Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult21 cyan21 magenta21 svart21 Og hvalbingar tykjast hava hug at snodda til møguleikan fyri uppflyting, meðan tað er merkisvert, hvussu illa tað hevur skorist hjá toftamonnum Tað hevur gingið eitt sindur stiltið at fáa úrslitini frá 4. og 5. umfarinum. Tey sein- astu árini hevur tað verið ein týðulig framgongd so- leiðis at skilja, at dómara- seðlarnir rættuliga skjótt eru komnir FSF í hendi, men soleiðis hevur tað ikki verið í ár, og tað er spell. Um teir, sum døma í 3. deild, halda, at hetta er ein áminning til teirra um at gera skjótari av og beinan- vegin at senda seðlarnar til FSF í staðin fyri at lata teir liggja í buksulummum og taskum, so hava teir skilt boðskapin rætt! Vit gera skjótt av hesa ferð. Vónandi vera tað betri umstøður í seinni umførum at gera meiri burturúr, enn tað hevur verið hesa ferð. Vert er í hesum samband- inum at leggja til merkis, at sætta umfarið í 3. deild er á skránni komandi mánadag, 2. hvítusunnudag. Tá verð- ur eisini spælt í 2. deild, meðan 1. deild heldur frí. Tað verður ikki spælt í bestu deildini, tí landsdystir eru á skránni bæði leygar- dagin og mikudagin. Toppur og botnur Meðan tað hevur gingið sera striltið í bestu deildini hjá VB, so hevur tað gingið sum eftir ánni hjá næstbesta liðnum. Hetta er merkisvert, tí tá fleiri av lyklaspælarunum í 1. deild hava verið skaddir, kundi tað kugsast, at tað gekk út yvir næstbesta liðið. Men tað hevur tað ikki gjørt soleiðis, at tað hevur sást aftur í úrslitunum í 3. deild. VB er á odda í 3. deild. At Royn er næstfremst var kanska meiri at rokna við. Hvalbingar hava ferð- ast fleiri ferðir ímillum deildirnar. Í fjør fluttu teir niður, og hóast teir hava skifti nógv fólk, so verða teir ivaleyst ímillum tey bestu. B68 hevur ferðast fleiri ferðir ímillum 2. og 3. deild. Tann tíðin tykist vera farin. Nú tykjast toftamenn skula stríðast fyri plássin- um í 3. deild. Í fimta um- farinum eydnaðist tað B68 at fáa fyrstu stigini. TB javnaði til 3–3, tá tað restaðu tríggir minuttir, men í síðsta minuttinum skoraði Bogi Petersen sigursmálið hjá B68. Allan Simonsen og hansara menn fara fyrrapartin í dag undir fyrireiking- arnar til teir báðar HM undankappingar- dystirnar, sum eru á skránni leygardagin og mikudagin Fyrrapartin í dag verður av álvara farið undir fyrireik- ingarnar til HM undan- kappingardystirnar. Hin fyrri verður á Svangaskarði leygarkvøldið klokkan 19.15, og hin seinni verður á Tórsvølli mikudagin klokkan 18. Landsliðsspælararnir skulu møta á Svangaskarði klokkan 10.30, og fyrsta venjingin verður klokkan 11. Landsliðið fer at halda til í hølunum hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyar í Runavík, og seinna venj- ingin í dag verður sambært løgdu skránni klokkan 17.30. Sambært skránni er ætlanin at venja tvær ferðir í morgin og eina ferð leygarmorgunin, men tað kann vera, at hetta verður broytt. Tað plagar at koma ann upp á, hvussu veður- líkindini eru, og hvussu væl spælararnir eru fyri. Tað hava verið ivamál um onkrar av spælarunum, men tá vit frættu seinast, vóru allir spælararnir tøkir. Tað vil siga, at Christian Høgni Jacobsen, sum or- sakað av skaða hevur spælt heilt lítið við NSÍ síðstu vikurnar, er í landsliðshóp- inum. Umframt teir átjan spæl- ararnar, venjaran og hjálparvenjaran, so erufýra fólk knýtt at landsliðnum: Heðin Askham er liðleiðari, Álvur Hansen og John– Reid Skoralíð eru fysio- terapeutar, og Torbjørn Viderø er lækni. Nr. 102 • hósdagur • 31. