hósdagur 10. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 7 - 10. januar 2008
… Ayaan Hirsi Ali: Prísurin fyri frælsi
Samstarv við POLITIKEN
Sosialurin samstarvar við danska blaðið, Politiken. Niðanfyri er brot úr grein,
sum stóð í blaðnum í samband við danska valið. Kanska viðkomandi nú
løgtingsvalið nærkast
Sum eingin annar hevur hon
tikið upp aftur upplýsingar
tíðina vegna seg sjálva og
nágreiniliga kortlagt hvønn ein
sentimetur á tí geil, ið skuldi
føra hana út úr tí moralska og
vitborna oyðilandinum, sum er
siðbundið islam.
Av hesum er tað hennara
grundliggjandi sannføring, at
»vesturlendsk virði« sosum
frælsi og rættvísi eru veraldar
víð; at Evropa hevur klárað seg
væl betri enn onnur øki, av tí at
tað hevur tryggjað frælsið at
hugsa og kjakast, ið er ein for
treyt fyri markleysari menning.
Hinvegin, so heldur hon lítið
um, at evropeiski
vinstrivongurin fullkomiliga
ryggleyst skoðar muslimar sum
offur; sum ein bólkur, sum ikki
skal vera fyri atfinningum av
ótta fyri hvussu teir fara at
svara aftur. Men ikki at fara við
teimum sum javnbjóðis sam
talsfelagar, er nettupp at halda
teir fangaðar í síni egnu
stillstøðu.
Í
Infidel skrivar Hirsi Ali um
tørvin á einum muslimskum
Life of Brian. Hon heldur, at
alt, sum kann skúla og upplýsa
fjøldina, er heimilað; eisini tá
ið tað fær slíkan baksláttur sum
keiputekningarnar av
Muhammed.
Við ein fyrilestur í lærda
háskúlanum í Berlin í 2006
vardi hon eisini rættin at spotta.
Hon fordømdi dirvisleysar
miðlastjórar sum »mediocre of
mind« fyri ikki at vísa sínum
lesarum og hyggjarum
tekningarnar.
Hon prísaði hinvegin teir
miðlastjórar, sum vístu
tekningarnar, og ikki vóru
bangnir fyri tí ótolsemi, nógvir
muslimar fóru at vísa teimum.
Hon segði: »Eg fari ikki
fummisliga eftir at niðra
átrúnaðarligan hugsanarhátt,
men eg vil ikki geva meg undir
harðræði. At krevja av fólki,
sum ikki taka við læru
Muhammeds, at tey skula lata
vera við at tekna hann, er ikki
ein umbøn um umhugsni, ella
virðing, men eini kravboð um
undirgivni.«
Við Infidel er tað trupult at
yvirmeta hennara dirvi. Sum
Christopher Caldwell skrivaði í
New York Times: »Voltaire did
not risk, with his every
utterance, making a billion
enemies who recognized his
face and could, via the Internet,
share information instan
taneously with people who
aspired to assassinate him.«
Íkomna støðan er av sonnum
órættvorðin. Hirsi Ali varð av
Zalm yvirtalað til at bjóða seg
fram sum valevni til parla
mentið og at verða heimsins
mest sjónligi og hataði for
sprákari fyri at fría muslimskar
kvinnur og siðbøta islam. Hon
játtaði at koma aftur til
Hollands, men við teirri treyt,
at hon til einhvørja tíð og hvar
enn hon fór skuldi fáa lívverju.
Hollendska stjórnin játtaði
treytaleyst.
Hirsi Ali bað í november um
lívverju í eina viku—bara so at
hon trygt kundi skaffa fígging
til at fáa egnar lívverjar. Men
hollendska stjórnin vildi ikki so
mikið sum heimila henni
hetta náðiliga ynski.
S
o, er hetta ein roynd hjá
relativistiskum ræðuskítum
at sissa staðbundnar muslimar
av fanatiska slagnum? Ein
ávaring til aðrar øðrvísi
hugsandi hollendingar um ikki
at elva til stríð við at tosa ov
ærligt og ófalskt um eitt
avoldað og óreformerað islam?
Ella bert óblandað tankaloysi?
Hetta merkir, at ábyrgdin er
havnað hjá okkum. Og lukkutíð
finnast einstaklingar, ið ikki
kunna góðtaka, at Aayan Hirsi
Ali onga lívverju hevur. Við
privatum intiativi frá so mætum
monnum sum Salman Rushdie
og Christopher Hitchens er ein
innsavnan farin í gongd at
Kvinnuligir prestar verða
útsettir fyri mismuni og
happing, uttan at nakað
verður gjørt fyri at steðga
hesum, og almenningurin
skilir ikki undarligu
viðurskiftini í donsku
fólkakirkjuni. Kunnu vit
fáa eina frágreiðing.
Tíðindagreining
Anna M. Sørensen
Politiken vakti ans, tá vit spurdu
allar kvinnuligu prestarnir í Dan
mark um javnstøðu. Tað var
heldur ikki løgið, tí svarini
avdúkaðu, at danska fólkakirkjan
hevur ein undirskóg við manna
muni, happing og niðugering
mótvegis kvinnuligum prestum.
Serliga áhugavert er tað, at leiðar
arnir í kirkjuni – bisparnir – ikki
hava minsta varhuga av, hvat
gongur fyri seg ella taka í øllum
førum ikki trupulleikan serliga
tungt.
