Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Síðulinjan Kári Mikkelsen redaktiónsleiðari »Hellere original end en dårlig kopi«. Hetta er kom­ ið mær nakrar ferðir til hugs undir valstríðnum, tá eg síggi valgreinar og valplakatir frá teimum 171 føroyingunum, ið bjóða seg fram at umboða okkum veljarar á Føroya Løgtingi. Ikki tí tað er lætt at vera originalur ella upprunaligur í sínum boðskapi. Og um nakað, so er júst eitt valstríð proppað við flosklum, klichéum og sjálvfylgjum. Eitt fyribrigdi ið als ikki er sermerkt fyri okkara lítla land, og tí skal hendan viðmerkingin ikki takast sum persónligar atfinningar móti nøkrum av valevnunum, hvørs yvirskriftir í valgreinum og valplakatum, eg fari at nevna. Tó kundi ein eftirlýst eitt sindur størri hugflog enn tað, vit higartil hava sæð, síðani valstríðið av álvara fór í gongd. Tað er nevniliga alt ann­ að enn nøkur løtt uppgáva koma við einum origi­ nalum ella nýggjum boð­ skapi, hvørja ferð man vil siga nakað. Tað kundi tó verið ynskiligt, at valevnini brúktu eitt sindur minni av flosklum, klichéum og sjálvfylgjum í teirra stremb­ an eftir at fanga okkum veljarar. Eg ætli mær ikki at hanga nakran út av teimum 171 valevnunum, ið síggj­ ast á valplakatum og skriva í bløðunum, tí størsti parturin brúkar hendan »teknikkin« í boðskapi sínum. Her eru nøkur dømi um yvirskriftirnar í valgreinunum seinastu 10­ 12 dagarnar: »Leggja pening til síðis í góðum tíðum« ... átti at verið ein sjálvfylgja. »Nýggir møgu­ leikar« ... við Skálafjarðar­ tunli og Sandoyartunli... tað skuldi bara mangla, sjálvt um vit bert eru hálvu aðru til tvær milliardir frá hesum dreyminum. »Vána­ ligt úrslit í PISA« ...er eftir­ hondini rættiliga gomul tíðindi. »Góð fólkapensjón – ein hornasteinur í væl­ ferðarsamfelagnum« ...enn ein sjálvandi »Frælsi – lykilin til framtíðina« ...og eg sum trúði, at vit í tí dagliga hava fult frælsi. »Kvalitet fram um kvantitet« ...kann valla nakar vera ósamdur í, men uppskriftin er alt annað enn løtt. »Tað grør um gangandi fót« ...kanska ikki júst nú á hávetri, men vónandi aftur, tá várið byrjar. »Vandi er í hvørjari vælferð«.. eisini sera væl­ tugt ígjøgnum fleiri ættar­ lið. »Bleyt og hørð virði« ..., men hvørji? »Í Føroyum skulu føroyingart ráða« .. verður oftani brúkt, men hvør enn vit sjálvi forðar okkum í at gera hetta. »Brúk fyri øllum«. Ja, so sanniliga, vit hava heimins lægsta arbeiðsloysi. »Vit skulu hava eitt fjáltáttað vinnu­ lív«.. ja, ja og aftur ja. Trupulleikin er at koma bara eitt sindur longur. Mær vitandi liggur fiski­ vinnan framvegis 95 prosentum av okkara útflutningi, og hvussu koma vit víðari. »Sjálvberandi búskap­ ur«.. púra samdur, og lat okkum so fáa fingurin út eftir valið, so vit veruliga kunnu koma víðari. Nr. 7 - 10. januar 2008 Sosialurin Tunnilstrygd SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tá fyrstu tunlarnir vórðu gjørdir, varð lítið hugsað um brunatrygd og aðra trygd í hesum nýggju farleiðum. Myndugleikar og fólk vóru fegin um, at tað yvirhøvur bar til at bora tunlar í Føroyum, og ferðslan var sjálvsagt ikki í námind av tí, sum hon er í dag. Men sum tíðin leið, vaks eisini tilvitið hjá brúkarum eins væl og vegamyndugleikum um trygdarviðurskiftini á vegum og í tunlum. Ræðuligar tunnilsvanlukkur uttanlands, eitt nú eldsbrunar, gjørdu ivaleyst sítt til at økja um tilvitið um trygd og vandar. Krøvini øktust munandi, og trygdin í nýggjastu tunlunum er vónadi so góð sum yvirhøvur møguligt. Eftir stendur so spurningurin um trygdina í teimum elstu og eldru tunlunum. Í gjárkvøldið fingu vit eina óhugnaliga áminning um, hvussu lítið, ið skal til. Nú hendi, Harran havi lov, eingin mannskaði í eldinum í Norðskálatunlinum í gjárkvøldið. Men hesin eldur kundi eins væl havt elvt til eina stórvanlukku, um ferðsla hevði verið av tí mesta, og ruðuleiki stóðst av eldinum. Eldur í tunlum er serstakliga vandamikil, tí roykur verður so nógvur, og hitin verður øgiligur eftir bert heilt stutta tíð. Vit vita væl, at myndugleikarnir eru greiðir yvir vandan, og at arbeitt verður miðvíst við at bøta um trygdina sum heild í føroysku tunlunum. Men hetta gongur alt ov seint og avvarðandi myndugleikar eiga uttan himpr at fáa tillutað neyðugt fíggjarligt og materielt tilfeingi, so trygdin í øllum tunlum sum skjótast kann gerast tann best møguliga. Hetta eigur ikki at gerast ein spurningur um játtan yvir eitt longri áramál, tí trygdin eigur støðugt at verða raðfest eins og trygdarviðurskiftini javnan eiga at endurskoðast. Hesaferð sluppu vit so at siga við skrekkinum, men eingin veit, hvussu endin verður eina aðru ferð. Tí eigur trygdin at verða í top, og avvarandi myndugleikar eiga støðugt at kunna almenningin um trygdarstøðuna, um vandan og koma við tilmælum til brúkararnar um fyribyrging av vandum eins væl og um atburð undir eini vanlukkustøðu eitt nú við eldsbruna í tunli. Á SÍÐULINJUNI gera blaðfólk á Sosialinum viðmerkingar í sam­ bandi við løgtingsvalið Val og valflosklar 9