hósdagur 10. januar 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Nr. 7 - 10. januar 2008
9
Hálva aðru viku fyri jól
varpa brellýsingarnar í
krambúðagluggunum ein
ísakaldan boðskap út á
gøtur og stræti. "Droppið
Vágar og Sandoy" er
eysturoyartingmaður
Tjóðveldisins endurgivin
fyri at siga. Tó ikki bók
staviliga, men hugsað
verður sjálvandi um kom
andi útbyggingina í Vágum
og ætlaða undirsjóva
rtunnilin til Sandoyar. Alt
tað sum krúpa kundi krøkti
eftir blekkhúsanum, innan
og uttangarðs. Sjálvt
pylsumetaforurin varð
endurnýttur fyri túsundu
ferð, hesaferð av eini
kvinnu, sum eftir øllum at
døma ikki líktist á bleytar
pylsur. Hin endurgivni
verður meira viðgjørdur
enn endurgevingin inni í
blaðnum. Hvat er tá annað
til ráð at taka, enn at lena
seg afturá, og øtast um
býttiskapin eina løtu.
Forsíðan er íkomin av
einum fundi, sum varð
hildin á Hotel Føroyum,
um møguleikan fyri at
leggja ein altjóða flogvøll í
Føroyum. Tá segði eg púra
rætt, at gera vit eina
hugsaða roynd, og leggja
hesar báðar omanfyri
nevndu íløgur saman, so
fer tað at tátta í kostnaði
num av einum spildur
nýggjum altjóða flogvølli,
við øllum teimum
fasilitetum sum hartil
hoyra. Í uttasta
konsekvensi, varð hendan
leiðin vald, hevði logiska
fylgjan verið hon sum
blaðmaðurin er komin til í
síni myndbornu yvirskrift.
Veruleikin er helst ikki so
einfaldur kortini. Og tó.
Hesi bæði málini kunnu
heldur ikki samanberast.
Als ikki. Tey liggja heilt á
hvør sínum viðgerðarstigi.
Sandoyartunnilin er ein av
hundraðtals samtyktum í
politisku skipanini, yngri
og eldri, sum onga játtan
hevur. Onga fígging hevur,
og tí er hon rættiliga
óaktuel í valstríðnum fram
undir løgtingsvalið. Tí er
tað eisini rættiliga tragi
komiskt, at menn stilla
upp, og leypa flokk av
flokki, av ræðslu, ja, eru
bebbaræddir fyri einum A4
arki, sum nú liggur hult í
einhvørji skuffu úti í
Vinnumálaráðnum, millum
cigarirnar sum javnaðar
og fólkafloksmenn plaga at
roykja saman, táið teir
stóru rossahandlarnir verða
gjørdir. Táið ein nýggj
samgonga verður skipað,
verður hetta málið ivaleyst
eitt av mongum, sum skulu
vigast í raðfestingarætlan
ini, táið setast skal út í
kortið, hvussu tær almennu
Føroyar skulu reka ein so
skilagóðan íløgupolitikk
sum gjørligt. Áneyðirnar
eru stórar á fleiri økjum, tí
verður telvingin rættiliga
avgerðandi fyri, hvussu
skjótt hetta landið mennir
seg úr ússaligum hjálanda
høpi í nationalan og
búskaparligan sjálvburðar
skap. Tí er tað heldur ikki
líkamikið hvønn flokk ið
veljararnir seta inn á ting
fyri at stjórna gongdini
komandi 4 árini.
Flogvallaviðurskiftini.
Føroyingar hava ongantíð
tikið avgerð um sítt
loftvegis samband við
umheimin. Bretar valdu at
leggja ein flogvøll í
Vágum, sum danir síðani
hava havt ræði á. Øll eru
samd um, at teir í stóran
mun hava misrøkt sína
uppgávu sum eigarar.
Úrslitið er, at vit liggja
mitt í sjónum við einum
sambandi, sum á ongan
hátt er nøktandi í okkara
tíð. Samgongan sum situr,
sigst hava verið í samráð
ing um flogvallaviður
skiftini. Úrslitið er, at
flogvøllurin er yvirtikin.
Komin á føroyskar hendur.
