Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 102 - 31. mai 2001 Nr. 102 - 31. mai 2001 19 gult18 cyan18 magenta18 svart18 gult19 cyan19 magenta19 svart19 ÚT AT KOYRA Trafic og Vivaro Í heyst koma tveir nýggir vørubilar á marknaðin. Talan er um Opel Vivaro og Renault Trafic, ið eru næstan eins, og verða gjørdir á eini fyrrverandi Vaux- hall og Bedford verk- smiðju í Luton í Ong- landi. Kelda: Motor Magasinet 5 mill. Punto Síðan Fiat Punto kom á marknaðin í 1993, eru nú framleiddir 5 milli- ónir bilar. Frá 1971 til 1983 vóru framleiddir 5.3 milliónir av Fiat 127. Rekordina setti Fiat Uno, sum varð framleiddur í 6.3 milli- ónum eindum frá 1983 til 1996. Kelda: Inside Fiat nyhedsbrev Íbirtarin av MPV- bilunum, Chrysler Voyager, kemur nú í nýggjari útgávu, sum er fjórða generatión BILAR Magnus Gunnarsson Tað var Chrysler Voyager sum í 1984 legði grund- støðið undir MPV-bilunum. MPV stendur fyri "Multi Purpose Vehicle" ella á donskum"Altmuligbilen" Teir fyrstu Voyager vóru ein einføld og praktisk konstruktión, har sera avmarkað var við koyri- eginleikar og trygd. Góðan dieselmotor Nú eru koyrieginleikarnir og trygdin á høgum støði, og nýggi Voyager er ein heilskapaður bilur sum fæst við 4 og 6 syl. motorum. Fólk frá FDM, ið hava royndarkoyrt fleiri av bil- unum, siga at tann nýggi 4 syl. torbodiesel motorurin við commonrail-innspræn- ing, roynist væl, hevur góða kraft, og er sera orkuspar- andi. Kelda: FDM / Motor Nýggjasta útgávan av Chrysler Voyager, bilurin sum legði grundstøðið undir MPV bilunum Chrysler Voyager – nú í fjórðu generatión Mánadagin 30. apríl klipti norski kongurin, Harald V, snórin til "Trekantsambandet", sum er størta norska verkætlan aftaná Gardermoen lufthavnina. 29. november í fjør, var ein konsert hildin í undirsjóvartunnilinum niðri á 260 metrum TUNNLAR Magnus Gunnarsson Ætlanin um at binda oyggjarnar Stord, Føyno, Nautøy, Spissøy og Bømlo saman við tveimum stórum heingibrúgvum, einari van- ligari stoyptari brúgv, og einum undirsjóvartunnli inn á fastlandið, nakað norðanfyri Haugesund, varð samtykt av stórting- inum í 1996. Byrjað varð á várið 1997. Byggitíðin varð mett til fýra ár, og prísurin mettur til umleið 1.8 milliardir norskar krónur . 1.85 milliardir Bæði tíðarætlanin og fíggj- arætlanin hava hildið. Nú hava hesar oyggjarnar við sínum 30.000 íbúgvum, sum hava verið størsta oyggjasamfelag í Norra, ið ikki hava havt vegasam- band til fastlandið, fingið brúgvar og tunnlar fyri 1,85 milliardir krónur. Hetta hevur havt við sær at fýra ferjusambond verða niður- løgd. Tunnilin er 7.860 metrar langur og er sostatt longsti undirsjóvartunnil til bilaferðslu í Europa. Konsert í tunnlinum 29. november í fjør, vóru fleiri hundrað fólk savnaði í tunnlinum, niðri á 260 metrum, har ymisk kór frá Bømlo, Stord, Sveio og Haugesund høvdu eina óvanliga konsert, áðrenn tunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu. Møgu- liga verður okkurt áhuga- vert tiltak undir Vest- mannasundi, áðrenn Vága- tunnilin verður latin upp. Kelda: Bømlo Nytt Konsert undir havsins botni Konsert í longsta undirsjóvartunnli til bilaferðslu í Europa. Á myndini síggjast bussar sum komu við fólkum til konsertina. Tað hevði kanska verið eitt gott hugskot at havt okkurt tiltak í Vágatunnlinum áðrenn hann verður latin upp Hóast ILA-sjúka í Funningsfirði mundi fingið løgtingið at leggja uppí verkfallið, verður einki slakt av sjúkum fiski har næstu dagarnar. Einki virki er at taka ímóti sjúka fiskinum ILA Eyðun Klakstein Støðan við ILA-sjúkuni í Funningsfirði var undir verkfallinum mett at verða so álvarsom, at løgtingið mundi at lagt uppí. Men hóast verkfallið er av, hendir einki við sjúku- berjingini í Funningsfirði komandi dagarnar. Orsøkin er, at einki virki er klárt at taka ímóti sjúka ILA-virkinum úr Funnings- firði, og tí ganga fleiri dag- ar afturat, áðrenn nakar fiskur verður tikin í Funn- ingsfirði. Í løtuni arbeitt