Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2008 41 Løgtingsvalið 19. januar 2008 9 Neyvan er nakar starvs­ bólkur í landinum so illa viðfarin í politiska kjaki­ num og á løgtingi, sum tey alment settu. Tað tykist sum, at landsins politikk­ arar og valevni hava gloymt, at vælferðin í landi­ num verður borin av teim­ um alment settu starvsfólk­ unum. Hetta ger seg gald­ andi úr vøggu til grøv og alt tað har ímillum. Vit hava øll hoyrt um, hvussu sjúkrarøktarfrøðingarnir hokna undir arbeiðsbyrðini í sjúkrahúsverkinum. Fyri kortum søgdu 13000 sjúkrarøktarfrøðingar seg úr starvi í Finlandi, tí eisini har hokna tey undir arbeiðsbyrðini. Tað er eisini eitt vælkent fyri­ brigdi hjá okkum, at fólk ikki støðast ella rýma úr almennum arbeiðsplássum, tí arbeiðstrýstið er ov stórt. Avleiðingin er fyrst, at starvsfólkini verða noydd til at slaka uppá fakligu dygdina í arbeiðnum, men i longdini gongur tað út yvir starvsfólkið sjálvt, og tí kenna tey seg noyddan at rýma, fyri ikki at ganga undir. Vælferðarstøðan í land­ inum kann samanberast við eitt gistingarhús. Tess fleiri stjørnur gistingarhúsið hevur, tess fleiri og betur útbúgvin starvsfólk eru um gestirnar, tænastuútboðið er stórt, rúmumstøðurnar góðar og maturin við. Øll vita, at tað kostar nógv meira at gista á einum fimm stjørnu gistingarhúsi, heldur enn á einum tvey, trý ella fýra stjørnu gistingarhúsi. Ein viðkom­ andi spurningur er tí, hvussu nógvar stjørnur geva vit okkara vælferðar­ samfelagi í dag og hvussu nógvar stjørnur ynskja vit, at tað skal hava í framtíðini og heilt realistiskt, hvussu nógvar stjørnur vilja vit gjalda fyri? Sjálv eri eg sannførd um, at leggjast má á annan bógv fyri at betra væl­ ferðartænasturnar. Teir ymisku fakbólkarnir mugu sleppa til orðanna at áseta eitt dygdargott tænastustig. Mál og uppgávur mugu ásetast og festast á blað, so at starvsfólk og brúkarar fáa innlit í, hvat væntast av teimum og hvat ein hevur krav uppá. Almennu leiðslurnar mugu sambinda mál, tørvandi arbeiðsorku og aðrar neyðugar fortreyt­ ir fyri, at málini kunnu røkkast. At fasthalda og tiltrekkja arbeiðsmegi má avgjørt eisini setast sum eitt mál í sær sjálvum, tí við hesi gongd er tað bara ein spurningur um tíð, til vit ikki hava starvsfólk at røkja vælferðartænasturnar. Ein hin týdningarmesta uppgávan hjá komandi løgtingi verður at játta pening til vælferðarupp­ gávurnar og harvið avgera, um gjaldast skal fyri eitt tvey, trý, fýra ella fimm stjørnu vælferðarsamfelag. Tá tað er gjørt, eigur eitt neyvt eftirlit at verða við at arbeitt verður sambært settu málunum og at pengarnir verða brúktir til tað, teir eru játtaðir til. Stirvna játtanarskipanin eigur at broytast, so gjør­ ligt verður at arbeiða yvir eitt fleir­ára skeið og ikki sum nú, bert 1 ár í senn. Ein skipan, sum byggir á málstýring og uppgávurøkt gevur í siðsta enda tað tænastustig, sum vit vilja gjalda fyri. So er tað upp til játtandi myndugleikan, tvs. løgtingið, og almennu leiðslurnar, ið hava ábyrgd av gjøgnumføringini, at tryggja at borgarin fær tað, hann rindar fyri. Ein broyting má til. Eg vil arbeiða fyri eini broyt­ ing, sum betrar um tæn­ astustøði og fyribyrgir tað ódámligu niðurgerðing, ið alment sett starvsfólk hava verið fyri úr politisku skip­ anini. Tað er púra burtur­ við at leggjast eftir tí vanliga starvsfólkinum. Tað eru jú tey, sum geva okkum vælferðartænastur­ nar líka úr vøggu til grøv. Alment settu starvsfólkini tryggja vælferðina Valevni Fólkafloksins www.annikaolsen.net AnnikA Olsen Val Løgtingið tók avgerð um at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Hetta frambrot bygdi millum annað á, at Føroyar í framtíðini skulu hava fíggjarliga og umsiting­ arliga sterkar kommunur. Loysn má tí sum skjótast fáast á kommunubygnaðin­ um, so at Føroyar verða skipaðar í færri kommunur. Men tað er ikki nokk í sær sjálvum, tí kommunurnar skulu eisini hava fleiri uppgávur at røkja. Upp­ gávur, ið nátúrliga hoyra heima í kommununum, sum hava beinleiðis samband við borgararnar. Tvey høvuðsøki, ið eiga at verða løgd út til komm­ unurnar at umsita, eru eldrarøktin og fólkaskúlin. Ofta verða kommunurnar róstar fyri sjálvboðið at hava tikið tøk á eldrarøktar­ økinum við at byggja ellisheim og sambýli. Ongantíð fyrr byggja kommunurnar so nógvar og hartil framkomnar skúlar sum nú. Samstundis hava komm­ unurnar nøktað tørvin á barnaansing, ið sum kunnugt varð stórur trupulleiki í nítiárunum. Eingin ivi er um, at kommunurnar megna at umsita eldrarøktina og skúlan