hósdagur 10. januar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Tað var í grellari andsøgn
til okkara politisku mál, at
Hans Birgir ikki fekk orðið
á valfundinum í Lærara
skúlahøllini leygarkvøldið
Aðalmálið í politikkinum
hjá Tjóðveldinum er, at øll
skulu hava sama rætt og
frælsi at virka, velja og
virðast – tá vit ikki gera
okkum inn á rættin hjá
hinum.
Hetta er galdandi í okk
ara altjóða politikki, har
føroyingar skulu hava sama
rætt og frælsi at virka,
velja og virðast sum onnur
fólk.
Tað er kjarnin í okkara
mentanarpolitikki, har
mentanarlívið sjálvsagt
skal virka frælst.
Í okkara sosial og heilsu
politikki snýr tað seg ikki
um at gera nøkur til
klientar, men samhaldsfast
at tryggja amboðini til, at
øll hava sama rætt og
frælsi at virka, velja og
virðast.
Í okkara útbúgvingar og
granskingarpolitikki skulu
vit tryggja øllum sama rætt
og frælsi.
Í vinnupolitikkinum
skulu somu virkis og
kappingarmøguleikar vera.
Umhvørvispolitikkurin
snýr seg um, at vit, ið nú
liva, skapa sama rætt og
frælsi at virka og liva til
onnur í heiminum og til
okkara eftirkomarar.
Og ikki minst, tá ræður
um rættartrygd og grund
leggjandi frælsi mótvegis tí
almenna og í tí almenna
rúminum.
Tí var hendingin í
Læraraskúlahøllini leygar
dagin í grellari andsøgn til
hesi mál.
Hans Birgir Hansen, sum
ein vanligur veljari, fekk
ikki orðið. Helst tí hann
verður mettur øðrvísi og
ringur at stýra.
Tað er átaluvert. Havi
skilt, at Hans Birgir hevur
fingið eina umbering frá
Kringvarpinum.
Tað mest rangvørga er, at
Hans Birgir segði mær
aftaná, at hann hevði ætlað
at sett mær ein spurning
um... ja, um rættartrygd og
frælsi hjá øllum borgarum.
Hetta má ikki endurtaka
seg.
ALS til sjómenn
Eg havi síðan eg kom í
landspolitikk, havt tað
órættvísi frammi, sum
ALSskipanin hevur ímóti
fiskimonnum/
útrórðrarmonnum. Teir
gjalda inn til skipanina, tað
er har sum stóra órættvísi
er, tú kann ikki gjalda inn
á sama hátt sum onnur og
tá so ástendir, fær tú einki.
So kann onkur siga, hví
gera tit so einki við
trupulleikan.
Jú í 2003 legði eg, saman við Henrik Old, uppskot fyri
tingið um at rætta henda trupulleika, har fekk hetta
uppskot drúgva viðgerð, flest vóru samd og hildu at hetta
var órættvíst, sum tað eisini er, men tá atkvøðast skuldi
fekk málið 7 atkvøður fyri og eina var blonk.
Síðan er málið viðgjørt, men ikki er komið á mál.
Hetta meti eg órættvíst, um eitt skip verður lagt vegna
umvæling í ávísa tí, so skal einasti møguleiki hjá
sjómonnum fyri at fáa mat á broðið, at verða uppsagdur á
skipinum. Eftir uppsagnina og sjómaðurin er komin í
ALSskipanina, kann ALS ávísa hesum manni ein annan
kjans og kann so maðurin kanska ikki náa at vera heima
aftur fyri at koma umborð á skipið, sum hann so áheppin
mátti blíva uppsagdur av. Tá ein er skrivliga uppsagdur, tá
stendir hann veikur. Tá ein er uppsagdur á einum skipi
skulu 6 mánaðir ganga áðrenn hann kann mynstra við
aftur.
Taka vit útrórðarbátar, so er skili tað sama. Skal ein
maður fáa ALS, ja so má hann selja bátin og standa á
berðum, hetta er ikki gott ella rættari út av lagið og fari
eg framhaldandi at arbeidða fyri hesum, um eg verði
valdur.
Annars má sigast at ALSskipanin var eitt bragd, men
hetta er nakað sum skal rættast
Skipan skal gerast soleiðis,
at tað er áhugavert at koma
aftur til Føroyar at virka
sum lækni ella tannlækni.
Lønin eigur ikki at vera
orsøkin, til at læknar velja
starvsleið í útlandinum.
Tað er neyðugt at gera
skipanir sum veruliga
draga fólk heimaftur eftir
lokna útbúgving.
Spurningurin er eisini
um setunnarmyndugleikin
av læknum ikki skal flytast
frá landsins myndugleikum
og yvir til kommunurnar.
Ella at kommunurnar koma
meira við í hetta arbeiðði,
tí tað eru kommunurnar,
sum gera karmarnar fyri
virkseminum hjá
læknunum.
Kommunurnar eiga at
hava beinleiðis ávirkan á
starvsetan og at lønar
karmurin eigur at kunna
vaksa fyri at eggja
nýggjum læknum at søkja
kommunulæknastørvini
sum eru leys kring landi.
Kommunurnar merkja
henda trupuleika hvønn
einasta dag, og í dag tykist
tað ikki sum vend kemur í
skeivu gongdina.
