Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2008 39 Styttri bíðilistar skulu raðfestast hægri Sambandsflokkurin hevur sett sær fyri, at bíðitíðin til sjúkraviðgerð skal undir ongum umstøðum vera longri enn tveir mánaðir. Spurningurin um bíðitíð til sjúkraviðgerð, er ein spurningur um raðfestingar, og um rættin hjá borgarunum at virka í samfelagnum. Fíggjarliga er hetta ikki ein trupul spurningur, tí tað sum vit mugu brúka eyka, fyri at stytta bíðilistarnar, vinna vit inn aftur við at sjúklingarnir koma skjótari aftur til arbeiðis. Vit kunnu ikki reypa okkum av at vera eitt vælferðarsamfelag, um fólk ganga óarbeiðsfør vegna eina skeiva politiska raðfesting. Viðmerking, Kommunala eftirlitið Lurtaði í gjárkvøldið í ÚF eftir landsstýrismanninum í innlendismálum (kommu­ nala eftirlitið) í sambandi við, at kommunrunar ætla at gera í løgur fyri umleið 600 mió.kr. í 2008. Nú aftur lesi tað sama á Portal­ inum. Sambært kommunulógini stendur: ”§ 43. Til lántøku, veð­ setan, nýtslu av rakstrar­ avlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommunustýrinum. Stk. 2. Er nettoskuldin meira enn ein álíkning eftir einum av landsstýrismanninum árliga ásettum skatta­ prosenti, krevst loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku og til broytingar í lánitreytunum.” Tað er ikki rætt av Heðin Zachariassen, landsstýris­ manni, at tulka lógina soleiðis, at hann onki kann gera, so leingi ein kommuna er innan fyri eina álíkning netto. Landsstýrið er til eina og hvørja tíð yvir kommunum ­ eisini tá talan er um at føra ein forsvarligan fíggjar­ politikk fyri alt tað almenna ­ land og kommunur. Soleiðis er tað í øllum grannanlondunum. Vit kunnu spyrja landsstýrismannin, hvat hendir um so er, at inntøkugrundarlagið hjá kommununum minkar markant yvr td. 2­3 og skuldin nú knappliga er vorðin til 1,5 ella ferðir álíkningina ­ tí inntøkugrundarlagið er svunni inn. Hetta sigur, at búskaparligt eftirlit skal førast við kommunum og at hædd skal takast fyri búskapar­ gongdini í samfelagnum og teimum búskaparpolitisku málsetingunum, sum eru lagdir av landsstýrinum. Trupulleikin við kommunala búskaparinum er, at hesum ikki verður samskipaður av landsstýrinum, og kommunurnar liva sítt egna lív. Hinvegin minnast vit, at landsstýrið hekk uppá alla kommunala skuld í 1991, tá alt samfelagið fór í gjaldstrot. Leggi annars til merkis, at orðið ella heitið kommunala eftirlitið nærmast ikki verður brúkt longur millum politikarar ­ hóast tað stendur í kommunulógini: ”§ 48. 1) www.logir.fo/foldb/llofo/2000/0000087.htm” \l ”SNiBUND1” http://www.logir.fo/foldb/ llofo/2000/0000087.htm#SNiBUND1> Landsstýrism­ aðurin hevur eftirlit við kommununum. ” Sostatt er tað ein politisk undanførsla, sum landsstýris­ maðurin Heðin Zachariassen kemur við alment. Í hundrað ár hava føroyingar støðugt útbygt vegakervið um landið. Tað byrjaði í smáum, vegir vórðu gjørdir ímillum tey størstu plássini og bátar sigldu millum oyggjarnar. Men sum tøknin hevur ment seg, vórðu møguleikarnir betri og betri. Vit fingu tunlar ímillum bygdir, ið annars ongan kjans høvdu at fáa fast samband við størru økini. So komu byrgingar og brúgvar ímillum oyggjar. Hvør skuldi trúð tí? Og í hesari øldini eru vit komin so langt, at vit hava gjørt tunlar ímillum oyggjar við stórari frástøðu. Og hesa tíðina hevur samfelagið ment seg ótrúliga nógv, og óneyðugt er at siga at vælferðin er ikki at líkna við tað hon var. Samfelagið kann rætt og slætt ikki samanberast við hvat tað var. Hetta hava vit gjørt uttan steðg í hundrað ár, og landið blómar sum ongantíð fyrr. Men so var nóg mikið. Røddir hava verið at hoyrt, sum siga, at vit ikki hava ráð til hetta meir. Nú skulu vit ikki útbyggja vegakervið meir. Tey, ið ikki hava fingið enn, mugu tíverri standa uttanfyri restini av samfelagnum. Nei, hatta kann eg siga tykkum, kæru landsmenn, er ikki gongda leiðin. Í hundrað ár hava vit klárað at útbygt land okkara til nakað, ið ikki í tí villasta dreymi, hevði hildið at verið