hósdagur 10. januar 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Vit eiga at niðurraðfesta
læruna av donskum í
føroyska skúlanum. Vit
eiga heldur at raðfesta
enskt hægri. Tíðin er
farin frá at danskt er
neyðugt amboð hjá
føroyingum, til tess at
fáa samband við umheim
in. Hví verða vit so enn í
dag noydd at læra danskt
á hægsta stigi? Tað er
spill av góðum kreftum
og ein avmarking fyri
føroyingin!
Enskt og Danskt býtast
um
Vit liva í dag í einum
heimi, har mestsum alt
samskifti fer fram á
enskum. Almenna heims
málið er enskt,
tøknimálið er enskt og
vinnumálið er enskt.
Flestu lond í heiminum
hava í dag enskt sum
teirra sekundera mál.
Men vit í Føroyum
fylgja ikki hesum
rákinum. Vit læra enn í
dag danskt á sama stigi
sum føroyskt, meðan
enskt hevur lægri raðfest
ing. Hetta er ein
avmarking fyri før
oyingin og fyri Føroyar
sum tjóð. Í mínum
eygum er tað eitt stórt
spill av góðum kreftum,
at hvørt barn og hvør
unglingi, ið fer á
miðnámsskúla, noyðist
at læra danskt á hástigi
(Astøði) og fáa gjølla
vitan um danska mentan
og danska bókmenta
søgu. Vit kunnu saktans
klára okkum í Danmark
við at læra danskt á
miðstigi (Bstøði). Í dag
er næstan ógjørligt hjá
vanliga føroyinginum
við enskum á Bstigi, at
samskifta um teknisk
mál við onnur
enskttalandi í heiminum.
Orðatilfeingið strekkir
ikki longri enn til vanligt
prát um veður og vind.
Og hetta er als ikki
nøktandi, um vit skulu
gerast ein virkin partur
av alheiminum og taka
lut í alheimsgerðini. Tí
eiga vit at býta um
raðfestingina av
donskum og enskum í
føroyska fólkaskúlanum
og á miðnámsskúlunum.
Enskt gevur okkum
fleiri møguleikar
Samstundis sum vit við
donskum, á sama støði
sum við enskum í dag,
høvdu varðveitt eitt tætt
tilknýti og góðar sam
skiftismøguleikar við
hini Skandinavisku
londini, so høvdu vit við
gjøllum kunnleika í
enskum opnað nýggjar
dyr til umheimin. Við
enskum á hægsta stigi,
ber til hjá føroyingum at
samskifta flótandi við
allan heimin, meðan
danskt bert gevur
atgongd til eina promillu
av øllum heiminum. Við
enskum á hægsta stigi,
opna vit eisini dyrnar til
allan heimin fyri víðari
lesnaði. Og henda breiða
vitanin, sum vit longu nú
royna at fáa við serstudn
ingsskipanum til lesandi
uttanfyri Danmark, fer at
koma føroyska samfelag
num og serliga føroysku
vinnuni sera væl við. Tað
hevði givið eitt stórt fjøl
broytni av vitan í
føroyska samfelagnum
og vinnulívinum. Um eg
skal taka eitt dømi, um
hvønn mun gjøllur
kunnleiki í enskum ger
fyri eitt land, so kann eg
taka India. Indiski
búskapurin boomar í
dag. Ein stórur partur av
allari outsourcing í
heiminum í dag gongur
til India. Orsøkin er
miðvísa íløgan hjá India
í útbúgving og gransk
ing, og teirra gjølli
kunnleiki í enskum. Før
leikin í enskum er ein
fortreyt fyri vøkstrinum,
ið fer fram har. Við
enskum samskifta og
handla teir við allan
heimin í dag, uttan
nakrar sum helst
trupulleikar.
Noyðast at fanga
altjóða rákið
Tí noyðast vit at fanga
rákið í heiminum, og
ikki altíð ganga øvugtan
veg. Vit eiga at arbeiða
okkum burturúr hesi
leivdini frá gomlu
kolonistøðuni, sum
Føroyar eru í. Men mis
skilji meg ikki. Talan er
ikki um at avskaffa
danskt, men heldur um
at bróta niður nakrar
avmarkingar hjá okkum
føroyingum. Vit eiga at
gera okkum sjálvum ta
tænastu at skapa okkum
so góðar møguleikar
sum gjørligt. Tað gera
vit bert við at læra enskt
á hægsta stigi.
Øll eru vit vitandi um at
toskurin við Føroyar er illa
fyri, Hjálti í Jakupsstovu
stjóri á Fiskirannsóknar
stovuni heldur at vit ikki
hava duga nóg væl at vart
toskastovnin, og gevið eg
honum rætt í tí, flotin á
landloyðini er alt ov stórur.
Hvør er skild í at flotin
er so stórur? Sjálvandi teir
sum stýra og smíða lóðir,
landleiðin skuldi bara
verið til útróðraflotan, og
smábátar, fyri opnar bátar
nir skuldi verið frítt at
fiska, tað hevði kanska
verið við til at okkara báta
byggjarar kundi varveitt
tann Føroyska bátin. Línu
flotin skuldi fungi rættindir
at endurníggja seg til stór
Fristulínuskip, og sjálvandi
kvotur í Bartentshavinum,
russiskum øki, við Ísland,
Grønland, New Foundland
og alla staðni har vit kunnu
koma, vit hava onki skip
sum kann royna á djúpum
vatni, eg veit at tað finnist
lønandi vinna á hesum
økjum, allir fongurin
skuldi verið førdir heim til
landið at virka, tá kundi
man tosa um ogn Føroya
fólks.
