Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2008 45 Løgtingsvalið 19. januar 2008 9 -Soleiðis tóku tey gomlu til, tí so nógv hildu tey av konufólkunum. -Um konufólk í politikki og á tingi er bert at siga, at tað er so langt út um lágmark, at umboðanin í dag er á markinum til at snúgva seg um illegitimt vald. Vanliga skilja vit í millum legitimt og illegi- timt vald. Legitimt vald snýr seg um rættvísa umboðan og rættvíst vald; og harvið eisini um javnvágina í millum tey valdu og tey, ið hava valt hesi. Tá vit hava so lítið samanfall í millum tey, ið sita á tingi samanborið við fólk í samfelagnum, so er skilligt, at her er onki skil á. Fyrst av øllum eru kvinnurnar so dyggiliga undirumboðaðar! Og hvussu við aldursbýti, útbúgving og øðrum? -Skulu vit føroyingar fremja fult fólkaræði, so er nógv eftir á láni. Tá umleið helmingurin av íbúgvunum er so illa umboðaður í fólkavalda stýri okkara, at altjóða samfelagið hevur talað at hesum, so skulu vit taka hetta í álvara. -Kanska skulu vit taka tey gomlu upp á orðið og broyta hugburð. Tí kvinnan er ikki ráðaleys, heldur ikki tá á stendur. Hugsið bara um fyrsta kvinnuliga løgmann. Tað mundi neyvan vera av tilvild, at hon slapp framat at rudda upp eftir landsins fúlastu brúks- mentan, har ongin hevði havt ábyrgd av nøkrum. -Tey gomlu goymdu síni hjartamál, sín klók- skap og sína vitan í orða- tøkum. Hesi eru so skila- góð, at tey sum onki hava staðið í fleiri hundrað ár. -So tá tey søgdu fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu tróta ráð, so er bert eitt at gera: seta kross við eitt kvinnuligt valevni. -Ein atkvøða til Tjóð- veldi tryggjar tær eina framfýsna og eldhugaða rødd, ið tekur fólkaræði í álvara. Og ein atkvøða til tær illa umboðaðu í fólka- valdu sessum okkara, er eisini ein atkvøða til tín og tíni. valevni Tjóðveldis Óluva KlettsKarð Val Fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu tróta ráð Bæði lønir og lestrarstuðul eru ov lág. Fleiri vælferðar eru afturútsilgdar. Vit minnast øll, tá full- veldisrúsurin skerdi før- oyska samfelagið við 1 millión um dagin. Somu loysingarflokkar vilja halda fram við ørskapinum og ætla at skerja búskapin við uml 3 milliónum um dagin afturat. Tað undrar, at somu loysingarflokkar tosa um øktar og fleiri vælferðar- tænastur. Við færri inn- tøkum. Ídag eru m.a. sjúkra- systrar og lærarar undirløntir Lestrarstuðulin er nógv lægri enn í Danmark Hjálp til børn við serligum tørvi er á mið- aldarstøði, tí ov lítið av peningi verður játtaður til øki. Nevndu økir tørva hundratals milliónir afturat. Tí ber ikki til at skerja inntøkusíðina við at minka ríkisveitingina. Nei, lat ríkisveitingina fara til skúlaverk, heiluverk og almannaverk. Loysingarflokkarnir vilja ofra vælferðar- tænastur Eg haldi, at tað var skeivt og er skeivt at lækka ríkisveiting, fyrrenn øll hesi viður- skiftir eru komin í rættlag Tað eru tey ikki. Langt ífrá. Lat ikki loysingina oyðileggja føroyska samfelagið X við Marjus Dam, Sambandsflokkurin Loysing oyðileggur Sambandsflokkurin Marjus DaM Val Okkara ættarlið, hevur fingið eitt gott, reint og lutfalsliga óspilt land, við eini góðari mentan, í arv. Ein sera viðkomandi spurningur í hesum tíðum er, hvat verður gjørt við henda ríka arv? Vilja vit, eftir sama leisti, menna og gera hetta samfelagið enn betur at búgva í, soleiðis at vit kunnu geva okkara eftir- komarum ein enn betri førning enn tann, vit sjálvi fingu litið upp í hendur? Ella vilja vit í ”undirbrot­ ligheit” leggja landið víðopið fyri neiliga ráki- num, ið treingir seg á okkum uttanífrá, og leggja okkum eftir at kopiera politiskar avgerðir hjá grannalondum okkara, ístaðin fyri at taka avgerðir í mun til okkara egnu viðurskifti og virði? Lógir eru týdningarmiklar. Tær leggja jú grundvøllin í samfelagnum og í lívinum hjá tí einstaka. Ein og hvør, sum bara hevur eitt sindur av