Hetta hava bisparnir nú bøtt
uppá, halda teir sjálvir. Á tíðinda
fundi fyri stuttum tóku teir frá
støðu frá happingini og kravdu,
at mannligu prestarnir samar
beiddu og lótu vera við at happa.
Fínt. Men er tað nóg mikið? Er
tíðin ikki búgvin at eftirkanna
alla framferð kirkjunar?
Hendingarnar seinastu mán
aðirnar vísa jú, at folkakirkjan í
stóran mun livir í einari farnari
tíð. Einari tíð, tá eingin eftirlýsti
frágreiðingum, tí øll vóru samd
um at verja sjálvt teir løgnastu
hugburðir og siðvenjur. Við tí
eina endamáli at halda saman
upp á eina kirkju, har stríð av
øllum slagi var av tí ónda.
Í 1948 var rumbul, tá Fólka
tingið viðtók, at kvinnur eisini
kundu verða prestar. Helvtin av
prestunum hóttu við at ríma og
fingu síðani kroyst nøkur marg
háttlig serrættindi ígøgnum. Tá
tað kom til stykkis, vigaðu tæn
astubústaðir, almennar lønir og
pensiónir meira enn mótstøðan
ímóti kvinnuligu starvsfeløg
unum. Kortini kravdu teir ávís
serrættindi.
Í eini tíð tá fleiri røddir í
almenna kjakinum krevja, at
danskir muslimar geva eina frá
greiðing um tað, sum vit onnur
uppfata sum kvinnukúgandi
religiøsar siðvenjur, er upplagt at
vit eisini hyggja eitt sindur at
okkum sjálvum. Eru vit sjálvi
lýtaleys á hesum økinum?
Sambært kanningini hjá
Politiken er svarið nei. Ótrúliga
nógvir kvinnuligir prestar hava
upplivað manglandi virðing fyri
tí arbeiði, tær gera.
Umframt dømi um beinleiðis
neisir í gerandisdegnum, má tað
eisini kennast niðurgerandi, at
ein bispur higartil hevur loyvt, at
mannligir prestar ikki vilja taka í
hondina á kvinnuligum starvs
feløgum, tá hesar verða innsettar.
At tað framvegis verður góðtikið,
at mannligir prestar ikki vilja
standa við altarið ella nema við
somu Bíbliu sum ein kvinna í
prestakjóla. Og at ein lóg frá
1978 framvegis loyvir meinig
heitsráðum at frávelja kvinnu
ligar prestar.
Alt hetta við ávísing til at 10
til 15 prosent av mannligu prest
unum hava eitt so tætt samband
við apostulin Paulus, at teir
halda, at hansara 2.000 ára gamli
hugburður til kvinnur framvegis
eigur at ráða. Paulus helt ikki, at
kvinnur kundu vera »lærarar«,
tað vil siga prestar, og at tær
annars áttu at tiga í meinig
heitini.
Tað er ein útbreiddur hugburð
ur í fólkakirkjuni – eisini millum
kvinnuligu prestarnar – at rúmd
innan kirkjuna er virðismikil –
hóast kvinnuligu prestarnir eru
ósamdar, um tað skal vera pláss
fyri ovurvíðgongdu mannligu
prestarnar. Hinvegin stendur
restin av samfelagnum undrandi
um støðuna í fólkakirkjuni.
Tað kann gott vera, at tað er í
lagi, at kirkjan er rúmlig, og at
tað eisini skal vera pláss fyri
teim monnum, sum ikki halda, at
tað skal vera pláss fyri kvinnum.
Men leiðsla fólkakirkjunar
skyldar almenninginum eina
frágreiðing um, hví. Tað er ikki
longur nóg mikið bara at vísa til
gamlar siðvenjur, og at kirkjan
ikki má fara í tvíningar. Tí hví
ikki, tá partar av kirkjuni eru
púrasta afturúrsilgdir í samband
við javnstøðu.
Fólkakirkjan kann gott venja
seg við at svara heilt rationellum
spurningar um sínar heilt
órationellu siðvenjur. Hetta
verður uttan iva torført fyri
kirkjuna at venja seg við, men
her gerst ikki annað. Tí um
samfelagið ikki skilir ella tekur
undir við tí, sum gongur fyri seg,
so er jú ikki longur talan um eina
fólkakirkja, sum ein kvinnuligur
prestur orðaði tað herfyri.
Kanning okkara vísir, at 45
prosent av kvinnuligu prestunum
halda, at kynjamismunurin er ein
innanhýsis trupulleiki hjá
kirkjuni, sum má viðgerast og
loysast innanhýsis. Men hvat
merkir orðið »innanhýsis«, tá 82
prosent av borgarunum eru limir
í fólkakirkjuni og gjalda
kirkjuskatt? Sjálvandi hava limir
loyvi at hava eina støðu og at
blanda seg. Tað er í roynd og
veru ein gomul donsk siðvenja.
Vanliga nevnd demokrati.
Týtt: Dorit Hansen
Kirkjan ger mannamun
»Himmalski« kynspolitikkurin er reinur Via Dolorosa fyri kvinnuligar prestar
Tekning: Per Marquard Otzen
Tíðargreinin