Ein stórur vandi er
svartkjaftaveiðan við
Føroyar, har skuldi og má
setast eitt mark fyri hvar
tey skipini skullu fiska, tað
kann gerðast við at nokta
teimum at fiska inn á
landgrunnin sum teir gerða
í dag, við tí resultati at 100
tals tons av toski, hýsu og
upsa vera dripin í meski
num av teimum stóru
svartkjaftatrolinum, vakni
aðrenn ovseint verur,
minnist til svartkjafturin er
føði hjá fleiri fiskasløgum,
og sjálvandi í sinum
jakstran eftir føði koma
hesi fiskasløg í svartkjafta
felluna, mítt boð er minu
mum 300 favnar helst 400
favna dýbið so okkurt
verur eftir til komandi
ættarlið, vel miðflokkin og
vit vilja gerða okkara til at
fiskiríkidømi kann halda á
fram og vera ogn Føroya
fólks.
Gott val.
Toskastovnurin á Landgrunninum
Miðflokkurin H
Sigmund
AndreASen
Val
Ein grundleggjandi
trupulleiki í fólkaskúlanum
í dag er, at alt ov nógvir
næmingar ikki læra at lesa.
Hesum vil Javnaðar
flokkurin koma til lívs.
4. flokkur er markið
Tá næmingar byrja í fjórða
flokki væntar skúlaskip
anin, at næmingurin
megnar at lesa og skilja
lættar tekstir. Tá gongur
skúlaskipanin útfrá, at
næmingar klára at loysa
lesistykkir í rokning, klára
at lesa og svara skrivtlig
um søguspurningum, klára
at fremja mannagongdir í
náttúr og tøkni osv. Alt ov
nógvir næmingar megna
ikki hesa uppgávur og
koma tískil at dragna á
øllum økjum.
Meiri lesing í 1. , 2. og 3.
flokki
Lesingin eigur at fáa nógv
størri pláss í yngru flokk
unum. Her aftrat eiga lærar
ar í føroyska fólkaskúla
num at fáa betri møgu
leikar at hjálpa næmingum,
sum læra á ørvísi hátt enn
fjøldin. Her til er at siga, at
ov langt er millum lærarin
og serkunnleikan í dag.
Serkunnlekin
Vit mugu fáa serkunnleik
an nógv tættari knýttan at
teimum yngru flokkunum.
Megna vit hetta, er møgu
leikin at fremja eina góða
undirvísing nógv størri.
Teir fáu næmingarnir, sum
tá krevja serhjálp eftir
triðja flokk, verða so fáir í
tali, at teir koma at fáa
góða og væl tilrættislagda
undirvísing innan skúlans
gátt.
At lesa er lykilin
valevni hjá Javnaðarflokkinum
Jónleif
JohAnneSen
Val
Í seinastuni hava vit sæð
hagtøl fyri, hvussu kyns
býtið millum kynini vísir,
at serliga útbúnar kvinnur
ikki koma aftur til Føroya
eftir loknan lesnað.
Tað eru óivað fleiri
viðurskifti, ið gera seg
galdandi; men eg skal
serliga nevna tvey viður
skifti, ið vit kunnu gera
nakað við.
Fyrst mugu vit skapa eitt
samfelag, ið er spennandi
og áhugavert hjá útbúnum
fólki at virka og liva í.
Hetta gera vit við at rað
festa okkara útbúgvingar
kervi soleiðis, at m.a.
hægri útbúgvingar kunnu
takast í Føroyum á einum
føroyskum universiteti.
Uppskriftin er ikki serliga
torfør – vit kunnu bert
hyggja at, hvussu Ísland
hevur skipað sítt gransk
ingar og undirvísingar
umhvørvi – og har eru
óivað fleiri viðurskifti, vit
kunnu læra av. Vit mugu
ásanna, at um vit skulu
fasthalda mest møguligt av
vitanartilfeinginum her í
Føroyum, so skal
umhvørvi vera til tess.
Og her er ikki spurning
urin hvat tað kostar, – vit
hava snøgt sagt ikki ráð til
at lata vera.
Eitt annað, sum vit
kanska sjáldan geva okkum
far um, er, at korini hjá
støkum uppihaldarum í
Føroyum eru sera vánalig.
Og sum tíðirnar eru í
samfelagnum í dag, so eru
lutfalsliga nógv ung fólk
stakir uppihaldarar eitt
ávíst tíðarskeið. Tey, sum
kenna til lestrarlívið í t.d.
Danmark, vita fulvæl, at
stórur partur av teimum
ungu føroyingunum, sum
flyta til Danmarkar fyri at
fáa sær hægri útbúgvingar,
eru stakir uppihaldarar og
nógv av hesum fara av
landinum, – kanska ikki í
fyrstu syftu fyri at lesa, –
men tí livikorini eru so
vánalig í Føroyum,
sammett við Danmark.
Tí er eisini umráðandi, at
vit ikki bara raðfesta sjálv
ar útbúgvingarstovnarnar;
men eisini geva okkum far
um, at tey ungu mugu hava
fíggjarligan møguleika fyri
at lesa; eisini ungar stakar
mammur við smáum
børnum.
Hvussa fáa vit trivna og fólkavøkstur?
Fólkaflokkurin
Kitty mAy
ellefSen
Val
Danskt – Ein farin tíð
Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/rogvi
rógvi
nybo
Val
9
Nr. 7 - 10. januar 2008