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo 3. umfar B71–ÍF 9–0 (5–0) (málskjúttarnir restaðu sein- ast) 1–0: Høgni Hansen 7 2–0: Hans Meinard Midjord 11 3–0: Símun Hansen 16 4–0: Høgni Hansen 29 5–0: Høgni Hansen 36 6–0: Hans Meinard Midjord 52 7–0: Høgni Hansen 72 8–0: Jónsvein Thomsen 75 9–0: Ib Mohr Olsen 84 4. umfar GÍ–B36 2–2 (0–2) 0–1: Tummas Eli Hansen 5 0–2: Ragnar Poulsen 39 1–2: Jóan Petur Olsen 67 2–2: Jóan Petur Olsen 79 KÍ–Royn 1–1 (1–0) 1–0: Bogi Isaksen 5 1–1: Rúni Thomsen 70 AB–VB 3–1 (1–1) 1–0: Fróði Stenberg 6 1–1: Hans Allan Niclasen 14 2–1: sjálvmál 69 3–1: Niels E á Krákusteini 85 B68–B71 0–1 (0–0) 0–1: Eirikur Poulsen 19 ÍF–TB 3–2 (1–1) 1–0: Henry Petersen 15 1–1: Kim Roest 42 2–1: Høgni Zachariasen 70 3–1: Jákup Dahl 74 3–2: Andrass Nolsøe 85 5. umfar VB–GÍ 5–0 (1–0) 1–0: Dan Djurhuus 2–0: Bergur Winther 3–0: Bergur Winther 4–0: Hans Allan Niclasen 5–0: Dan Djurhuus B71–KÍ 3–0 (1–0) 1–0: Kári Sørensen 17 2–0: Kári Sørensen 80 3–0: Niels Petersen 86 Royn–AB 2–0 (0–0) 1–0: Njálur Niclasen 69 2–0: Regin Thomsen 90 TB–B68 3–4 (1–2) 1–0: Jesper Bøgehave 29 1–1: Janus Thomsen 38 1–2: Olaf Højgaard 45 2–2: Bogi Johannesen 50 2–3: sjálvmál 82 3–3: Bogi Johannesen 87 3–4: Bogi Petersen 90 B36–ÍF 3–5 (1–3) 0–1: Njál R. Petersen 1 0–2: Tomek Trzybylski 6 1–2: Tummas Eli Hansen 7 1–3: Mortan Thomsen 44 2–3: Ingi Olsen 59 2–4: Henry Petersen 74 3–4: Tummas Eli Hansen 75 3–5: Henry Petersen 78 Og best kendi sveis- iski spælarin er so mikið skaddur, at hann hevur givið avboð til dystin ímóti Føroyum Tá føroyingar í oktober vóru í Sveis fingu teir ein orduligan lúsing. Sveis vann 5–1, og frá tí dystin- um er tað ivaleyst serliga eitt navn, sum rennur fram fyri føroyingar. Tað er Kubilay Türkiylmaz. Hann umsetti tey trý brotsspørk- ini, sum Sveis fekk, til mál. Men hesin Türkiylmaz er ikki við í sveisiska ferða- lagnum, sum í dag kemur til Føroya. Hann hevur givið avboð til landsliðs- fótbólt, tí hann heldur, at sveisisku áskoðararnir hava niðurgjørt hann og turkisku rótina, sum hann er runnin av. Stéphane Chapuisat man vera kendasti sveisiski spælarin. Hann hevur áður spælt við Borrusia Dort- mund, sum hann í 1997 var við til at vinna europeisku meistarakappingina fyri. Chapuisat, sum nú um- boðar Grasshopper, er so mikið skaddur, at hann hevur givið avboð til Før- oya ferðina. Men hóast hesir báðir ikki eru við, so eru nøvnini á sveisisku spælarunum ivaleysa kend til, at tað kann roknast við einum torførum dysti hjá føroy- ingum. Í løtuni man Liverpool vernjuspælarin, Stéphane Henchoz ivaleyst vera kendasta navnið. Hann var ímillum teir fyrstu ellivu, tá Liverpool fyri stuttum vann UEFA cup finaluna. Stórur áhugi Skulu vit meta eftir halan- um, sum fylgir við sveis- iska landsliðnum, so er áhugin stórur fyri dystinum leygarkvøldið. Fótbóltssambandið hevur hoyrt um 44 tíðindafólk, sum koma úr Sveis og til dystin. Talan er um blað- fólk, útvarpsfólk og sjón- varpsfólk. Umframt sveisisku tíð- indafólkini koma eisini tíðindafólk aðra staðni frá úr heiminum á Svanga- skarð. Roknað verður við, at útlendski fjølmiðlaskarin í alt fer at telja omanfyri hálvt hundrað fólk. Pressu- umboðanin úr Føroyum verður omanfyri tjúgu. Næstbestu vágbingarnir eru á odda 3. deild Skarpskjúttin er ikki við Í dag verður farið undir niðurteljingina 21 20 Nr. 102 - 31. mai 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 Fremsti telvari í heiminum seinastu fimtan árini, Garri Kasparov, verður í Føroyum í døgunum 8.