Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 7 - 10. januar 2008 unurnar við Skálafjørðin, sum eiga flestu umboðini í nevndini. Ingi Højgaard, sum er nevndarformaður, umboðar arbeiðsbólkin, Bergur í Garði umboðar partaeigar­ ar, og síðan situr Niclas Folbo, umboðandi Nes kommunu, Regin Jacobsen, umboðandi Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, eisini umboðandi Runavíkar kommunu og Malena Thomsen, umboð­ andi Sjóvar kommunu. Kristian Petersen er stjóri og Dávur Reinert Hansen er tekniskur stjóri. Grundarlagið Tekniski stjórin greiddi eis­ ini frá grundarlagnum undir tí arbeiði, sum higartil er gjørt við forkanningum, krøvum til linjuna, ferðslu­ metingum, inntøkumeting­ um og kostnaðarmetingum. Hann segði, at tað skal verða eins trygt at ferðast í Skálafjarðartunlinum sum á vegnum annars. ­ Fyri at vissa skal vera fyri, at verkætlanin kann nøkta trygdarkrøvini, eru tvinnar váðagreiningar gjørdar. Í fyrsta lagi hevur verið kannað, um tørvur er á serstakari rýmingarleið, og metingar eru gjørdar um sløg av rýmingarleiðum. Eisini eru eftirkanningar gjørdar, um nakar týðandi munur er á trygdarstøðinum í einum beinleiðis tunli og einum tunli, ið greinar seg sundur. ­ Kanningin vísti, at tunnilin sjálvur er nøktandi sum rýmingarleið. Dávur vísti á, at ymisk uppskot hava verið frammi um, hvar tunnilin skal byggjast, men í umsóknini hjá felagnum verður víst á miðalternativið. Linjan skal nøkta nógv ymisk krøv, eitt nú trygdarkrøv, ferðslukrøv, jarðfrøðisligar avmarkingar, samsvar við landsplanlegg­ ingina, og semja skal vera millum kommunurnar um tunnilsmunnarnar, eins og fyrilit skal takast fyri atkomuvegum, lendi og umhvørvi. ­ Váðagreiningin vísir, at hetta ítøkiliga uppskot nøktar trygdarkrøvini, legði hann aftrat. Metti kostnaðurin av Skálafjarðartunlinum verð­ ur millum 900 miljónir krónur og eina miljard. Henda upphædd kann gjald­ ast og forrentast yvir 25­30 ár, tá ið tunnilin ætlandi fellur aftur til landið. ­ Verkætlanin kann fremj­ ast á handilsligum grundar­ lagi og uttan pening frá tí almenna, segði Dávur Rein­ ert Hansen. Gjøld og rakstur Í framløguni nam tekniski stjórin eisini við spurningin um nýtslugjøld og rakstur. Hann segði, at metta ferðslan norður og suður gjøgnum tunnilin verður einir 4.000­4.500 bilar um samdøgnið, og ferðslan eystur og vestur, sum er millum armarnar á Skála­ fjørðinum, verður 1.400­ 2.100 bilar. ­ Hetta gevur ein umsetn­ ing upp á 90­115 miljónir krónur um árið. Dávur vísti á, at tey fyrstu árini fer P/F Skálafjarðar­ tunnilin at hava hall, men gjaldførisavlopið loyvir, at fíggjarskyldur verða hildn­ ar. ­ So hvørt, sum ferðslan veksur og lánið verður avdrigið, batnar fíggjarliga grundarlagið, og avlop verð­ ur eftir 4­5 árum. Eftir 25 árum verður tunnilin goldin, og tá fellir hann ætlandi til landið. Partapeningurin í P/F Skálafjarðartunlinum verð­ ur ætlandi millum 189 og 206 miljónur krónur, og lánsupphæddin verður mill­ um 755 og 824 miljónir krónur. Byggirenta og fígg­ ingarútreiðslur verða mill­ um 58 og 63 miljónir krón­ ur. Loyvistreytir og status Í framløguni segði Dávur, at neyðugt verður í sáttmál­ anum við landsstýrið at fast­ leggja loyvistreytirnar, sum staðfesta einkarrættin hjá felagnum. Neyðugt verður eisini at útvega neyðugar heimildir og annað, sum geva grundarlag fyri, at fel­ agið kann veita íleggjarum og lánsveitarum neyðugu karmarnar. ­ Vit kundu hugsað okk­ um, at loyvisgávan, sum hann rópti tað, verður skip­ ið í tveimum umførum. Í fyrra umfari verður staðfest, at felagið fær loyvi undir ávísum treytum, sum verða nærri ásettar. Tá hev­ ur felagið eitt trygt grund­ arlag fyri at nýta meira pening til fyrireikingar og gerð av endaligum projekt­ tilfari til myndugleikavið­ gerð og útbjóðingar. Í seinna umfari skulu endaligu treytirnar staðfest­ ast, og hetta gerst best, tá ið endaliga projekttilfari er fingið til vega. ­ Sum landið liggur í løt­ uni, hava tríggir samráðing­ arfundir verið, men Vinnu­ málaráðið og Landsverk hava einki ítøkiligt mótspæl havt. Óvist er tí, nær vit koma á mál við einum sátt­ mála, segði Dávur. Hann vísti á, at P/F Skála­ fjarðartunnilin hevði roknað við, at ein avkláring fyrilá um mánaðarskiftið august/ september 2007, og hetta var eisini fyritreytin fyri, at tíðarætlanin kundi halda. Dávur vísti á, at meðan P/F Skálafjarðartunnilin bíðar eftir landsstýrinum, »kostar« hetta 15.000 krón­ ur um tíman, 2.5 miljónir krónur um vikuna, 10,8 miljónir krónur um mánaðin – og 130 miljónir krónur um árið. ­ Ein seinking upp á 10 mánaðir, svarar til eitt sam­ felagstap upp á 108 miljón­ ur krónur, segði hann. Tekniski stjórin reisti tí spurningin, um vit hava ráð at bíða við hesi verkætlan. Skálafjarðartunlinum - Verkætlanin við Skálafjarðartunlinum kann fremjast á handilsligum grundarlagi og uttan pening frá tí almenna, segði Dávur Reinert Hansen, sum gjørdi ”status” í framløgu síni mánakvøldið Mynd: Vilmund Jacobsen So hvørt, sum ferðslan veksur og lánið verður avdrigið, fer fíggjarliga grundarlagið undir verkætlanini at batna – og geva avlop. Eftir 25 árum verður tunnilin goldin, og tá fellir hann ætlandi til landið. Eysturoyingar bíða nú spentir eftir, hvat fer at henda politiskt, og hvussu høgt Skálafjarðartunnilin verður prioriteraður, tá ið nýtt løgting er valt, og landsstýri verður skipað Mynd: Vilmund Jacobsen 9 Nevndin heldur fram Roknað varð við, at danska stjórnin fór at gera nakrar broytingar í donsku­grønlendsku sjálvstýrisnevndini, av tí at nakrir av nevndarlimunum fóru úr Fólkatinginum, tá val varð útskrivað í heyst. Men í gjár boðaði stjórnin frá, at tað verður bara ein broyting, soleiðis at Kim Andersen kemur í nevndina fyri Birthe Rønn Hornbech, sum er vorðin ráðharri. Stjórnin sigur, at nevndin hevur bara ein fund eftir, og tí er tað skeivt at broyta hana nú. Dýrur kongafiskur Íslendsk virkir, sum hava sent kongafisk á markn­ aðin í Týsklandi teir seinastu dagarnar, hava fingið óvanliga góðan prís fyri hann. Á fiskamarkn­ aðinum í Bremerhafen hevur onkur seljari fingið upp í danskar krónur fyri kilo, og tað er besti prísur nakrantíð, skriva íslendsku bløðini. Ein orsøk er, at lítil kongafiskur hevur verið á markn­ aðinum, men teir seinastu dagarnar hava íslend­ ingar sent meiri kongafisk til Týsklands at selja.