hósdagur 10. januar 2008síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2008
47
Løgtingsvalið 19. januar 2008
9
Mín visión fyri framtíðina
er, at Føroyar skulu verða
eitt gott og trygt samfelag,
og at vit skulu verða mill
um bestu lond at virka og
liva í. Vit ynskja at Føroyar
skulu verða eitt samfelag
við sterkum búskapi, har
arbeiði er til allar hendur,
og har dygdargóðar
sosialar skipanir tryggja
øllum eitt virðiligt lív.
Øllum børnum og ungum
skulu tryggjast góðir
uppvakstrarmøguleikar, so
tey trívast og mennast.
Børn og ung, sum
vaksa upp upp í heimum
við trupulleikum, t.d.
orsaka av rúsdrekka,
evnismisnýtslu, sosialum
ella likamsligum harð
skapi, kynsligum ágangi
skulu fáa hjálp.
Visión 2015 sigur, at
viðgerðarstað fyri børn í
hava verið fyri kynsligum
ágangi, skal setast á
stovn.
Har vil eg siga at Felags
kapurin Kris hevur lagt
lunnar undir slíkan stovn.
Eg vil virka fyri, at peng
ar skulu avsetast á fíggar
lógini 2008, sum skulu
nýtast til fyribyrging og
ráðgeving.
Seti X við lista A og vel
eina kvinnu. Tykkara
álit er okkara styrkið.
Tað var ein viðkomandi
viðmerking, sum Gunnvør
Hofgaard, lesandi í
Keypmannahavn, hevði í
bløðunum. Tað er rætt, at
politiski mynduleikin
noyðist at steðga á og
spyrja: Hvat slag av
vælferð skulu vit hava í
okkara oyggjasamfelagi.
Vit vita øll, at vælferð er
ikki = persónligt ríkidømi.
Vit vita somuleiðis, hvussu
vandamikið tað er, at hava
politikarar við valdið, sum
styrkja eina skeiva
samfelagsgongd, har tað
eru nøkur fá fólk sum
koma at eiga og ráða í
Føroyum.
Fólkavaldir politiakarar
hava givið ávísum
føroyingum loyvi til at
tjena uppá ognir, sum vit
øll eiga. So leingi vit hava
flokkar og politikarar sum
halda, at hesin politikkur
er í fínasta lagi, so verður
tað seinur dagur, at vit fara
at síggja til broytingar sum
veruliga skapa vælferð. Tí
vit vita øll av royndum, at
vælferðin ikki kemur av
sær sjálvum.
Tvídrátturin um at nøkur
vilja hyggja til Ísland og
onnur til Danmark, er
einans við til at útseta
okkara egnu vælferð.
Eitt samfelag við 50.000
fólkum kann ikki ljósrita
mannagongdir frá øðrum.
Eg haldi, at tíðin er búgivn
til, at vit sjálvi finna út av,
hvat slag av vælferð og
menning vit vilja hava. Vit
síggja dagliga skilagóðar
kronikkir frá vælútbúgv
num føroyingum, sum
rættiliga hava fatur á rætta
endanum.
Vit vita frá íslendsku
vinum okkara, at vinnu
lívið har er sterkt og at
íslendingar duga og tora at
trúgva uppá m.a., at
mentan kann gerast
samfelagsvinningur, fær
hon rætta grundarlagið at
byggja á. Vit hava heilt víst
nakað at læra úr Íslandi,
men eg ræðist, eins og
Gunnvør, tankan um, at
unga familjan skal hava
minst 4 inntøkur fyri at
klára ein vanligan daglig
dag, sum unga íslendska
familjan noyðist. Vælferð
er sanniliga eisini, at
foreldur hava tíð saman við
børnum sínum, kunnu sita
og nana og lesa søgur, so
framtíðar føroyska barnið
hevur lært bindindi
heimanifrá, so tað er
búgvið at spæla í
dagrøktini og búgvið at
læra seg at lesa og rokna í
skúlanum.
Javnaðarflokkurin hevur
klár boð uppá, at trivni í
arbeiðsog familjulívi er
ein týdningarmikil partur
av framtíðar vælferðar
politikkinum.
Góðu veljarar.
Gott Føroya fólk
Fólkaflokkurin
GvøðbjørG
West
Val
Tú hevur rætt, Gunnvør Hofgaard!
Javnaðarflokkurin
www.j.fo/nita+naes.html
Nita
Næs
Val
Tíverri kom eg nakað seint
til áhugaverda tiltakið í
Miðlahúsinum miku
kvøldið (9. Januar), eftir at
hava verið til hondbólts
landsdyst. Eg kom tó so
mikið tíðliga, at eg hoyrdi
ummrøðuna av korallum.
Serliga var tað umboð
Sambandsflokksins Bjarti
Thomsen, sum gjørdi vart
við seg, tá hann á ein
heldur niðurgerandi hátt
viðgjørdi málið.
Rætt hevur hann í at
undirritaði ikki er nakar
serfrøðingur í korallum,
men hinvegin kenni eg
heldur ongan annan
føroying, sum er frægari.
Kortuni vil eg meta, at
einum ikki nýtist at vera
serfrøðingur fyri at síggja
keðiligu gongdina
viðvíkjandi korallum.
Bjarti Thomsen vildi
vera við, at greinin hjá Jón
Brian Hvidtfelt um korallir
var villeiðandi og ikki
faktuell. Eftir at hava lisið
greinina einaferð afturat,
síggi eg tvey viðurskifti,
sum kunnu vera
villleiðandi
Lesarin heldur møguliga
at koralløkini eru spísi
kamari hjá toski og hýsu
(men tað stendur ikki í
greinini).