-12. juni í ár. Talvsamband Føroya hevur boðið tí russ- isku talvbjørnini heim á klettarnar í summar. Ovast á breddanum er ein dystur millum Kaspa- rov og føroyska olympiska talvlands- liðið. TALV Talvsamband Føroya Grundað á eina nýggja, framkomna telduskipan fóru teldufrøðingar í 1988 at rokna og leggja saman tøl og úrslit úr talvkapp- ingum á hægsta stigi sein- astu sløku hundrað árini. Endamálið var at fáa til vega eitt so beint, eftirfar- andi og fullfíggjað yvirlit sum til bar yvir bestu telv- arar í heiminum nakrantíð. Á odda á hesum yvirliti, undan øllum hinum, bæði livandi og deyðum – Lasker, Capablanca, Aljechin, Botvinnik, Fischer og Karpov – var tann tann 25 ára gamli Garry Kasparov. Í dag er hann 38 ára gamal, men framvegis – á sekstanda ári – ovastur á tindinum. 22 ára gamal í 1985 ritaði hann navn sítt upp í talv- søguna sum yngsti heims- meistari nakrantíð. Í einum titaniskum víggi í Moskva feldi hann heimsmeistaran síðani 1974, Anatolij Kar- pov. Kappingin um krún- una var í nógv ár eitt eir- indaleyst stríð millum hes- ar báðar sovjetisku stór- meistarnar. Hetta var berg- takandi telving millum tveir í stíli rættiliga ymiskar úrmælingar. Tann flokstrúgvi og í Kreml avhildni Karpov var tann framúrskarandi posisj- ónstelvarin og makaleysi strategurin. Tann braneggj- aði antikommunistiski aserbadjanski blandhund- urin Kasparov skakaði øll við óvanliga ágangandi og framfýsnari telving. Hann søkti at við hugflogi, kraft og víðskygni. So sterkt var løtt, at alt brast sum eitt vakurt fýrverk, tá hann læt skotini ganga av. Hetta var álopstelving av aðrari gongustjørnu og aðrari tíð. Garry Kasparov var við yvirlutan í øllum HM-dyst- unum móti Karpov, hóast tað stóð á gomlum naglum hvørja ferð. Hann hevur vart HM-heitið í fleiri dyst- um enn nakar annar heimsmeistari í nýggjari tíð. Í 1989 tók hann seg sum fyrsti og einasti telvari nakrantíð uppum tað gand- aða 2800-talið í ratingskip- anini, sum er barometur og yvirlit yvir dagsstyrkina hjá telvarum. Stríðsmaður í andgletti Garry Kasparov var føddur 13.apríl 1963 í Baku í Aserbadsjan í Sovjetsam- veldinum. Pápin var jødi og mamman úr Armenia. Seks ára gamal lærdi hann mannagongdina, og longu sum trettan ára gamal gjørdist hann sovjetiskur ungdómsmeistari. Fyrstu altjóða kappingina vann hann í 1979, og árið eftir – sum 17 ára gamal – gjørdist hann stórmeistari. Í 1980 var hann millum teir seks, sum umboðaðu Sovjetsam- veldið á talvolympiaduni á Malta. Árini frá 1973 til 1978 nam hann sær regluliga frá- læru frá fyrrverandi heims- meistaranum Mikhail Bot- vinnik. Eftir tað var Aleks- ander Nikitin knýttur at honum sum serstakur venj- ari. Framfýsna og ósmædna telvingarlagið endurspeglar eisini lyndið í honum. Kas- parov hevur longu frá ung- um árum havt greiða støðu í spurningum um ymisk viðurskifti. Avgjørdar og tretaleysar støðutakanir og sannføringar hava mangan borið hann í hvassan and- glett. Hann kom til ilnar við sovjetiska ítróttarmálaráð- ið, kommunistaflokkin og KGB. Hann stóð frammar- laga í antikommunistisku rørsluni, sum tók seg upp seinnapartin í áttatiárunum, og hann var uppi í orða- skiftinum um stríðið um landslutin