eisini. Við einum valdømi til løgtingið og við 7­9 sterk­ um kommunum, ið umsita øll viðkomandi mál fyri borgaran, fáa vit annað og munandi betri skipað samfelag. Løgtingið og landsstýrið seta karmarnar og treyt­ irnar, og kommunurnar umsita uppgávurnar sam­ svarandi, men kunnu altíð sjálvar velja at hava eitt hægri tænastustøði og fleiri tilboð, enn lógin áleggur. Soleiðis fáa vit eitt eins høgt tænastustøði kring alt landið, men eisini møgu­ leika fyri, at kommunurnar sjálvar raðfesta uppgávur uppaftur hægri í samljóði við tey ynski og krøv, ið borgararnir seta teirra kommunu. Hetta skapar framburð, og hetta gevur betri eldra­ røkt og betri undirvísing. Tí er neyðugt at skipa eina veruliga útleggingartil­ gongd til tess at styrkja kommunurnar. Eg vil á løgtingi virka fyri, at meira ferð kemur á at loysa kommunala bygnaðin! Kommunurnar skulu styrkjast valevni Javnaðarfloksins www.hedinmortensen.com Heðin MOrtensen Val Føroyska umsitingin og rættarskipanin eru enn á mangan hátt í føðingini ella als ikki komin so langt. Í slíkari støðu vil eitt hugtak sum rættartrygd at vera í miðdeplinum. Rættartrygd er eitt ógreitt hugtak, ið tað ofta verður farið lætt um í politiskum retorikki. Men grundleggj­ andi liggja nøkur heilt ítøkilig virði í hesum hugtaki, og her hugsi eg fyrst og fremst um, at borgararnir eiga at fáa eina fakliga góða og óhefta viðgerð av teimum myndugleikum, sum í ítøkiligum málum taka avgerð teirra vegna. Av avgerandi týdningi er tað tí, at føroyskir fyri­ sitarar og dómarar eru so væl útbúnir sum møguligt og kenna so væl til føroysk viðurskifti sum møguligt. Tí má ein komandi sam­ gonga virka fyri, at tað verður stovnað ein føroysk løgfrøðiútbúgving á Fróð­ skaparsetrinum, so at grundarlag verður lagt fyri eini manning innan før­ oyska umsiting og dómstól­ ar, sum í størri og størri mun er á heimabana innan serføroysk lóggávuøki. Hugsað verður eitt nú um føroyskan bygdarætt og landbúnaðarlóggávu, ið danskir løgfrøðingar illa skilja og føroyingar sjálvir hava gjørt lítið við higartil. Í dag verða flestu avgerðir móti borgarum tiknar í fyrisitingini, og koma tær oftast ikki fyri nakran dómstól. Tí er so serliga týdningarmikið, at royndarmannagongdin og ­ skipanin í fyrisitingini rigga væl. Seinastu árini eru stór framstig hend á hesum øki í Føroyum, har alsamt fleiri rættarøki verða løgd til kærunevndir, knýttar at Føroya Kæru­ stovni. Sum landsstýris­ maður í innlendis­ og lógarmálum havi eg sjálvur nýliga verið við til at leggja kærur hjá borgar­ unum í málum eftir m.a. býarskipanarlógini, ting­ lýsingarlógini og matrikul­ lógini frá landsstýris­ manninum til nýggju Kærunevndina í lendis­ málum. Hetta má vera vegurin fram. Kærunevnd­ irnar eru samansettar av trimum ella fimm serfrøð­ ingum og kunnu á mangan hátt samanberast við dómstólarnar. Í flestu førum er væntandi, at hesar kærunevndir geva borgarunum eina betri viðgerð enn ein embætis­ maður undir landsstýris­ manninum. Málsetningurin má tí vera, at kærur innan alsamt fleiri rættarøki verða løgd frá landsstýris­ monnunum og yvir til kærunevndir. Veruleikin er kortini í løtuni so, at landsstýris­ menninir framvegis eru kærumyndugleikar hjá borgarunum innan eina ørgrynnu av samfelags­ økjum. Ikki minst verður her hugsað um sokallaðu landsstovnarnar, har tað er eitt yvir­undir samband við kærumøguleika beinleiðis til landsstýrismannin. Í slíkum førum er tað avger­ andi fyri borgarans rættar­ trygd, at kæruvegurin verður røktur og riggar væl. Verður kæruvegurin avskorin, er rættartrygdin í vanda, tí vit vita, at dóm­ stólarnir ofta eru tungir og trekir at fáa inn í fyrisiting­ armál. Tískil er tað eisini so vandamikið, tá fjølmiðl­ arnir og onnur øsa almenn­ ing og politisku skipanina um einstøk mál, so endin verður, at borgarin í veru­ leikanum onga fyrisiting­ arligan kærurætt hevur. Landsstýrismenn mugu sjálvsagt ikki í tíð og ótíð og tilvildarliga leggja seg út í mál hjá landsstovnum. Hinvegin er eins umráð­ andi, at borgarin, serliga í meira prinsipiellum málum, sleppur at kæra avgerðir hjá landsstovnum, og at alt ikki verður lopið upp í varg, so at fyrisiting­ arligi kærumøguleikin og harvið rættartrygdin verður máað burtur. Tað hevur tí stóran týdn­ ing at fáa ment løgfrøðiligt medvit og útbúgving heima í Føroyum, eins og at avgerðarmyndugleik­ arnir mugu skipast skila­ gott við kærunevndum, so at borgarans viðurskifti kunnu verða umsitin so rættartrygt sum til ber. Fyrisiting og rættartrygd Fólkaflokkurin JAcOb VestergAArd Val