At undirritaði ikki hevur
roynt at kortleggja korall
økini, men hevur tikið
samanum almennar upp
lýsingar, sum Fiskirann
sóknarstovan hevur savnað.
Tey, sum hoyrdu Bjarta
Thomsen, sótu eftir við
eini kenslu av at korallir
ongan týdning hava fyri
fisk. Eg kundi tí hugsa
mær at spurt Bjarta
Thomsen, sum umboð fyri
Sambandsflokkin í náttúru
og umhvørvismálum:
Hví hava trolarar oytt
korallir, sum svara til
umleið 8.000 km2 um
korallir ikki hava týdning
fyri fisk?
Um koralleiðirnar ikki
hava týdning fyri fisk, er
so nøkur orsøk til ikki at
friða hesi øki?
Um koralloyðing verður
mett sum burðardygg
fiskiveiða? (samb.Kap 1,
§2 í Løgtingslóg um
vinnuliga fiskiskap)
Um bruttoframleiðslan
av fiskaføði á koralløkju
num man verða størri við
ella uttan korallir?
Um eftirgjørdar grynnur
(artificial reefs, kunstige
rev), sum tú vart talsmaður
fyri, kunnu samanberast
við funktionalitetin av
korallum.
Annars kann eg leggja
afturat greinini hjá J.B.H,
at koralløkini eru fjøl
broyttastu búøki (habitat)
eg veit um í føroyskum øki
(bæði á landi og sjógvi),
og av somu orsøk vildi eg
mett at koralleiðirnar áttu
at staðið ovast á listanum
yvir varveitingarverd øki,
tá vit tosa um at varveita
einar fjølbroyttar Føroyar.
Eisini sambært Riosátt
málanum, sum vit hava
bundið okkum til at halda.
Hvat heldur Sambands
flokkurin um tað?
Korallir binda CO2 og
minka harvið natúrliga um
CO2 útlátið.
Hvat heldur Sambands
flokkurin um tað?
Spurningar til umboð Sambandsfloksins í náttúru
og umhvørvismálum á trapputingi
leiðari
Havlívfrøðiliga
royndarstøðin (Biofar)
jaN søreNseN
Inntøkurnar í samfelagnum
skulu økjast fyri at tryggja
eina vaksandi varandi
vælferð. Hetta skal gerast
við at leggja dent á útbúgv
ingarøki og serliga menna
maritimu útbúgvingarnar.
Fiskivinnan og blokk
stuðulin hava verði einastu
fruminntøkur hjá
Føroyum. Tær hava
higartil fíggjað
vælferðarsamfelagið vit
kenna ídag. Tað er tó mark
fyri, hvat man kan leggja á
herðarnar á fiskivinnuni.
Tí mugu vit skapa gróðrar
líkindir fyri nýggum
útflutningsvinnum, ið
kunnu lyfta vælferðar
samfelagið uppá næsta
støði. Nýggju útflutnings
vinnurnar verða vitunnar
vinnur, har kravið til
útbúgvingar verður stórt.
Tí mugu vit leggja stóran
dent á, at menna fólka
skúlarnar, miðnámsskúlar
nar, studentaskúlar og tær
hægru útbúgvingarnar.
Sum ein siglingartjóð
eiga vit at taka støði í
okkara givnu fyrimunum
og førleikum, tá vit skulu
skapa gróðrarlíkindir fyri
nýggjum vinnum. Vit skulu
leggja serligan dent á,
at menna útbúgvingar
innan maritima øki. Vit
skulu miðja ímoti, at hesar
gerast heimsins bestu.
Føroyar skal gerast ein
kraftdepil og heildarveitari
innan maritimar útbúgv
ingar og aðrar útbúgving
ar ið liggja uppat teimum.
Føroyar hava fleiri fyri
munir fram um flestu
tjóðir, tá tað snýr seg um
tað maritima øki. Vit hava
kanska heimsins mest
krevjandi og tilvitaðu
brúkarar tá tað kemur til
skip, reiðskap, framleiðslu
og líknandi. Vit hava
“royndarstøðina” havið,
skipini og flakavirkini
beint við. Vit skulu skapa
tað føroyska “Silicon
Valley” innan maritima
øki. Fyri at røkka hesum,
skulu vit menna og seta á
stovn skúlar og stovnar
innan havlívfrøði, verk
frøði og framleiðslutøkni.
Gransking innan hav
streymar, fiski og trygd
arreiðskap. Umframt hettar
eisini skipara og naviga
tørútbúgvingarnar og
maskinmeistaraútbúgving
arnar, logistikk og shipp
ing. Eisini eigur gransking
innan aldu og vindorku af
fara fram og annað ið
náttúrliga hoyrir til.
Hesir stovnar og skúlar
eiga at liggja saman og
samstarv skal verða
millum teir soleiðis at
samanrenning verður
millum fakbólkarnar. Á
hendan hátt skapar man
gróðrarlíkindir fyri at
nýggj hugskot kveikjast og
nyggjar vinnur kunnu
koma undan kavi.
Vi skulu tora at hugsa
víðari og bróta út úr sið
bundna hugsunarháttinum.
Einans á hendan hátt geva
vit samfelagnum eitt lyft.
At hugsa sær at gjørt
íløgur fyri 650 milliónir í
maritima depilin ístaðin
fyri tunnlar og asfalt, so
kom íløgan fleirfald aftur í
øktum útflutningsvirði og
tað kemur øllum tilgóðar.
Hetta skapar virðir og
eina varandi vælferð fyri
øll.
Føroya maritima “Silicon Valley”
Valevni Sambandsfloksins
HaNs albert
HaNseN
Val