Tá ið vit tosa um
tannlæknar eiga vit at gera
eina skipan har fleiri
føroyingar fáa møguleikan
at taka útbúgvingina.
Føroyingar áttu at fingið
eina ávísa kvotu árliga, á
sama hátt vit hava havt á
Danmarks
Journalistháskúla. Tað er
sera trongt á
tannlæknaskúlanum og
ringt at fáa nýútbúnar
tannlæknar heimaftur.
Valevni Fólkafloksins á
Lista A, sjálvandi!
Tey bleytu virðini standa
ovarliga hjá øllum flokkum
nú valstríðið av álvara er
byrjað.
Eldrabústaðir, eldrarøkt
skulu mennast. Fleiri
ellisheim og sambýlir
skulu byggjast. Starvsfólk
skulu hava møguleika fyri
fagligari menning, og tey
eldru ellisheimini skulu
umvælast eftir nútíðartørvi.
Bert fyri at nevna nøkur
ting, sum verða umrødd í
visión 2015.
Alt hetta ljóðar gott í
oyrum veljarans, og eiga
vit øll, sum bjóða okkum
fram, at taka undir og
arbeiða út frá hesum
málsetningi. Tilveran og
eldraár hjá teim eldru og
veiku skulu ikki verða
ymisk, hvar í landinum tú
býrt.
Men verðuleikin er í
tveimum. Líkamikið hvat
vit halda og lova, so eru
kommunurnar ein týdn
ingarmikil, og avgerðandi
partur á hesum økið
Sagt verður at uppgávur
skulu leggjast út á komm
unur. Eitt greitt ábyrgdar
býti skal verða ímillum
land og kommunu, her til
eru vit samd. Ì 1999 kom
kommunuálitið út, sum
lýsti ein greiðan komm
unustruktur, men 8 ár
seinri, eru vit ikki komin
nógv longri.
Hvussu langt eru vit
komin at leggja uppgávur
út á kommunur, burtursað
frá barnaansingini. Trupul
leikin liggur í, at tann
kommunali bygnaðurin
liggur ógreiður, og so
leingi sum ein framtíðar
leistur fyri kommunala
økið, ikki er komin uppá
pláss, rópa vit ímóti
vindinum.
Hvussu nógvan pening
hava kommunurnar sett av
á fíggjarætlanini fyri 2008
til umbygging, útbygging
ella nýbygging á eldra
økinum? Er nøkur umsókn
um nevndu viðurskiftið í
heilsumálaráðnum?
Tað eru hesi viðurskiftið,
sum draga út og eiga at
fáast uppá pláss. Avgerð og
ábyrgd mugu fylgjast at.
Land og kommunur,
serliga kommunur, mugu
tosað sama mál í øllum
uppgávum, sum verða
lagdar út á kommununar.
Tí er tað líkamikið hvat
vit, sum bjóða okkum
fram, siga ella ætlað. Eru
kommunalu økini ikki
samd og draga somu línu,
er trubult at koma víðari.
Løgtingsmaður
Javnaðarflokkurin
Gerhard
LoGnberG
Val
Fólkaflokkurin
rodmundur
nieLsen
Val
Tjóðveldi
høGni
hoydaL
Val
Sambandsflokkurin
eivin
Jacobsen
Val
Útjaðarin grætur eftir læknum og tannlæknum
Hvussu koma vit á mál við eldraøkinum
Á vestfallið við teknmáli
og jólakalendara?
Hetta er útmeldingin frá
Kringvarpsnevndini, nú
peningurin ikki røkkur fyri
árið 2008.
Skilji væl at ein nevnd
sum situr við ábyrgd, og
tekur hesa ábyrgd í fullum
álvara, við hesum
uppskotið roynir at seta
fokus á truplu støðuna hjá
Kringvarpinum. Peningurin
røkkur ikki til og politiska
skipanin letst ikki um vón.
Nú velji eg at trúgva at harðliga útmeldingin, um at
strika tilfar til júst teir veikastu bólkarnar, okkara deyvu
borgarar og børnini, júst er gjørd fyri at “vekja fiskarnar”
og royna at skapa eitt kjak um sjónvarp og útvarp í
Føroyum í framtíðini.
Eftir mínum tykki er einasta gongda leið at seta ferð á
framleiðsluna av føroyskum tilfarið til allar aldursbólkar.
Kringvarp er so týðandi táttur í menningini av
fólkaræðinum og eins týðandi táttur sum mentunarberi og
samleikamennari, at allar árar skulu leggjast í sjógv fyri
at klára at lyfta ta stóru uppgávu hetta arbeiði er.
So mín niðurstøða er greið, Kringvarpið eigur at koma
á fíggjarlógina við eini munandi upphædd, so rúmd
verður fyri eini veruligari menning av einum føroyskum
Kringvarpið, har eisini rúmd er fyri veikastu bólkunum í
samfelagnum, børnunum og teimum deyvu.
Hetta er íløga í mentan, samleika og fólkaræðið.
X við E Heidi P
Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi
Tjóðveldi
heidi
Petersen
Val
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Sama rætt og frælsi at virka, velja og virðast
9
Nr. 7 - 10. januar 2008