hósdagur 10. januar 2008síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 7 - 10. januar 2008
lýsingar
Vit leita eftir løgfrøðingi
til Almanna- og
heilsumálaráðið
Starvið sum løgfrøðingur í Almanna- og heilsumálaráðnum
er áhugavert og mennandi við skiftandi og fjølbroyttum
uppgávum, sum nærum altíð skulu loysast í tøttum samstarvi
við aðrar starvsfelagar í ráðnum. Starvið er sjálvstøðugt, og
tú fært góðar møguleikar fyri skeiðum og framhaldandi
eftirútbúgving.
Sum løgfrøðingur í Almanna- og heilsumálaráðnum verða
tínar uppgávur eitt nú at tilevna lógaruppskot og uppskot til
kunngerðir, viðgera kærur frá borgarum, at svara fyri-
spurningum frá løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri
stovnar undir Almanna- og heilsumálaráðnum.
Ert tú cand. jur. ella er um at verða liðug, so vilja vit fegin
frætta frá tær.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um
Almanna- og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt
Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu
sendast til:
Almanna- og heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. januar
2008 kl. 12.00.
Tú ert vælkomin at venda tær til Poul Geert Hansen, aðal-
stjóra, á telefon 304050 ella senda eitt teldubræv til
ahr@ahr.fo. Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara www.ahr.
fo, har eitt nú bygnaðurin og uppgávurnar hjá Almanna- og
heilsumálaráðnum eru lýstar. Almanna- og heilsumálaráðið
umsitur almannamál, heilsumál og bústaðarmál.
Almanna- og Heilsumálaráðið
Almanna- og heilsumálaráðið umsitur almannamál, heilsumál, og
bústaðarmál. Tað starvast í løtuni 32 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá
Almanna- og heilsumálaráðnum er í høvuðsheitinum at ráðgeva lands-
stýrismanninum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og
at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing.
Vit draga eina línu
Vit seta skynsemi í hásæti
Vit vilja vita
Vit bróta slóð
Kunngerð
til
løgtingsveljarar í Runavíkar kommunu
til løgtingsvalið 19. januar 2008
BRÆVATKVØÐUR
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært
vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu,
kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í av
greiðslutíðini til og við 18. januar 2008.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á
valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá
á tlf. 417000 í seinasta lagi 18. januar 2008 kl.
16.00.
VALKORT
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til løgtings
valið verða valkort send øllum veljarum í kom
mununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki
hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið
skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í
seinasta lagi 18. januar 2008 á tlf. 417000
VALSTØÐINI í Runavíkar kommunu til løgtings
valið 19. januar 2008:
Fyri valstaðið í Runavík í Ítróttarhøllini í Runavík
fyri bygdirnar:
Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði,
Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík.
Fyri valstaðið á Skála fer fram í pensionistahúsi
num á Skála fyri bygdina:
Skála
Fyri valstaðið í Skálafirði í skúlanum í Skálafirði fyri
bygdina:
Skálafjørður
Fyri valstaðið í Oyndarfirði í skúlanum í Oyndarfirði
fyri bygdina:
Oyndarfjørður
Fyri valstaðið í Elduvík í skúlanum í Elduvík fyri
bygdina:
Elduvík
Fyri valstaðið Funningsfirði í skúlanum í
Funningsfirði fyri bygdina:
Funningsfjørður
Atkvøðugreiðslan byrjar KL. 10.00 fyrrapart og
heldur fram til KL.20.00 – ELLA SO LEINGI VELJ
ARAR MØTA UTTAN STEÐG.
Runavíkar Býráð
Runavíkar
Kommuna
Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará
tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo
Míni mál:
Ferðavinnan
Ítróttur
Tónleikur
Oskar Eiriksson
Fart: 510 796
Fólkaflokkurin
K u n n g e r ð
Til veljarar í Miðvágs kommunu
Vegleiðandi fólkaatkvøða um
kommunusamanlegging
verður tann 19. januar 2008.
Valið fer fram í BygdasKúlanum í Miðvági.
atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til
kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan støðg.
miðvágs bygdaráð
K u n n g e r ð
TIL LØgTIngSVeLJArAr Í MIðVÁgS
KOMMunu TIL VALIð TAnn 19. JAnuAr 2008.
VALIð fer fram í BYgDASKÚLAnuM í Miðvági.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til
kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan støðg.
Veljarar, sum sambært vallógini lúka treytirnar
fyri at greiða brævatkvøðu, kunna atkvøða á
kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við
fríggjadagin 18. januar 2008.
Tey, sum vegna sjúku ikki kunna koma á valstaðið,
kunna velja heima. Hesi skulu boða frá á kom
munuskrivstovuni tlf. 332429 sum skjótast og í
seinasta lagi fríggjadagin 18. januar 2008 kl. 15.00.
Valkort verða send øllum teimum, sum standa
á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava
vælrætt, ikki hevur fingið valkort, skal viðkomandi
boða frá á kommunuskrivstovuni sum skjótast og í
seinasta lagi fríggjadagin 18. januar 2008 kl. 15.00.
Valstýrið í Miðvági
Lesið
-so eru tit við!
www.sosialurin.fo