hósdagur 10. januar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2008
19
Ein fragt fyri oyra at hoyra
føroyingar kring knøttin
senda heilsanir heim til
jóla. Finst neyvan nakað
land við lutfalsliga so
nógvum fólki uttanfyri
landoddarnar sum Føroyar.
Stórur partur í leiðara
størvum. Ljóðaði annars
sambært Pisa kanningini
og fjepparum til at vera
heilt galið.
Foreldur
Skulu vit ikki eftirkanna
okkum sjálvi sum foreldur
í hesum føri. Hvønn førn
ing hava børnini fingið við
sær í skúlan? Hvat tíð seta
vit av til tey, tá tey koma
heim aftur?
Vit, ið fingu børn báðu
megin pisa árgangirnar, eru
ikki vaksin upp á mold
gólvi; eru heldur teldufor
eldrini. Saman við børnu
num kom teldan í heimini
– børn og teldan vuksu upp
saman.
Flestu foreldur koma
altíð at seta sær spurningin
”hava vit gjørt nokk fyri at
hjálpa børnunum ávegis?”.
Heimaparturin av skúla
gongdini, lesing, rokning,
skriving og almenna vitan
skal eisini finnast í heimi
num. Viðvíkjandi teldu er
tað í flestu førum eggið, ið
lærir hønuna.
At vekta børn klók og
minni klók er sera óheppið.
Evnini skapt av umhvørvi
num eru ymisk, eins væl
og føroyska samfelagið er
ymiskt frá øðrum.
Føroyska skúlaverkið
Kom at tosa við mammu at
hálvvaksnum børnum, ið
farin var at lesa pædagogi,
um hví hon var farin. Hetta
var av tí einfaldu orsøk at
verja um børnini, ið klára
seg væl; tey fáa onga
avbjóðing í skúlanum.
Hetta er júst vandamálið
við at hava ein skúla fyri
øll og onki meira. Ferðin
verður og er dead slow. Ein
skipan, ið ikki megnar at
fáa tann minni áhugaða
fram, men egnar seg væl at
tálma tí egnaða og áhug
aða. Hetta var júst niður
støðan av Pisa kanningini.
Tað er her broyting eigur
til, so øll fáa eina avbjóð
ing, um tað so skal eita,
við hjálp frá serlærara ella
við at bólka flokkin.
Persónliga haldi eg, at
tvungin skúlagongd til 9.
flokk er skeiv. Umhvørvið
hjá børninum er so ymiskt
her hjá okkum. Tað eru
børn, ið eru deydatroytt av
skúla tá 7 ár eru farin. Tað
er so nógv annað, ið
dregur. Hesi børn høvdu
fingið gott av at sloppið út.
Bæði børn, foreldur og
undirvísingin høvdu
vunnið.
Hinvegin renna tey
høvdið ímóti og síggja, at
valið ikki var rætt, skuldi
eitt eittára skeið í einum
11. flokki tryggjað teimum
atgongd til miðnámsskúla.
Føroyska samfelagið
Samfelagið er eisini dump
að. Klók foreldur fáa klók
børn. Havi ikki hoyrt so
galið. Av øllum foreldrum,
ið fingu børn í 1989 og
1990 eru bert 3 klók, sam
bært Pisa. Nú er galið, er
tað innavl ella er tað
grindin, vit eta?.
Kongafamiljurnar í
grannalondunum eta ikki
grind. Hinvegin hava nógv
giftarmál verið teirra mill
um, so kanska oyrini á
onkrum eru í landnyrðing
og útsynning. Tær hava
loyst vandan við at loyva
nýggjum blóði inn í familj
urnar. Vit kundu gjørt tað
sama, og skunda undir eina
alt ov seina útlendingalóg.
Kanska tað kundi hjálpt
uppá arbeiðsmegina og
Pisa um nøkur ár.
Ikki so galið kortini
Samfelagið á gosi um
pengar og pengar. Endur
útbúgvingar, hækkan av
tímatali, bachelor útbúgv
ingar o.a.m. Alt er gott,
men loysir ikki neyvan alt.
Høvdu lærarar og næm
ingar vitað, hvønn rumbul
kanningin fekk, hevdi
úrslitið helst verið eitt
annað. Men tað varpar
hóast alt ljós á skúlaverkið.