við at gera virkið á Strondum, sum Funningslaks eigur í, klárt til slaktið. – Tað verða sett stór krøv til slakt av sjúkum fiski, og tí mugu nógv fyrilit takast, áðrenn vit sleppa at taka fiskin. Vit fingu einki gjørt við hetta undir verkfallin- um, og tí dregur slaktið út. Vit rokna við at fara undir at taka fisk síðst í hesi vik- uni ella fyrst í komandi viku, sigur Kári Nielsen, stjóri á Funningslaks. – Hetta er sera óheppin støða, tí tað doyr nógvur fiskur av sjúku, og tað er umráðandi at fara undir at taka fiskin sum skjótast, sigur hann. Hevur stóran skund Vestsalmon fór í gjár undir at slakta fisk í Oyndafirði, har ILA eisini er staðfest, og hetta slaktið fer fram á virkinum í Oyndafirði. Hetta virkið hevur áður slakta fisk fyri Funning- laks, men tað kann tað ikki í løtuni, tí har er ovmikið at gera. – Tað er umráðandi, at fiskurin verður tikin sum skjótast bæði í Oyndarfirði og í Funningsfirði, men eg kann sum so ikki áleggja feløgum at slakta fiskin, tá umstøðurnar ikki eru til tað, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. – Tað doyr framvegis nógvur laksur í Funnings- firði, og heldur hetta fram, so sigur tað seg sjálvt, at so verður skjótt eingin livandi fiskur eftir har, sigur hann. ILA fær frið í Funningsfirði OLJA OG CO2 Regin Joensen Sum einasta samfelag í Norðurlondum eru tað Før- oyar, ið ikki vilja undir- skriva Kyoto-avtaluna. Sjálvt um Føroyar eisini er tað samfelag, ið vil kenna stórsta sviðan, um Kyoto- avtalan verður av ongum. Kyotoavtalan er bara ein byrjan fyri at taka ábyrgd av útlátinum av veðurlags- gassum í atomsferðina, men hon er eitt neyðugt stig á rættari leið. Lívsgrundarlagið í Før- oyum er fiskivinnan, og fiskivinnan vil koma at merkja stórstu negativu ávirkan av útlátinum av veðurlagsgassum – av tí at Føroyar liggja landafrøðis- liga millum tann heita Atl- antarshavssjógvin og tann kalda pólsjógvin, og hetta markið er grundarlagið undir føroyskari fiskivinnu. Við økingini av veðurlags- gassum vil gerðin av djúp- havssjógvi minka við tað at pólurin smeltar og sjógvur- in verður feskari, og á tann hátt missur tann fysiska eginleikan, ið vil ávirka dragið á Atlantarhavs- sjógvin á tann hátt, at sjógvurin rundan um Før- oyar verður kaldari, og har- við minka um grundarlagið fyri fiskivinnu og aling í føroyskum sjógvi. Men oljuvinnan hevur sjálv funnið út av, at CO2 er vorðið ein resursur í út- vinning av olju, tí olju- vinnan kann nýta CO2 sum hjálp í útvinning av olju úr undirgrundini, við at pumpa CO2 niður aftur í oljubrunnin og harvið økja trýstið í brunninum, og tann hátt fær pumpað enn meira olju úr hvørjum brunni. Og hetta er ein tøkni, ið longu er í nýtslu á oljufeltunum í Norra og í Danmark. Sum dømi hevur Siri borpallurin í donskum øki minkað CO2 útlátini í apríl í ár úr 25000 m3/dag til 300 m3/dag. Men henda tóknin varð fyrst tikin í nýtslu á Sleip- ner økinum, hvar CO2 innihaldið í gassinum var 9% og mátti minkast niður í 2,5%, áðrenn gassið kundi seljast, og avgjørt varð at pumpa CO2 1000 m niður í undirgrungina. Tí skuldi Kyotoavtalan ikki verið til hindurs fyri eini oljuvinnu í Føroyum, men heldur ein møguleiki fyri eini vinnu, sum tekur ábyrgd av sær sjálvari, og sum upp á longri sikt við nýtslu av gasskraftverkum á landi vil koma at minka um CO2. Føroyar og Kyoto TÍðINDASKRIV Plátufelagið Tutl Fríggjakvøldið 1. juni verður mentanarnátt í Havn. Hetta er tiltak, sum kunningarstovan í Havn samskipar, og á skránni er m. a. ein úti- konsert við Prix Føroyar vinnaranum Clickhaze. Tað er Plátufelagið Tutl, sum skipar fyri hesi konsert, sum verður á Vaglinum í gamla kommunuskúlagarðin- um í Havn fríggjakvøld- ið kl. 23.00. Sigast kann, at bólk- urin Clickhaze »klikkaði seymin beint á heysin«, tá hann í eini sera spenn- andi og javnari Prix Før- oyar kapping í Norður- landahúsinum gjørdist nummar eitt, og vunnu eina ferð í upptøkuhøli og luttøku á Nibe Festi- valinum