skili fyri húsabygging, veit at tað er alt avgerandi, at grundvøllurin er væl lagd- ur, at drenið er í lagi. Annars kann tað vera líkamikið, hvussu fínt tilfarið er. Fyrr ella seinni vísa skaðarnir seg. Sama er við føroysku tjóðini. Um grundvøllurin ikki er í lagi, kann tað gera tað sama við bestu ætlanunum - alt verður til fánýtis. Føroyskur politikkur er vorðin keðiligur og litleysur. Tú sært ongan mun á Javnaðar-, Fólka-, Sambands- ella Tjóveldis- flokkinum, sum fyri tað kundu lagt saman í ein flokk. Miðflokkurin er haraftur- ímóti fullkomiliga øðrvísi. Hann er stovnaður og uppihildin av fólki, sum hevur sæð skeivu sam- felagsgongdina, og tískil fegin vilja lofta støðuni og gera nakað fyri at fáa tjóðina aftur á beint. Vit vilja stilla okkum í skarðið og royna at forða fyri, at tann sunna føroyska ment- anin, við sínum virðum og siðum, verður niðurbrotin. Valið hesaferð verður eitt lagnuval. Gloym ikki tað, ið hevur gingið fyri seg í farna valskeiði! Verð við til at broyta gongdina. Vel lista H. Vel Miðflokkin. ”.. at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land! ” Grundvøllurin Miðflokkurin egin HenriKsen Val Rættiliga nógv fokus hevur í seinastuni verið sett á føroyska skúlav- erkið, og hvussu vánalig støðan er. Hugsi ikki, at støðan er so vánalig, sum sagt verður. Onkur vil enntá vera við, at Pisa er ein politisk bestilt kanning, har man fær tað, man biður um, men sjálvsagt skal dagførast á hesum øki sum á øllum øðrum økjum. Kikarin verður eisini vendur móti teimum, sum fara undir víðari lestur uttanlands og kanska ikki koma heimaftur. Vit eiga sjálvsagt at skapa teimum góðar umstøður, so vit fáa hesa týdningarmiklu vitan heimaftur á klettarnar. Men tað er ein annar bólkur í føroyska sam- felagnum, sum vit hava lyndi til at gloyma. Tað er vanliga verkafólkið og sjófólkið. Hesi fólk hava við sínum góðu sterku hondum lagt lunnar undir tað vælferðarsamfelag, vit kenna í dag. Uttan hesi fólk hevði støðan ikki verið so góð í Føroyum. Vit eiga at skapa hesum fólkum góð og virðilig kor at virka undir, so at Føroyar verða eitt gott samfelag fyri øll og ikki bert fyri ein útvaldan skara av lærdum knokkum. Lærdir knokkar og góðar hendur Tjóðveldi niKlái Petersen Val 3 august 2007 hendi tað sum ikki mátti henda, nevnliga at trolarin Olshana rendi á flesjarnar, og hevði tað syrgiligu lagnu við sær at skipi sakk við 270 tonsum av olju. Nú eru vit komin inn í ár 2008, og Bjørn Kalsø vísir í grein, at kanningar- nar av øllum sum fór fram uttanfyri Havnarvág tá íð Olshana fullir av olju sakk, vónandi vera kanningarnar lidnar til summar, hesar kanningar skullu vera við til at tryggja framtíðina, sigur Bjørn Kalsø. Tað vil siga at vit í Føroyum nú á sætta árið ikki hava fingið Tilbúgvingarstovnin MRCC at virka til fulnar. Mær vitandi er ein fyribils stjóri settur, er tað so sum alt vit kenna til, innan tingsins gátt, so verur hesin fyribils stjóri sitandi til aftur ein ólukka hendur, og so fer millan aftur í gongd við kanningum. Eg skilji ikki hvat tað er sum skal taka fleiri mán- aðar at kanna við advokati og norskari hjálp og hvør skal gjalda? I Olshana málinum skuldi ikki verið naka at ivast í, teir skiparar sum vóru við til at skraða Olshana av Flesjunum eiga at taka fulla ábyrgd fyri gjørda gerð, og so er at koma víðari við at fáa MRCC at virka. Komandi stjóri má vera ein sum hevur starvast í nógv ár á sjónum, og er væl vitandi um øll viður- skiftir viðvíkjandi bjarging, og torir at taka eina skjóta og rætta avgerð tá ið ástend- ur, vit í Miðflokkinum vilja vera við til at fáa henda Tilbúgvingarstovn MRCC at virka nøktandi, so at okkara sjómenn kunnu føla seg meiri trygg- an, og at umhvørvi ikki kemur at lýða fyri slíkum dáraðum misgerðum sum við Olshana máliðnum. Miðflokkurin sigMunD anDreasen Val Landsstýrið yvirtók í 2002 málsøkið bjarging á sjónum frá dønum