hósdagur 10. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2008
17
F
yri knøppum ári síðani
skaffaðu evropearir sær av
við enn eitt intellektuelt bundi.
Og herfyri, mest sum fyri at
sandra nakað av salti á hatta
vanlukkuligani djúpa sárið,
gjørdi hollendska stjórnin so av
ikki longur at veita hesum
islamiska svari uppá Luther
lívverju.
Óendaliga hugtakandi bundið
er sjálvandi hin 38-ára gamla
Ayaan Hirsi Ali: hin mest
hvassoygda og hvassmælta
røddin á lívi í dag; ikki bert tá
ið tað kemur til at finnast at
politiskum islam, men eisini
sum óræddur forsprákari fyri
hvat fleiri okkara rópa
»fullkomiligt talu- og skrivi-
frælsi.«
Fáar søgur eru merkisverdari
enn tann um mína fremstu
kappakvinnu. Ikki meira enn
nýkomin til Hollands frá
Somalia vakti hon miklan ans
við hennara miriliga kravi um
at fría muslimskar kvinnur og
siðbøta islam. Kortini, tað var
fyrst tá ið deyðshóttanir frá
víðgongdum fanatikarum
tvingaðu hana at leita sær skjól,
at Aayan veruliga kom á
forsíðurnar.
F
yrstu ferð eg sá hana var í
enskum sjónvarpi. Har sat
hon, at hoyra og síggja til,
meira viðbrekin enn ein buk-
aður papageykur—hevði tað
ikki verið fyri hasum gjøgnum-
grípandi og gløgga
eygnabránum.
Bergtikin sum eg varð,
minnist eg enn so sólarklárt
hana tosa um hvussu vinstri-
vongurin fyri 200 árum síðani
faktiskt trúði upp á at verja
talu- og skrivifrælsi óansæð
hvat; um hvussu, síðani tá,
vongurin er farin í tvíningar:
sosialistarnir og liberalistarnir!
Og at av hesum eru tað nú bert
síðstnevndu, ið enn virðismeta
og standa fast uppá hetta
grundliggjandi frælsi.
Meira ítøkiligt segði hon –
fullkomiliga hugspennandi og
medvitsvíðkandi: »Eg haldi, at
rætturin at niðra – nakað, vit
øll njóta gott av – má fylgjast
við skylduni ikki at spyrja
eftir sensuri, tá ið vit sjálvi
verða niðrað. Trupulleikin er, at
vinstrivongurin er vorðin
fangaður í tí multikulturella
projektinum, og tað er avbera
harmiligt.«
Og tá ið Jeremy Paxman,
akkersfólk fyri kvøldið, helt
fast um hevdanina við at spyrja,
júst hví hon heldur tað vera
skeivt av multikulturella
vinstrivonginum ikki at
fordøma brot á kvinnurættindi,
borðreiddi hon við enn einum
minniligum gloypubita: »Mítt
sjónarmið er, at menniskju eru
á jøvnum føti, at muslimar og
ikki-muslimar eru á jøvnum
føti, at menn og kvinnur eru á
jøvnum føti, at myrk og hvít
eru á jøvnum føti, at samkynd
og hinskynd eru á jøvnum føti.
Men mentanir ikki eru á
jøvnum føti: tað eru betri og
verri mentanir. «
S
um sagt, so telist hon
millum teir mest sinniligu,
skørpu og samkennandi verj-
arnar fyri talufrælsi og sam-
vitsku í dag.
Í 2005 varð hon av Time-
tíðarritinum skírd at vera
millum 100 mest týdningar-
miklu fólkini í heiminum við
uppáhaldinum »tað er skeivt at
fara við muslimum sum um at
teir ongantíð fara at finna sín
egna Mill, Popper og Von
Hayek«. Árið fyri vann hon
frælsisprísin hjá Venstre fyri
“sin kamp for kvinders rettig-
heder, frihed og muligheder”.
Teimum á baki er ein riðil av
øðrum viðurkenningum. Ja, tú
kundi sagt, nú tá ið vit kortini
havnaðu á Flatlondum, at Hirsi
Ali er Naser Khader ganga 100
á øllum umráðandi økjum—ein
apsalutt óbøtandi og vitborin
kapasitetur!
Fyri hetta er hon hatað í
muslimskum samfeløgum um
allan heim. Ein ferð út í stak-
lutir um hennara søgu er verd at
endurtaka, av tí at teir vísa,
effinett hvussu illa útgjørd vit
eru, tá ið tað kemur til hvussu
vit takkla víðgongt islam.
Hirsi Ali slapp sær til
Holland sum flótti frá Somalia í
1992 aftaná at hava sagt nei til
eitt fyriskipað hjúnalag. Fyrstu
tíðina arbeiddi hon sum
vaskikona, meðan hon krógvaði
seg fyri familjuni. Men eins og
hennara ferð ikki var ein av
mongum út í eitt óendaligt suss,
var hon heldur ikki nøkur
vanlig vaskikona. Henda tosaði
somaliskt, arábiskt, semitiskt,
svahili, enskt og lærdi seg
skjótt hollendskt við tí úrsliti, at
hon fekk starv sum týðari fyri
aðrar somaliskar flóttar. Eins og
hon vóru hesar offur fyri islam:
misbrúktar, lamløstaðar,
hindraðar veruliga skúling og
yvirhøvur tvingaðar at liva í
kynsligum undirgivni inntil
teirra fruktabara lokadag.