Nagorno-Kara- bakh, sum Aserbadsjan og Armenia bæði kannaðu sær. Viðuskiftini millum hann og forsetan í altjóða heims- talvfelagsskapinum FIDE, Campomanes, vóru so spent, at hann tók seg úr FIDE og stovnaði í 1993 saman við bretska HM- avbjóðaranum Nigel Short nýggjan felagsskap, Pro- fessional Chess Associati- on (PCA). FIDE-felags- skapurin ógildaði sam- stundis HM-heitið hansara. Kasparov hevur ikki telvað við í FIDE-fyriskipaðu HM-kappingunum aftur. Í fjør var hann fyri fyrstu ferð við undirlutan í dysti móti øðrum stórmeistara. Brain Games-felagsskapur- in skipaði fyri serstøkum HM-dysti millum Kasparov og krúnprins hansara, russ- aran Vladimir Kramnik, sum mong hava spátt sum eftirmaður hansara. Men Kasparov svaraði alt fyri eitt aftur, og sigraði í øllum teimum størstu kappingun- um, sum allir av heimsins fremstu telvarum mannaðu. Hóast Viswanathan Anand úr India er heims- meistari hjá FIDE-felags- skapinum og Vladimir Kramnik er meistari hjá Brain Games-felagsskap- inum mugu teir kortini takkast við at standa eitt trin lægri undir lið meistar- ans, tí á altjóða styrkilist- anum er støðan í oddanum framvegis óbroytt – numm- ar eitt er enn sum áður Garry Kasparov. Simultandystur móti landsliðnum Mest forvitnisliga tiltakið á Føroyavitjanini verður helst dysturin millum før- oyska landsliðið og Kaspa- rov. Tað verður skipað so, at heimsins besti telvari skal kappast móti seks teimum sterkastu føroysku telvar- unum í senn. Hetta verður simultantelving, teir rópa; Kasparov fer at ganga ímillum tey seks borðini og hevur tí einstakar dystir móti hvørjum av teimum seks føroysku landsliðs- telvarunum. Ímóti munandi sterkari telvarum enn teim- um føroysku hevur Kaspa- rov verið ruddiliga við yvirlutan, tá hann hevur havt seks telvarar ímóti sær í senn, og tí er ikki vænt- andi, at føroysku telvarnir fara at standa honum kurl. Livst so spyrst! Føroysku telvarnir vera John Arni Nilssen, John Rødgård, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Torbjørn Thomsen og Ólavur Sim- onsen. Við undantaki av Flóvin Tór Næs eru hesir seks teir fremstu á føroyska styrkilistanum. Henda kappingin verður í Norður- landahúsinum sunnudagin 10. juni. Møguleiki verður hjá áskoðarum at fylgja við gongdini í hvørjum talvi á serstøkum borðum, sum víst verða á stórskíggja í salinum. Dysturin verður eisini varpaður beinleiðis á Internetinum. Dagin fyri, leygardagin 9. juni, telvar Kasparov móti 25 telvarum í øðrum simultandysti í Klaksvík. Føroysku telvararnir í Norðoyastevnudystinum verða ikki teir sterkastu í landinum. Kasparov setur sum treyt fyri slíkum dyst- um, at ongin av mótstøðu- monnunum hevur hægri styrkital enn 2000. Við í hesum dysti verða millum annað allir núlivandi fyrr- verandi føroyameistarar í einstaklingstelving, sum hava lægri styrkital enn 2000. Hesir eru Hans Peter- sen, Súni Ziska, Luitjen Apol, Hanus Joensen, John Jacobsen og Andrias Ziska. Eisini eru allir fyrrverandi formenn í Talvsambandi Føroya, sum ganga undir krøv Kasparovs um av- markað styrkital, bodnir við í henda dyst. Ymiskt annað er eisini á skránni hesar dagarnar, sum heimsins besti telvari fer at vitja í Føroyum. Framtaksgrunnurin setir 4,5 milliónir í partapeningi í Formula.fo Framtaksgrunn- urin heldur forritið hjá Formula.fo, Patsec, sum serliga er ætlað medico- deildum á sjúkra- húsum, vera so áhugavert, at grunnurin setir 4,5 milliónir