frá verkætlanini í framløgu, sum hann kallaði »Ætlan og status«. Hann vísti á, at hóast neyðugt var at sløkkja ljós­ ini í Ítróttarhøllini undir framløguni, so vissaði hann kortini um, at einki dult liggur aftanfyri hesa stóru verkætlan. ­ Men framløgan sæst betri á talvuni í myrkri, segði hann skemtandi. Hava arbeitt Dávur segði, at hóast lítið hevur verið at hoyrt um verkætlanina í seinastuni, hevur nevndin kortini roynt at arbeitt. Hann byrjaði framløguna við at vísa á ferðamøguleikar í gomlum døgum, og uppi á talvuni sóu vit mynd av skjútsbáti við manning, sum brúktur varð at flyta fólk við millum firðir og sund. ­ Vit vita um nógvar vandaferðir, har bátar eru burturgingnir, men á flestu ferðum gekk væl. Seinnu fingu vit vegir, tunlar og brúgv. Soleiðis fekk Eystur­ oyggin eisini fast samband við Streymoynna, og tá minkaði køin við Tofta­ gjógv. Nú verður so hugsað um at byggja ein heitan og góðan tunnil millum Skála­ fjørðin og Streymoynna, sum hann tók til. Dávur segði, at tað, sum P/F Skálatunnilin hevur søkt um, er at sleppa at skapa eitt fast beinleiðis samband millum armarnar á Skálafjørðinum og Tórs­ havn – eitt samband, ið er samskipað við ferðsluætlan­ inar hjá landinum, har javn­ vág er millum samfelags­ áhugamál og handilslig áhugamál hjá felagnum. Hann greiddi síðan neyvt frá gongdini, síðan nakrir einstaklingar á heyst í ár 2002 tóku seg saman í ein bólk, til umsóknin um loyvi at byggja tunnilin varð handað Føroya landsstýri 18. januar í 2007 – ella fyri út við einum ári síðan. Annars hevur gongdin í málinum verið hendan: • Í februar 2003 skipaði bólkurin fyri fram­ løgu av verkætlanini, har politikarar og myndugleikar vóru við. Stórur áhugi var fyri hesi framløgu • Í september 2005 var frágreiðingin um verk­ ætlanina liðug. Kommun­ urnar við Skálafjørðin vildu stovna partafelag, men sluppu ikki • Í februar 2006 stovnaðu Kaupthing og Lív P/F Skálafjarðartunnilin • Hin 30. apríl 2007 samtykti løgtingið eitt upp­ skot til samtyktar Dávur vísti eisini á, hvat stendur í uppskotinum, sum løgtingið hevur samtykt: »Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fer undir sam­ ráðingar við privat felag um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suður­ streymoy og fast samband um Skálafjørðin og sam­ svarandi hesum leggur fram løgtingslógaruppskot, sum neyvari ásetir treytirnar«. Hóast Eik, sum nú eigur Kaupthing og Lív, eiga hvør síni 50% av partapeningin­ um í P/F Skálafjarðartunlin­ um, eru tað kortini komm­ Føroyar ikki ráð at bíða við Gilli Trónd, býarfrøðingur og geografur og Dávur Reinert Hansen, tekniskur stjóri í P/F Skálafjarðartunlinum, høvdu áhugaverdar framløgur á valfundi í Runavík mánakvøldið. Báðir vóru teir samdir um, at ætlanin við Skálafjarðartunlinum er skilagóð og eigur at fremjast sum skjótast Mynd: Vilmund Jacobsen Mingoville til føroysk skúlabørn Nú sleppa føroysk børn at brúka heimsins størstu online skipan í enskum. Gundur Mortensen og Birgir Kruse hava týtt skipan­ ina, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur keypt rættindini til at nýta. Hon rópast »Mingoville« og er tað danska E­Learning Center, ið hevur forritað virðisløntu skipanina. Nýtsluloyvið fevnir um allar føroyskar næmingar í 4. og 5. flokkunum í enskum. Átakið er liður í Undirvísingarportalinum, sum Kommunusamskipan Føroya, Føroya kommunufelag og Menta­ málaráðið menna í samstarvi við Føroya Skúlabókagrunn. Øllum skúlum stendur í boði at verða við í føroysku Mingoville­skipan. Gott ár hjá Chr. í Grótinum Árið 2007 var eitt gott ár hjá nótabátunum Chr. í Grótinum og Norðborg. Tilsamans hava bátarnir fiskað fyri einar 170 milliónir krónur og nøgdin er tilsamans eini 85.000 tons. Hesi tíðindi ber Vágaportalurin. Eyðun Rasmussen sigur tó, at oljan er ein tungur postur hjá reiðarínum. Somuleiðis gongur heldur ikki heilt so væl við byggingini av nýggju Norðborg, sum er ein risi í føroyska flotanum, ja, hetta er størsti nýgbygningur nakrantíð til føroyska fiskiflotan. Eyðun Rasmussen sigur við Vágaportalin, at seinkingar hava verið frá norðmonnum, og høvuðsmaskinan kom ikki til Kili fyrr enn í gjár, níggju vikur seinkað.