Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 7 - 10. januar 2008 tíðindi - Nei, ongin kann rokna við at verða valdur fyrstu ferð ein er uppstillaður. Men ein kann so altíð byggja víðari uppá royndirnar frá hesum løgtingsvalinum, sigur Rói Matras Absalonsen. Hann er eitt av trimum val- evnum á Viðareiði LøgtingvaL Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Viðareiði: - Nei, møguleik- arnir eru sjálvandi ikki stór- ir, tá ein skal kappast við ein fyrrverandi løgmann á sama lista og úr somu bygd, slær 23 ára gamli viðingurin fast. Á fyrsta sinni hevur hann latið seg stilla upp til eitt politiskt val fyri flokk sín, fólkaflokkin. Hann er nú, saman við hinum 170 val- evnunum, farin undir at gera vart við sjónarmið síni manna millum. Tað ger ikki støðuna betri hjá Róa at mostir hansara, Rúna Sivertsen er uppstillað á listanum hjá Sjálvstýris- flokkin. Tey bæði hava sjálv- andi tosað saman um tað at vera valevni, og hevur hon ynskt Róa eitt gott val. - Fólk mugu sjálvandi sleppa at velja tað, sum tey vilja. Um mamma mín fer at velja systur sína, so má hon endiliga tað. - Men heilt erliga, so vænti eg at hon fer at velja meg, sigur Rói, sum er út- búgvin skipari og siglir við Christiani í Grótinum. Politiskur áhugi Hóast sín unga aldur hevur Rói altíð havt áhuga fyri politikki. Hann er nærum vaksin upp við hesum. - Bæði mamma og babba – ja, faktiskt øll familjan - hava altíð fylgt væl við í samfelagsviðurskiftum og í politikki, greiðir Rói frá. Hann minnist serliga aft- ur til valið í 1998, tá tað eydnaðist fólkaflokkinum at fáa løgmann, nevniliga bygdarmann – og kapping- arneyta! – hansara Anfinn Kallsberg. - Eg sat næstan klistraður frammanfyri sjónvarpið, meðan valsendingin var. Eg minnist, at eg gekk alla tíð- ina yvir til mammu og babba at greiða teimum frá, hvussu nógvar atkvøður flokkurin fekk kring land- ið. - Í dag kann eg flenna eft- ir tí, men valsendingin bleiv altso tikin upp á band. Og eg hugdi eftir henni umaftur og umaftur, sigur Rói við einum stórum brosi. Hóast hann hevur verið hugtikin av hugsjónini hjá fólkaflokkinum, hevur hann í roynd og veru ongatíð ver- ið limur í flokkinum, ella rættari sagt ungmannafelagi floksins HUXA. - Tað varð stovnað, meðan eg var burturi. Og eg havi snøgt sagt ikki fingið tað upp í lag at tekna meg sum lim! Eingin løtt uppgáva at kappas Vegurin til Viðareiðis er ein deyðsfella Nú er valstríðið komið í hæddina og 19. januar fellur avgerðin um, hvørji skulu manna tað nýggja løgtingið. Sjálvur ætlar Rói Matras Absalonsen sær at skriva okkurt lesarabrævið fyri líkasum at gera vart við seg á tann hátt, men fyri hann er hetta ikki besti mátin at føra eitt valstríð. - OK, summi skriva eitt einstakt lesarabræv og koma inn allíkavæl. Eg trúgvi at tað besta er at hitta fólk, og soleiðis fortelja teimum hvat eg meiri um tey ymisku málini, sigur hann. Fleiri mál hava hansara áhuga í tí politiska tjakinum, millum annað hægri stuðul til skúlanæmingar, betri umstøður hjá fólkaskúlanum, sjúkrahúsverkið, og pensjónirnar, bara fyri at nevna nakað. Eitt annað av stóru málunum, sum Rói fer at agitera fyri er arbeiðið at binda oyggjarnar enn meiri saman. Hann er fult greiður um, at hetta kostar nógvar pening, men at tað verður dýrari í seinna enda um ein einki ger við tað nú. Rói fegnast tí um at sandoyingar fáa fast samband undir Skopunarfjørð, men hevur sum ynski at fólkið norðanfyri fær eina eins góða loysn og tey. Hetta kann gerast við tunlum úr Klaksvík til Depils umvegis Árnafjørð og síðani ein til Viðareiðis. - Vegurin norður til okkum á Viðareiði er einki minni enn ein deyðsfella um veturin. Vit gleðast bara um at eingin er farin enn, men okkara hægsta ynski er at fáa eina góða og tryggja loysn í hesum máli, slær hann fast. ” Tú skilir, at hetta er eingin løtt uppgáva, at skula kappast ímóti einum fyrrverandi løgmanni og einum øðrum kendum andliti frá tí politiska lívinum - Mær hevur altíð dáma politikk væl, sigur Rói