Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 7 - 10. januar 2008 Nr. 7 - 10. januar 2008 Í Íslandi hevur stjórnin sett tvær nevndir, sum skulu kanna, hvat kann gerast fyri at menna bygdasamfeløgini á Norðurlandinum og á Eysturlandinum Bygdamenning Árni Joensen arni@sosialurin.fo Eftir áheitan frá lokalpolitik­ arum hevur íslendska stjórn­ in mannað tvær serligar bygdamenningarnevndir. Uppgávan hjá teimum báð­ um nevndunum er at lata stjórnini álit og uppskot um, hvussu tað almenna kann virka við til at menna mentan, vinnulív, tænastu og flutning, og um tað ber til at flyta almenn størv úr høvuðsstaðarøkinum út á bygd. Nevndirnar vórðu skipað­ ar á stjórnarfundi í síðstu viku, og tær skulu ætlandi lata stjórnini álit innan 1. mai. Onnur nevndin skal kanna viðurskiftini í bygd­ unum har vesturi á Norður­ landinum og koma við upp­ skotum um tiltøk har. Hin nevndin skal kanna umstøð­ urnar í eystara parti av Norðurlandinum og á Eyst­ firðum, og hvat kann gerast fyri at menna bygdirnar har. Í fjør setti stjórnin eina til­ svarandi nevnd at kanna viðurskiftunum í bygdunum á Vestfirðum. Úrslitið var, at stjórnin samtykti at játta góðar 25 mió. danskar krón­ ur til ymisk tiltøk har í fjør og í ár. Grundarlagið undir av­ gerðini hjá stjórnini at kanna tørvin á bygdamenn­ ing er millum annað ein frá­ greiðing, sum lærdi háskúl­ in í Reykjavík lat stjórnini seinasta summar. Í henni stendur millum annað, at tað er rættiliga misjavnt, hvussu búskaparvøksturin í Íslandi hevur gagnað teim­ um einstøku landslutunum. Eitt nú verður víst á, at í árunum frá 1998 til 2005 minkaði framleiðslan í vest­ ara parti av Norðurlandinum 1,5 prosent um árið. Grønland í Fólkatingið Fólkatingið eigur at viðgera viðurskiftini á almannaøkinum í Grønlandi. Tað heldur tingmanningin hjá Danska Fólkaflokkinum og hevur tí sett Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra ein fyrispurning um viðurskiftini. Søren Espersen úr DF sigur, at Fólkatingið eigur at fáa eina frágreiðing um tann grønlendska almannapolitikkin.Tað er ikki greitt, nær forsætisráðharrin fer at svara, men tað verður neyvan fyrr enn í næsta mánað. Illur borgarstjóri Borgarstjórin í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, Elliði Vignisson, heldur, at summir altingsmenn tosa alt ov niðrandi um fiskimenn og tey, sum reka fiskivinnu. Hann harmast um, at summir politikarar umrøða útgerðarmenn sum greivar, ið hava fingið sínar kvotur sum gávu. Borgarstjórin í Vestmannaoyggjunum heldur, at tílíkt orðalag er meiri tyngjandi fyri eitt fiskivinnusamfelag sum Vestmannayggjarnar enn skerdar kvotur. Nevndir skulu kanna tørv á bygdamenning Blönduós er ein av bygdunum har vesturi á Norðurlandinum Savnsmynd