Barnið hevur eitt reint og
óspilt náttúruvit, um tað er
føtt í Finnlandi ella Føroy
um. Ein góð heild frá
heimi, stovni og skúla
eigur at vera eitt gott støði,
tá farast skal út í lívið.
Kundi verið áhugavert at
vita niðurstøðuna hjá Pisa,
itu tríggir av næmingunum:
Einstein, Maradona og
Jákup á Dul.
Annars fari eg at ynskja
tykkum øllum eitt gott
komandi Pisa ár. Ein serlig
heilsan til tykkum lærarar
og næmingar. Tað er ikki
so galið kortini.
Á dett Pisatos, skemt
ella álvara í breiðum
samanhangi
Linjohn
Christiansen
Elmálarnir vera avlisnir í
hesum døgum, men vónandi
vera timburmenninir ikki
ov ringir fyri tey sum nýta
hitapumpu
SJÓNARMIÐ
Thorman Kruse
Vit nærkast kaldastu tíðini á árinum.
Og alheims upphitingin hevur fingið
nógva rúmd í miðlunum.
Hitapumpur er svarið uppá, hvussu
vit sleppa undan at brenna nakað, og
soleiðis ikki vera við til at økja um
koldioxid útlátið.
Tankin er helst góður, men hvussu
roynist hann í veruleikanum?
Seljarin sigur, at hitapumpan er
góð og virkar væl. Helst hevur hann
rætt, tí ein hitapumpa er ein snild
uppfinning við meir enn 80 ár á baki.
Hvørt húsarhald hevur eisini minst
eina, og oftast fleiri. Vit kenna tær
best sum frystiboksir og køliskáp.
Men til ber at venda pumpuni og
royna at frysta uttandura og soleiðis
fáa hitan inn í húsini.
Hitapumpur vóru eisni á móta
miðskeiðis í sjeytiárunum, men
svunnu síðan sum døgg fyri sól.
Nógv er lært síðani tá og nú er
grundin eisini ein onnur kanska.
Men er nakað at spara?
Tey lond vit samanlíkna okkum við
hava ein heilt annan orkupolitik enn
vit, við hægri oljuavgjøldum og lægri
elprísi, so beinleiðis samanburur er
ikki møguligur.
Sum útgangspunkt hava vit
møguleika antin at brenna olju ella at
nýta hitapumpu, sum verður drivin
vil elorku. Hyggja vit eftir prísinum,
so gjalda vit góðar 6 krónur fyri ein
litur av olju. Hetta svarar til uml.
36MJoule. Skulu vit keypa ein
tilsvarandi ”orkupakka” kostar hesin
um kr 14. Við øðrum orðum er tað
2,3 ferðirnar so kostnaðarmikið at
hita við el sum olju.
Hetta, at el kostar meir enn olja er
ikki løgið, tí at øll nýtlsa omanfyri
helmingin av tí sum SEV
framleiðir, verður framleid við
olju. Termisk elverk er eingin
effektiv maskina. Um 40% av orkuna
fer upp gjøgnum skorsteinin og eini
15% burtur við kølivatn til motorin.
Við eini aksilorku uppá í mesta lagi
45% byrjar elframleiðslan. Henda
hevur eisini tap, og helst kemur ikki
meir enn 1/3 av orkuni út til
brúkaran, sum kortini má gjalda fyri
alla oljuna. Afturat hesum skal
brúkarin gjalda fyri distributións
kervið.
Afturfyri fær brúkarin eisini eina
dygdarvøru. Spenningurin er 400V
og 50Hz 24/7 alt árið og tú brúkar
uttan at hava keypt niðurfyri, reina
orku mótvegis sekitna oljubrenn
aranum.
Um SEV nú skuldi goldið sama
prís fyri oljuna sum tú, hevði øll
meirframleiðsla (við olju) kostað
brúkaranum um kr.20 altso góðar
tríggjarferðir so nógv sum olja til
miðstøðuhitan, so siga vit at
hitapumpan hevur eitt
heystanarstig, COP uppá 3, so er júst
javnvág í roknskapinum báðum, bæði
CO2 og krónunum. Valdi eg
hitapumpu framum oljufýri, má eg
gjalda henda meirkostnaðin eisini.
Samanumtikið lønar tað seg ikki at
brúka hitapumpu, um hendan er
drivin við elmegi!
