hósdagur 10. januar 2008síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2008
51
Alv verkstøðini
í Smiðjugerði
– søkja eftir starvsfólki til Træverkstaðið
Talan er um farloyvisstarv fyri snikkara, frá 1.
februar 2008 og eitt ár fram.
Í Smiðjugerði er endurbúgvingarverkstaður við 4
deildum, har fólk arbeiða, sum antin hava torført
við at fáa arbeiði ella hava tørv á at royna ella
menna síni arbeiðsevni.
Arbeiðsuppgávurnar á træverkstaðnum verða
í høvuðsheitum
• at læra næmingarnar eitthvørt handverk, sum
kann seljast
• at menna og upplæra arbeiðstarnað fólk
• at eygleiða og meta um fólk í arbeiðsroynd
• at framleiða ymiskar lutir úr eitt nú træi.
• at hava um hendi verandi framleiðslu, har vit
millum annað framleiða, fluguskáp, ting úr
horni og ringbind. Talan kann verða um at
arbeiða á øðrum eindum.
• at menna produktiónina og finna nýggjar
uppgávur, sum hóskar tí einsstaka
Førleikakrøv
• viðkomandi útbúgving
• hugur at arbeiða við endurbúgving og at finna
arbeiðs- og menningarmøguleikar
• evnir at læra frá sær
• dugir at síggja møguleikar heldur enn
avmarkingar
• ert hugskotsfullur, kreativur og positivur
Vit bjóða
• spennandi arbeiði og góðan starvsfólkatrivna
Løn og setanartreytir
• starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran
• løn sambært avvarandi sáttmála
• starvið verður at seta 01.02.08 ella skjótast tilber
Meira fæst at vita um starvið, við at ringja á
tlf. 350070. Spyr eftir Hannu Jacobsen, deildar-
leiðara.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 15. jan. 2008
Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m.
skal sendast til:
Sjálvsognarstovurin ALV
Smiðjugerði 6. kj.
Postboks 301
110 Tórshavn
brævbjálvin skal merkjast »umsókn verkstaður«
Kunngerð
Samb. kunngerð nr. 109 frá 7. des. 2007 fer
løgtingsval fram leygardagin 19. jan. 2008.
Atkvøðugreiðslan fer fram á hesum støðum:
Í skulanum á Selatrað
og í bygdahúsinum á Strondum.
frá kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00,
ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í
seinasta lagi fríggjadagin 18. jan. 2008, kl. 14.00
greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni.
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki
kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima.
Boðað má verða frá á kommunuskrivstovuni, tlf.
47 27 27, innan fríggjadagin 18. jan. kl. 14.00.
Valkort verða send øllum veljarum, ið standa á
vallistanum. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort
hósdagin 17. jan., eigur at venda sær til
kommunuskrivstovuna sum skjótast.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
Rimmar valCafé í Havn
Kom á spennandi valCafé við røðum, felagssangi,
tónleiki og skemti.
Jóannes Eidesgaard og valevnini hjá Javnaðar
flokkinum í Suðurstreymi luttaka.
ValCafé’in verður leygarkvøldið 12. januar kl. 20 í
Café C á Áarvegnum (við síðuna av Hotel Hafnia).
Øll, sum koma á valCafé, fáa spildur
nýggju fløguna hjá Javnaðar
flokkinum við valsangum.
Øll eru vælkomin!
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Vísandi til, at løgtingsval er útskrivað, skal
hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan
fer fram 19. januar 2008. Atkvøtt verður millum
kl. 10.00 og 20.00 og hildið verður fram, so
leingi veljarar møta uttan steðg.
Valt verður á hesum støðum:
• Veljarar búsitandi við Gjógv velja
í skúlanum við Gjógv
• Veljarar búsitandi við Norðskála, á
Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni
á Oyrarbakka
• Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja
í skúlanum í Tjørnuvík
• Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á
Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík
• Veljarar búsitandi í Streymnesi, Hvalvík og í
Saksun velja í skúlanum í Hvalvík
• Veljarar búsitandi í Hósvík velja
í skúlanum í Hósvík
Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at
velja við brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð
mánadag til fríggjadag millum kl. 8.00 og
16.00, tó mikudag millum kl. 10.00 og 16.00,
til og við fríggjadagin 18.januar 2008.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á
valstaðið, og sum ynskja at greiða brævatkvøðu
heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá
á tlf. 471020 í seinasta lagi 18.januar 2008 kl.
16.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi
við postinum, og um persónur, sum heldur seg
hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður
viðkomandi biðin um at seta seg í samband
við kommunuskrivstovuna á telefon 471020
sum skjótast.
Minnist vinarligast til at hava valkortið
við á val.
Oyrarbakki tann 9. januar 2008
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki
lýsingar
Okkara stóra vetrar ÚTSØLA byrjar fríggjadagin 11/1-08.
Fríggjadagin er opið frá kl. 10 til 20 og Leygardagin frá kl. 10 til 17.
Hósdagin er stongt
Øll útsøluvøran fyri ½ prís.