Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2008 23 Ungfólk mangla At Rói sum bert 23 ára gam­ al nú letur seg stilla upp á fyrsta sinni, kom kanska óvart á onkran. Áhugin fyri politikki var kortini til staðar, men at koma uppá ein lista, var eitt rættiliga stórt tak helt hann at byrja við. ­ Eg var heima millum tveir túrar, tá onkur orðaði tað við meg. Eg svaraði í fyrst “Gakk av hundanum til!”, men so líðandi helt eg, at tað var altíð stuttligt at sleppa upp í part – at vera biðin sum valevni. ­ Eg voyt ikki. Onkur fekk so at enda lokkað meg til tað, og tja, so kann ein væl altíð royna tað. Tað mangla ung fólk við polit­ iskum áhuga, og tí havi eg nú hug at bjóða meg fram, sigur hann. Vinir hansara á Viðareiði og aðrastaðni hava sagt, at tað er í fínasta lagi at hann nú er stillaður upp. ­ Ja, eg vænti mær onkra atkvøðu frá vinmonnum mínum her norðuri. Fleiri teirra eftirlýsa nevniliga at ungfólk koma inn á ting, sigur Rói. Trý valevni í somu bygd Tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvørjar møguleik­ ar hann hevur at sleppa inn á ting. Á Viðareiði við sínum 350 íbúgvum eru trý, sum ynskja atkvøðurnar frá bygdarfólkinum. Talan er um Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum, Mamy Dahl Sørensen úr Javnaðar­ flokkinum og Róa sjálvum. ­ Tú skilir, at hetta er eing­ in løtt uppgáva, at skula kappast ímóti einum fyrr­ verandi løgmanni og einum øðrum kendum andliti frá tí politiska lívinum, sigur Rói við einum brosi. Hann er hinvegin sann­ førdur um, at eingin teirra verður valdur á ting bara við atkvøðunum á Viðareiði. Her má ein hugsa munandi breiðari og størri – tað er: Havnin og miðstaðarøkið. ­ Tað er helst so sum fyrr­ verandi tingmaðurin úr Sambandsflokkinum, Jógv­ an Ingvard Olsen segði tað í sjónvarpinum, tá talan var um eitt valdømi: “Ein má vera har sum stimarnir eru tjúkkastir” – Hatta var sera gott sagt! st við tey stóru ” Fólk mugu sjálvandi sleppa at velja tað, sum tey vilja. Um mamma mín fer at velja systur sína, so má hon endiliga tað ” Vegurin norður til okkum á Viðareiði er einki minni enn ein deyðsfella um veturin Rói hevur nógv frítíðarítriv – millum annað alt tað sum hevur við náttúruna at gera. Hann lesur nógv og dámar væl at spæla fótbólt Stjóri til P/F FDS P/F FDS sóknast eftir stjóra at byrja skjótast til ber. P/F FDS er eitt partafelag, ið hevur sum endamál at umsita kort- og náttúrudátaskráir og at veita tænastur til myndugleikar og almenning. Tað eru SEV, Føroya Tele, Vinnumálaráðið umboðað av Landsverk og Umhvørvisstovuni (fyrr Matrikul- stovuni), Klaksvíkar- og Tórshavnar kommuna, ið eru parteigarar í felagnum. Starvsøkið Sum stjóri í felagnum kemur tú at taka tær av dagligu leiðsluni eins og tú saman við nevndini setur út í kortið yvirskipaði mál og virksemi innan digitala kortgerð og lendislýsing. Stjórin skal menna felagið og annars at fylgja við tíðini og teimum avbjóðingum, ið eru innan digitala kortviðgerð og lendislýsing millum annað á handilsligum grundar- lagi. Førleikakrøv Vit sóknast eftir einum virkisfúsum stjóra, ið torir at taka við avbjóðingum og sum hevur útbúgving og góðar leiðsluroyndir innan dátufrøði, rokni- skap/fíggjarstýring ella handil/vinnu og dugir at arbeiða við digitalari kortviðgerð sum heild. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur vitan innan dátugrunnar og GIS umframt ymsar web- tænastur. Setunarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært nærri avtalu. Sáttmálin millum fíggjarmálaráðið og avvarndi yrkisfelag verður nýtt sum grundarlag Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og roynd- um, skal vera nevndini í P/F FDS, Tinghúsvegur 9, Tórshavn í hendi í seinasta lagi 25. januar 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til nevndar- formannin Boða Haraldson á tlf 302010. Tinghúsvegur 9 · Postboks 233 · 110 Tórshavn · Tel 31 62 00 · post@fds.fo www.fds.fo 2007 SMS kapping Vinnararnir eru: 1. Tel. 220454 2. Tel. 229000 3. Tel. 213903 HjarTaliga Tillukku! Føroya Tele sendir tykkum vinningarnar