Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2008 43 Nú hava vit í longri tíð hoyrt nógv um Demokratia og arbeiði teirra. At hetta hevur borið ávøkst er eyð­ sæð, tí til komandi løgtings­ val eru fleiri kvinnur enn nakrantíð uppstillaðar. Sjálvandi haldi eg tað vera sera gott, at kvinnurnar eru so væl umboðaðar, men demokrati snýr seg ikki bert um kyn. Eisini skal hugsast um, hvør er best egnaður, til at umboða teg og tíni áhugamál. Skúlin, har børn okkara hava sína dagligu gongd, hevur brúk fyri betri undirvísingar tilfari. Alt ov lítið tilfar er til á føroysk­ um. Lærarar skulu eisini hava fleiri og betri tilboð um eftirútbúgving. Pensionistarnir eru ikki allir líka væl fyri peningaliga. Ein broyting má gerast, soleiðis at hvør einstakur persónur, ið er 67 ár fær somu sømdir sum øll onnur. Hugsast skal ikki um, hvørja inntøku hjúnar­ felagin hevur, men bert um tann einstaka persónin. Stakir uppihaldarar hava ikki øll eina inntøku, ið er høg nokk til at hesin bólkur klárar seg eins væl og onnur. Møguleikin fyri at útbúgva seg, eigur at vera tann sami fyri øll, men soleiðis er ikki. Har skúlarnir eru, ber ikki altíð til at fáa eitt stað at búgva og ofta er tað alt ov dýrt fyri ein stakan uppihaldara. Sum javnaðarkvinna vil eg arbeiða fyri, at gera Føroyar til eitt enn betri vælferðarsamfelag. Javnaðarflokkurin Maria Joensen Val Fólkaflokkurin fer fram­ haldandi at arbeiða fyri einum sjálvberandi bú­ skapi. Hetta skal gerast á tann hátt, at vit tryggja at rakstrarútreiðslurnar verða hildnar á einum forsvarlig­ um støði. Rakstrarútreiðsl­ urnar skulu leggjast soleið­ is til rættis, at tær eru tálm­ andi og ikki stimbrandi, ein sunnur búskapur er sunnur, um vit politikarar klára at halda rakstrarút­ reiðslunum niðri, og tað eigur og má vera málið. Hetta er ikki ein løtt uppgáva, tað er ein sera krevjandi uppgáva at klára at halda útreiðslunum niðri, og er hetta galdandi fyri bæði land og komm­ unur. Sjálvsagt tá ið nýggj­ ar uppgávur koma og verða settar í verk, hevur hetta sjálvandi rakstrarútreiðslur við sær, og tá er eisini talan um eina tænastu, sum verður givin borgarunum. Íløgur er ein postur, sum er stimbrandi á so nógvar mátar fyri land og komm­ unur. Hesin postur er eisini nógvar ferðir lættari at umsita, grundað á, at um inntøkurnar eru minkandi so er væl lættari at minka íløgurnar, tí hetta oftast ikki hevur við sær, at starvsfólk, ið eru í føstum starvi, skulu sigast úr starvi. Tá ið tað er sagt, vil eg eisini siga, at tá ið íløgur verða gjørdar, vera nýggj aktiv gjørd, tað kann vera skúlar, dagstovnar, ítróttaøki, vegir, o.s.v. tað verið seg hjá landi og kommunum, og sum eisini kunnu hava rakstrar­ útreiðslur við sær, sum so eisini kann verða ein nýggj tænasta hjá borgarunum. Avbjóðingin hjá lands­ og kommunupolitikarum er, at klára at halda ein ávísan part av eini fíggjar­ ætlan til íløgur, verður tað gjørt, er tað eftir míni metan eitt tekin um ein væl riknan fíggjarpolitikk. Landsstýrismaður valevni fyri Fólkaflokkin Heðin ZacHariasen Val Javnaðarflokkurin vil framhaldandi útbyggja vælferðina! Vit eru fullvæl greið yvir, at hetta ikki er ókeypis. Tí er framhald­ andi neyðugt at skapa framburð og búskapar­ vøkstur. Javnaðarflokkurin vil skapa vøkstur við einum dynamiskum vinnulívi, einum høgum útbúgvingarstøði og við góðum vælferðarskipanum. Størsta hóttanin her og nú í móti framhaldandi búskap­ arvøkstri er tó vantandi arbeiðsmegi. Tí er neyðugt, at vit skjótast gjørligt fáa broytt útlendingalógina, so tað gerst lættari og smidligari at fáa útlendska arbeiðs­ megi hendan vegin. Hetta er eitt avgerandi stig, um okkara vinna framhaldandi skal framleiða við fullari orku. Spurningurin er tó, um vit einans skulu dúva uppá útlendingin. Mítt svar er nei! Ein avleiðing av stóra tørvinum á arbeiðsmegi er, at stórur prísvøkstur er at hóma alla staðni í samfelagnum – serliga innan byggivinn­ una. Samstundis sum fleiri vinnur hava tørv á arbeiðs­ megi, hava vit eina skipan við