Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Thorshavns Handelsforen­ ing var stovnað 20. mai 1886, og endamálið var at reka handilsvirki í Havn. Sum leiðari varð Jens Olsen valdur. Handilshúsini vóru rúmlig við tveimum deild­ um, einari til klædnavørur og einari til matvørur umframt skrivstovuhøli. Fyritøkan hevði 10 størri og smærri hús (vanliga vørugoymslu, salt­ og kol­ goymslu, klippfiskagoymslu, ís­ og frystihús og turkihús). Hon keypti og útflutti allar føroyskar vørur sum klipp­ og saltfisk, rogn, sundmaga, ull, fjøður, lýsi o.a. Eisini høvdu teir skipsproviant­ ering. Handilsforeiningin hevði stórt fiskapláss og fekk í Bergen gullmedalju fyri tilvirkan av klippfiski, sum teir útfluttu stórar nøgdir av. Jens Olsen var føddur í Havn 14. februar 1860, sonur bókhaldaran Christ­ offer Michael Olsen og Elisabeth Christine f. Even­ sen, ættað úr Hvalba. Hon var systir Joen Peter og Jens Christian Evensen, sum hava verið umrøddir í hesi greinarøð. Byrjaði 13 ára gamal hjá Restorff Ár 1873 fór Jens Olsen at arbeiða hjá M. C. Restorff, og í 1877 fór hann til Keyp­ mannahavnar, har hann arbeiddi í einum kornhandli í 5 ár. Eftir hetta fór hann til Onglands, har hann arbeiddi eitt ár á eini handilsskriv­ stovu. Tað var sjálvandi stórt umskifti hjá Jens Olsen at flyta úr Havnini niður til Keypmannahavnar og ikki um at tala til Onglands. Ungur sum hann var, gjørdi alt tað nýggja hann sá, stórt árin á hann. Jens Olsen var formaður í Føroya Keypmannafelag og hevði eisini onnur álitis­ størv. Í 1893 giftist hann við Petru Müller, dóttir sýslu­ mannin H. C. Müller. Rossasølan Jens Olsen keypti ross, ið vórðu seld til kolanám í Bretlandi. Edvard Mitens skrivar: “Eg minnist, at rossaflotar vóru samlaðir saman, og at Agga og Jens hjá Gustu tóku tey á hond­ um. Eg minnist, hvussu teir runnu eftir hesum ótamdu hestum, fingu fatur í halan, læstu seg framvið hesum stórleypandi rossum, fingu fatur í faksið, toygdu seg fram og fingu fingrar í nasagluggarnar, og bastur var hann.” Stovnaði trygging Í 1892 var gongd komin á skipsfiskiskapin hjá før­ oyingum, og hinar frem­ mandu tryggingarnar vóru alt ov dýrar fyri okkara gomlu skip, serliga tí hesi ikki stóðu í nøkrum klassa. Hin 31. juli 1892 var “Før­ oya trygging fyri seglskip” stovnað. Á hesum fundi vóru staddir: Søren E. Müller, fulltrúi, Jens And­ reassen, í Dali, skipari, Jens Olsen, keypmaður, Oliver Effersøe, lærari, Jens Mohr, skipari og Na­ poleon Andreassen, í Dali, skipari. Jens Olsen og konan búðu við dóttir teirra yviri í Trøð. Portrið inn á ognina var miðskeiðis í Skansa­ brekkuni, við laðaða garðin, sum stikaði vakra urtagarð teirra inni. Garðurin var lagaður frá marknasteininum við stígg­ in oman til húsini í Dali niðan til portrið, og hagani helt hann fram sum jarn­ stakitt, líka yvir til húsini á Krákusteini. Har var skemti­ hús í garðinum og haðani hoyrdist glint av fínum te­ og kaffikoppum, meðan flaggið leikaði sítt