Hetta ljóðar flott, men
sannleikin er, at danska
stjórnin hevur kroyst eitt
fyri føroyingar vitleyst
konsept niður yvir akslar
nar á løgmanni, Bjarna og
Jørgen. Foghurin hevur
trýst teir til at yvirtaka ein
ikki dagførdan flogvøll,
samstundis sum slakar 400
milliónir krónur skulu
brúkast úr Íleggingargrunn
inum, sum hesir somu
trællir hava avreitt dønum í
eini fólkatingslóg. Sam
ráðingarúrslitið er, at
føroyingar skulu gjalda fyri
danska misrøkt ígjøgnum
hálva øld, samstundis sum
Íleggingargrunnurin varð
amputeraður. Taið málið
um Vága Floghavn var fyri
á tingi, tók Tjóðveldi undir
við uppskotinum. Og
meira enn tað. Í mun til
eina flogvallabreyt í
Vágum á 1600 metrar,
mæltu vit bæði Heidi
Petersen í vinnunevndini
til, at táið farið varð undir
hesa verkætlanina kortini,
var rættast at gera mest
optimalu loysnina í Vágum
alt fyri eitt, sum er at
leingja breytina til 1800
metrar. Táið Íleggingar
grunnurin er foreraður
burtur úr føroyskum
eigaraskapi allíkavæl, mátti
tað borið til at samrátt seg
fram til bestu loysnina,
sum kostar einar 135
milliónir meira enn hendan
hálva loysnin hjá Jørgen og
hansara fylgineytum.
Okkara støða er skjalaføst í
skjølum løgtingsins, og er
ikki broytt. Heldur ikki um
vanliga túnatosið hjá
fólkafloksmonnum roynir
at reingja hendan veruleik
an. Smíðaðar søgur um
hetta sama, hjá damum,
sum á morgni ikki vita
hvønn politiskan lit tær
hava á kvøldi, sum vassa
úr rekkjuváðini hjá
sambandinum í fólkaflok
sins ditto í einum og sama
sólarringi, kunnu heldur
ikki brúkast til nakað sum
helst. Og har man reka
óluksáliga hart á kíkin, táið
Svend Aage nú er einasti
brimilin í látursmunnanum.
Í heyst vóru vit nakrir
tingmenn, sum løgdu fram
uppskot um, at farið verður
undir at fyrireika ein
altjóða flogvøll í Føroyum.
Uppskotið varð samtykt.
Ætlanin við uppskotinum
er, at landsstýrismaðurin
alt fyri eitt fer undir at
fyrreika bygging av veru
ligum flogvølli í Føroyum.
Ongin ivi er um, at hetta er
tann einstaka íløgan, sum í
stórstan mun kann flyta
okkum úr blindtarms
støðuni í alheiminum út í
altjóða turbolensin. Táið
vaktarskifti verður í
Vinnumálaráðnum eftir
valið, skal hetta málið
setast ovast á breddan, og
fáa ta seriøsu handfaring,
sum so himinrópandi hevur
væntað í hesum valskeiði. Í
mun til hvat Djurholm og
Niclasen halda, so snúgva
føroysk flogvallaviðurskifti
seg als ikki um lokalpoli
tikk í Vágum og í Havn,
men um bestu og bílig
astu atgongdina hjá fólki
til og frá einum landi, sum
hevur størri tørv á hesum
enn tey flestu.
Sitandi samgonga hevur
samanumtikið ikki loyst
nakað mál. Danir hava sitið
omaná teimum hagartil teir
boygnaðu, og síðani lótu
teir hesar somu tøma og
yvirtaka restirnar av
Ílegginargrunninum, fyri at
dagføra danska misrøkt í
Føroyum. Hetta hevur onki
við politikk at gera, men er
toppurin av kolonialari
undirbrotligheit. Hinvegin,
so er málið avgreitt frá
tinginum, og fyri at bjarga
tí sum frægast upp á turt,
mæltu vit í Tjóðveldinum
til, at alt tað sum gerast
kundi í Vágum varð gjørt.
M.a. at vøllurin varð longd
ur til 1800 metrar. Hendan
tilráðingin er eitt faktum,
sum ikki broytist av slatri
num hjá smáum monnum,
sum trívast best í skugga
num av føgrum eikitrøum.
Og tað er eisini eitt fakt
um, at Jørgen og hansara
fylgineytar í samgonguni
ikki vildu vita av hesum
uppskoti okkara. Ræðslan
fyri donskum valdsharrum
var ov stór til tess.
