hósdagur 10. januar 2008síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Ferðavinna (2)
Setti mær fyri at kanna,
hvat golfvinnan er fyri
nakað, og hvørja
fíggjarliga ávirkan, hon
gevur.
Heimsins tættastu
golfbreytir í mun til
fólkatal liggja í Íslandi.
Tað er veruliga
óhugsandi har, at tað
verður bygt nakað innan
ferðavinnu, uttan at atlit
verður tikið til, at fólk og
ferðafólk fáa atgongd til at spæla golf.
Ísland vinnur fleirsifraðar millióna upphæddir frá ferða
fólki, sum koma til landið at spæla golf.
Hetta er so okkara næsti granni fyri vestan.
Okkara næsti granni fyri eystan er Hetland og Skotland.
Á lærda háskúlanum í Glasgow hevur kendi professarin í
búskaparfrøði, Ph. Price, roknað seg fram til, at ískoyti til
bruttotjóðarúrtøkuna í Skotlandi, sum stavar frá
golfvinnuni, liggur ímillim 6 og 8 miljardir Pund sterling.
Svarandi til einar 70 – 80 mia. kr.
Tað hevur sjálvsagt tikið teimum ár at fáa hesa vinnu
upp at standa. Men tað er uppá tíðina, at vit byrja her á
landi eisini.
Kross við Fólkaflokkin. Her virka vit!
Les meira á www.folkaflokkurin.fo
Kveikjara íverksetarar
Tað er av størsta týdningi
at samskipa og at gera eitt
stað har tú kanst avgreiða
øll tíni viðurskiftir so at tú
kemur skjótt og lætt í
gongd sum sjálvstøðugur
vinnurekandi. Skipanin í
dag við at renna frá Peri til
Pól er ikki sera hugagóð
hjá nýggjum eldsálum.
Tað átti at borið til á
einum stað í landinum at
fingið avgreitt øll
viðurskiftir, tá íð farið verður undir eina nýggja vinnu.
Her hugsi eg um skráseting av nýggjum felagi, mvg
viðurskiftir, handilsloyvi, vtal og so víðari.
Skuffandi valfundir
í Trongisvági
týskvøldi 8.januar
Sum tit kanska sóðu og
hoyrdu, var onki gjørt við
fiskivinnuna, undirritaði
royndi undir evninum
Bygdamenning at fáa fólki
í høllina at tala ella seta
spurningar hesum
viðvíkjandi, tíðanverri var
tað ongin sum hevði naka
um hesa vinnu at siga, tað
sum mest tosa var um, var
gransking, skúlar, orku etc,
eg skilji ikki hvat alt hetta
skal brúkast til, skal alt vera akademikkarir ella
professarir her á landi? Og innflyta fremmanda
arbeiðsmegi umborð á skip og virkir ?
Eg sakni eitt útspæl frá politiskari síðu, um
fiskivinnuna og hvussu teir ætla at tað skal vera livuligt
her á landi í framtíðini, við tí hótta fiskastovninum.
Síðani henda samgongan
tók við hevur gamla
búskapar óskilið bert
vundið uppá seg, og
flokkarnir bjóða seg nú
fram til løgtingið við
búskaparligum ruðuleika í
rygginum.
Í bestu búskaparligu
framgongd í Føroya søgu
hevur tað ikki eydnast
samgonguni, at tryggja
føroyska búskapin.
Við einari øktari inntøku
til landskassan uppá
umleið 1000 milliónir
krónur hetta valskeiðið er
ikki eydnast samgonguni,
at fáa eitt líkinda yvirskot
komandi ár.
Harafturat er hallið á
gjaldsjavnanum umleið
900 milliónir kr fyri 2007
og væntast, at verða yvir
eina milliard í 2008. Lands
bankin var tømdur so hann
ikki kundi svara sína
skyldur. Blást hevur verið
á tann sjálberandi búskapin
so, at ikki ein króna er
løgd til minking av ríkis
veitingini, samstundis sum
samgongulimir kappast um
at koma við ófíggjaðum og
óplanløgdum uppskotum
sum í dagslegu er komið
uppá umleið 1000 millióir
kr.
Tjóðveldi vil ein ábyrgd
arfullan búskaparpolitikk.
Ein varnan og stabili
serandi fíggjarpolitikkur,
har sveiggini í búskapinum
verða javnað. Langtíðar
ætlanir og raðfestingar fyri
almennu íløgurnar, sum
verða settar í mun til annað
virksemi í landinum.
Ein skatta og avgjalds
skipan, har tær breiðastu
herðarnar gjalda meira enn
tær smalru. Búskapar
grunnur Føroya, har
ótryggar inntøkur, ið ikki
eru varandi grundarlag í
búskapinum, verða settar
og vardar sum ogn Føroya
fólks.