lystiliga lag. Húsini vóru long og væl útgjørd, har búði eisini tann glaða og vællynta Madam Olsen. Fyri enda­ num á húsinum varð eisini grønt øki, har neyt stóðu á beiti. Longri úti vóru fiskahús, vaskipláss og rúm­ ligt fiskapláss. Húsini vóru long og ein partur var grót­ veggur, har eitt vindeyga var málað uttan til prýðis, tey lógu so vakurt uppi í bakkatromini, og tað má hava verið eitt ómetaliga vakurt útsýni har uppi. Var innbjóðari til jólafundin í 1888 Eg (Petur Háberg) siti við Forhandlingsprotokol for Sydstrømø Præstegjelds Valgforstanderskab, sum strekkir frá 1851 til 1902, og eg blaði ikki leingi uttan at síggja navnið Jens Olsen fleiri ferðir. Vit hava sæð Jens Olsen í samband við mangt, ið fyrifórst í samfelagi okkara, men onkrastaðni hava vit ikki væntað at sæð navn hansara, og tað var sum innbjóðari til jólafundin í 1888. Hin 22. septembert 1888 stóð í Dimmalætting henda lýsing: Ein og hvør Bjóðast at koma í ting­húsið annan jóladag­ kl. 3 em, har sum vit ætla at samráðast um at verja Føroya mál og­ Føroya siðir. Undirskrivarar vóru: E. D. Bærentsen, keyp­ maður, H. N. Jacobsen, bókhandlari, D. Iskasen, vanlig­a nevndur Djóni í Geil, S. F. Samuelsen, nevndur Sámal á Kráku­ steini, R. C. Effersøe, Jens Olsen, yviri í Trøð, keyp­ maður, Júst Jacobsen, bóndi á Húsum, C. L. Johannesen, lærari og­ J. Patursson. Hesin fundur verður rokn­ aður sum byrjanin til okkara sjálvstýristilgongd. Jens Olsen, var ein vakur maður, bar seg hábarðsliga at og var eitt prýði fyri eina og hvørja samkomu. Í 1911 varð hann kosin til norskan varakonsul. Dóttirin Gudrid Olsen var massøsa og ógift. Tey fingu eisini eina dóttir, Ragna Frederikka, ið doyði hálvt ára gomul. Umframt fingu tey tvey deyðfødd børn, og standa tey á gravsteininum sum “beiggi og systir”. Tey eru grivin 24. november 1893 og 18. august 1897. Jens Olsen útflutti ross til enskar kolaminur Beint undan jólum kom út fyrsta bindið í eini røð við tilfari hjá Petur W. Háberg. Hetta er forkunnugur lesnaður, tí væl dugdi Petur at skriva. Heimildin til hesa frásøgn er úr bókini Hugbirtingar hjá Peturi. Ein av hansara greinum var um ”Konsulin yviri í Trøð”, sum lýsir ein av okkara merkismonnum seinast í 1800- talinum he n d u r ið sl ep t u JENS MICHAEL OLSEN, TÓRSHAVN, KEYPMAÐUR, NORSKUR KONSUL F 14-2-1860 D 1-3-1921 PETRA CHRISTINE OLSEN F. MÜLLER F 17-2-1864 D 26-9-1941 RAGNA FREDERIKKE OLSEN F 31-7-1896 D 26-1-1897 BEIGGI OG SYSTIR ALT STAAR I GUDS FADERHAAND Næstu ferð Næstu ferð fara vit greiða frá einum navni, sum vekir blandaðar kenslur, nevni­ liga Løbner, sum var seinasi kommandantur á Skansa­ num og fyrsti amtmaðurin. Kona og dóttir hansara eru nevniliga jarðaðar í gamla kirkjugarði. Her var handilin, í dag kendur sum Kafé Natúr Húsini hjá Petru og Jens Olsen Pakkhús og neyst hjá Jens Olsen við bátabrúgv. Jens Olsen var tann fyrsti í Havn sum hevði kuldagoymslurúm Jens Olsen og Petra Olsen Nr. 7 - 10. januar 2008