hósdagur 10. januar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 7 - 10. januar 2008
Nógv fólk lógu
fram við eftir teim
um spennandi
vinningunum í
jólakappingini hjá
Sosialinum
Jólakapping
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Triðja árið á rað hevði Sosi
alurin jólakalendara og jóla
kapping í blaðnum í desem
ber, og áhugin fyri hesi
kapping var størri enn nakr
antíð áður.
Til undanfarnu jólakal
endarar hava tað verið
umleið 6.000 luttakarar,
men í ár setti jólakappingin
hjá Sosialinum met við
6.200 luttakarum.
Sosialurin hevur seinnu
árini havt ymiskar kapping
ar, har lesararnir kunnu
vinna góðar vinningar. Í ár
var jólakappingin serlig á
tann hátt, vit vildu gjarna
lata eina spennandi familju
ferð til onkran hepnan les
ara. Hetta gjørdist ein ferð
til Disneyland í Florida,
sum er ein ferð, ið nógv
ynskja sær. Nú er tað eisini
blivið lættari at ferðast til
Florida umvegis Ísland, so
tað passar væl til eina fam
iljuferð, sigur Gudny Lang
gard, marknaðarleiðari á
Sosialinum.
Umframt
ferðina
til
Disneyland vóru nógvir
aðrir góðir vinningar lutaðir
út millum tey, sum tóku lut
í kappingini.
8 kilo av kaffi frá Poul
Michelsen
Jan Nielsen av Skipanesi
10 kassar av Faxe Kondi
frá Poul Michelsen
Jan Willemoes í Havn
Familjupakki við gistin á
Sjómansheiminum í
Havn, umframt gávukort
frá Bowlinghøllini í Havn,
Havnar Bio og Hvonn:
Helena Svabo Ziska í Havn
Televarpsmóttakari frá
Televarpinum:
Karin Kirke Petersen
Gosbað frá Demich:
Astrid Gullfoss í Hoyvík
Ferð til Disney Land í
Florida frá 62 N og
Atlantic Airways:
Helena Juul og Jennleyg
Juul Kallsoy av Eiði
Sosialurin takkar fyri stóru
undirtøkuna og ynskir øll
um vinnarunum hjartaliga
tillukku. Sosialurin setir seg
í samband við vinnararnar.
Metstór luttøka til jólakapping
Bassi vitjaði í Miðlahúsinum, tá ið vinnararnir vóru funnir
Hóast serliga Kaj Leo
Johannesen upp á
tað harðasta avvísir,
at talan er um nakað
sum helst annað
enn at seta fokus á
spurningin loysing/
samband, so munnu
holmgongurnar
millum Tjóðveldi
og Sambandið eis
ini verða ætlaðar at
granska møguleikar
nar fyri samstarvi
eftir valið
Val 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
»Kærlighed begynder med
kast«!
Soleiðis ljóðar eitt danskt
orðafelli, og tað rann í hug,
tá Høgni Hoydal byrjaði sítt
innlegg á tíðindafundinum
í morgun við at siga, at um
hetta er byrjanin til eitt hjún
arband, so byrjar tað við
einum risastórum skeldaíi.
Men tankin er orignalur
og spennandi. Ein holm
gonga millum polarnar í før
oyskum politikki, sum skal
føra politikarar og veljarar
aftur til tíðina, tá valstríðið
var líka nógv ein glíming
reint korporligt sum oralt.
Sambært
Kaj
Leo
Johannesen, sum legði fyri
á fundinum, er endamálið
við hesum serligu tiltøkun
um deils at fáa politikkin
hjá flokkunum betur fram,
deils at geva valevnunum
møguleikan at koma til
orðanna.
Tað sigur seg sjálvt, at
tað verður tyngri og tyngri
hjá nýggjum valevnum at
sleppa framat. Summi etabl
erað valevni nýta í hundrað
túsundatals av krónum upp
á valstríðið, og pengar eru í
hesum føri synonymt við
eksponering.
Tí
verður
hetta ein gyltur møguleiki
hjá teimum meiri óroyndu
at sleppa til orðanna og føra
seg fram, segði Kaj Leo
Johanesen.
Hann vísti á, at tað vóru
bara Tjóðveldi og Samband
ið, ið høvdu eina greiða
støðu til spurningin loysing/
samband, og tí er tað púra
náttúrligt, at tað júst eru
hesir báðir flokkarnir, ið
fara í holmgongu.
Og tað hevur einki við
nakað fríggjarí til eftir valið
at gera, undirstrikaði for
maður Sambandsfloksins.
Fjølmiðlastýrda
valstríðnum til lívs
Høgni Hoydal vísti á, at
hetta er ein háttur at fáa
veljaran meiri engageraðan.
Hann heldur, at tað er
neyðugt fyrst at fáa greiði á
ríkisrættarligu støðu okk
ara, áðrenn vit kunnu hugsa
um nakað annað.
Vit mugu vita, hvat vit
ætla okkum ríkisrættarliga,
áðrenn vit kunnu stinga út í
kortið, hvørj leið vit skulu
ganga innan onnur stórmál,
segði Høgni Hoydal.
Hann segði eisini, at hesir
fundirnir skulu verða bæði
áhugaverdir og skemtiligir.
Flokkarnir
og
valevnini
skulu tora at gera gjøldur
burtur úr hvørjum øðrum
og sær sjálvum.
Hetta hevur verið roynt
í Eysturoynni til nógv tey
seinastu valini, og er mest
sum vorðin ein siðvenja
har. Og nú skulu vit so
royna hetta í fýra umførum,
har dentur verður lagdur á
at fáa politikkin fram heldur
enn
persónarnar,
segði
Høgni Hoydal.
Undan fundunum fara
flokkarnir at koyra runt í
økjunum við serligum val
bussum,
fyri
at
skapa
stemning og elva fólki til at
møta til holmgongurnar.
Fundirnir verða fýra í tali
og tann fyrsti verður nú
fríggjakvøldið í Skálanum í
Klaksvík. Hinir verða leyg
arkvøldið í Mentanarhúsin
um í Fuglafirði, týskvøldið
í VBhúsinum í Vági og at
enda hóskvøldið í Lærara
skúlahøllini í Havn. Øll
kvøldini
verður
byrjað
klokkan 20.
Holmgonga skal tryggja
B-E meiriluta
Formenninir í Tjóðveldi og Sambandsflokkinum greiddu frá um holmgongurnar á tíðindafundi
í morgun
Mynd: Helgi Abrahamsen
9