Tjóðbanki Føroya skal
tryggja professionella
umsiting av landsins ogn
um og grunnum, gjaldoyra
javna og onnur tiltøk, ið
skapa støðufesti í
búskapinum.
www.jakupp.fo
www.tjodveldi.fo
Skilagóð búskaparstýring
er tað einasta, ið tryggjar
vælferðina hjá
føroyingum
Landsbankin og Hagstovan
hava staðfest, at bæði
landið, kommunurnar og
samfelagið sum heild, eru
skuldarfríð. Grundarlagið
er tí gott at byggja á
komandi árini.
Hinvegin hava vit tó fyrr
upplivað, hvussu skjótt tað
kann ganga galið í Føroy
um, um vit ikki taka
ábyrgd og stýra búskapi
num. Mangar ólukkuligar
lagnur komu av vanstýr
ingini í 80’unum.
Vit vita øll, at skilagóð
búskaparstýring er tað
einasta, sum kann tryggja
vælferðina hjá føroyingum.
Vit skulu spara upp í
góðum tíðum, so virksemi
kann skapast, tá tíðirnar
gerast verri. Á tann hátt
sleppa fólk undan arbeiðs
loysi og vanlagnu.
Vit skulu ikki ræðast at
taka ópopulerar avgerðir,
men halda fast í, at tað er
rættast at stýra búskapinum
skilagott.
Tíverri hava vit alt ov
ofta sæð, at flokkar siga
seg vera ábyrgdarfullar,
men tá tað kemur til
stykkis, bogna teir í kongu
num.
Hetta vil Sambands
flokkurin ikki vera við til.
Vit eru garanturin fyri, at
ábyrgdarfull og skilagóð
búskaparstýring skal ráða í
Føroya landi.
Skuldi luttaka í orðaskifti á
Rás2 um umhvørvið, eldur
komi í Norðskálatunnilin,
og har sat eg, innisperra í
Eysturoynni tað heila
kvøld.
Og nú vit tosa um eld, so
herja skógareldar kring
knøttin og tað gerst alsamt
týðiligari at veðurlagsbroyt
ingar eru ávegis í heimi
num.
Rakar hetta okkum? Ja, í
stóran mun, og tí eiga vit
at traðka til og taka altjóða
ábyrgd í umhvørvismálum.
Føroyar slóðarar á
umhvørvisøkinum
Hetta gera vit við at:
Fremja í verki
løgtingssamtyktina um
Kyoto frumskjalið
Í samstarvi við aðrar
tjóðir at seta ein
havgranskingardepil á
stovn
Bjóða Føroyar fram sum
royndarøki fyri varandi
orku, og nýta vatn, vind og
aldu orku sum høvuðs
menningarøki.
Gerast virkin partur í
BALI ætlanini fram móti
ST veðurlagsráðstevnuni í
Keypmannahavn í 2009,
har CO2 útlátið eftir 2012
verður ásett.
Taka lut í altjóða fundum
við okkara kunnleika til
veðurlag og úrslitum innan
havgransking, m.a. í
sokallaða Grønlands
orðaskiftinum um
innlandsísin og hvussu
hann bráðnar, sum vera á
sumri 2008 og á sumri
2009. ( hetta er partur av
BALI ætlanini)
Tiltøk at seta í verk
heima í Føroyum
Heima í Føroyum skulu
ítøkilig stig takast á
umhvørvisøkinum m.a. :
Uppskotið um
umhvørvisverndarlóg
setast í gildi beinan vegin
Seta umhvørvisavgjøld á
orkukrevjandi nýtslu, so
sum bensin, olju o.a.
Upplýsingarátøk um
orkusparing og stuðul til
menning av orkusparandi
tøkni
Krøv um bjálving og
orkusparandi tilfar til alla
bygging
Revsing fyri umhvørvis
dálking, bæði á sjógvi og á
landi
Haldi tíðin er búgvin at
fara frá at tosa um um
hvørvið, til eisini at tora og
vilja handla umhvørvinum,
okkum sjálvum og børnum
okkara til frama. Tað er tað
einasta sum eftir mínum
tykki er virðiligt.
X við E
Heidi P
Les meira á
www.tjodveldi.fo/heidi
Løgtingsvalið 19. januar 2008
9
valevni hjá Tjóðveldinum
Jákup
petersen
Val
Tjóðveldi
Heidi
petersen
Val
Fólkaflokkurin
Óskar
eiriksson
Val
valevni Fólkaflokksins á Lista
A, sjálvandi!
rodmundur
nielsen
Val
Miðflokkurin
sigmund
andreasen
Val
Sambandsflokkurin
magni
laksáfoss
Val
Fíggjarliga óskilið
Búskapurin skal stýrast
Eldur í ................... umhvørvinum!
Nr. 7 - 10. januar 2008