Núverandi orkupolitikkur og
oljuprísir eru ikki eggjandi til at
royna aðrar hættir til hitan av húsum.
Tað loysir seg rætt og slætt ikki
hvørki fíggjarliga ella samvitskuliga.
Hóast vit ikki brenna olju, so ger
SEV tað fyri okkum. Men tað at vit
eru varug við at vit nýta orku, kann
gera at vit minnast til at taka styttri
brúsubað og lata okkum í eina
troyggju ístaðin fyri at skrúa upp fyri
hitanum.
Høvdu vit elframleiðslu uttan olju
var hitapumpan ein góð loysn, men
tað er hon ikki um hon er drivin vi el
sum er framleitt við olju. Hækkar
oljuprísurin, gerst hitapumpan meiri
áhugaverd, men so er vandi fyri at
elprísurin eisini hækkar, og so er
onki vunnið.
Hitapumpur: Fupp ella fakta
Ja tað er í lagi at miðnáms
skúlin varð fluttur á eitt í
allar mátar meira hóskiligt
stað, so at vit fáa eina
framtíðartryggjaða loysn á
hægri útbúgvingini í
Suðuroy og ikki enn eina
fyribilsloysn.
Tað er meira enn 10 mill
kr vert at hesin tjóðveldis
brølarin varð rættaður.
Nei tað var ikki í lagi, at
Tjóðveldisflokkurin saman
við Sambandsflokkinnum
við at framtvinga val í
úrtíðsaboteraði ætlanina
um økisdepil fyri sinnis
veik í suðri.
Men vit koma aftur!
Skattalættin til hægst
løntu var í lagi, tí hann var
ein fyritreyt fyri at vinna
meirluta fyri at samhald
fasti aftur kom at virka
eftir Javnaðarfloksins
ætlan, soleiðis at pension
istar nú fá 2000 kr um
mánaðin, har teir undir
Tjóðveldinum fingu 600
kr!
Ikki eina krónu meira úr
samhaldsfasta fingu pen
sionistarnir meðan Tjóveldi
sat 98 04, og ongin ivi er
um, at fær Tjóðveldi
møguleikan, so avskaffa
teir samhaldsfasta og brúka
tær 500 mill kr sum eru í
grunninum til at avskaffa
blokkin við.
Annars er skattalættin
tíðaravmarkaður, tað er
samhaldsfasti ikki.
Nei tað var ikki í lagi, at
Tjóðveldisflokkurin saman
við Javnaðarflokkinum,
Sambandsflokkinum,
Fólkaflokkinum og
Sjálvstýrisflokkinum ein
skildu Føroya Banka.
Bankin skuldi ongantið
verið einskildur.
Handfaringin av uttan
ríkispolitisku heimildar
lógini var til eitt 13 tal!
Nei, fólkaskúla og
miðnámsskúlaviðurskiftini
eru ikki í lagi – langt frá.
Men skjøtil er settur á
við at byggingin í Hovi er
byrjað. Skúladepilin í
Marknagili er útboðin og
fiskivinnuskúlin í Vest
manna er viðtikin. Í alt
skúlabygging fyri fleiri
hundrað milliónir!
Hugsar man seg um sum
tú fyrislær, so sær ein jú
vandan fyri stórum aftur
stigi á hesum øki um
tjóðveldispolitikkur verður
galdandi, tí um blokkurin
verður avskaffaður við
einum pennastroki so
verður lítið eftir til m. a.
skúlabygging.
Føroyska samfelagið
hevur brúk fyri tryggleika
og politiskum stabiliteti og
tað hevur
Javnaðarflokkurin eina
ferð enn í hesari samgong
uni víst, at hann stendur
fyri.
“Øðrvísi hugsandi” ja
tað fingu vit roynt so tað
fyrislær í tíðarskeiðinum
98 – 02!
Øll tey seinastu punktini
í grein tínari eri eg púra
samdur við tær um, men
fortíðin hevur víst okkum,
at tað er ógvuliga lítið
sannlíkt, at nakað av hes
um verður gjøgnumført við
Tjóðveldinum sum ein
tíðandi faktor í føroyskum
politikki!
Ja jeg havi hugsað meg um – Sirið!
Tvøroyri
signar Dam
viðmerkingar