hósdagur 10. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 7 - 10. januar 2008
Hósdagin kom nýggi
Lómur hjá Faroe Ship
inn á Havnina úr
Íslandi
Faroe Ship hevur langtíðar
leiða tvey bingjuskip ístaðin
fyri farmaskipini Lómur og
Blikur, sum hava røkt farma
siglingina hjá felagnum
seinasta 30 árini. Hesi skip
eita eisini Blikur og Lómur.
Skipini eru leigaði við
manning,
sum
øll
er
útlendsk.
Um støddin á gomlu
Bliki
og
Lómi
varð
umroknað til 20fótsbingjur,
høvdu teir tikið um 200
bingjur,
meðan
nýggju
skipini taka næstan 700
bingjur. So hesi skip hava
meira enn tríggjar ferðir
størri kapasitet enn tey
gomlu. Umframt Ísland og
Danmark sigla skipini eisini
til Gøteborg í Svøríki,
Frederiksstad í Norra, og
Immingham í Onglandi.
Leygardagin kemur nýggi
Blikur á Havnina.
Nýggi Lómur
á Havnina
Nýggi Lómur hjá Faroe Ship kom á Havnina hósdagin. Skipið er systurskip til Blik, sum kemur á Havnina leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
RÆTTING:
Bjarki er í meirilutanum
á Sandi
Týsdagin høvdu vit
drúgva frásøgn frá bygd
arráðsfundinum heima á
Sandi kvøldið fyri, tá
samtykt varð at fara und
ir tann nýggja barna
skúlan í bygdini.
Av misgáum komu vit
at skriva, at Bjarki Henr
iksen úr meirilutanum í
bygdarráðnum atkvøddi
ÍMÓTI
skúlanum
á
Sandi. Tað gjørdi hann
ikki.
Altso: Fyri uppskotin
um vóru tær fýra atkvøð
urnar hjá meirilutanum
Páll á Reynatúgvu, Tórur
Johannessen, Lis Clem
entsen og Bjarki Henrik
sen – meðan teir tríggir í
minnilutanum Jógvan K.
Mortensen, Poul Klem
entsen og Fríði Nolsøe –
atkvøddu ímóti.
So skuldi hetta verið
fingið í rættlag.
sb.
LØGTINGSVAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í annaðkvøld verður høvi at
hitta valevnini í Rex. Allir
flokkar fáa innivist í Rex,
har teir sleppa at hitta velj
aran. Talan verður ikki um
ein vanligan valfund, har
politikarar sleppa til orð
anna, men eitt øðrvísi kvøld
har, flokkarnir kunnu gera
seg sjónligar í sínum egna
bási í Rex
Hetta er veljarans høvi
at koma í samband við val
evnini – veljarin kann seta
spurningar, siga sína hjart
ans hugsan ella bara savnast
um sín flokk. Umboð fyri
allar flokkar verða á staðn
um, og lovað verður, at
nógv verður gjørt burturúr
at prýða básarnar, siga fyri
reikararnir í tíðindaskrivi.
Umframt hetta verður sann
ur góðskutónleikur at hoyra,
meðan valcaféin fer fram.
ExShowmenninir
Kim
Hansen og Jens Marni Han
sen fara at syngja og spæla
kendan, góðan tónleik.
Hesir báðir er millum
okkara allarbestu tónleikar
ar, og hava teir hvør í sínum
lagið gjørt eina ørgrynnu
av landaplágum.
Eisini verður ein øðrvísi
og stuttlig veljarakanning
gjørd á staðnum. Nakrir
drykkir verða gjørdir til
hvønn flokk. Hvør flokkur
hevur sítt serliga slag av
drykki, og tá ið kvøldið er
av, verður kunngjørt hvør
drykkur (hvør skuldi sagt
flokkur) er best umtóktur.
Sigast skal, at onkur flokkur
fær alkoholfríar drykkir....!
Tiltakið byrjar kl. 21 og
heldur á til kl. 00.00. Aftan
á tiltakið verður dansur við
Eager To Please – bólkurin
sum spælir feitan 70’ára
rokktónleik.
Øðrvísi valcafé í Rex
fríggjakvøldið
Á valcafé’ini í Rex í annaðkvøld vera drykkir gjørdir til hvønn flokk, og tá kvøldið er av, verður
kunngjørt, hvør drykkur – les flokkur – hevur størstu undirtøkuna. Talan verður eisini um
alkoholfríar drykkir
Umsóknarfreist tilBret-
land nærkast
Umsóknarfreistin er 15. januar, um tú ætlar tær at lesa á hægri læru
stovni í Stóra Bretlandi. Hetta upplýsir Altjóða Skrivstovan á heima
síðu sínari. Umsóknir, sum koma eftir hendan dagin, vera viðgjørdar í
tí røð, sum tær koma inn, og tá kann tað vera torførari at sleppa inn. Í
Stóra Bretlandi eru allar hugsandi útbúgvingar innan allar lestrarleiðir
og har eru meiri enn ein fjórðingsmillión lesandi úr øllum heiminum.
Stóra Bretlandi er nógv tað best umtókta landið millum føroysk les
andi, tá er Danmark ikki talt við. Sambært Altjóða Skrivstovuni vóru
125 føroysk lesandi við árslok í Stóra Bretlandi við árslok 2007.
Ung í Føroyum nærkast
Tann 15. februar fer 9. UíFstevnan av bakkastokki. Hetta er
fimtu ferð, at stevnan er í Norðurlandahúsinum. Ung í
Føroyum upplýsir, at tekningarfreistin til stevnuna er 15.
januar, og at bert fá pláss eru eftir. Ung í Føroyum er
stevnan, har øll ung í landinum, sum hava listarlig áhugamál
ella fáast við eitthvørt, ið hevur við list at gera, kunnu koma
og hitta onnur, sum hava somu áhugamál og læra nýtt av
hvørjum øðrum og av kendum føroyskum og útlendskum
listafólkum. Tað er her, at ung kunnu vísa øllum, hvat
ungdómsmentan er, tá ung sjálvi seta dagsskránna.