krónur í fyritøkuna VINNULÍV Framtaksgrunnurin Framtaksgrunnurin hev- ur nú gjørt av at seta hálvafimtu milliónir krónur í KT-fyritøkuna Formula.fo í Havn. Tá nýggja nevndin í Fram- taksgrunninum tók við 1. januar 1999 gjørdi hon av, at grunnurin framyvir átti at hava ein virknari leiklut í fjøltátt- anini av føroyskari vinnu. Hetta skuldi m. a. gerast við at seta pening í vinnur, ið grundað á sítt virksemi á vitan sum framleiðslutilfeingi, eitt nú kunningatøkni. – Vitan er tann av- gerandi vinnuligi før- leikin í nútíðarsamfel- agnum, og Formula.fo er ein áhugaverd fyritøka fyri okkum, tí hon longu hevur víst í verki, at hon hevur førleikagrundar- lagi fyri at kunna gera seg galdandi á altjóða marknaðinum, um for- treytirnar annars eru í lagi, sigur Wilhelm Petersen, nevndarfor- maður í Framtaks- grunninum. Formula.fo hevur í umleið hálvtannað ár verið á altjóða marknað- inum við forritinum PATSEC. PATSEC – Patient Se- curity System – er ser- liga ætlað medicodeild- unum á sjúkrahúsum. Øll tól og líknandi verða skrásett í forritinum, so gjørligt er at hava full- fíggjað yvirlit yvir, hvørjum standi tólini eru í, nær tey skulu eftir- kannast, og hvør hevur ábyrgdina av hesum. Tað hevur gingið rættiliga væl hjá For- mula.fo at selt PATSEC- forritið. Eitt nú hava átta sjúkrahús í Danmark valt skipanina frá For- mula.fo, fram um aðrar líknandi skipanir. Har- umframt eru útlitini á týska, hollendska og enska marknaðinum góð. – Tað er sera kapital- krevjandi at menna EDV-forrit til útflutn- ings, tí hevur leiðslan í Formula.fo tikið stið til at fáa nýggjar íleggjarar til felagið, soleiðis at verkætlanin kann sjó- setast við fullari kraft frá fyrsta degi, sigur Óli Hansen, stjóri í For- mula.fo. Tað at Framtaks- grunnurin nú setur pen- ing í útflutningsætlanina hjá Formula.fo fer at framskunda marknaðar- føringina av PATSEC. Eisini førir hetta við sær, at eitt annað forrit, TRM – Time Resource Management – verður víst fram á TorNuuRek 2001 í Reykjavík fyrst í juni mánað, og at sama forrit verður sett á europamarknaðin í heyst. TRM er eitt forrit til skráseting av tíðarnýtslu av øllum tilfeinginum hjá eini fyritøku, tað veri seg starvsfólk, hølir, amboð o.s.frv. TRM er samskipað við Micro- soft Outlook og kann t.d. samskipast við sak- skipanina og/ella lønar- skipanina hjá kundan- um. Wilhelm Petersen, nevndarformaður í Framtaksgrunninum, sigur, at bæði PATSEC og TRM eru sera áhuga- verd, og nevndin í Fram- taksgrunninum hevur mett, at ein íløga í forrit- ini til útflutnings er í tráð við ætlanina hjá Framtaksgrunninum um at fjøltátta føroyskt vinnulív og luttaka í tí vakstrarpotentiali, sum er í teim vinnugreinum, har vitan er høvuðsfyri- treytin og rávøran. Torkil Holm Petersen, nevndarformaður í For- mula.fo og Óli Hansen, stjóri á Formula.fo, fegnast báðir um, at Framtaksg r unnurin heldur útflutningsætlan- ina hjá Formula.fo vera so áhugaverda, at grunn- urin hevur gjørt av at seta eina milliónaupp- hædd í fyritøkuna. – Hettar er ein viður- kenning og álitisváttan til okkara, og vit fara at gera okkara ítarsta fyri at liva upp til álitið frá Framtaksgrunninum, siga teir báðir. Kongurin vitjar Garri Kasparov verður gestur hjá Talvsambandi Føroya í døgunum 8.-12.juni. Tann braneggjaði antikommunistiski aserbadjanski blandhundurin Kasparov skakaði øll við óvanliga ágangandi og framfýsnari telving C M Y K 20