Aftaná at hava tikið embætis-
prógv í stjórnmálafrøði frá
lærda háskúlanum í Leiden,
byrjaði hon í álvara at tosa um
kúganina av kvinnum í einum
óreformeraðum islam. Tað
gingu presiss tveir mánaðir
áðrenn fyrstu deyðshóttanirnar
komu.
So líðandi gjørdist trygdars-
tøðan so álvarsom, at hon í
2002 fór til Amerika. Tó, tað
vardi ikki leingi, áðrenn
varamaður forsætismálaráð-
harrans, Gerit Zalm, so miriliga
bað hana um at koma aftur til
tann stað, tulipanir trívast best,
og bjóða seg fram sum valevni
til parlamentið. Tá ið Hirsi Ali
bar fram, at hon ikki ekkaleys
kundi fara aftur, vissaði Zalm
henni, at hon skuldi fáa
diplomatverju hvar og nær sum
helst. Hon vendi síðani aftur til
Hollands, vann sæti í parlament-
inum og gjørdist ein ótroytti-
ligur forsprákari fyri
javnrættindum hjá konufólki,
fyri borgarasamfelagnum og—
ikki minst—fyri skynsemi.
T
að, sum eftir er av søguni,
er gitið. Í 2004 samstarvaði
Hirsi Ali við Theo van Gogh
um filmin Submission, sum
kannaði sambandið millum
islamiska lóg og líðingina hjá
milliónum av kvinnum undir
islam.
Bakslátturin frá muslimska
samfelagnum var einki minni
enn sálarbrekaður og styrkti um
fatanina av hvussu neyðugt
Hirsi Alisa arbeiði er, og at hon
hevur alla grund til at óttast fyri
lívinum. Tí ein regnmiklan
seinnapart í november sama
árið varð Van Gogh skotin sum
hann skuldi til at súkkla niðri í
gøtunum í Amsterdam. Aftaná
at hava skotið hann tvær ferðir í
bringuna tók Mohammed
Bouyeri ein sláturknív fram og
skar filmssmiðin á háls.
Bouyeri tók enn ein sláturknív
fram, men hesuferð fyri at
stinga eitt bræv í Van Goghsa
lík. Í brævinum stóð, at hann
varð myrdur fyri at gera
Submission – og nú var tað
Hirsi Alisa túrur!
Hetta var eisini nakað,
akkersmaðurin Paxman
fregnaðist um; hvørt hon ikki
skilti, at filmurin kundi fatast
sum særandi og niðrandi
mótvegis muslimum. Verandi
Hirsi Ali støðgaði hon á eitt bil,
hugdi lættliga niður á borðið
fyri síðani at koma við ein av
sínum ræðsluvekjandi retorisku
uppercuts – og eyguni vóru nú
aftur fest á skikkaða
akkersfólkið: »Tað er særandi,
um tú ert ein muslimsk kvinna,
og tú lesur Koranina, og tú
lesur í henni, at tú eigur at
verða neyðtikin, um tú sigur
»nei« til ektamannin. Tað er
niðrandi!«
Aftaná morðið á Van Gogh
krógvaði Hirsi Ali seg og flutti
frá skýldarhúsi til skýldarhús,
til tíðir fleiri ferðir dagliga.
Sum frá leið gjørdist
trygdarstøðan so grøtilig, at
hon fór aftur til Amerika, og
hevur hollendska stjórnin
goldið fyri hennara verju
haryviri—ja, tað vil so siga,
inntil stjórnin herfyri knappliga
gjørdi av, at tað kundi hon ikki
longur.
Aayan Hirsi Ali er helst fyrsti
flóttin frá vesturevropa síðani
nazistanna hópmorð av jødum.
Hon veit um avbjóðingarnar, vit
standa fyri í royndini at tempra
religiøsu fanatismuna í
muslimska heiminum, og hon
livir við avleiðingunum av
okkara miseydnaðu roynd
hvønn dag. Har er snøgt sagt
eingin betur enn Aayan Hirsi
Ali at minna okkum á, at
tolsemi fyri ótolsemi er
dirvisloysi.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
Prísurin fyri frælsi
Tolsemi fyri ótolsemi er dirvisloysi
Næstu ferð
Annika Sølvará, Nógv egg í fleiri kurvar
tíðargreinin
Agga Niclasen
Seturslesandi og
samfelagskjakari
Framhald á næstu síðu
Tíðargreinin
Hálendski politikarin, Ayaan
Hirsi Ali, sum er av somaliskum,
muslimskum uppruna, hevur fingið
fleiri deyðshóttanir fyri at finnast at
islamiska hugburðinum til kvinnur