møguligt, tá forfedrar okkara byrjaðu hetta stóra arbeiðið. Latið okkum halda á, latið okkum dríva á! Latið okkum minnast, at allir partar av samfelagnum mugu fylgjast. Vit kunnu ikki lata ein part liggja í órøkt. Tað verður seg um vit hugsa um sjúkrahúsrøkt, skúlaverk, eldraøkið, og so sanniliga eisini vegakervið. Lata vit eitt av hesum liggja, so er tað, vist at tað kemur at draga øll hini niður á sama støðið. Ketan er jú ikki sterkari enn veikasta lið. Vit á A liðinum arbeiða fyri, at ALLIR partar av landinum verða útbygdir. X við A ­ X við RMA. Tá landið gjørdist eitt valdømi, var sagt, at hetta fór at gera allar tingmenn til landspolitikarar. Og soleiðis má tað vera. Men enn havi eg ikki sæð nógv til Suðuroyn í bløðunum. Her er mín støða púra greið. Tað má takast stødi í tí plássi, trupuleikin liggur. Og tá lóggivið verður gene­ relt fyri landið, má tað takast hædd fyri, hvussu lóggávan rakar tey ymisku økini. T.d. var privatiser­ ingin av Farmaleiðum var eitt bakkast fyri oynna. Frá at vera ein tænasta bleiv hon ein bjarnatænasta. At fólkatalið minkar so ógvusliga er ikki bara ein suðuroyartrupuleiki, men ein landstrupuleiki, ið má takast í nógv størri álvara í løgtinginum. Longu í sjeyti­árunum sá Ove Mikkelsen sáli skrift­ ina á vegginum, og legði eina bjargingarætlan fyri Suðuroynna fyri tingið. Tað varð flent eftir hesum. Kanska skuldu vit funnið hesa ætlan framaftur. Vit eiga at hjúkla um teir stovnar har liggja: Suður­ oyar Sjúkrahús, Heilsu­ skúlan, Strandferðsluna, miðnámsskúlan o.a. Eisini eiga vit at vísa teim lokalu mynduleiku­ num ta respekt, at teir í mestan mun sjálvir at avgera, hvar nýbygging verður gjørd. Tað eru teir lokalu mynduleikarnir, sum vita best, og kenna tørvin. Ein bjargingarætlan skal gerast fyri Suðuroynna. Er yvirbygningurin í sjúkra­ húsverkinum ikki vorðin ov stórur? Tað er sera umráðandi, at størsti parturin av peningi­ num ið verður játtaður til heilsuverkið endar har, ið viðgerðin av tí sjúka gongur fyri seg. At sjúk fólk verða stúva saman á trongum stovum uttan wc og brúsu eigur ikki at finna stað í einum framkomnum sjúkrahúsverki. At fólk verða so skjótt útskrivaði, ger at tað tekur longri tíð at fáa førleikan aftur. Tað eigur ikki at verða spart innan reingering, men heldur útbúgva fólk innan hetta økið, ið hevur alstóran týdning fyri at fyribyrgja infektiónir á einum sjúkrahúsi. Vit eiga at vera ajour innan bestu viðgerðina ella at senda okkara sjúklingar, har besta viðgerðin er at fáa. Eitt týðandi mál innan sjúkrahúsverkið má verða, at uppvenjingin, av fólki ið hava fingið blóðtøpp ella bløðing í heilan, verður raðfest høgt. Týðandi er eisini, tá viðgerðin á sjúkrahúsinum er liðug, at ein framhaldandi uppvenjing fer framm innan aðrar karmar. Ambulatoriið fyri allar neurologiskar sjúkur, so sum Parkinsson og Parkinsson líknandi sjúkur, epilepsi, sclerosu, blóðtøppar ella bløðingar, alzheimer, demens o.s.fr, eigur at verða sett á stovn. Fleiri neurologar eiga at fáast til landið, eins og tað eisini mugu útbúgvast fleiri sjúkrarøktarfrøðingar innan neurologiska økið, so at tey ið líða av hesum sjúkum kunnu fáa neyva og góða viðgerð uttan at vera noydd at fara av landinum at fáa sær heilsuhjálp fyri egnan kostna. Uppvenjingardepil fyri neurologiskar og rheumat­ iskar (gigta) sjúkur má setast á stovn. Ásannast má at Føroyar eru ov lítið samfelag til fleiri upp­ venjingarstøð. Ein felags uppvenjingardepil hevði gjørt stórt gagn, tá tað er sera umráðandi fyri allar neurologiskar sjúkur og gigtasjúkur, at ein fær fysiurgiska og ergotera­ peutiska venjing. Ein tílíkur depil kundi eisini gagna øðrum eldri sum yngri við tørvi. Løgtingsvalið 19. januar 2008 9 Sambandsflokkurin Helgi AbrAHAmsen Val Sambandsflokkurin reidAr nónfjAll Val valevni Fólkafloksins rói mAtrAs AbsAlonsen Val Javnaðarflokkurin dAn r. Petersen Val valevni fyri Miðflokkin lista H KristiAnnA micHelsen Val Latið okkum halda áfram Suðuroyggin gloymd í valstríðnum Nakrir tankar um heilsuverkið og annað