Útbyggingin í Vágum er
farin í gongd og steðgast
ikki. Hinvegin eigur hetta á
ongan hátt at forða fyri
reikingunum til ein veru
ligan altjóða flogvøll í
Føroyum, líkamikið um
hann verður lagdur í
Nólsoy, á Skorðhæddini, á
Glyvursnesi, í Svínoy ella í
Vágum. Hetta snýr um
bestu atkomuligheitina til
og frá landinum í allari
ókomnari tíð. Einfaldari
fær tað valla verið. Tað
ræður um at royna ørnaleið
fjart frá matfuglameingi.
www.dimma.fo/Bloggan/
torbjorn.jacobsen
Royna ørnaleið fjart frá matfuglameingi
Tjóðveldi
Tórbjørn
jjacobsen
Val
Eg vil vera við til at fáa
javnstøðu á tingi. Eri sann
førd um, at eitt breiðari
kynsbýti og eitt breiðari
aldursbýti hevði gagnað
føroyskum politikki.
Meti, at eg kann ávirka
samfelagsgongdina tann
rættan vegin við mínum
hugsjónum.
Økini ið hava mín serliga
áhuga:
Barnsburðarfarloyvi
Málið skal vera eitt ára
farloyvi. Fyrsta tíðin er
sera umráðandi fyri barn
sins menning, tí er tað av
stórum týdningi, at barsils
skipanin verður tillagað
soleiðis, at foreldrini hava
møguleika at verða so
nógv um barnið sum tilber.
Børn við serligum tørvi
Hóast tilboðini til børn við
serligum tørvi tey seinnu
árini eru betri og fleiri, er
tað tó langt eftir á mál. Eg
vil virka fyri at bøta um
hesi viðurskiftir soleiðis:
Fleiri tilboð til tað
einstaka barnið.
Tillaga skúlan soleiðis, at
hann eisini rúmar barni
num við serligum tørvi.
Menna starvsfólkið
Umlættingartilboð til
barnið og familjuna
Stakir uppihaldarar
Eg vil berjast fyri at
tryggja støkum uppihald
arum og børnum teirra
livilig kor. Umstøðurnar
eru munandi betri í
grannalondunum, tí er
tað av stórum týdningi, at
vit bøta um hesi
viðurskifti soleiðis, at tey
ungu heldur velja at verða
búgvandi í Føroyum.
Hetta gera vit við at:
Veita dupultan
lestrarstuðul
Veita barnaískoyti
Gera tað lættari at
leiga bústað ella at seta
føtur undir egið borð.
Gott val
Høvuðsorsøkirnar til at eg havi valt
at stilla upp til løgtingsvalið 2008
Javnaðarflokkurin
Lamba
sunneva
Mohr
Val
Ein maður segði við meg,
at hann hevði hoyrt, at eg
eri ímóti Eftirskúlanum.
KANN MAN TAÐ?
Spurdi eg mannin.
Nei, tað visti hann ikki.
Tað er undarligt at fáa
skotið nakað slíkt í
skógvarnar.
Eftir mínari meting
kann man ikki vera ímóti
Eftirskúlanum í Hvalba.
Eg vóni at fólk reagera,
tá vit siga ting um hvønn
annan, sum heilt klárt er
slatur.
Og eg vóni, at fólk eru
so gløgg, at tey siga: Hatta
kann ikki passa.
ONGIN KANN
VERA ÍMÓTI EFTIR
SKÙLANUM
MEN:
Eg vil gjarna hava frítt
orðaskiftið um
avleiðingarnar at leggja
ein skúla við 80
næmingum á ítróttarøkið
mitt í Hvalba.
Hvønn týdning og hvørja
ávirkan fær tað fyri
Hvalbiar bygd og tey ungu
í Hvalba?
Hvønn týdning hevur tað
fyri Eftirskúlan, at hann t.d
liggur við síðuna av
Roynhøllini, har dansur
javnan er.
Sambart § 5, stk. 3, nr. 5
í løgtingslóg um byggi og
býarskipanir so skal komm
unan vísa á eitt annað øki.
Ætlar kommunan at gera
tað?
EG VIL HAVA EITT
FRÍTT ORÐASKIFTI OG
TAÐ HARMAR MEG, AT
TAÐ ERU FÒLK SUM
VILJA LEGGJA LOK À
EITT SLÍKT
ORÐASKIFTI.
Minnast tit ikki, hvussu
tað var við Hovstunnli
num? Um fólk við báðum
beinum á jørðini ikki
høvdu talað at í einum
fríum orðaskifti, so hevði
tunnilin ligið uppi í fjøll
unum eins og Sandvíks
tunnilin á sinni var lagdur.
LEINGI LIVI FRÍA
ORÐASKIFTI!
Reinur slatur
Javnaðarflokkurin
niTa
næs
Val