uttanlandsfrádrátti, ið beinleiðis hevur sum endamál at eggja føroy­ ingum at fara uttanlands at arbeiða. Henda skipan eigur at verða endur­ skoðað, tí sum støðan í samfelagnum er í dag, ger okkara arbeiðsmegi uttanlands størst nyttu heima í Føroyum. Somuleiðis eru nógvir føroyingar búsitandi uttanlands, og ofta er talan um fólk við høgari útbúgv­ ing. Skulu vit útbyggja og menna land okkara, er neyðugt at fáa hesar føroyingar heim til Føroya at búgva og virka. Hetta verður m.a. gjørt við góð­ um vælferðarskipanum. Okkara vælferðarskipanir eru á lægri støði enn í grannalondunum. Tí tapa vit kappingina um týdningarmesta tilfeingið av øllum ­ menniskjat­ ilfeingið. Javnaðarflokk­ urin hevur ein valskrá, ið lyftir okkara vælferðarskip­ anir upp á støði við tær hjá grannalondunum. Vælferð­ artænastur koma okkum øllum til góðar, og sam­ stundis kunnu tær vera við til at fáa vælútbúnar føroyingar heim aftur á klettarnar at virka. Tískíl eru vælferðarskipanir ein av grundarsteinunum undir framhaldandi búskapar­ vøkstri og framburði. Gott val! Vinnan skríggjar Javnaðarflokkurin aksel V. JoHannesen Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 9 Sjálvberandi búskapur Demokrati Fólk ið bera likamlig, sálarlig, sosial ella menn­ ingarlig brek, eru virðis­ miklir borgara í landinum, og skulu viðurkennast á jøvnum føti við onnur. At hava eitt arbeiði hevur avgerandi týdning fyri at føla seg verdan sum samfelagsborgara, og hevur somuleiðis positivt árin og fyribyrgir einsemi og dapurskygni, ið ofta hava nógvar fylgjur við sær. Øll fólk hava tørv á einum innihaldsríkum gerandisdegi, eisini fólk ið bera brek. Mong av teimum hava ein óbrúktan førleika at bjóða arbeiðs­ marknaðinum. Fólk, ið bera brek, eru eisini eitt tilfengi og mong eru tey, ið ynskja/bíða eftir at fáa møguleika at skapa av sær í samfelagnum. Stovnar og fyritøkur eiga at víðka og tillaga arbeiðsumstøðurnar til eisini at rúma fólki ið bera brek. Vit eiga at gera eitt miðvíst arbeiði fyri, at halda fólki á arbeiðs­ marknaðinum og fyri at fáa so nógv fólk sum gjørligt, at gerast vinnuliga virkin á arbeiðsmarknaðinum. Sjálvstýrisflokkurin vil hava ein arbeiðs­ markna fyri øll. Rúmligi arbeiðsmarknaðurin - enn rúmligari Sjálvstýrisflokkurin kristina toftegaard larsen Val Fyrst í desember kom yvirlýsing frá Kommunu­ samskipan Føroya, har heitt varð á politisku flokkarnar um at taka upp samráðingar eftir valið við tí endamáli, at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita. Tað er ikki nýtt, at framstandandi politikarar úr ymsum flokkum, ganga hart innfyri at leggja fólkaskúlan út á kommunurnar, og til hetta valið vera tað óivað fleiri, sum fara uppí tað kórið. Tað verður m. a. ført fram, at: vit skulu hava sjey kommuneindir vit skulu hava greiðari býti millum land og kommunur vit skulu hava útjavningarskipan. Alt gott um hetta, tí tað verður neyðugt at fremja omanfyri nevnda. Tað verður eisini ført fram, at verandi skúlaskipan haltar í ólukkumát, og einasti máti at betra fólkaskúlan, er ein útlegging til kommunurnar. Hesum taki eg als ikki undir við. Um so er, at verandi skipan ikki er nóg góð, er tað einki sum talar fyri, at tað kemur at virka betur undir kommunum. Fólkaskúlin er ryggurin undir okkara samfelag. Hann skal nú “syndrast” og brúkast sum “eksperi­ ment”, at leggja málsøkir út á kommunur. Hetta er langt úti. Fólkaskúlin kostar pening, og øll vita, at kommunur raðfesta ymiskt, og fara at raðfesta ymiskt, og so verður eisini her.T.v.s. at næmingar vera ymiskt fyri, alt eftir hvørji kommunu teir búgva í. Javnaðarflokkurin hevur altíð lagt, og leggur enn, alstóran týdning í útbúgv­ ing, og at øll skulu hava møguleika at fáa sær eina útbúgvig.. Fólkaskúlin, og útbúgv­ ing sum heild, eru eitt av mínum hjartamálum. Vit hava ein góðan fólkaskúla, og hann skal mennast og betrast og framvegis liggja undir mentamálaráðnum. Hvat verður betri, tá fólkaskúlin er lagdur út á kommunurnar? Javnaðarflokkurin MikkJal sørensen Val