í Danmark. Bæði áhoyrarar og dómarar vóru rættuliga samdir um, at Clickhaze hevði eina egna fram- førslu á høgum støði. Við Eivør Pálsdóttir og Petur Jensen á odda er altíð spennandi bæði at hoyra, men eisini at síggja Clickhaze á palli. Og hetta høvi fáa vit, sum sagt, longu nú fríggjakvøldið. Tey sum manna Click- haze eru: Jón Tyril (guit- ar), Bogi á Lakjuni (guitar), Jens L. Thom- sen (bass), Høgni Lis- berg (trummur), Mikael Blak (keyboard), Bjarti S. Hansen (ljóð), Petur P. Jensen (sang) og Eiv- ør Pálsdóttir (sang). TÍÐINDASKRIV Fiskimálastýrið Tann sætti fundurin millum fiskimálaráðharrar í Norð- uratlantshavinum verður hildin í Stenungsbaden í Svøríki í hesum døgum frá 28 til 30 mai 2001. Fiski- málaráðharrar úr Kanada, Íslandi, Føroyum og Noregi eru við á fundinum. Úr Russlandi luttekur formað- urin í fiskivinnunevndini og úr ES luttekur fiski- vinnukommiserurin. Eisini luttaka embætisfólk á høg- um stigi úr øllum londun- um. Á fundinum hesaferð vóru høvuðsevnini grøn- bókin hjá ES sum upplegg til nýggjan fiskivinnupolit- ikk, ætlanir um fiskivinnu- politikk í Russlandi, ein nýggj endamálsrættað fiskivinnustýring í Kanada og landingar í fremmand- um havnum og útblaking av fiski sum heild. Haraftrat hava ráðharr- arnir viðgjørt broytingar, sum verða gjørdar í hvørj- um landi sær, grundað á nýggjar stýringshættir, tá talan er um flølbroyttar fiskastovnar og vistskipan. Ráðharrarnir løgdu serliga dent á støðuga endurnýggj- an av fiskastovnum og vistskipan, betri kanningar og neyvleika í ásetingini um fiskastovnar, betri med- vitan frá fleiri tilfeingishav- arum og betri eftirlit við fiskiskapi, niðurskurð í veiðiorku við atliti at til- feinginum í sjónum, at størri dentur verður lagdur í búskaparligan burðardygg- leika eisini hjá alivinnuni, fiskiskap við ábyrgd og at menna arbeiðið, sum verð- ur gjørt í millumlanda felagsskapum og –nevnd- um. Fiskimálaráðharrarnir umrøddu mál av felags áhuga sum vaksandi handil við fiski og fiskavørum og avleiðingar á tilfeingið, herundir sambandi millum altjóða umhvørvismál og altjóða fiskiveiðiavtalur. Teir viðurkendu, at fyri vistskipanina í havinum er neyðugt at ansa fiskastovn- um á einum burðardyggum støði eisini við atliti at øllum tilfeinginum, her- undir hval og kóp. Ráðharrarnir undirstrik- aðu týdningin av, at settir verða upp málrættaðir stýr- ingsformar, sum hava til endamál at tryggja burðar- dygga menning í fleiri stovnum í longri tíðarskeið, og at úrslitið verður í tráð við endamálini og fyri øll, sum starvast í fiskivinnuni. Semja er um, at størri dent- ur má leggjast á at forða fyri, at fiskur fer fyri borð aftur, og tað, at ikki allur fiskur verður avreiddur. Út- blaking fer fram, hóast nógv tiltøk verða gjørd til tess at forða hesum. Avgjørt varð at seta ein serfrøðinga- bólk at koma við einum til- mæli til komandi ársfund í 2002, sum verður í Russ- landi. Frá føroyskari síðu varð áherðsla løgd á, at fiski- dagaskipanin hevur nógvar fyrimunir, og kann brúkast til tess at betra um nógvar av teimum trupulleikum, sum eru hjá hinum londun- um, og til tess at stýra fiski- skapinum innanfyri egnu sjómørk. Víst var á, at tá tað snýr seg um stýring av fleiri fiskastovnum, so er eisini fiskidagaskipanin ein góð skipan. Til tess at verja fyri útblaking er fiskidaga- skipanin væl betri hóskandi enn aðrar skipanir. Frá før- oyskari síðu varð eisini gjørt vart við stýringina av ferðandi fiskastovnum, tí hóast tað verða ásett tilvís- ingarmørk og veiðiætlanir, so eru fleiri lond um at gera slíkar semjur og at ov stór veiðiorka er ein stórur trup- ulleiki hjá teimum flestu londunum. Eisini varð dentur lagdur á týdningin fyri tey veiðisamfeløg, sum búskaparliga bert hava fiskivinnu sum høvuðs- vinnu og tað neyðuga í, at eisini hetta verður tikið við, tá tilvísingarmørk verða ásett. Clickhaze útikonsert Fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi hittust C M Y K 19 18